fríggjadagur 7. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 69 - 7. apríl 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Privatisering kann verða eitt
amboð til at flyta uppgávur
frá tingmonnum og lands-
stýri út til feløg og persónar.
Hetta er í sær sjálvum einki
endamál, men tíðarrákið við
sterkum fagfeløgum ger
privatisering til eitt hent am-
boð fyri at fáa flexibilitet í
arbeiðsmarknaðin, soleiðis
at palliba fær sum mest fyri
sínar pengar, samstundis
sum starvsfólk skapa so
nógv virðir sum møguligt.
Ov nógvar almennar
tænastur!?
Tað er neyðugt at ansa eftir,
at allir pengar ikki enda sum
almennar lønir. Í almenna
sektorinum tykist tað vera
trupult at skilja, at tey veita
tænastu til onnur. Almenn
fagfeløg eru sera sterk, og
er tað ikki bara gott. Vansin
er, at umhugsni fyri starvs-
fólkunum til tíðir tykist
verða størri enn umhugsni
fyri
brúkaranum/kunda-
num. Tað er í dag ikki
møguligt at tillaga almenna
sektorin,
tí
fakfeløgini
krevja, at alt verður við tað
gamla.
Rættari hevði verið, at
brúkarin segði, hvat hann
vil hava, heldur enn at
starvsfókini siga, hvat tey
vilja bjóða. Hetta hevði utt-
an iva betra munandi um
tænastuna, og palliba hevði
verið munandi betur nøgdur
við tænastuna. Er tað rímu-
ligt, at palliba skal gjalda
fyri nakað, sum hann ikki
vil hava??
Tænastur eftir tørvi
Hetta skal ikki skiljast so-
leiðis, at starvsfólk hjá tí
almenna fáa ov nógv í løn,
ella ikki gera sítt arbeiði til
lítar. Nei, rættari er at siga,
at tey í dag veita nakrar tæn-
astur, sum tørvur ikki er á.
Tí áttu tey at verið sinna
at tosa um broytingar í al-
menna sektorinum, sum
eisini høvdu givið teimum
fyrimun.
Um palliba fær fleiri tæn-
astur sum hann er glaður
fyri, vil hann uttan iva
gjalda. Støðan í dag er, at
palliba betalur bæði fyri tað
hann vil hava, og tað hann
ikki vil hava. Tí megnar
hann ikki at gjalda fullan
prís fyri tað hann fær.
Stig fyri stig
Um vit fara hóvliga fram,
ivist eg onga løtu í, at tað
ber til at betra tænasturnar
og lækka prísin munandi.
Tað eru teir, sum siga, at
Eftir at núverandi loys-
ingarsamgonga hevur
stýrt samfelagnum í
hálvtannað ár, hevur
hetta tíðarskeið verið
merkt av ruðuleika og
ótryggleika. Lemjandi
verkføll eru vorðin
hvønndagskostur.
Limirnir hjá Starvsmanna-
felagnum vóru teir fyrstu,
sum noyddust út í eitt drúgt
verkfall, fyri at tey eisini
kundi fáa tað, sum tey
høvdu uppiborið í lønar-
vøkstri, á líkafóti við ting-
limir løgtingsins.
Ruðuleikin heldur fram.
Nú um dagarnar blivu ikki
minni enn tveir sjúkrabilar
sleipaðir aftur til lands-
júkrahúsið, tí peningur ikki
er til viðlíkhald. Men í sama
bygningi í teimum ovaru
hæddum verður peningur
nýttur í ólukkumát til at um-
byggja, tí almanna- og
heilsumálastýrið heldur til
har.
Landstýriskvinnan priori-
terar seg og síni fram um
tey sjúku og veiku í sam-
felagnum. Var tað ikki upp
á sítt pláss, at hon fyrst fekk
Landsjúkrahúsið at virka og
harvið vísti ábyrgd yvir sín-
um málsøki?
Stríð um dagstovnar
og dagrøkt
Um vit eitt nú taka løgtings-
mál nr. 29/1999 : Uppskot
til løgtingslóg um dag-
stovnar og dagrøkt, so
kann ein og hvør fara inn á
www.løgting.fo og víðari
inn á trivnaðaranevndina.
