leygardagur 13. oktober 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
terra
sosialurin
Sumbiar, har hann undir-
vísir børnum í skúlaskyld-
ugum aldri. Hann kundi tá
eisini tikið sær av bern-
um, sum ikki eru byrjað at
ganga í skúla.
Tali- og hoyribrek
— Hvussu er steðan í dag
við undirvísing av tali- og
hoyribrekaðum í Feroy-
um?
— Steðan er tann, at
nøkur av hesum børnum
eru í Spesialskúlanum í
Havn, meðan onnur eru í
fólkaskúlanum. = Áðrenn
tali- og hoyrilærarar vórðu
settir í fólkaskúlanum fyri
umleið sjey árum síðani,
fóru tey flestu bernini,
sum hevdu tali- og hoyri-
brek á spesialskúla.
Teir fyrstu tali- og
hoyrilærararnir vórðu
settir í 1972. Í dag eru
tilikir lærarar fyri hesi eki:
Suðuroynna, sunnara part
av Eysturoynni, Tórshavn
og bygdirnar nærhendis,
Vágarnar, Norðstreymoy
og norðara part av
Eysturoy. Bert í Norð-
oyggjum og í Sandoynni
eru eingir tali- og hoyri-
lærarar.
Ætlanin er at fáa hesi
lærarasterv sett í kom-
andi ári. Sekt varð eftir
lærara til Sandoynna í
fjør, men eingin umsøkjari
var.
Umleið helvtin av
arbeiðstíðini hjá tali- og
hoyrilærarunum fer til
tali- og hoyriundirvísing.
Hin parturin fer til van-
liga undirvísing í fólka-
skúlanum. Lærararnir eru
settir sum fakmenn á
skúlapsykologisku skriv-
stovuni undir leiðslu av
skúlapsykologinum, Jó-
hannes Andreas Næs.
Sjónsráðgevi
Fólkaskúlin hevur eisini
ein sjónsráðgeva, sum ser-
stakliga tekur sær av
sjónsbrekaðum næming-
um. Hann ferðast um alt
landið, har hann leggur
lærarum, næmingum og
foreldrum lag á. Hevur
hann at gera við ein blind-
an næming, kann hann
hjálpa við at skaffa til
vega blindatilfar og hjálpa
honum við heimaarbeið-
inum við at fyrireika seg
eftir blindaskrift.
Ilt við at lesa,
skriva og rokna
— Nú hevur tú nevnt tali-,
hoyri- og sjónsbrekaðar
næmingar. Hverja undir-
vísing fáa næmingar í
fólkaskúlanum, sum á
annan hátt eru tarnaðir.
— Har kunnu vit nevna
teir næmingar, sum hava
ilt við at lesa, skriva og
rokna. Vit hava lærarar,
sum kunnu taka sær av
hesum bernum.
Tað verður gjerd ein
skúlapsykologisk kann-
ing, har funnið verður
fram til, á hverjum kunn-
leikastødi næmingurin er
å, hvørji brek hann hevur
og hvørjar trupulleikar.
Sidani verdur undirvising-
in løgd til rættis eftir ti.
Serundirvisingin
Serundirvisingin og eyka-
hjálp til næmingar i fólka-
skúlanum kann verða
givin á ymsan hátt.
Tað er nakað, sum
skúlin og skúlapsykolog-
urin í samband við næm-
ing og foreldur í hverjum
einstøkum feri avgera i
felag. Næmingurin kann
verða tikin úr flokkinum
til ávísar eykatímar, antin
einsamallur ella fleiri
næmingar saman.
Viðhvert kemur stuðuls-
lærari í flokkin og hjálpir
teimum tarnaðu ella
handikappaðu næmingun-
um har.
Andveik í fólka-
skúlanum
— Nýggja fólkaskúlalógin
sigur, at fólkaskúlin hevur
ábyrgd av øllum bernum,
sum foreldur melda inn í
skúlan. Hvat kunnu tit
gera fyri at hjálpa børnum
við eðrum brekum, t.d.
andveikum.
— Tað kann vera stórur
munur á einstaklingum
innan tann bólkin, sum
kemur undir orðið and-
veik. Nekur av hesum
bernum verða undirvíst í
einum vanligum flokki og
fáa so serundirvísing
afturat. Í summum ferum
er neyðugt at hava tey í
einum flokki fyri seg.
Hetta hevur m.a. verið
roynt í Klaksvík.
