fríggjadagur 7. apríl 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 69 - 7. apríl 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 69 - 7. apríl 2000
Hvussu naivir hava vit før-
oyingar loyvi til at vera, og
rokna við at danski Stats-
ministarin tekur undir við
føroysku
samráðingar-
nevndini um loysing frá
Danmark, tá yvir helming-
urin av føroyingunum ikki
ger tað! Boðini frá danska
Statsministaranum
vóru
hørð, men hava alla tíðina
verið greið. Hann ynskti at
ein breiður meiriluti av Før-
oya fólki skuldi standa
aftanfyri
samráðingar-
nevndina, men sambært
meiningsmálingum stendur
minni enn helminguri av
Føroya fólki aftanfyri sam-
ráðingarnevndina. Hetta hó-
ast okkara landsstýrismaður
í loysingarmálum í 2 ár hevr
arbeitt fulltime uppá at
kunna fremja loysingina í
verki, og 10 tals mill. krónur
eru brúktar til at undir-
byggja og propagandera
fyri loysingini ella fullveld-
isætlan landsstýrisins.
Samanbera vit okkum við
Ísland í 1918, so er stórur
Viðmerking:
Nyrup somu áskoðan sum and-
støðan og meirilutin av fólkinum
Danski Statsministarin somu áskoðan
um nýskipan innanfyri ríkisfelags-
skapin sum Føroyska andstøðan og
meirilutin av Føroya fólki!
munur á. Teirra samráðing-
arleiðari fekk 100% undir-
tøku frá Altinginum, meðan
okkara samráðingarnevnd
bert hevur 18 av 32 løg-
tingslimum aftanfyri seg
ella 56%. Somuleiðis tala
báðar fólkaatkvøðunar í Ís-
landi um loysing frá Dan-
mark fyri seg . Fólkaat-
kvøðan í 1918 hevði 92%
ja atkvøður av valluttøkuni,
og tann í 1944 hevði 97%
ja atkvøður. Hetta eru ikki
tøl vit undir verandi um-
støðum kenna aftur hjá okk-
um í Føroyum. Ein av
grundunum, til at føroy-
ingar ikki taka undir við
loysingarætlan Landsstýris-
ins, er helst tann, at misálit-
ið á politikarar í áttatiár-
unum ikki er ein farin tíð.
Fólkið veit hvat tað hevur,
men eru ov óviss um hvat
ið kemur. Heldur ikki tykist
fólk at hava tikið undir við,
at okkara propagandamini-
stari áhaldandi skuldsetir
ríkisfelagsskapin fyri allar
ólukkunar í áttatiárunum
uttan eina einastu ítøkiliga
próvgrund, bert hissini ”lip
service”. Faktum er, at vit í
nýtiárunum
kláraðu
at
venda búskapargongdini so-
leiðis, at vit í dag klára at
svara hvørjum sítt — gott
og væl, takkað verið millum
annað ríkisfelagsskapinum.
Danski
Statsministarin
ynskir at ein nýskipan verð-
ur funnin innanfyri ríkis-
felagsskapin, tvs. tað sama
sum ein meirluti av Føroya
fólki og andstøðan í Føroy-
um ynskir. Tað paradoksala
í øllum hesum er sostatt, at
Statsministarin
ótilætlað
umboðar ikki bert ynskini
hjá donsku stjórnini, men
eisini ynskini hjá einum
meiriluta av Føroya fólki og
hjá Føroysku andstøðuni.
Hetta er ein fløkjaslig støða,
sum gevur Statsministara-
num ein løgnan leiklut, tí
hann kemur at sita báðu
megin borðið, takkað verið
einaræðis framferð Lands-
stýrisins.