Hyggja inn á áðurnevnda
løgtingsmál og undir C
nevndarskjøl og Y (bræv frá
Helenu Dam á Neystabø til
Trivnaðaranevndinia), har
hon sera ósømiliga niðurger
arbeiðið hjá Trivnaðar-
nevndini. Skjal Z (bræv frá
Trivnaðaranevndini til Hel-
enu), har Trivnaðarnevndin
slær fast, at hon sum part-
ur av lóggevandi valdi-
num á ongan hátt kann
góðtaka brævið frá Helenu
Dam á Neystabø, dagfest
22. mars 2000. Ein samd
trivnaðarnevnd heitir tí á
landsstýrismannin um í
stundini at taka aftur við-
merkingarnar soleiðis, at
málið fær ein sømiligan
enda beinanvegin.
Sum ein flongdur hundur
er hon noydd at taka alt í
Ábyrdarleysur politikkur
seg aftur og sendir soljóð-
andi skriv til trivnaðar-
nevndina: Metir Trivnað-
arnevndin ikki, at við-
merkingar Almanna- og
heilsumálastýrisins tæna
sínum endamáli, verða tær
við hesum tiknar aftur.
Undirskrivað Helena Dam
á Neystabø, landstýris-
maður.
Kann ein landstýrismaður
tíggja sær soleiðis, hetta er
stór skomm fyri landstýris-
kvinnuna, at hon á hendan
hátt viðger eitt so álvarsligt
mál sum løgtingsmál nr. 29/
1999: Uppksot til løgtings-
lóg um dagstovnar og dag-
røkt.
Nýggjar lógir, men
eingir pengar
Og nú eru vit enn einaferð
rakt av einum lemjandi
verkfalli. Skúlabørnini eru
vorðin gíslar í stríðnum
millum
tvey
aðalstýri,
nevniliga fíggjarmálastýrið
øðrumegin og mentamála-
stýrið hinumegin. Tann
nýggja fólkaskúlalógin er
samtykt av Føroya Løg-
tingi, uttan at neyðugar av-
leiðingar
verða
tiknar,
nevniliga at játta peningin
til lóginia.
Men hettar er ikki nakað
nýtt fyribrigdi hjá sitandi
samgongu. Taka vit Skála-
fjarðarsiglingina, so hevur
løgtingið samtykt eina lóg
um, at sjóvegis samband
skal verða millum Skála-
fjørðin og Havnina. Men
hvat! Enn einaferð hevur
løgtingið samtykt eina lóg
uttan at taka neyðugar av-
leiðingar, nevnliga at játta
peningin til lóginia.
Hettar er nakað av tí, vit
kunna vænta okkum í fram-
tíðini.
Annfinn Brekkstein
Privatisering og útlisitering
hetta ber ikki til. Men søgan
prógvar at tað ber til. Hygg
bara at tryggingini. Síðan
vit fingu kapping, eru prís-
irnir farnir í botn, og tæn-
astan betra. Nú eru tey á
Tryggingini eisini farin at
siga Tygum við okkum.
Tómar tunnur
buldra mest
Eg vil staðiliga mæla til var-
semi í samband við privati-
sering. Mín uppfatan er, at
teir, sum í dag tosa mest um
privatisering eru teir, sum
hava prógva, at teir IKKI
duga sum vinnulívsmenn.
Her hugsi eg serliga um
fólkafloksmenn, men má eg
tó ásanna, at hetta ikki er
fremmant í Sambandsflokk-
inum. Slíkir menn eru neyv-
an teir bestu at sannføra
onnur.
Fortreytir mugu
verða í lagi
Fyri at fáa fulla nyttu burtur
úr privatisering skulu for-
treytirnar vera í lagi. Hesar
eru m.a. Persónar/fyritøkur
sum megna uppgávuna.
Neyð-ugt er at vit hava fleiri
at velja ímillum, fyri at
tryggja, at talan veruliga
gerst um sparingar og hægri
tænastustøðið.
Smápartafeløg við kr.
80.000 í partapeningi eru
ikki hóskandi til endamálið.
Hvat hevði Jógvan við
Keldu sagt, um Dúgvan ikki
sigldi, tí Sp/f Klaksvíksleið-
in fór á húsagang?