Serflokkur
í Klaksvík
— Fólkaskúlin ynskir, at
handkappadir og íkki
handikappadir næmingar
skulu sita lið um lið í
fólkaskúlanum. Er tað tá
rætti vegurin at ganga at
skipa serflokkar ella deild-
ir fyri handikappað innan
fólkaskúlan?
— Hetta má avgerast í
teimum einstøku
førunum. Stavnhaldið må
vera, at vit royna at fåa
allar næmingar at fylgja
so væl vid sum gjørligt i
einum vanligum flokki.
Kunnu teir ikki fylgja nóg
væl við undirvisingini,
mugu teir fáa hjálp
afturat í tímanum ella
verða tiknir úr flokkinum
ávísar tímar til serundir-
vísing.
Men har hetta ikki kann
lata seg gera, hava vit
ongan annan meguleika
enn at skipa næmingarnar
í ein flokk fyri seg. Í slík-
um førum har hetta heldur
ikki kann lata seg gera,
skuldi spesialskúlin
kunnað tikið sær av
bernunum.
Í Klaksvík hevur nú í
tvey ár verið gjørd ein
roynd við at hava fimm
handikappað bern í einum
flokki fyri seg. Tað vóru
foreldur í Klaksvík, sum
ynsktu hetta, og kann
sigast, at royndin higartil
hevur givið góð úrslit.
Vit hava skipað hesi
bernini í ein flokk fyri seg,
tí vit hildu, at tað var tann
frægasta loysnin í hesum
førinum.
Enn ber kanska ikki til
á ellum skúlum at taka
sær av andveikum. Men
har sum eitt andveikt
barn kemur í skúla, verður
frá skúlanum roynt sum
best at hava tað á skúlan-
um. Á henda hátt eru vit
eisini við til at geva
skúlanum avbjóðingar.
Lærarar og
avbjóðingar
— Hevur fólkaskúlin í dag
nóg nógvar serútbúnar
lærarar til at taka sær av
handikappaðum bernum?
— Fólkaskúlin hevur
sum er ikki nóg mikið av
lærarum til vanlig bern.
Tá ið brekað bern koma á
ein skúla, so royna vit at
skaffa lærarar, og annað-
leiðis verður tað ikki.
Roynt verður at skipa
undirvisingina i tann
mun, tørvur er å henni.
Til hetta må eg tå siga,
at fólkaskúlin eigur at út-
búgva sínar lærarar til at
taka sær av handikappað-
um í teimum førum, tað
verður aktuelt. Tað verður
ikki gjert, fyrr enn fólka-
skúlin fær avbjóðingar-
nar.
Sjálvur haldi eg, at
fólkaskúlin skal hava av-
bjóðingar, annars verður
tað ongantíð rokkið á mál.
Vit fáa ikki lærarar at
útbúgva seg og síðani
koma aftur til ongar
næmingar. Tí mugu av-
bjóðingarnar og útbúgv-
A
Tey handikappaðu kunnu í dag fáa undurvísing í fólkaskúlanum. Myndin: Skúlin við Ósánna í Klaksvík
ingin av lærarum fylgjast.
Neyðugt við
samarbeiði
Fáa vit t.d. eitt deyvt barn
í fólkaskúlan, verða tað
gjørdir útvegir fyri, at
hetta barnið fær undirvís-
ing. Í hesum sambandi
kann eg nevna, at ein tann
svárasta uppgávan hjá
fólkaskúlanum er at
undirvísa einum deyvum
barni. Og júst í tílíkum
forum er tað tí neyðugt
við einum góðum sam-
arbeiði millum fólkaskúl-
an og spesialskúlan.
— Kunnu blind bern
verða undirvíst í fólka-
skúlanum?
— Ja, tað kunnu tey.
Tað hevur fólkaskúlin
eisini gjert. Í hinum Norð-
anlondunum eru so gott
sum øll blind børn í fólka-
skúlanum, tá ið tey ikki
hava onnur svár handi-
kapp eisini.
— Er nakað samarbeiði
millum fólkaskúlan og
spesialskúlan?
— Nei, tað er einki sam-
arbeiði millum hesar báðar
skúlar í dag.
— Nær hevur samar-
beiði verið?
— Ongantíð.
— Hava hesir skúlar
ikki brúk fyri hverjum
eðrum?
— Jú, so avgjert. Fólka-
skúlin hevur brúk fyri
spesialskúlanum og vildi
eg meint, at spesialskúlin
skuldi havt brúk fyri
fólkaskúlanum.
