Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast teir leingi stóðu gestunum úr Georgia mát á vølli- num og spældu seg til fleiri møguleikar, so noyddust teir í B36 enn eina ferð at fara málleysir av heima- vøllinum EUROPA CUP FYRI MEISTARAR Jóannes Hansen Tað eru tíggju ár síðani, at føroyingar fyrstu ferð tóku lut í Europa Cup kapping- unum. Ta ferðina var B36 við í europeisku steypa- kappingini. Mótstøðuliðið var Avenier Beggen úr Luksemborg. B36 tapti 1–0 á útivølli, og á Svanga- skarði endaði tað 1–1. Kári Reynheim skoraði bein- leiðis upp á fríspark fyri B36. Síðani tá hevur B36 spælt tríggjar heimadystir í Europa Cup – ímóti Beitar Jerusalem í 1998, ímóti Ankaragücu úr Turkalandi í 1999, og mikukvøldið fór georgiska Torpedo Kutaisi úr Gundadali við 1–0 sigri og harvið rættinum at halda fram í kappingini. Neyvan nakar hevði roknað við, at B36 skuldi megna at vinna so stórt, at talan skuldi gerast um samantaldan sigur. Men so- leiðis sum spælið myndað- ist, so hevði einki forgjørt verið í, at B36 í hvussu so er megnaði javnleik. Serliga tá havt verður í huga, at B36 fekk risa møguleika miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir uppspæl í høgru spældi John Petersen til Magna á Lakjuni, sum sendi víðari til Bárð Mortansson. Nógvir spæl- arar vóru undir málinum, tá Bárður royndi at draga til vinstru fyri seg sjálvan og fram við málverjanum, sum óregluliga steðgaði B36 álopsmanninum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Egil Zachariasen sendi til høgru fyri seg sjálvan, men skotið var ikki nóg uttar- laga og so mikið høgt, at málverjin megnaði at bjarga. Harvið legðist enn eitt brotsspark afturat fleiri, sum B36 hevur misnýtt, og tað er einki at siga til, at bæði skjúttin, B36 legan og allir fótbóltshugaðir føroy- ingar iðraðu seg. Tað er ikki so ofta, at talan er um før- oysk mál í Europa Cup, og tað er sjáldan, at høvið er so gylt, sum tað var hesa ferð. Hóast teir ikki skoraðu, so var B36 meiri ágangandi í 1. hálvleiki enn mótstøðu- liðið. Bárður Mortansson var einsamallur á toppi- num, og aftanfyri hann var tað uppgávan hjá landsliðs- monnunum Juliani Johns- son og John Petersen (betri upplagdur enn fyrr í ár) at stuðla. Klæmint Matras og Julian Johnsson vunnu nógvar bóltar, og Julian Florescu var betri upplagd- ur, enn hann áður hevur verið í B36. Jákup á Borg legði fleiri ferðir innfyri úr høgru, men hann eigur at vera á einum plássi, sum gevur honum møguleikar at blanda seg meiri uppí spæl- ið, enn hann hevði hesa ferð. Longu tá tíggju minuttir vóru farnir átti B36 at havt fingið fínan møguleika. John stakk snildisliga inn um verjuna, og Julian slapp einsamallur ímóti málinum, men linjuverjin mistók seg, tá Bárður Mortansson, sum einki hevði við spælið at gera, varð veittraður at vera rangstaddur. Og tað vóru fleiri aðrar spentar støður frammanfyri málinum hjá gestunum. Í frísparksstøðu vildi B36 hava brotsspark, tí Julian Johnsson skuldi vera skumpaður í ryggin. Tá vóru tíggju minuttir farnir, og tað vóru aðrir møguleik- ar, eftir at bólturin var kom- in innfyri úr høgru. John Petersen hevði