Tí vil eg heita á menn um
at fara varliga fram. Neyð-
ugt er eisini at fáa allar part-
ar við. Bæði starvsfólk, pol-
itikarar og palliba skulu
taka undir við ætlanum, fyri
at talan skal gerast um veru-
liga munadyggar loysnir.
At enda vil eg minna á, at
tað er líka mikið fyri skatt-
gjaldaran, um tað er lands-
kassin ella tað privata, sum
misnýtir pengar hansara.
Eivind Jacobsen
Strendur
www.sosialurin.fo
Kapping um al-
mennan pening
Ætlaðu broytingarnar í lógini fyri Landsbanka
Føroya eru endaðar sum ein kastibløka millum
peningastovnarnar, sum tosa um ólíka kapp-
ing, og fíggjarnevndina, sum í fyrstani var so at
siga púra samd, men sum nú er purrað út á
frívaktini.
Málið snýr seg frá myndugleikanna síðu um,
hvør skal umsita almennu fíggjarognirnar.
Landsstýrið hevur við uppskotinum sagt, at tað
skal landsbankin gera, men peningastovnarnir
vilja eisini fegnir gera tað.
Støðan er í løtuni tann, at landsbankin umsitur
fíggjarognirnar hjá landskassanum. Hetta verð-
ur gjørt eftir marknaðartreytum og á tann hátt
ger bankin av hvussu stórur partur av pening-
inum skal vera í føroyska samfelagnum og
hvussu stórur partur skal plaserast uttanlands.
Verða broytingarnar samtyktar og tekur lands-
stýrið neyðugu avgerðirnar, so fær landsbankin
eisini atgongd til at umsita gjaldføri hjá almenn-
um stovnum, sum í løtuni liggur hjá peninga-
stovnunum.
Vinnur uppskotið frama, er avleiðingin fyri pen-
ingastovnarnar, at teir skulu bjóða upp á inn-
lánini. Tað merkir, at peningastovnarnir skulu
kappast móti hvør øðrum fyri at útvega sær
sjálvum innlán, og tað er ein stór broyting. Tað
merkir, at peningastovnarnir skulu bjóða kund-
unum betri rentu og tað merkir aftur, at kostn-
aðurin hjá peningastovnum hækkar. Sum støð-
an er í dag, er eingin kapping um henda pening
og tað er heldur eingin miðsavnað stýring av
almenna gjaldførinum.
Myndugleikarnir hava mett tað vera neyðugt at
gera eina miðsavnaða fíggjarognarstýring, fyri
at fáa eina betri samlaða stýring og eitt betri
avkast. Samstundis verður lættari hjá myndug-
leikunum at halda eftirlit við, hvat almenna
gjaldførið verður brúkt til, og havandi gongdina
í áttati-árunum í huga, er tað ikki so torført at
skilja.
Sum tað kom fram í Krosskasti mikukvøldið, so
snýr broytingin seg eisini um at seta á stovn ein
virðisbrævamarknað. Hesum hevur landsstýrið
arbeitt við í longri tíð, men hóast peninga-
stovnarnir hava staðfest, at tað er politiskur vilji
fyri virðisbrævamarknaðinum, so er ikki vist, at
teir eru so fegnir fyri at hann kemur. Eydnast
virðisbrævamarknaðurin, er kappingarstøðan á
útlánsmarknaðinum ein onnur enn hon er í dag,
og tað merkir, at peningastovnarnir ikki av sær
sjálvum fáa allar lántakarar sum kundar. Tá
kunnu tey, sum hava neyðugt kreditvirði bjóða
út virðisbrøv til keyps á marknaðinum. Somu-
leiðis fáa íleggjararnir eitt alternativ, tí ístaðin
fyri at seta peningin á bók ber til at keypa sær
virðisbrøv.
Hesum eru føroysku peningastovnarnir eftir
øllum at døma bangnir fyri og tí berjast teir í
móti við hond og fót.
Støðan er tann, at tað snýr seg ikki um at taka
frá peningastovnunum bara fyri at taka, men
fyri at geva føroyska samfelagnum fleiri møgu-
leikar og betri avkast, samstundis, sum stýring-
in av fíggjarognum landsins verður miðsavnað,
og tað áttu peningastovnarnir eisini dugað at
skilt.
