Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 13. oktober 1979 sosialurin E/NP B'NDIMRSKINU. ! TRÆRILLU (ELLB EITT VIÐ HOL! /6JØGNU?IP). Y HEKTIR (Ur 0 A 2 HEGN TRILLU 06 HEKT/N/ Veitst tu hvat øll 20 stykkini i einum seydakrovi eita? Langleggur Tjoleggur Hárógva Mjedn Mjóryggur Huppur Háryggur Síða Herðablað Hokil Hálsur - Válgari Vita um tú dugir at gera eina lítla søgu, hvar øll orðini byrja við T. MM Send okkum søguna innan leygardagin — virðislon verður latin. LEGG TRÉÐIN RUNT|FERO. RUNT , LEGGUR 7 UM HEKTINI, SUN TEKNINGIN VISIR. GER 7AÐ 2 FERÐIR|SUM HONGUR N/ÐUR TRÅDIN UPP UM TANN OVARA OG UPP UM HEKTIÐ. TA iD TO ERT KOMIN EINR TRADIN AV NÝGGJUM UM HEKTIN/ (Sum MYND 2) S0LEÐIS HELDUR TO FRR TOGA AV 06 Á / ENDAN. , i i Í /GjØGNUM HOLIÐ. i >) Vit hava kastað lut millum innsendararnar — tann hepni varð: Síða 9 Jan Djurhuus í Hósvík. Virðislenin er send. LOYNIHELLIÐ 'eftir J. M. Neale Pambo Framhald 6. partur >Gud gevur menniskjum eitt tekin«, mutlaði Basilius. »Høvdu tey bara givið sær far um tað og givist við sínum illskapi!< „Hvat skulu vit nú gera, harri?« Difilius var bliknaður og leit óttafullur móti himni. „Vit halda víðari fram!« Eingin gav sær far um kamelfylgid. Øll vóru so bergtikin av hesi óvanligu hendingini, at tey ikki sansaðu fremmandafólkini. Tey riðu tigandi gjøgnum bygdina. Ljósið minkaði meir og meir. Eystanfyri á luftini var ein stórur myrkur skuggi, ið flutti seg uppeftir og vaks. Luftin varð svallig. >Og um menniskjuni nú ikki skilja hetta tekinið, harri? Eg veit, at tey her trúgva á eina søgn um ein dreka, sum fer at eta sólina. Aftaná fara tey at halda á við at jagstra okkum, sum um einki var hent!« >Tann, sum ikki vil lurta eftir Gudi, hann hoyrir hann ikki. Men tann, sum vil lurta eftir honum, hann hoyrir og sær hann allastaðni..< Basilius leit hugsunarsamur at Difiliusi. »Men, Difilius, kanska vilja tey ikki lurta eftir honum! < Kamelfylgið var longu komið langt burtur frá bygdini aftur. Nú riðu tey igjøgnum ein trongan, grenan dal millum brattar og grýtutar líðir, kamelar- nir vóru trekir at ganga longur. >Ég haldi, vit skuldu steðga her, harri. Kamelarnir eru ræddir«, segði Difilius. Teir steðgaðu beinanvegin og kamelarnir legdu seg. „Hetta var ræðuligt!< segði móðirin. >Man sólin fara at hverva rættiliga?« Deyðakvirt. Ongspretturnar, sum høvdu látið so lystiliga alt hetta seinasta strekkið, vóru tagnaðar. Í eystri var so myrkt sum á nátt. Sólarljósið fánaði meira og meira. Skjótt var sólin bert ein smel rípa, og so hvarv hon. Øll hugdi bangin uppeftir. Við hondunum yvir brúnum eygleiddu tey himmalhválvið. Onkunstaðni var ein stjerna at síggja. So kom ein ljósur prikkur aftur — hann vaks longri og breiðari — og spakuliga lýsti aftur. — >Tá ið sólin er slóknað, tástaðni duga vit at síggja, hvussu hegt vit meta hana«, segði móðurin, »og vit hugsa einki um, at hon skinur«. »Ja«, segði Basilius, vit fara at takka Gudi fyri hansara tekin og biðja hann um, at hann vil upplýsa menniskjahjertuni, so at tey gevast við at søkja at kirkjuliði hansara«. Basilius helt ben. Og meðan hann bað, hvarv tann seinasti skuggin av sólini, og hon skein aftur í allari síni dýrd. Kamelarnir høvdu skolvið av ræðslu, og ein løta gekk, áðrenn teir vóru sissaðir so mikið, at tey kundu * fara aftur á bakið á teimum. SO mikið meira máttu tey tí skunda sær. Skjótt komu tey fram til hina bygdina í gróðrarblettinum Eisini har vóru bæði ung og gomul á fótum. Tað sást skilliga á teimum, at tey høvdu verið redd. Øll talaðu um hetta ræðuliga myrkrið. Basilius spurdi eina gamla konu, sum stóð við getuna, eftir húsunum hjá kurvamakaranum. »Pambo?« spurdi hon. — »Ja, hann býr har yviri, okkurt um eitt skotmál higani. Síggja tygum grót- garðin um veltuna har ywiri, håttvirdi harri? Småttan har aftanfyri, harri! Småttan aftanfyri!« Kamelfylgið steðgaði fyri durunum. Bilsin um so óvæntaða vitjan kom Pambo út úr garði sínum Hann leit illtrúgvin at fremmandafólkinum „Ein vinur hevur sent okkum higar«, segði Basili- us. »Men okkara erindi kunnu helst betri berast fram undir fýra eygum. Hevði tú viljað latið meg komið innum við tær fyrst«. — Basilius var lågmæltur, nú hann segði hetta seinasta. Pambo leit uppaftur meira illtrúgvin at honum og segði: >Ég veit ikki, um eg man vera maðurin, sum tit vilja hitta. — Eg eri ikki av teimum, sum frætta tíðindi, ið ikki øll eiga at frætta; og avbygd er tað neyvan nakar, sum kennir meg«. »Euthymius!« teskadi Basilius. Framhaid