Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2000 Kunnu ikki hála fólk til samráðingarborðið Aloyggja skúlanevndarfundur DAGFINN OLSEN Sum so er eingin vandi fyri skrivligu próvtøkunum í fólkaskúlanum, tí uppgávu- rnar eru klárar. Hetta sigur Hensar Ell- ingsgaard frá fólkaskúla- deildini í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. - Uppgávurnar eru tøkar og próvtøkurnar eru í seinnu helvt av maj, sigur Hensar Ellingsgaard og váttar, at tær kunnu fara fram, uttan mun til, um lærarar eru til arbeiðis ella ikki. - Men at næmingarnir ikki fáa neyðugu undirvís- ingina og at foreldur er ó- trygg viðvíkjandi hesum, er ein annar trupulleiki, ásann- ar Hensar Elingsgaard. Verri við tí munnliga Hann metir, at beint nú er eingin bráfeingis vandi á ferð, men koma vit longur og arbeiðssteðgurin í fólka- skúlanum heldur fram, so er illa statt. Tær munnligu próvtøkur- nar eru í juni. Tá skulu lær- arar helst vera til arbeiðis. Hensar Ellingsgaard torir ikki at meta um, hvørt ar- beiðssteðgurin dregur so langt út, at hann nervar munnligu próvtøkurnar beinleiðis. Praktiska arbeiðið í sam- band við munnligu próv- tøkurnar verður ikki nervað sum er, tí t.d. taka skúla- leiðslurnar sær av at finna próvdómarar. Mugu samráðast - Men hin trupulleikin er jú, at næmingarnir fáa ikki lis- ið. Teir fáa ikki undirvísing. Hinvegin skal skúlin tryggja neyðugu dygdina í undirvís- ingini, sigur Hensar Ellings- gaard. - Undirvísingar- og Ment- amálastýrið kann ikki hála fólk aftur til sam- áðingarborðið, ásanar Hensar Ellingsgaard, sum metir, at einasta gongda leið er, at partarnir aftur hittast og sessast við samráðing- arborðið. Hensar Ellingsgaard torir ikki at meta um, hvørt arbeiðssteðgurin dregur so langt út, at hann nervar munnligu próvtøkurnar beinleiðis, men hann ásannar, at trupulleikin er, at næmingarnir fáa ikki undirvísing Hensar Ellingsgaard metir, at einasta gongda leið er, at partarnir aftur hittast og sessast við samráðingarborðið Í gjár hittust í Havn formenninir í øllum skúlanevndum í landinum.Talan er um nevndir fyri skúlar, ið hava framhaldsdeild og á skránni var støðan í skúlanum, nú arbeiðssteðgur hevur verið í 4 vikur DAGFINN OLSEN Egon Øregaard, skúlaráðs- formaður í Havn, tók í gjár ímóti skúlanevndarfor- monnum úr skúlanevndum fyri skúlar við framheilds- deild. Umboðini komu úr øllum landinum. Orsøkin til, at skúla- nevndarformenn úr øllum landinum stevndu til Havn- ar var, at teir í felag við- gjørdu støðuna í fólkaskúla- num, nú arbeiðssteðgur hevur verið millum sátt- málasettar lærarar í meira enn 4 vikur. Nevndarum- boðini ætlaðu at finna fram til, hvussu tey kundu gagna gongdini í annars fastlæstu støðuni millum Føroya Lærarafelag og myndug- leikarnar. Í gjár hittust skúlanevndir fyri skúlar við framhaldsdeild á fund við skúlaráðið í Havn. Umboð komu úr øllum landinum Mynd: Jens Kristian Vang Læraraverkfallið Læraraverkfallið støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 14 VIKA 14 1 She's all that 1 She's all that 2 Sex Games 2 Sex Games 3 Runaway Bride 3 Runaway Bride 4 EDtv 4 EDtv 5 5 Eyes W Eyes Wide Shut ide Shut 6 W 6 Wild W ild Wild W ild West est 7 7 Kærlighed ved f rlighed ved første hik rste hik 8 Lokkeduen 8 Lokkeduen 9 Arlington Road 9 Arlington Road 10 For 10 Forces of Natur ces of Nature p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 The Blair Witch Project Star Wars