fríggjadagur 7. apríl 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 69 - 7. apríl 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 69 - 7. apríl 2000
Sum fyrr lýst í bløðunum
so hevur “Grindamannafel-
agið” aðalfund í Norður-
landahúsinum leygardagin
tann 8. apríl klokkan 14.00.
Fundurin er almennur — øll
eru vælkomin at líða á og
seta fram spurningar um
tað, sum er á skránni.
–Vónandi vera vit eisini
nógv, tí grind og grindadráp
er viðkomandi fyri flest
allar føroyingar, sigur felag-
ið.
Skráin fyri fundin er
henda:
1. Frágreiðing um virki
felagsins farna ári
2. Framløga av grann-
skoðaðum roknskapi.
3. Val av einum nevndar-
limi.
4. Val av grannskoðara
5. Ásetan av limagjaldi
6. Innkomin mál:
a) Viðlíkahald av hval-
vágum
b) Áheitan frá NAMM-
CO um at nýta kúluongulin
meira
7. Ymiskt
Býtið
Á hvørjum ári hevur felag-
ið havt útlendskar og før-
oyskar gestarøðarar við. Í ár
eru gestarøðarnir Sjúrður
Hansen, lærari á Argjum og
Leivur Hansen, býraðsfor-
maður úr Havn. Evnið hesa-
ferð er grindabýtið. Hetta
verður tikið upp her, tí hetta
hevur gjøgnum árini verið
eitt mál, sum nógv hevur
verið tosað um, har felagið
hevur verið við sínum kunn-
andi fundum. Og í ár hevur
felagið so havt tað sum eitt
beinleiðis punkt á skránni á
sínum kunningarferðum.
Nógv hevur verið tosað um
hetta mál og uppskot um,
hvussu hetta kann gerast
øðrvísi, tróta ikki
– Ja, vit hava enntá sæð
sera áhugaverd roknistykki
um, hvat er nóg mikið av
grind til eina bygd. Og at
stoyta grind burtur, fyri bert
at fylla kaggarnar av nýggj-
um, er púra burturvið.
Nú vil felagið so geva al-
menninginum høvi til at
siga sína meining — meira
kann tað ikki gera. Mynd-
ugleikarnir líða á, og vón-
andi fáa teir nógv góð hug-
skot til víðari umhugsan aft-
an á fundin.
Eitt er sjálvt býtið og tað
at fáa sín part av grindini.
Aftan á hetta er eisini eitt
stórt arbeiði — at taka
grindina upp. Eisini her
vilja nógv hjálpa og geva
ráð.
–Týdningarmikið er, at
flest møgulig eru við í hes-
um mentunararvi okkara, tí
annars er vandi fyri, at hann
so líðandi doyr út, og tað
má hann ikki. Havið er
okkara urtagarður, og hann
hava vit øll bæði rætt og
skyldu til at røkja — men
samvitskufult, sigru felagið
í tíðindaskrivi.
Grinda-
manna-
felagið
aðalfund
Til høvuðsdeild okkara í Tórshavn skal setast ein fyrisitingarstjóri, ið skal virka í
einari trýdeildari leiðslueind, sum er samansett av:
Uppgáva fyrisitingarstjórans er fyrst og fremst:
- At byggja upp og menna allar fyrisitingarligar partar av Vision Software.
- At hava ábyrgd av, og skipa fyri, allari fíggjar- og tilfeingisstýring felagsins.
- Saman við leiðslueindini at skapa karmar um eitt sunt handilsligt felag í stórum
vøkstri.
- At skapa karmar um ein mennandi starvsfólka- og leiðslupolitikk.
Vit seta sum krav, at rætti viðkomandi hevur holla handilsliga útbúgving og/ ella
drúgvar royndir innan sama starvsøki.
Góð løn verður latin eftir góðum avriki.