Lærarar herða
verkfallið og
skipa fyri tiltaki
Sunnudagin skipar samskipanar-
bólkurin fyri friðaligum tiltaki á
Vaglinum í Havn
DAGFINN OLSEN
Tað ljóðar, at lærarar hava
ætlanir um at herða verkf-
allstiltøkini komandi dag-
arnar. Møguliga er talan
um at blokera skúlar.
Ein samskipanarbólkur
tekur sær av ymsum í
samband við arbeiðs-
steðgin
hjá
lærarum.
Bólkurin avvísir ikki, at
talan verður um at herða
tiltøkini komandi dag-
arnar, men ikki er gjørligt
at fáa tíðindini váttað.
Tó siga lærarar, ið blað-
ið hevur prátað við, at teir
hava fingið boð um at
vera tøkir komandi dag-
arnar.
Á Vaglinum
Hinvegin er greitt, at eitt
friðaligt tiltak verður á
Vaglinum í Havn sunnu-
dagin. Á skránni er sang-
ur og røður. Røðarar vera
frá Føroya Lærarafelag
ein skúlanæmingur held-
ur røðu og eisini verða
aðrir røðarar.
Tiltakið á Vaglinum
byrjar klokkan 16.
Brutu inn á sovandi mann
Tá óbodnu gestirnir varnaðust, at fólk var inni, tóku teir til beins. Løgreglan
hevur tikið annan av óhepnu gestunum
DAGFINN OLSEN
Ein maður í Havn fór stillis-
liga til songar umleið klokk-
an 23:30 mikukvøldið.
Góðan tíma seina, klokkan
12:30, hoyrdi maðurin tos
uttanfyri og tað ljóðaði, sum
vildi onkur sleppa inn.
Tað ljóðaði sum tveir
mans og annar segði: „Nei,
ikki bróta inn“, greiðir mað-
urin í húsinum frá.
Maðurin inni ringdi til
løgregluna, tá tað byrjaði at
skava við úthurðina. Tá
hurðin varð brotin upp,
stongdi maðurin seg inni á
wc‘num, tí hetta var einasta
rúm, hann hevði lykil til.
Hann rópti á óbodnu gest-
irnar og spurdi hvat teir
vildu.
Tá óbodnu gestirnir varn-
aðust, at fólk var inni, tóku
teir til beins.
Løgreglan tók seinni ann-
an mannin og sigur seg vita,
hvør hin er.
GRÆKARIS DJURHUUS
MAGNUSSEN ÚR
KEYPMANNAHAVN
Danska stjórnin er ikki vik-
að ein tumma síðani fyri-
reikandi rumbulfundin her-
fyri. Á fólkatingsins røðara-
palli í gjár sló danski for-
sætisráðharrin rimmar fast,
at velja føroyingar full-
veldið, so kostar tað bú-
skaparliga. Tað merkir bein-
leiðis, at blokkstuðulin skal
avviklast eftir bara trimum
ella fýra árum.
Danski forsætisráðharrin
legði dent á, at stjórnin vón-
ar, at føroyingar verða í rík-
isfelagskapinum, soleiðis at
vit hava tríggjar partar á
jøvnum føti: Danmark, Før-
oyar og Grønland.
Men eg havi so mangan
sagt, at tað eru føroyingar
sjálvir, ið gera av, hvørt teir
vilja hava fullveldið ella
ikki. Tað skal bara vera púra
greitt, at skal eitt sjálv-
støðugt land føra ábyrgdar-
fullan búskaparpolitikk, so
nyttar ikki við stuðli úr øðr-
um londum. Tað má við-
komandi land megna sjálvt.
Og tað merkir aftur, at Før-
oyar ikki skulu vænta bú-
skaparligan stuðul úr Dan-
mark, segði Poul Nyrup
Rasmussen.
Ræði í
uttanríkismálum
Okkurt nýtt kom fram í røð-
uni hjá danska forsætisráð-
harranum. Hann segði mill-
um annað, at velja føroy-
ingar eitt rúmari sjálvstýri
innan ríkisfelagskarmarnar,
so eru møguleikarnir nógv-
ir. Millum annað kann løg-
maður fáa fult ræði í uttan-
ríkismálum, sum viðkoma
Føroyum. Til ber eisini hjá
føroyingum at fáa fult ræði
á økjum sum dómsvaldi,
politivaldi, familju- og al-
mannamálum og líknandi,
ynskja føroyingar tað.