ein fínan fluktara, og á hálva tíma- num hevði Magni á Lakju- ni, sum var ein av fleiri B36 monnum, ið tordu at bjóða seg til í samanspæli, eitt sera gott langskot. Málverj- in, sum ikki tóktist serliga sannførandi bjargaði. Men tað kendist spennandi, tá spælararnir eftir steðgin komu á vøllin. Regnið var burtur, og B36 hevði í 1. hálvleiki givið ábendingar um, at teir væl kundu fáa stig burturúr og kanska vinna. Hugsaðu um bremsuna Sammett við í fyrra dysti- num var georgiska liðið broytt á trimum plássum. Eitt nú høvdu teir nýggjan málverja. Teir spældu í traditionellari 4–4–2 út- gávu. Teir høvdu nógvar krossrenningar, og teir skiftu ofta um pláss, men fyrsta tíman og meiri enn tað vóru teir sjáldan vanda- miklir. Egil Zachariasen, Fróði Clementsen og Arn- bjørn Danielsen hildu mót- støðumenninar í stuttum tjóðri, og tað var bara í evstu løtu, at René Tórgarð í B36 málinum hevði møguleika at vísa síni kynstur. Hann bjargaði væl, tá einsamallur maður kom ímóti honum. Í Georgia var B36 undir veldugum trýsti í 1. hálv- leiki. Hesa ferð tóktist mót- støðumenninir við góða bóltførleikanum ikki vera áhugaðir í at seta ferðina upp. Teir royndu at verja, og so dúvaðu teir uppá okkurt snarálopið. Onkra ferðina var um reppið, at teir komu í góðar støður, tá teir spældu seg fram í høgru og so skiftu í vinstra borð. Sum 2. hálvleikur leið, vóru fleiri møguleikar í báðum endum. John Peter- sen var tvær ferðir tætt við dygst undir málinum, og í hinum endanum vóru teir óneyvir nakrar ferðirnar. Sigursmálið fekk Tor- pedo Kutaisi, tá eitt lítið korter var eftir. Tá hevði B36 í eina løtu spent álops- bogan í vónini at vinna øll stigini. Tí var tað eitt sindur tunnligt aftarlaga á vølli- num. Eftir skjótt uppspæl í høgru gjørdist David Jan- ashia púra leysur mitt fyri, og so var mál. Harvið gekk tað, sum tað plagar hjá B36 í Europa Cup á heimavølli. Mót- støðumenninir fóru avstað við 1–0 sigri og halda fram í kappingini. B36 skal savna seg um tey átta um- førini, sum eru eftir av landskappingini. Ein av veikleikunum higartil hev- ur verið, at teir hava mis- nýtt stórar møguleikar. Tí hava verjumistøk kostað so nógv. Soleiðis var tað eisini mikukvøldið. Men avrikið eigur kortini at geva B36 monnunum mót um, at tað nú fer at hilnast betri í landskappingini, enn tað hevur gjørt. Í Europa Cup eru føroy- sku liðini framvegis millum tey smæstu. Men kanska GÍ og KÍ seinni í summar fara at venda upp og niður upp á hetta! Teimum verður ynskt alt tað besta. B36 liðskiparin, John Petersen, spældi ein góðan dyst á offensiva miðvøllinum hjá B36, sum føroyameistararnir taptu 1-0 móti georgisku meistarunum Torpedo Kutaisi B36–FC Torpedo Kutaisi 0–1 (0–0) Mikudagin 24. juli 2002 kl. 19.00 Á Tórsvølli 390 áskoðarar Dómarabólkur úr Írlandi: Poul McKeon, Martin Moloney, John P. Kelly og John Feigherg UEFA eygleiðari úr Luksemborg: Jean Hardl Dómaraeygleiðari úr Noregi: Rolf Hansen 0–1: David Janashia 76. B36: 1. René Tórgarð – 6. Fróði Clementsen, 19. Egil Zachariasen, 4. Arnbjørn Danielsen – 9. Jákup á Borg, 10. John Petersen liðformaður, 22. Klæmint Matras, 7. Julian Johnsson, 5. Julian Florescu (15. Kenneth Jacobsen, 85.), 11. Magni á Lakjuni ( – 3. Ragnar Poulsen, 86.), Bárður Mortansson (12. Tórolvur Poul- sen, 85.