Til høvuðsdeild okkara í Tórshavn verður søkt eftir bókhaldara/skrivara at byrja
skjótast gjørligt. Arbeiðið er skipað við ábyrgd fyri fyrisitingarstjóranum og eru
høvuðsuppgávurnar hesar:
- At røkja alt dagligt bókingararbeiði
- At skipa fyri debitor- & kreditorrøkt felagsins
- At gera ætlanir saman við leiðslueindini og skipa fyri allari uppfylging av hesi,
undir hesum rapportering yvir fyri stjórn og nevnd felagsins. Harafturat skal við-
komandi virka sum skrivari hjá leiðslueindini og hava ábyrgd av øllum skrivligum
samskifti við viðskiftafólk felagsins. Vit seta sum krav, at viðkomandi hevur holla
handilsliga útbúgving og/ella hollar royndir innan bókhalds- og roknskapararbeiði.
Góð løn verður latin.
Til deild okkara í Tórshavn skal setast eitt sølu- og samskipingarfólk, við ábyrgd
yvir fyri sølustjóranum, at taka sær av sølu, menning og levering av Wise-forrits-
úrdráttum til fiskivinnuna. Wise er felagsheitið á eini røð av skipanum, mentar í
Navision Financials umhvørvi, til fiskivinnuna. Talan er um framleiðslustýrings-
skipanir, søluskipanir, góðskustýringsskipanir v.m., mentar av TM-Software í
Íslandi, ið eigur 50% av Vision Software. Starvið er sera spennandi og hevur við
sær møguleikar fyri hollari persónligari menning og starvsmøguleikar í útlandi-
num, herundir Norðanlondum, Stóra Bretlandi og Norður Ameriku.
Vision Software er eitt forritsfelag í menning. Felagið umboðar, selir og mennir
Navision og Navision Financials úrdráttir, og er fyrsta Navision Solution Center
í Føroyum. Í løtuni eru 10 starvsfólk knýtt at Vision Software, ið hevur deildir
í Tórshavn og Klaksvík. Eigarar av Vison Software P/f eru persónligir stigtakarar,
Farodane P/f í Tórshavn og TM-Software í Íslandi. Felagið fæst eisini við frálæru
innan Navison og Navision Financials í samvinnu við skeiðdepilin KVASIR í
Tórshavn.
Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum verða at senda til okkara innan 1/5 2000.
Stengavegur 3
FO-700 Klaksvík
Ynskja tygum at frætta meiri um størvini, eru tygum vælkomin
at ringja til omanfyristandandi.
Vision Software P/f
Fyrisitingarstjóra
Sølustjóra
Tekniskum stjóra
Att.: Jógvan Eliasen, stjóri
Vision Software spennir seg út
Bókhaldari/skrivari
Fyrisitingarstjóri
Vit sóknast eftir trimum nýggjum starvsfólkum í
Tórshavn at byrja skjótast til ber
Sølu- og samskipingarfólk til Wise-Fish deild okkara
Um VisionSoftware P/f
FD-04-000-5
Lærarafelagið svarar atfinngingunum frá løgmanni:
Vit mugu bróta lógina
-ella arbeiða í frítíðini
– Vit ætla ikki at trýsta politikarar til at seta nakra fólkaskúlalóg í verk. Men tað, sum
longu er sett í verk, hevur stóra ávirkan okkara starvsviðurskifti og tað er sólaklárt ein
sáttmálaspurningur, sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag
- Eg kann á ongan hátt góðtaka, at eitt fakfelag ger
spurninginum at játta pengar til eina lóg til ein part av
lønarsamráðingunum. Tá tekur Lærarafelagið í veru-
leikanum Føroya Løgting av ræði sum játtandi mynd-
ugleika.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, í Sosialinum í gjár
- Málið er ógvuliga prinsipielt. Vit eru við at upploysa
samfelagið við slíkum krøvum, og tí mæla eg fólkunum
til at fara aftur til samráðingarborðið.