Episode 1 Víðgongdir møguleikar fyri sjálvstýri JOHN JOHANNESSEN Jóannes Eidesgaard held- ur, at røðan hjá danska for- sætisráðharranum undir aðalorðaskiftinum á fólka- tingi um ríkisrættarligu støðu Føroya var bæði góð og áhugaverd. Hetta segði hann við Út- varp Føroya í steðginum av orðaskiftinum á døg- urða í gjár. Jóannes Eidesgaard er samdur við danska forsæt- ismálaráðharranum um, at tað eru víðgongdir møgu- leikar fyri at koma víðari á sjálvstýrisleið, sjálvt um Føroyar verða verðandi í ríkisfelagsskapinum. Í hesum sambandi vísti hann fyri útvarpinum á, at hann metir ætlan lands- stýrissins, sum at fara yvir um ánna eftir vatni. Poul Nyrup Rasmussen vísti í røðu síni á, at tað ber til at fáa staðfest ein sáttmála hjá ST um, at Føroya løgmaður fær víð- gongdar heimildir á uttan- ríkispolitiska økinum, sjálvt um Føroyar verða verðandi innan fyri ríkis- felagsskapin. Eisini vísti Poul Nyrup Rasmussen á, at til ber at gera eina avtalu um, at Føroyar so við og við taka yvir og fáa fult ræði á nøkrum ávísum málsøkj- um. Tað, sum lá í orðu- num hjá forsætisráðharr- anum var, at føroyingar kunnu fáa víðtøkt sjálv- stýri innan fyri ríkisfelags- skapin. Hesum sjónarmiðum var Jóannes Eidesgaard sambært útvarpinum samdur í. Jóannes Eidesgaard vildi ikki gera nakrar siga nakað um, hvat hansara støða er til, at Nyrup fer at halda fram at føra harð- ar samráðingar. Hann vísti útvarpinum á, at hann ikki er partur av samráðingar- nevndini, og tískil hevur hann einki við samráðing- arnar at gera. Føroyar skulu hava veruligt sjálvræði Jóannes Eidesgaard heldur fullveldisætlan landsstýrisins bert geva formelt sjálvstýri, meðan sjálvstýrisuppskot Javnaðarfloksins leggur upp til veruligt sjálvstýri JOHN JOHANNESSEN Javnaðarflokkurin hevur sum mál at at fáa ein sjálv- støðugan búskap, so tað einaferð fer at bera til at taka støðu til ríkisfelags- skapin uttan at hugsa um fíggjarligar bindingar mill- um Danmark og Føroyar. Hetta gjørdi Jóannes Eidesgaard, fólkatingslimur og formaður í Javnaðar- flokkinum, greitt í fram- søgurøðu síni undir aðal- orðaskiftinum á um ríkis- rættarligu støðu Føroya á fólkatingi í gjár. Jóannes Eidesgaard vísti á, at sjálvtýri ikki er eitt úrslit av einari politiskari samtykt, men úrslitið av einari miðvísari tilpassan av samfelagnum. Men sam- bært Jóannesi Eidesgaard, leggur ætlan landsstýrisins upp til beint tað øvugta. – Eftir ætlan landsstýris- ins fáa vit tað sminkaða, formella sjálvstýrið, meðan vit eftir okkara ætlan fáa veruligt sjálvstýri, ið verður bygt út í takt við fíggjarligu og umsitingarligu orkuna í Føroyska samfelagnum, segði Jóannes Eidesgaard í røðu síni. Samanhald avgerandi Jóannes Eidesgaard gjørdi nógv burturúr sosialdemo- kratisku hugsjónini í røðu síni. Hann vísti á, at sosial- demokratiski grundarstein- urin í flokki hansara ger, at flokkurin sær ríkisfelags- skapin á annan hátt enn tey fullveldissinnaðu gera. – Vit raðfesta fyrst og fremst fría møguleikan at taka egnar avgerðir. Vit leggja dent á menniskjaliga møguleikan til sjávi at ráða yvir einum lívi við møgu- leikum hjá øllum at hava eitt virkið og innhaldsríkt lív. Formaður Javnaðarfloks- ins vísti á, at flokkur hans- ara vil, at øll samfelagslig menning í Føroyum hevur eitt til endamáls at skapa eitt solidariskt samfelag fyri fræls fólk, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferðini hjá fólki er í há- sæti. Hann