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 13. Carl H. Høgnesen, 16. Tróndur Vatnhamar, 17. Heini í Skorini Gult kort: Julian Johnsson 62. Venjari: Piotr Krakowski Hjálparvenjarar: Sigfríður Clementsen og Jacob Thomsen Liðleiðari: Rahm í Króki Masørur: Torbjørn Jensen FC Torpedo Kutaisi: 30. Grigori Tchantvria – 17. Lasha Tchelidze, 4. Givi Didava liðformaður, 6. Revaz Kemoklidze, 3. Mikheil Makhviladze – 14. Roman Akhalkatsi, 7. Kakha Kvetenedze, 20. Malk- haz Asatiani, 19. Valter Guchua – 2. Zurab Ionanidze (15. Andriy Poposhyn, 46.), 9. David Janashia Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Zviadi Sturua, 10. Zviad Kutateladze, 16. Gaga Chkhetiani, 21. Vakhtang Akotian, 25. David Gamezardashvili Gult kort: Grigori Tchantvria 22., Revaz Kemoklidze 77. Venjari: Olexander Shtelin Hjálparvenjarar: Samsoni Pruidze og Shedant Nani- kashvili B36 misnýtti aftur stórar møguleikar Nr. 141 - 26. juli 2002 21 21 Seinasta umfar av Grand Prix 2002 súkklukappingini verður koyrt á Ólav- søku. Eli Christiansen liggur á odda, men vinnur neyvan samanlagt eftir at hann meiddi sær hondina á seinastu etapuni av Statoil Kring Føroyar TÍÐINDASKRIV Spenningur var annars undan seinasta umfarinum eftirsum bert seks stig vóru millum Eli og Gunnar Dahl-Olsen. Væl hevur gingist hjá Eli í ár og í fleiri av kapping- unum hevur hann megnað at givið Sverra Mohr Edvinsson bakhjólið. Undanfarin ár hevur ver- ið kappast á keiøkinum á Eystarubryggju og á øki- num kring Skálatrøð, men hesa ferð verður koyrt uppi á Hálsi í Havn. FM kapp- ingin í Býarkoyring 2001 fór fram á sama øki. Økið er sera væl egnað til Býar- koyring, og eftir arbeiðstíð er lítil og ongin trafikkur á økinum. Mál og startur verður uttan fyri bygningin hjá Føroya Tele. Leiðin gongur út á Staraveg, eftir Falka- vegi, eftir Tjaldursvegi og aftur á Heykaveg. Vaksnu súkklararnir koyra í 45 minuttir pluss eitt um- far. Børnini koyra styttri teinar, alt eftir aldursbólki. Kappast verður í hesum bólkum: Børn 6 til 8 ár Børn 9 til 11 ár Børn 12 til 14 ár Unglingar Vaksin Kappingin byrjar kl. 19.30, og er kappingin skipað so- leiðis, at tey vaksnu súkkla fyrst. Fyrstu børnini súkkla tí umleið kl. 20.15. Kappingin er aftur hesa ferð bæði fyri gentur og dreingir. Tilmeldingin er á staðnum. Nr. 141 • fríggjadagur • 26. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Súkkling: Grand Prix endabrestur ROYNDARVENJING Heini í Skorini Fyri stuttum eydnaðist TB at ogna sær bretska Craig Dean, sum fyrr hevur spælt við enska stórfelagnum Manchester United. Nú er enn ein breti komin til land- ið, og er hann systkinabarn Craig Dean. 20 ára gamli miðvallarleikarin Danny Haynes kom til landið fríggjadagin 18. juli, og hevur hann vant við TB og spælt tveir venjingardystir móti VB og Sumba. Undan hesum hevur hann ikki vant síðani í mai, og tískil er hann ikki í veruligum formi enn, men út frá venjingum og venj- ingardystunum eru tvørámenn væl nøgdir