- Men eg skal bara undir-
strika, at so hvørt málini
verða yvirtikin, so taka før-
oyingar eisini búskaparligu
ábyrgdina av hesum økjum,
segði forsætisráðharrin.
Undan samráðingunum
við donsku stjórnina hevur
landsstýrið borið ótta fyri,
at danska stjórnin, við
stuðuli úr fólkatinginum,
fór at koma við sínum egna
alternativa
uppskoti
til
sjálvstýrisloysn. Tað var júst
hetta, ið hendi í 1948, tá
ætlanirnar um fullveldi end-
aðu við Heimastýrislógini.
Men Poul Nyrup Rasmus-
sen segði í røðu síni í gjár,
at tað kemur onki alternativt
uppskot frá dønum.
-Vit samráðast út frá einum
einsata uppskoti, og tað er
landsstýrisins
upplegg,
segði forsætisráðharrin.
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður við sjálvstýris-
málum, fegnast um, at
danska stjórnin ikki kemur
við nøkrum alternativum
uppskoti. Hann heldur, at nú
veit landsstýrið, hvørjum
samráðst verður út frá.
Men Høgni Hoydal held-
ur lítið um lyftið hjá for-
sætisráðharranum um, at
Føroya løgmaður skal fáa
fult ræði í uttanríkismálum.
- Hatta loysir onki. So
leingi vit ikki hava full-
veldið, liggur evsta valdið í
Danmark, og ikki í Føroy-
um, sigur Høgni Hoydal.
Men formanni javnaðar-
floksins, Jóannesi Eides-
gaard, dámar væl útspælið
hjá Poul Nyrup Rasmussen.
- Hatta vísir bara, hvussu
rúmar ræsur vit í veruleik-
anum hava innan ríkisfel-
agskarmarnar. Okkum nýt-
ist ikki fullveldið, sigur
hann.
Missa blokkin kortini
Framsøgumaðurin hjá Sos-
ialdemokratiska flokkinum
bresti eina bumbu í fólka-
tinginum. Hann segði, at
uttan mun til um føroyingar
velja fullveldið ella størri
sjálvræði innan ríkisfelags-
karmarnar, so verður blokk-
stuðulin tikin av. Hetta
hóvar landsstýrismanninum
við sjálvstýrismálum.
- Hatta undirbyggir jú, at vit
tað sama kunnu taka full-
veldið. Tað kostar tað sama
sambært framsøgumanni-
Stívrenda kósin heldur fram
Danski forsætisráðharrin heldur fram
við stívrendu kósini, hann legði
lunnar undir fyri kortum. Fullveldið
kostar. Ynskja føroyingar fullveldið,
ja, so skal blokkurin avviklast eftir
trimum til fýra árum
num hjá sosialdemokrat-
unum, Jan Petersen, sigur
Høgni Hoydal.
Nyrup bað um
umbering
Á fólkatingsins røðarapalli
í gjár bað Poul Nyrup Ras-
mussen føroyingar um um-
bering fyri, at teir í fjøl-
miðlunum hava verið gjørd-
ir til eina útreiðslu fyri
danska ríkiskassan.
- Mongu føroyingarnir í
Danmark eru ongin út-
reiðsla, beint øvugt. Føroy-
ingar eru millum annað eitt
stórt tilfeingi í donsku fiski-
vinnuni, og vit eru sum
heild ógvuliga fegin um at
hava føroyingar í Danmark.
Útrokningin, sum hevur
verið frammi í fjølmiðl-
unum, og sum hevur gjørt
føroyingar upp í tølum, var
ikki ætlað at seta niður á
føroyingar, men skuldi bara
vera ein útrokning av mong-
um, segði danski forsætis-
ráðharrin, Poul Nyrup Ras-
mussen.
Orðaskiftið í fólkatingi-
num var ikki liðugt, tá blað-
ið fór til prentingar.
Áhoyrarar í Fólka-
tinginumí gjár. Mynd:
Føroyska Tíðindastovan