vísti á, at allur politikkur floksins er bygd- ur á hetta grundarlag og eis- ini stremban ímóti at fáa fíggjarligt sjálvbjargni. Júst hetta, vísti Jóannes Eidesgaard á, er grundarlagi fyri at fáa sjálvræði. Í sama sambandi vísti Jóannes Eidesgaard á sjálvstýrisupp- skot Javnaðarfloksins. Skulu hava sjálvræði Jóannes Eidesgaard vísti í røðu síni á, at veruligt sjálv- stýri ikki er ein romantisk rørðsla, men úrslit av mið- vísum arbeiði. Tí helt hann, at javnaðarflólk júst á hes- um økinum áttu at verið ringa samvitskan hjá ro- mantikarunum. – Sjálvsagt skulu vit hava víðkað sjálvstýrfult fíggar- ligt og umsitingarligt sjálv- ræði, segði Jóannes Eides- gaard og vísti á, at hann ikki vil verða verðandi í ríkis- felagsskapinum bert fyri at fáa pening, men fyri sam- anhaldið. Nyrup var meira opin JOHN JOHANNESSEN Eftir fyrstu hálvu av aðal- orðaskiftinum á fólkatingi í gjár um rískisrættarligu støðu Føroya fyrrapartin í gjár, helt føroyski fólka- tingslimurin, Óli Breck- mann, greiðar ábendingar vera um, at danski forsæt- isráðharrin fór at verða at tosa við tá samráðingarnar halda fram. Óli Breckmann sigur, at Poul Nyrup Rasmussen sýntist at vera meira opin fyri at viðgera málið seri- øst, enn hann var undir fyrsta samráðingarumfari- num fríggjadagin 17. mars. Serliga áhugaverda heldur Óli Breckmann framsøgurøðuna hjá Jan Petersen úr Sosialdemo- kratiet vera. Hann heldur tað vera sera áhugavert, at Jan Petersen í røðu sínar leygi upp til, at blokk- stuðulin skal burtur, líka- mikið um Føroyar fáa full- veldi ella ei. Hetta, heldur Óli Brek- kmann, eigur at minka um áhugan millum føroyingar fyri einari loysn innan fyri ríkisfelagsskapin. Óli Beckmann gjørdi tó greitt í stuttu samrøðu síni við Sosialin á middegi í gjár, at orðaskifið enn var komið so mikið stutt, at hann ikki kundi gera nakra serliga ítøkiligar viðmerkingar til orðaskift- ið. Skal ikki líkjast ‘46 JOHN JOHANNESSEN Danska stjórnin fer ikki at leggja fram nakað alterna- tivt uppskot til fullveldisætlanina. Hetta gjørdi danski forsætisráðharrin greitt í røðu síni á fólkatingi í gjár undir aðalorðaskiftinum um rík- isrættarligu støðu Føroya. Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at tað er landsstýrið, ið hevur tikið stig til ríkisrættar- ligu samráðingarnar, og tí skal landsstýrið eisini taka ábyrgd av teimum avleiðingum, fullveldisætlanin kann hava við sær. Poul Nyrup Rasmussen gjørdi greitt, at útgangsstøð- ið fyri samráðingunum er samráðingaruppleggið frá landsstýrinum og einki annað. Hann vísti á, at tí hevði tað verið skeivt av stjórnini eisini at lagt eitt uppskot fram. Jóannes Eidesgaard á røðarapallinum í Fólkatinginum seinnapartin í gjár. Mynd: Føroyska Tíðindastovan Grønland vil hava innlit JOHN JOHANNESSEN Grønlendska landsstýrið metir fullveldissamráðing- arnar millum landsstýrið og donsku stjórnina vera so mikið áhugaverdar og týdn- ingarmiklar, at tað ynskir at fáa eygleiðarastøðu í sam- ráðingunum. Hetta merkir, at Grønland fær útflýggjað øll skjøl, ið koma á borðið í sambandi við samráðingarnar. Landstingslimurin, Johan Lund Olsen, ið eisini er lim- ur í grønlendsku sjálvstýris- nevndini, ið varð sett eftir seinasta landstingsval, tað hava týdning, at triðji ríkis- luturin - nevniliga Grønland - fær møguleika fyri at fylgja væl við í tí, sum hendir í samráðingunum. Hann heldur, at hetta er ikki annað enn legitimi rættur grønlendinga.