At Lærarafelagið átekur sær ein leiklut, har tað skal
trýsta eina eykajáttan ígjøgnum í tingið, er einki minni
enn fullkomin ørskapur. Hetta er tað sama sum, at
læknar og sjúkraystrar í samráðingum um teirra lønir
siga, at sjúkrahúsini skulu hava so og so stórar játtanir.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, í Sosialinum í gjár
Anfinn Kallsberg, løgmaður, í Sosialinum í gjár
Tí vil eg mæla Lærarafelagnum til at taka við teimum
6,5% sum lønarhækkingin liggur á og fara aftur til
arbeiðis. Eftir tað kann man so taka ein dialog við
Undirvísingar- og Mentamálastýrið um á hvønn hátt
og í hvørjum tempo man setir í verk teir ymsu tættirnar
í fólkaskúlalógini......talan er um eina rammulóg, sum
kann setast í gildi við tí ferð, sum man nú einaferð
hevur fíggjarliga orku og menniskjaligar ressursir til.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, í Sosialinum í gjár
– Tað kann bara vera tí,
at teir ikki vilja skilja, hvat
verkfallið snýr seg um. Van-
lig fólk á gøtuni skilja málið
so at politikararnir, sum eru
ábyrgdarhavarar, ikki gera
tað, kann bara verða av ill-
vilja, sigur formaðurin í
Føroya Lærarafelag.
Bróta lógina - ella ar-
beiða í frítíðini
Elsa Birgitta Petersen sigur,
at Lærarafelagið ætlar sær
als ikki at blanda seg uppí,
nær teir ymsu tættirnir í
fólkaskúlalógini verða settir
í verk.
– Tað er ikki tað, sum
verkfallið snýr seg um.
– Verkfallið snýr seg um,
at vit vilja hava stundir til
at útinna tann partin av lóg-
ini, sum longu er settur í
verk. Her er talan um so
umfatandi eyka arbeiði, at
tað ber ikki til at gera í ar-
beiðstíðini, sum støðan er.
– Tí eru vit í teirri støðu,
at antin mugu vit ignorera
lógina og gerast lógbrótarar,
ella mugu vit arbeiða í frí-
tíðini.
– Og at arbeiðsgevarin
ger krav uppá frítíðina hjá
fólki er, einki minni enn
ognartøka, sigur Lærarafel-
agsformaðurin.
– Tað er hetta, sum verk-
fallið snýr seg um og ikki
um nakað annað. Og at
hetta er ein púra greiður
sáttmálaspurningur, er onki
at ivast í, tí Lærarafelagið
hevur rætt til at samráðast
um løn og starvsviðurskifti
hjá limunum, tað liggur fast.
ÁKI BERTHOLDSEN
Formaðurin í Føroya Lær-
arafelag hevur ikki góðar
vónir til, at verkfallið fer at
enda við bræði.
–Tað verður týðiligari og
týðiligari, at politikarar heilt
einfalt ikki vita, hvat verk-
fallið yvirhøvur snýr seg
um, sigur Elsa Birgitta Pet-
ersen.
Hon sigur, at hetta er av-
dúkað fleiri ferðir, síðani
verkfallið byrjaði.
Men seinast avdúkaði
sjálvur løgmaður hetta so
dyggiliga í Sosialinum í
gjár, tá ið hann samantvinn-
aði tvey mál saman, sum
yvirhøvur onki hava við
hvørt annað at gera.
Hvussu ber tað so til, at
tit ikki enn hava fingið pol-
itikararnar at skilja, hvat
málið snýr seg um?
Børn skriva postkort
Og hjá summum er hug-
flogið gott. Tað nýggjasta
tiltakið er, at í summum
bygdum í Eysturoynni hava
børn og foreldur tikið stig
til at fáa øll skúlabørn í Før-
oyum at skriva politikarun-
um og lærarafelagnum post-
kort við ynskjum um at
sleppa aftur í skúla.
Síðani hugskotið varð
fostrað í Eysturoynni, er tað
farið víða um landið so tey,
sum hava ábyrgdina av
støðuna, kunnu vænta sær
nógvan post teir komandi
dagarnar.