— Hvussu kann eitt
tílíkt samarbeiði koma í
lag?
— Við nýggju fólka-
skúlalógini er longu tikið
stig til eitt tílíkt sam-
arbeiði. Sostatt skuldi
fyrsta stig verið tikið.
— Kann fólkaskúlin
heita á spesialskúlan um
at senda spesiallærarar út
kring landið at hjálpa til
við undirvísingini í fólka-
skúlanum?
— Tað kann hann ikki
gera í dag. Lærararnir á '
spesiaiskúlanum ganga
eftir eini heilt aðrari lóg.
Spesialskúlin hoyrir undir
danska sosialmálaráðið,
men aftan á 1. jan. 1980
gevst sosialmálaráðið við
at skipa fyri undirvísing
yvirhevur.
— Er tað neyðugt við
sterri samarbeiði millum
fólkaskúlan, spesialskúl-
an og læraraskúlan á hes-
um eki?
— Tað er rætt, at
læraraskúlin má verða
grundarlagið undir
útbúgvingini av lærarum
til at undirvísa handi-
kappaðum bernum. Her er
eisini skjetil settur á, við
tað at tað í letuni er ein
flokkur á læraraskúlanum,
sum hevur undirvísing av
handikappaðum sum
spesiali.
Men harafturat er at
siga, at læraraskúlin út-
búgvir ikki tali- og hoyri-
lærarar. Tað má ein eyka
útbúgving til hesar lærar-
ar.
Skúlarnir ikki
bygdir til
handikappað
— Fólkaskúlin skal taka
sær av handikappaðum
bernum. Men! Eru skúlar-
nir yvirhevur innrættaðir
til at taka ímóti nógvum
av hesum bernum?
— Allir teir eldru skúl-
arnir eru tíanverri ikki
innrættaðir til handi-
kappað bern, t.d. bern við
rullustóli. Tó kann nevn-
ast, at bati er við at koma
her. Á Eysturskúlanum,
sum verður bygdur nú,
verður roynt at fáa hesi
viðurskiftini í rætt lag.
Men júst hetta við at
skúlarnir ikki eru innrætt-
aðir til handikappað bern,
vísir, at skúlin hevur ikki
fingið tær neyðugu av-
bjóðingarnar. Tey
handikappaðu eru farin
aðrar staðir.
Hevdu vit byrjað sam-
stundis sum skúlarnir í
Síða 11
grannalondunum fyri
umleið 10 árum síðani
at fingið tey handikapp-
aðu uppí fólkaskúlan — so
hevdu vit verið nåddir
longri, enn vit eru í dag
Tervur og útbygging eiga
at fylgjast at, og tað eiga
vit at hava í huganum í
framtíðini.
Lógin og ábyrgdin
Nýggja fólkaskúlalógin er
fyri ein stóran part ein
ajourfering av gomlum
reglugerðum og lógar-
greinum. Nógv av tí, sum
var í gomlu lógini, er ó-
broytt í nýggju lógini.
Men har er so eisini nógv
nýtt komið afturat
Tað er annars ábyrgdin
hjá skúlanevndini í
bygdini og bygdaráðnum
at seta undirvísing sum
heild á stovn og vakja
yvir, at øll børn fáa ta
neyðugu undirvising.
Síðani skal landsskula-
rådid seta ymsar reglur
um t.d. heimaundirvising,
sjukraundirvising, flutn-
ing osfr. Tad skulu teir
lokalu myndugleikarnir so
rætta seg eftir.
Uppihald å ødrum
skúla goldið
Í lógini eru so eisini
greinar um m.a. stuðul til
tey bern, sum ikki kunnu
fáa ta neyðugu undirvís-
ingina á heimplássinum.
Noyðist barnið at flyta til
annað pláss at ganga í
skúla, hava foreldrini rætt
til at fáa tær útreiðslur,
sum standast av hesum,
goldnar. Hetta er tað
sama, sum er galdandi fyri
bern á spesialskúlanum,
har uppihaldið verður
goldið av tí almenna.
Eisini har barnið noyð-
ist at hava flutning fyri at
koma í skúla, verða út-
reiðslurnar goldnar av
myndugleikunum. Lógin
sigur eisini, at børn kunnu
fáa undirvísing heima ella
á sjúkrahúsi, um hetta er
fyri neyðini.