fríggjadagur 7. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 69 - 7. apríl 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 69 - 7. apríl 2000
EIRIKUR LINDENSKOV
ARVAUHEER
MONGOLIA
– Hetta hevur verið ein sera
trupul tíð hjá okkum. Vit
hava fyrstu tíðina roynt at
gjørt tað, vit hava kunna fyri
at bjarga dýrunum, sum eru
lívsgrundarlagið hjá okk-
um. Men nú síggja vit veru-
leikan í eyguni, at fellið
verður út við ein triðing av
øllum dýrum. Nú mugu vit
hugsa um fólkini – og
tryggja teimum føði, sigur
O. Batgmunkh, sum er guv-
ernørur
í
landslutinum
Uverkhangai, umboðandi
Tjóðskaparflokkin, sum eis-
ini situr í landssins stjórn
saman við Javnaðarflokki-
num.
Guvernørurin
greiðir
norðurlendsk tíðindafólku-
num frá støðuni. Hann sig-
ur, at um 9.000 familjur
hava færri 100 djór, og at
tey eru størsti vandabólk-
urin, tí tey tola ikki at missa.
– Tit mugu minnast til, at
Leygardagin komu sjey tíðindafólk úr Íslandi, Før-
oyum, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnlandi til
Ulaam Baatar, høvuðsstaðin í Mongolia. Tað er
UNDP, menningardeild undir Seimeindu Tjóðum,
sum hevur boðið á ferðina.
Endamálið er at kunna um tað hjálpararbeiðið, sum
ST hevur í Mongolia. Men síðani tíðindafólkini vórðu
boðin á ferðina, hevur rættulig náttúruvanlukka herjað
landið við nógvum kulda. Av tí sera ringa summar-
inum í fjør – og so vanlukkuliga kalda vetrinum í ár –
er støðan vorðin katastrofal.
Grundarlagið hjá stórum parti av fólkinum er hótt
– eins og grundarlagið hjá nomadunum – flytifólki-
num.
Sosialurin fer at fylgja við komandi dagarnar – og
tá tað slepst á internetið, so lata vit frætta heim.
Eirikur Lindenskov, Uverkhangai, Mongolia
Kunna um
náttúru-
vanlukkuna í
Mongolia
Nú bjarga vit mannalívum
Guvernørurin í
Uverkhangai
sigur, at stjórnin
hevur gjørt tað,
hon hevur
kunnað til tess at
bjarga dýrunum.
Nú gerst ikki
meira – tí nú skal
fólkið bjargast,
sigur hann
Guvernørurin í Uverkhangai, landslutinum, ið er ringast fyri í náttúruvanlukkuni í Mongolia, greiðir norðurlendsku tíðindafólkunum frá
Mynd: Eirikur Lindenskov
hetta er høvuðsvinnuveg-
urin í landsluti okkara.
Ringast raktu familjurnar
hava mist tað, tey hava
stríðst fyri seinastu fimm
árini, og tað fer at taka teim-
um minst fimm ár at koma
uppaftur á sama støði.
Fyri at bjarga sær eitt
sindur av inntøkuni taka
bóndurin skinnini av djór-
unum at selja. Av somu or-
søk er sjónin tað ótespiligari
at síggja túsundtals naknu
djórini liggja á markini.
Guvernørurin greiðir frá,
at stjórnin fyrst og fremst
hevur gjørt hvat hon kann
at tryggja dýrini.
– Vit hava roynt at útvega
fóður og heilivág, men ráð-
ini eru tíverri ikki tey
nógvu, sigur hann, og
skundar sær at leggja aftur-
at, at nú verður bara hugsað
um fólkini.
– Tað kann gera tað sama
at fara at stríðast við at út-
vega fóður til øll djórini – tí
kemur hjálpin ikki innan 10
dagar, er hon nyttuleys.
Her í býnum ganga ann-
ars søgur um, at í granna-
landslutinum eru 800 tons
av fóðuri til sølu.
– Jú, tað er rætt. Tað er
ein privatur felagsskapur
sum eigur fóðrið - og vit
hava ikki ráð at keypa tað.
Hetta ljóðar løgi í okkara
oyrum, men havandi longu
avstandirnar í huga og sera
vánaliga samferðslunetið,
so skal nógv til at flyta fóðr-
ið higar.
Guvernørurin leggur dent
á, at nú verður alt gjørt til
tess at tryggja mannalív.
Allastaðni síggjast deyð kríatúr liggja og sløðast. Sjónin verður ikki tespiligari av, at
nomadarnar hava tikið skinnini – fyri kortini at tjena nøkur oyru...
Mynd: Eirikur Lindenskov
EIRIKUR LINDENSKOV
ARVAUHEER
MONGOLIA
Vánaligi gróðurin síðsta
summar og sera harði vetur-
in í Mongolia – serliga árs-
ins fystur mánaðirnir hava
elvt til stórt felli hjá mon-
golsku bóndunum.
Nógvi hitin og vantandi
vætan
síðsta
summar
gjørdu, at lítil gróður var.