Ein sálomonisk avgerð
hevði verið, um Landsstýrið
fann fram til eitt uppskot um
eina politiska nýskipan,
sum eitt samt Føroya Løg-
ting kundi tikið undir við
(eins og Alting Íslands
gjørdi í 1918). Henda ný-
skipan er p.t. fyri Føroyar
at finna innanfyri ríkis-
felagsskapin, og tá hevði
eisini verðið høvi at strukt-
urera allar relatiónir Før-
oyar og Danmarkar ímill-
um. Hvat so kemur at henda
inn í framtíðina verður altíð
upp til fólkaviljan at avgera.
Sum er umboðar danski
Statsministarin við sínum
ynski um eina politiska ný-
skipan innanfyri ríkisfelags-
skapin fleiri føroyingar enn
okkara egna Landsstýri ger,
og tí er framferð Landsstýr-
isins higartil bæði óheppin
og ópraktisk. Landsstýrið
veit væl, at við tí alin tú
mátar onnur, skalt tú sjálvur
verða máldur, ella sum dan-
ir siga: som man råber í
skoven får man svar. Lands-
stýrið eigur tí at taka í egn-
an barm og finna eitt meiri
realistiskt stev og lata loys-
ingar-romantikkin bíða á
hesum sinni.
Regin Eikhólm
Tórshavn 23/3-2000
Ein
gjøgnumgongd
av
rokniskapunum hjá uml.
480 av gott 600 norskum
fiskavirkjum tey seinastu ár-
ini, vísir, at 1998 var eitt
sera gott ár hjá týdningar-
miklum parti av vinnuni.
Bestu úrslitini vísti klipp-
, turr- og saltfiskaframleið-
arar, sum høvdu eitt avkast
av samlaðum kapitali uppá
14 %. Klárt besta úrslitið
høvdu turrfiskframleiðarar
har avkastið varð 26 % í
1998. Aftaná teir vóru salt-
fiskaframleiðarar við einum
miðal avkasti uppá uml 18
% .
Í flakaframleiðsluni økt-
Ein lækking í dagpeninga-
kompensatiónini úr 80% til
75% hevur gjørt, at 10%
fleiri tryggaðir arbeiðsleysir
svenskarar enn vanligt eru
komnir í arbeiðið. Hetta vís-
ir ein kanning frá Institut for
Arbetsmarknaðspolitisk Ut-
Gott ár
hjá vinnuni
ist samlaða avkastið uppá
kapitalin eisini nakað og var
umleið 8 % í 1998.
Avkastið í miðal í øllum
fiskiídnaðinum var uppá 10
% í 1998 ella ein øking uppá
1,5 % frá árinum fyri.
Hetta er yvir miðal sam-
anborið við annan norskan
ídna tey seinastu árini, har
avkastið hevur ligið millum
8-9 %.
Í tølum er yvirskotið hjá
80 % av norsku fiskavirkj-
unum eftir skatt økt frá 298
mill. kr í 1997 til til 444
millónir kr í 1998
(Kelda: Fiskeriforskning/Vinnuhúsið)
Lægri dagpengar
fáa fleiri í arbeiðið
vardering. Kompensations-
gradurin varð lækkaður í
1996, og hevði við sær, at
tann hægsti dagpeningasats-
urin lækkaði til 12,375
SEK, skrivar Vinnuhúsið.
Analysa
og bakgrund
JAN MÜLLER
Um somu tíð sum danskir
fólkatingslimir
umrøða
framtíðar viðurskiftini mill-
um Føroyar og Danmark og
brúka stóran part av talu-
tíðini til at umrøða fram-
tíðar oljuinntøkur frá før-
oysku undirgrundini, fyri-
reika oljufeløgini seg til
fyrstu leitingina. Nú er hálv-
ur annar mánaði, til um-
sóknirnar skulu vera Olju-
málastýrinum í hendi.
Danska sjónvarpsrásin
TV 2 hevur júst verið í Før-
oyum og gjørt nógv burtur
úr komandi føroyska olju-
ævintýrinum, sum tað al-
samt oftari verður nevnt,
hóast enn eingin við vissu
veit, um olja finst og í so
stórum nøgdum, at tað kann
løna seg at taka hana upp.
