fríggjadagur 7. apríl 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EDVARD JOENSEN
Føroya Banki ávarðar í móti
at loypa fram av og gera
nakað, sum ikki er nóg væl
umhugsað, nú ILA sjúkan
er staðfest í føroyskari ali-
vinnu. Men tað er greitt, at
hetta fer at ávirka støðutak-
an og framferð bankans í
framtíðini. Tað verður neyð-
ugt at kalkulera við, at
smittan eisini finst aðrastað-
ni enn í Fuglafirði, sigur
Janus Petersen, stjóri í Før-
oya Banka.
Føroya Banki merkir ikki
so nógv til laksasjúkuna í
Fuglafirði í fyrsta umfari,
sigur Janus Petersen, banka-
stjóri. Bæði Vestlax, sum
eigur alribrúkið, sum nú er
rakt av ILA sjúkuni, og
Føroya Banki, sum fíggjar,
eru so mikið væl fyri fíggj-
arliga, at hetta fara báðir
partar at klára, sigur hann.
Føroya Banki fíggjar um-
leið 70% av føroysku ali-
vinnuni. Og tað er greitt, at
tað verður fylgt væl við,
hvat hendir í vinnuni. Men
bankaleiðslan hevur avgjørt
Bankin bíðar
Føroya Banki, sum fíggjar umleið 70% av føroysku alivinnuni, fer sjálvandi
at fylgja væl við tí, sum nú hendir í Fuglafirði. Men enn er ov tíðliga at siga
nakað um, hvørt hetta fer at fáa nakrar fíggjarliga avleiðingar fyri alarar og
banka
ikki mist svøvnin, orsakað
av tí, sum hent er á Alilaks
í Fuglafirði.
Tað er greitt, sigur Janus
Petersen, stjóri í Føroya
Banka, at tað verður ein
fíggjarligur missur fyri al-
aran, at fiskurin doyr ella
verður dripin fyri tíð. Men
talan er um felag, sum er
væl fyri fíggjarliga, sigur
hann, so tað fer at bera til
at koma víðari. Føroya
Banki fer einki at merkja
til júst hetta málið. Her
koma trygging og tann
serligi grunnurin, sum er til
at taka sær av júst slíkum
málum, inn í myndina.
Men tað er greitt, at
Føroya Banki, saman við
alarunum, fer at fylgja væl
við gongdin, sigur stjórin í
bankanum. Hóast tað vísir
seg, at hetta - sum øll vóna
- er eitt einsamalt dømi, ber
als ikki til at slaka við
trygdini hjá alibrúkunum.
Nú verða kanningar gjørdar
av øðrum alibrúkum til tess
at finna út av, um smittan
eisini finst aðrastaðni. Tann
møguleikin er avgjørt til
staðar, tí talan er um sjúku,
sum hevur eina ávísa ígerð-
artíð. So smittan kann sakt-
ans vera borin víða, uttan
at vit vita tað.
Hendir tað, sigur Janus
Petersen, stjóri í Føroya
Banka, at smittan hevur
breitt seg víða í føroysku
alivinnuni, so verður støðan
sjálvandi ein onnur.
Men hann vísir á, at før-
oyska alivinnan í løtuni er
so mikið væl fyri fíggjar-
liga, at hon eigur at klára
okkurt vambarkastið, áðr-
enn hon fer um rygg.
Vit hava í dag størri eindir
við betri fíggjarstøðu, enn
vit høvdu fyri bara nøkrum
árum síðan. Tað hevur
sjálvandi tann fyrimun, sig-
ur Janus Petersen, at fel-
øgini eru betri fyri fíggj-
arliga. Men tað hevur eisini
tann vansan við sær, at
brúkini verða størri, og tí
kann sjúkan raka enn mein-
ari, har hon verður staðfest.
Royndirnar siga okkum,
sigur Janus Petersen, banka-
stjóri, at vanliga verður ov
lítið gjørt, áðrenn tann fyrsta
vanlukkan rakar. Og fyrsta
tíðin eftir, at til dømis smitta
er komin í alivinnuna, er
ofta tann ringasta. Men tað
ber til at liva við hesi
smittuni í alingini, sigur
Janus Petersen og vísir á, at
til dømis norðmenn leingi
hava havt smittuna. Hann
heldur ikki, at vit beinan-
vegin eiga at mála hin
Skortgráa á veggin, men
heldur halda høvdið kalt og
fylgja við gongdini.
Janus Petersen,
stjóri í
Føroya Banka
mælir til,
at vit ikki loypa framav,
nú laksasjúka
er staðfest
í føroysku alivinnuni.
Hann vísr á,
at tað ber til
at liva við sjúkuni,
men at tað tó lættliga
kann gerast
ein fíggjarligur smeitur,
um vit slaka
við trygdini yvirhøvur
Hampiligur útróður
Tað hevur gingið
hampiligt við út-
róðrinum á Norð-
havinum í vár.