við avrikini hjá 20 ára gamla bretanum. Sagt verður av Sevmýri, at Danny Haynes er ein stríðsmaður á miðvøllinum, sum spælir hart og er sera væl fyri kropsliga. Á U-19 hjá Aston Villa Barry Haynes hevur havt lærlingasátt- mála við enska stórfelagið Aston Villa, og hevur hann spælt og skotið mál fyri u-19 liðið hjá stórfelagnum úr Birmingham. Lærlingasáttmáli hansara við Aston Villa er júst útgingin, og tískil hevur hann møguleika at skriva undir sáttmála við TB, um hann er áhugaður í hesum. Sum áður nevnt er Barry Haynes systkinabarn hin bretan í TB, Craig Dean, og tað er óivað hann, sum hevur fingið Barry Haynes at koma hendavegin. TB áhugaðir Sambært TB verður hann uttan iva ein sannur fongur á miðvøllinum hjá botnlið- num í føroysku 1. deild, og tískil vóna teir í TB, at sáttmáli spyrst burturúr. Hin bret- in, Craig Dean, hevur júst hildið frítíð í tvær vikur, men sum skilst roynist hann eisini sera væl. Tískil er góður møguleiki fyri, at tveir bretar vera at síggja á TB liðnum, tá sein- na hálva av føroysku 1. deild fer av bakka- stokki 4. aug., og eftir øllum at døma verða Craig Dean og Danny Haynes lyklaleikarar á TB liðnum, um tað eydnast at fáa Danny Haynes at vera verandi. Kanska uppskriftin til lívbjarging í 1. deild fyri TB er ein samanseting av eysturlendskari dissiplin, bretskari stríðs- megi kryddrað við snarsintum suðuroyar- blóði. Samlaða støðan í Grand Prix súkklingini 2002, menn: Norðoya- Eystan- Sundalags- Jóan- Vestan- Ólav- Stig Navn stevna stevna stevna søka stevna søka tils. Nr. Gunnar Dahl-Olsen 40 40 0 40 40 160 2 Eli Christiansen 34 34 34 34 30 166 1 Sverri M. Edvinsson 0 30 40 0 34 104 3 Esmar Joensen 30 20 30 0 0 80 4 Jens Sigurð Simonsen 0 18 0 30 23 71 7 Beinir Rasmussen 0 26 26 0 26 78 6 Kári Simonsen 0 23 23 0 18 64 8 Evald Rasmussen 26 0 0 26 0 52 6 Geyr Gilsteinsson 23 0 20 20 16 79 5 Robert Vilhelmsen 0 0 0 23 0 23 9 Christian Guttesen 0 0 0 0 20 20 10 Eirikur Olsen 0 0 0 0 0 Jóhann Brend 0 0 0 0 0 Jákup Johansen 0 0 0 0 0 Rógvi Johansen 0 0 0 0 0 Bogi Kristiansen 0 0 0 0 0 0 = ikki luttikið Ungur Aston Villa leikari í TB 20 ára gamli bretski miðvallarin Danny Haynes royndarvenur í hesum døgum við TB, og sáttmáli við ongan minni enn enska stórfelagi Aston Villa er júst gingin út. Tvørámenn lata væl at avrikum hansara og eru sinnaðir at bjóða sáttmála Rættingar B36-KÍ á Tòrsvølli Í ólavsøkuskránni hjá Sosialinum stendur, at ólavsøkudysturin í fótbólti millum bestu mansliðini hjá B36 og KÍ, sum verður spældur ólavsøkuaftan eftir kappróðurin kl 18, verður spældur á ovara vølli í Gundadali. Hetta er ikki rætt, tí dysturin millum steypafinalistarnar frá í fjør verður í staðin spældur á grasinum á Tórsvølli, og ikki á ovara vølli. Les meiri í blaðnum í morgin. Kyndil-VÍF ólavsøkuaftan Steypadysturin og gamli klassikarin millum bestu mansliðini hjá Kyndli og VÍF verður spældur í høllini á Hálsi ólavsøkuaftan kl. 19. Vart skal gerast við, at í ólavsøkuskránni stendur hesin dystur at verða spældur ólavsøkudag, men dysturin verður sostatt spældur ólavsøkuaftan 28. juli. Les meiri í blaðnum í morgin. C M Y K 20