Men TV 2 hevur so fingið
tað burtur úr samrøðunum
við oljufeløg og føroyskar
myndugleikar, at tað helst
finnast stórar goymslur av
olju í føroysku undirgrund-
ini. Og tað er greitt, at
danskir politikarar, havandi
í huga avtaluna teir gjørdu
við Noreg á sinni, og sum
tryggjaði
norðmonnum
risastór oljufelt, nú brádd-
liga eru við at rakna við
kaldan dreym og spyrja seg
sjálvar, um søgan er við at
endurtaka seg. Eru teir uttan
at vita av tí við at sleppa
Føroyum og harvið stórum
oljuinntøkum av hondum?
Í hesum sambandi eiga teir
tó at eisini at gera sær greitt,
at danska stjórnin longu
hevur latið Føroyum rættin
til framtíðar oljuinntøkur.
Við tí undantaki at framtíðar
oljuinntøkur skulu dragast
frá í blokkstuðulinum, sum
varð avtalað um somu tíð,
sum undirgrundin kom á
føroyskar hendur.
Stórur aktivitetur
Men flyta vit okkum nú
burtur frá Christiansborg og
fara at eygleiða tær fyri-
reikingar, sum nú verða
gjørdar til fyrstu leitingina,
so hendir nógv á tí økinum.
Oljufeløgini hava ikki ov
mikið av tíð til at finna sam-
starvspartnarar, fáa grønt
ljós til fígging av komandi
boringum og at orða um-
sóknirnar og her ikki minst
at seta upp arbeiðsskráir,
sum eru so mikið áhuga-
verdar og umfevnandi, at
tær kunnu tryggja teimum
loyvi, tá avtornar.
Frá føroyskari síðu hevur
tað alstóran týdning, at so
mong oljufeløg sum gjørligt
lata umsókn inn. Tí tess
fleiri eru við í eini komandi
leiting, tess størri møguleiki
er at fáa eina umfatandi
leiting í øllum ella stórum
parti av økinum, sum er
boðið út. Og tess fleiri bora
eftir olju, tess størri er
møguleikin at finna olju, og
verður olja funnin rættiliga
skjótt, fær tað so uppaftur
sera stóran týdning fyri
áhugan fyri eini komandi 2.
útbjóðing, sum í nógv størri
mun kemur at liggja longur
inni á landgrunninum við
tjúkkum basaltfláum, og
har tað møguliga, uttan at
vit vita tað í dag, kunnu
liggja stórir strukturar/olju-
felt, men sum núverandi
seismiska tøknin ikki hevur
kunnað avdúkað enn.
Um vit ímynda okkum, at
áhugin verður lítil fyri at
leita frá byrjan, so kunnu vit
risikera, at tað fara at ganga
mong mong ár, áðrenn olju-
feløg taka stigið til at seta
borin í basaltið inni á land-
grunninum. Harvið fáa vit
ikki kannað størsta partin av
undirgrundini.
Hørð kapping
Men mangt, fyri ikki at siga
alt, talar fyri, at áhugin fyri
at bjóða verður stórur. Vit
hava longu frætt, at eitt av
heimsins størstu oljufel-
øgum, BP Amoco ætlar at
seta full segl móti land-
grunninum, og eisini hava
fleiri bólkar longu sagt seg
fara at bjóða.
Bólkarnir, sum uttan iva
vera við í kappingini um
loyvini eru m.a. The Faroes
Partnership við Amerada
Hess, Dong, British Gas og
Atlants Kolvetni - Texaco
bólkurin við Texaco, Co-
noco og Murphey og
„Saga“ bólkurin við Saga
Føroyar (sum Norsk Hydro
eigur), Total Fina Elf (sum
er eitt felag) og Anadarko.