Hóast dagarnir
ikki hava verið so
nógvir, er
úrtøkan til at liva
við
Tað ber til at liva av tí, teir
hava fingið í vár, sigur for-
maðurin í Meginfelag Út-
róðrarmanna, Chris Jan
Michelsen, sum er ein
teirra, sum rør út av Eiði við
snellu.
Chris Jan Michelsen sig-
ur, at tað hevur einki rok
verið soleiðis, men prísurin
hevur aftur fyri verið so
mikið góður, at tað stendur
upp og niður.
Tá Sosialurin tosaði við
hann beint fyri deadline í
gjár, lógu allir bátarnir á
Eiði. Veðrið var heldur ó-
lagaligt, og harður streymur
er eisini.
Chris Jan Michelsen sig-
ur, at hann sjálvur hevur
verið níggju dagar úti. Átta
í mars og ein í apríl. Tá
roknar hann ikki mikudagin
uppí. Tann dagin var hann
norðan fyri og vendi, sigur
hann, men tað var so ófanta-
ligt, at tað var ikki roynandi.
Tað hevur ongin rættilig-
ur rokdagur verið norðan
fyri í ár, letur Chris Jan at.
Men mánadagin kom nakað
væl upp á land tilsamans,
sigur hann. Onkur bátur
fekk upp í eitt tons tann
dagin.
Chris Jan Michelsen
( Mynd: Edvard Joensen)
Annars sigur hann seg
skilja, at tað kanska ikki er
líka gott fiskarí hjá teimum
eystaru bátunum, sum hjá
teimum, sum ganga út av
Eiðisflógva.
Suðringarnir ætla at verða
á Eiði til páskar. Tað velst
sjálvandi um fiskiskapin.
Chris Jan Michelsen sigur,
at í fjør fóru teir suður aftur
flaggdagin.
ej.
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 69 - 7. apríl 2000
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 69 - 7. apríl 2000
Avmarkaður áhugi fyri fundinum
Fólkatingslimirnir vóru í minniluta og
fjølmiðlarnir í meirluta, tá landsstýrið
kallaði til kunningarfund í fólkating-
inum um ynski føroyinga um føroyskt
fullveldi. Bara tíggju fólkatingslimir
høvdu leitað sær í salin og spyrjihug-
urin var ikki tann stóri
Tíggju fólkatingslimir og 25 tíðindafólk ymsastaðni frá møttu tá landsstýrið kallaði til kunningarfund á Christians-
borg. Endamálið við fundinum var at kunna donsku tinglimirnar og útlendsku fjølmiðlarnar um ætlan sína at fáa
føroyingum fullveldi. Á myndini síggja vit Aage Frandsen, Bendt Bendtsen og Óla Breckmann. Hin føroyski fólka-
tingslimurin, Jóannes Eidesgaard var eisin á fundinum
Mynd: Per Højgaard
SVEINUR TRÓNDARSON
Føroyar vóru í brennidepl-
inum í Fólkatinginum mik-
udagin. Landsstýrið hevði
kallað danskar tinglimir og
danskar fjølmiðlar til ein
kunningarfund, har tey trý,
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður og Helena Dam
á Neystabø greiddu frá ætl-
an landsstýrisins.
Kunningarfundur lands-
stýrisins var lagdur dagin
fyri at forsætisráðharrin
skuldi svarað fyrispurningi
í fólkatinginum um samráð-
ingarnar millum Føroyar og
Danmark, men hóast tað,
má staðfestast, at áhugin
millum fólkatingslimir var
meira so sum so.
Søgan má ikki
endurtaka seg
Løgmaður hevur fyrr greitt
føroyskum fjølmiðlum frá,
at hann ber ótta fyri, at søg-
an, tá føroyingar í 1946
vóru til samráðingar, fer at
endurtaka seg. Hann sær ein
vanda fyri sær, har fólka-
tingið fer at binda stjórnina
til at leggja eitt alternativt
uppskot fyri landsstýrið,
sum eisini skal atkvøðast
um, til eina fólkaatkvøðu og
hesum ávaraði hann danir
ímóti.
– Hetta má fyri alt í verð-
ini ikki henda, segði løg-
maður.
Løgmaður var sum sagt
ikki einsamallur um upp-
gávuna, tí saman við honum
vóru eisini Helena Dam á
Neystabø og Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal greiddi frá,
at landsstýrið er gingið frá
sínum upprunaligu ætlanum
um at fáa eina skiftiskipan,
sum er tengd at búskapar-
vøkstrinum í samfelagnum
og fer á næsta fundi at
leggja seg nærri at eini fast-
ari loysn, sum inniber, at
blokkurin minkar við fastari
upphædd í eitt ávíst áramál.
– Men, segði Høgni
Hoydal, – her er talan um
eitt samráðingarupplegg og
ikki eitt føroyskt krav.