Uppaftur verri gjørdist støð-
an, tá bøurin varð herjaður
av robbins, sum er eitt ser-
Lívsgrundarlagið
er álvarsliga hótt
Sera stóra fellið hjá bóndunum í Mongolia er ein álvarslig hóttan móti
nomadutilveruni, og serliga hart hevur hetta rakt landspartin Uverkhangai,
har roknað verður við at missa triðingin av øllum djórunum
ligt músaslag, ið etur gras-
røturnar. Hesar mýs herja
um 12. hvørt ár, men skað-
in, tær elva, er ikki so stórur,
tá gróðurin er vanligur.
Tí stúrdu bóndurnir fyri
vetrinum. Summir slaktaðu
í heldur meira lagi, meðan
aðrir royndu sum frægast at
leggja fóður innundir seg.
Men veturin gjørdist harður
– so harður, at nærum
triðingurin av kríatúrunum
er deyður í hungri.
Vanliga er veturin kaldur,
men ongantíð so kalt, sum í
januar, februar og mars í ár.
Tað er ikki ókent, at kuldin
kemur niður móti teimum
tredivu kuldastigunum, men
í ár hava teir mált kulda nið-
ur í –40 stig í tíggju saman-
hangandi dagar.
Tykkara útsendi er saman
við seks øðrum norðurlend-
skum tíðindamonnum á ferð
í Mongolia við menningar-
deildini hjá ST (UNDP –
United Nations Develop-
ment Program). Í dag
(mánadagin 3. apríl) vitja
vit í býnum Arvauheer í
landslutinum Uverkhangai.
Í hesum býnum búgva um
25.000 fólk, harav fleiri eru
seminomadar – tað vil siga,
at tey liva sum nomadar,
men hava kortin fast tilknýti
til býin.
Í landslutinum, sum til
víddar er 63.500 ferkilo-
metrar, búgva 114.000 fólk.
Høvuðsvinnugreinin
er
djórahald – og livir stórur
partur av fólkinum sum no-
madar – flytifólk. Tey hava
vanliga fýra fastar bústaðir,
ein um summarið, ein um
veturin, ein um heystið og
ein um várið.
Tey búgva í telti – ofta
fleiri familjur saman í
grannalag, og so flyta tey
teltini millum bústaðirnar.
Tað kann vera upp til 100
kilometrar millum bústað-
irnar.
Av bruttotjóðarúrtøkuni í
Uverkhangai stava 74,6%
frá djórahaldi – og tá er als
ikki talan um stórar garðar.
Vanligi bóndin hevur um
100 djór, skal hann klára seg
so hampuliga. Tilsamans
eru um 20.000 flytubóndur,
og tann størsti parturin av
teimum hevur millum 50 og
200 djór, sum fyri tann
størsta partin eru neyt, hest-
ar, geitir, seyður og kamelar.
Tað er ein syndarlig sjón at
síggja deyðu dýrini liggja
og sløðast í landslagnum.
Vit kundu telja upp í fleiri
túsund deyð djór fram við
vegnum, tá vit koyrdu til
hendan mest herjaða lands-
lutin, sum liggur um 500
kilometrar útsynning úr
høvuðsstaðnum,
Ulaam
Baatar. Vegirnir eru sera
ringir, og ofta verður koyrt
eftir turru markunum – sum
í sera stóran mun minna um
oyðimørk, hóast gróðurin
nú skuldi sæðst.
Stóra fellið hjá bónd-
unum byrjaði í januar, og
síðani tá er uppgjørt fram
til í dag, at 412.800 djór eru
deyð í hesum landslutinum.
Hetta er 13.9% av øllum
djórunum, men roknað
verður við, at hetta talið fer
at vaksa til tað dupulta áðr-
enn gróðurin í mai.
Hetta er eisini ringasta, tá
kríatúrini skulu føða. Er
ringt at fáa kríatúrunum føði
er hvana verri at halda lív í
teim smáu, tá heilsustøðan
hjá djórunum er so vánalig.
Tað er ein syndarlig sjón at síggja deyðu dýrini liggja og sløðast í landslagnum. Vit kundu telja upp í fleiri túsund deyð
djór fram við vegnum, tá vit koyrdu til hendan mest herjaða landslutin, sum liggur um 500 kilometrar útsynning úr
høvuðsstaðnum
Ein nomadufamilja, sum júst hevur víst
norðurlendsku tíðindafólkunum blíðskap, sigur
farvæl. Mynd: Eirikur Lindenskov
Sosialurin - 311820
Vit sóknast eftir einum dugnaligum bilsmiði
til persónbilaverkstað okkara at byrja skjótast.
Ætlanin er, at tann, ið settur verður í starvið,
skal verða næsti maður verkførarans. Hetta
viðførir eftirútbúgving til kunnleikastøði av
Volvo og Renault persónbilum.
Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina
skrivliga umsókn við avriti av møguligum
prógvum og ummælum.
Um tú hevur fyrispurningar um arbeiðið,
kanst tú ringja og spyrja eftir Johannes
Rasmussen, verkførara.
Brøður Petersen Bilar umboðar Volvo persónbilar, lastbilar og bussar
og Renault persónbilar. Umframt persónbilaverkstað hava vit
eykalutagoymslu, søludeild og lastbila- og bussverkstað.
BILSMIÐUR
pf. Br¿Ýur Petersen Bilar
Hoyvíksvegur 61 • Boks 3130 • FO-110 Tórshavn • Tel. 31 43 60 • Fax 31 56 96