Aftrat hesum eru so eisini
smærri sokallaðir bólkar og
restir av gomlum bólkum,
eitt nú Agip og Marathon -
Statoil og Enterprice -
Mærsk Olie og Gas og Veba
Oil og Esso og Mobil, sum
eru løgd saman til Exxon
Mobil. Eisini hava vit so hitt
føroyska oljufelagið Føroya
Kolvetni, sum hevur sam-
starv við Sagex í Noregi og
Dana í Bretlandi.
Talan er her um ikki færri
enn 19 oljufeløg, harav tvey
eru føroysk. Stóri spurning-
urin í dag er, hvussu tey
einstøku oljufeløgini, sum
ikki eru skipað í størri bólk-
um, fara at skipa seg: um
fleiri feløg skipa seg í bólk-
ar, um feløg fara at søkja
einsamøll ella um feløg
kanska fara at taka seg úr
økinum, eins og nøkur
longu hava gjørt, eitt nú
Shell og Lasmo.
Helst verður talan einar
5-6 bólkar við 3 til 4 fel-
øgum í hvørjum, sum fara
at søkja um leitiloyvi, og tað
kann væl henda, at hesir
bólkar fara at lata inn tvær
ella tríggjar umsóknir hvør,
soleiðis at samlaða talið av
umsóknum verður einar 12
til 15. Hetta skilur blaðið er
nakað, sum føroyskir olju-
myndugleikar meta sum eitt
gott úrslit av tí fyrstu út-
bjóðingini.
So er tað sjálvandi spurn-
ingurin, hvussu mong loyvi
verða givin. Tað er greitt, at
øll oljufeløgini ella bólk-
arnir fara neyvan at fáa
loyvi at fara undir leiting, í
hvussu so er verður sera
sera stór kapping um teig-
arnar í landssynningshorn-
inum tætt upp at teimum
verandi oljufeltunum á
bretskum øki.
Gullteigarnir
Stóri
spurningurin
er,
hvussu nógv oljufeløg ella
bólkar fáa bitar av hesum
sokallaðu „Gullteigunum“.
BP Amoco er operatørur
fyri feltunum, sum liggja
nærhendis og tí má roknast
við, at felagið hevur rætti-
liga stórar vónir til nettup
hesi øki. Men tað hava hini
feløgini eisini. Og tey meta
seg uttan iva at sita inni við
eins nógvari vitan um
undirgrundina júst í hesum
økinum. Spurningurin er so,
hvat feløgini ella bólkarnir
vilja binda seg til fyri at fáa
hendur í teir bestu teigarnar!
Hugsast kann at føroyskir
oljumyndugleikar møguliga
vilja premiera feløg/bólkar,
sum afturfyri at fáa part av
Gullteigunum binda seg til
umfevnandi boriskráir sum
eisini fevna um boring inni
á landgrunninum, har ba-
saltið er tjúkt.
Soleiðis sum oljufyrisit-
ingin hevur arbeitt við út-
bjóðing og øllum oljumál-
inum higartil er neyvan
nakað ivi um, at tað fer ikki
at verða gjørdur munur á
umsøkjarunum. Kriteriini
fyri at geva loyvi verða
gjørd út frá saklingum og
objektivum fortreytum. Tí
verður helst talan um eina
fullkomiliga opna kapping,
har øll hava somu møgu-
leikar, og slík mannagongd
tænir so eisini málinum, tí
hon ger, at oljufeløg halda
viðgerðaina vera fair.