Í Eysturoynni hava tey
skipað tað so, at tey hava
savnað børnini saman hjá
ávísum foreldrum, har tey
so hjálpa teimum at skriva
og at senda postkortini.
Og tað frættist, at for-
eldur fleiri aðrastaðni í
landinum eisini hava tikið
henda táttin upp.
Ætlanin er, sum sagt, at
senda teimum postkort,
sum hava ábyrgdina av
verkfallinum. Og tey eru
Elsa Birgitta Petersen,
formaður í Lærarafelag-
num, Karsten Hansen,
landsstýrismaður í fíggj-
Fólk, sum vara av skúl-
anum, eru eisini farin at
gera meiri og vart við seg
fyri at fáa gongd aftur á
samráðingarnar, hvør á sín-
um øki.
Blokadur hava verið og
fleiri eru í væntu. Skúla-
nevndir, lærarar, fakfeløg
og foreldur hava gjørt vart
við seg og sent mótmæli og
áheitanir, og í dag verða
undirskriftir savnaðir saman
á skúlunum, sum síðani
skulu handast myndugleik-
unum.
Skúlabørn senda Elsu Birgittu, Karsten og
Høgna postkort: Vit vilja sleppa aftur í skúla
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú er verkfallið onki stutt-
ligt meir - heldur ikki hjá
børnunum.
Læraraverkfallið hevur
nú vart í meiri enn ein
mánað og enn røkist onki
fyri, at tað fær ein enda.
Men nú fara avleiðingar-
nar av verkfallinum av álv-
ara at merkjast og nú er
vandi fyri próvtøkunum í
framhaldsdeildunum, eins
og undirvísingin hjá teim-
um smærru børnunum hev-
ur verið fyri einum stórum
bakkasti
– Tað verður
týðiligari og týði-
ligari, at hvørki
løgmaður, ella
aðrir politikarar,
skilja, hvat verk-
fallið snýr seg
um. Men tað
kann bara vera, tí
teir ikki vilja
skilja tað, sigur
Elsa Birgitta Pet-
ersen, formaður í
Lærarafelagnum
68 fólk - bara í Havn
Men Elsa birgitta Petersen
ivast eisini í, um politik-
ararnir yvirhøvur vita, hvat
teir hava gjørt.
Hon spyr t.d. um teir
vita, at samstundis sum
kommunuval verður í heyst
skulu eisini skúlastýri velj-
ast fyri hvønn skúla.
– Í skúlastýrunum skulu
vera umboð fyri foreldur og
skúlan.
– Bara í Havnini skulu 68
fólk veljast í hesi skúlastýri,
sum fara at virka frá 1. jan-
uar.
–Tað er ein stórur spurn-
ingur um politikararnir yvir-
høvur vita av hesum, ella
um teir hava gjørt sær tank-
ar um, hvussu hesi stýrini
skulu samsýnast, ella um,
hvussu viðurskiftini hjá ráð-
unum annars skulu vera,
heldur formaðurin í Føroya
Lærarafelag.
Annars fer Lærarafelagið
at svara atfinninguum frá
løgmanni alment aftur.
Læraraverkfallið
armálum og Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í undir-
vísingar og mentamálum.
Foreldrini hava eisini gjørt
eitt uppskot til tekstin, sum
skal skrivast á postkortini,
men av tí, at nógv børn eru
smá, er teksturin bæði
stuttur og greiður.
Tá ið navnið á móttak-
aranum er skrivað ovast,
kann teksturin stutt og greitt
ljóða:
„Vit vilja sleppa aftur í
skúla. Heilsan...“ og so
skal navnið og bústaðurin á
sendaranum setast niðast.
Og tey trý, sum kortini
skulu sendast til, hava hes-
ar adressurnar:
Karsten Hansen
Fíggjarmálastýrið
Traðargøta 39
160 Argir
Høgni Hoydal
UMMS
Hoyvíksvegur 72
100 Tórshavn
Elsa Birgitta Petersen
Føroya Lærarafelag
Pedda viðsteinsgøta 9
100 Tórshavn