Í sínum innleggi greiddi
Helena Dam á Neystabø frá
hvat ætlanir landsstýrisins
innibera.
Talan er um ein nýggjan
felagsskap
og
Helena
greiddi
gestunum
frá,
hvussu landsstýrið kundi
hugsað sær, at hesin felags-
skapur kemur at síggja út.
Lítil hugur at spyrja
Sum nevnt frammanfyri,
var hugurin at spyrja sera
lítil.
Onkrir spurningar vóru
kortini. Aage Frandsen vildi
fegin hava at vita, um før-
oyingar væntaðu sær eitt
búskaparligt trygdarnet, fyri
at forða fyri stórskaða um
føroyski búskapurin koll-
siglir.
Til tað svaraði Høgni
Hoydal, at tað ætlar lands-
stýrið ikki.
– Føroyingar skulu reka
ein ábyrgdarfullan politikk
og tá hevði tað verið til lítl-
an nyttu, um føroyingar al-
tíð kundu farið til Danmark-
ar eftir pengum, greiddi
Høgni Hoydal frá.
Vibeske Peschardt, frá
teimum radikalu, spurdi
løgmann um landsstýrið
hevði mandat til at fara til
Danmarkar at samráðast um
broytingar í ríkisrættarligu
viðurskiftunum.
Til hetta svaraði løgmað-
ur, at samtyktin í løgting-
inum um at landsstýrið skal
fara undir samráðingar er
greið.
– Vit hava gjørt okkara
heimaarbeiði og 19 av 32
tinglimum hava atkvøtt fyri,
at vit fara at samráðast,
segði hann.
Løgmaður undraðist ann-
ars á, at Vibeke Peschardt
setti spurnartekin við rættin
hjá landsstýrinum at sam-
ráðast. Tað er ein rættur,
sum landsstýrið hevur,
meðan tað er fólkið, sum
avgerð, um sáttmálin verður
góðkendur.
Andstøðan í øðini
Tað var frammanundan al-
ment kent, at føroyska and-
støðan var ímóti kunning-
arfundinum og tað var hon
eisini aftaná at hann hevði
verið.
Edmund Joensen, sum
eisini var í Danmark segði
við føroysku tíðindastovuna
á Christiansborg, at hann
heldur fast við, at manna-
gongdin hjá landsstýrinum
er skeiv.
– Hetta er brot á siðvenj-
una, at landsstýrið skipar
fyri politiskum fundum á
Christiansborg. Tað eigur
løgtingið at gera, segði Ed-
mund.
Jóannes Eidesgaard vendi
sær móti búskaparliga part-
inum av kunningini, tí hann
heldur, at landsstýrið ar-
beiðir uttan at kunna uttan-
landsnevndina.
– Nú tosað teir um eina
búskaparliga skiftisskipan
upp á í mesta lagið 15 ár,
og tað er Uttanlandsnevndin
ikki kunnað um, segði Jó-
annes Eidesgaard við Út-
varp Føroya eftir fundin.
Føroyingar slaka
Endamálið við fundinum
var eisini at greiða donskum
fjølmiðlum frá uppleggi
landsstýrisins. Sum fólka-
tingslimirnir skuldu fjøl-
miðlarnir eisini fáa at vita,
at sáttmálauppskotið var
ikki eitt krav, men eitt sam-
ráðingaruppskot, sum enn
bara er lagt fram.
Kortini hevur landsstýrið
broytt búskaparliga partin
av uppskotinum og tað var
tann parturin, sum sást aftur
í eitt nú Jyllandspostinum í
gjár.
Undir yvirskriftini »Før-
oyingar slaka í fíggjarligu
krøvunum« stendur at lesa,
at dagin fyri viðgerðini í
fólkatinginum slaka føroy-
ingar í búskaparligu krøv-
um sínum í sambandi við
ynski um fullveldi.
– Tað er ikki meiriluti fyri
uppskotinum um at skerja
blokkin við eini helvt og
síðani avvikla restina yvir
eitt óásett tíðarskeið og tí
er landsstýrið farið frá tí
uppskotinum til eitt, sum
ásetur fastari karmar um av-
viklingina av danska stuð-
ulinum, endurgevur grein-
skrivarin Høgna Hoydal.
Greinskrivarin dylir ikki
fyri, at kunningarfundurin
eftir hansara tykki er ikki
er serliga væleydnaður tí
bara tíggju tinglimir møttu
og av floksleiðarunum var
bara tann eini og tað var
partamaðurin hjá Anfinni í
Danmark, Bendt Bendtsen.
Føroyar vóru í brenni-
deplinum á Christiansborg
bæði í gjár og fyrradagin.
Landsstýrið skipaði fyri
kunningarfundi mikudagin
og í gjár svaraði forsætis-
ráðharrin fyrispurningi
um samráðingartilgongd-
ina millum Føroyar og
Danmark
Mynd: Jens Kristian Vang