Enn manglar
Hóast tað sýnist at ganga
tann rætta vegin, nú vit
nærkast 17. mai, tá umsókn-
irnar skulu vera latnar inn,
so eru tó fleiri ivamál. Og
hesi snúgva seg fyrst og
fremst um tilbúgving og
umhvørvisspurningar. Tað
hevur verið víst á, at Før-
oyar eru ikki klárar til eina
oljuleiting, og at vit heldur
ikki verða tað til á heysti ár
2001, tá oljufeløg ætla sær
at bora. Her er talan um
uppgávur, sum føroyskir
myndugleikar sjálvir eiga at
fáa uppá pláss. M.a. vilja
oljufeløgini hava greitt at
vita, hvørjar umhvørvisligar
reglur galda fyri komandi
boriøki umframt at tey
eisini krevja at hava eina
tilbúgving, sum er ein sera
týðandi partur av eini
oljuleiting.
Eftir tí sum skilst, so eru
vit enn ikki komnir á mál
hesum viðvíkjandi, og tíðin
gongur. Her er tað so upp
til føroyskar myndugleikar,
og her ikki minst játtandi
myndugleikarnar til at seta
teir pengar av, sum eru
neyðugir til tess at kunna
tryggja umhvørvi ol. Tað
eru vit sjálvi, sum mugu
gera oljufeløgunum greitt,
hvørjum umhvørvisligum
forskriftum tey skulu ar-
beiða eftir inni á føroyska
landgrunninum. Tað er
greitt, at fáast hesi viður-
skiftini ikki í rætt lag skjótt,
so kann væl henda, at eingin
boring verður fyrr enn í ár
2002, og tá er so aftur
spurningurin, um vit kunnu
fasthalda áhugan hjá øllum
av teimum feløgum, sum
vísa áhuga í løtuni.
Greenpeace
Ein spurningur, sum før-
oyskir myndugleikar eisini
mugu til at fyrireika seg til,
er, hvussu vit ætla at fyri-
halda okkum til møgulig á-
tøk frá Greenpeace, sum
tykist hava sett eina herferð
í gongd móti nýggjari olju-
leiting á øllum Atlantsmóti-
num, ið vit eisini eru partur
av. Spurningurin er bara,
nær tiltøk frá Greenpeace
eisini fara at fevna um
okkara øki. Tað skilst, at
føroyski løgreglumyndug-
leikar eru við at fyrireika
seg til slíkar uppgávur.
Altavgerandi í fram-
haldandi útviklinginum er,
at fólkið á almennu stovn-
unum, sum hava tilknýti til
komandi oljuútvikling, gera
okkara játtandi myndug-
leikum greitt, hvussu stór
orka er neyðug til tess at
tryggja ein sunnan og
skilagóðan útvikling frá nú
av. Tað er lítil dugur í fyrst
at leggja stóra orku í at fáa
altjóða oljuverðina at gera
milliardaíløgur í boring á
landgrunninum, um vit um
somu tíð ikki hava gjørt
okkara heimaarbeiði á økj-
um, sum eru lívsneyðug og
avgerandi fyri komandi
virksemi, og sum nettupp
eru ein fyritreyt fyri, at tað
í heila takið kann borast.
Tað hevði tí verið áhuga-
vert í komandi tíð at fingið
greiðu á, hvar vit standa, tá
talan er um at gera okkara
part av fyrireikingunum til
komandi leiting, her ikki
minst á tí umhvørvisliga øk-
inum. Havandi í huga lítlu
virðing ella áhuga okkara
fyri nettup umhvørismálum,
eitt nú í alivinnuni, gevur
tað ikki ov góðar vónir til
umhvørvisligu fyrireiking-
arnar til komandi oljuleit-
ing. Men kanska myndug-
leikarnir eru varuguir við
hetta og nú seta fulla ferð á
at loysa upp fyri hesum,
soleiðis at ætlanin hjá
landsstýrinum at fáa í gongd
eina leiting, verður til
nakað.
Eftir øllum at døma verður stórur áhugi fyri at vera við í fyrstu oljuleitingini við Føroyar. Men spurningurin er,
hvussu klárir føroyskir umhvørvis- og tilbúgvingarmyndugleikar eru til hesa nýggju og stóru avbjóðing!
Meðan bíðað verður eftir 17. mai