Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2000 Kular Røtur brynja seg av álvara Kulu Røturnar fara næstu tíðina at seta ferð á við konsert- um, nýggjari fløgu og heimasíðu, nýggjum tekningum og nýggjum sjónbandi. Pop Top fer at gera nýggjar pakkar við Kulum Rótum EYÐUN KLAKSTEIN Kular Røtur úr Klaksvík hava vaksið seg stórar og sterkar, og í ár fara røturnar at gera nógv um seg. Talan er um konsertir, fløgu, sjónband, heimasíðu og annað. Barnafløgan, sum kom fyri jól í fjør, hevur selt úti við 1800 eintøk, og nú verður neyðugt at prenta fleiri eintøk. Eitt sjónband kom eisini um somu tíð, og tað hevur selt eini 1300 ein- tøk. Kular Røtur vóru við á konsertini hjá Creamy, men nú verður skipað fyri kon- sert, har røturnar eru høv- uðsnavn. Hendan konsert verður í ítróttarhøllini á Kambsdali leygardagin 15. apríl, og umframt Kular Røtur verð- ur nógv annað á skránni. Børn, sum duga at spæla klaver og violin fara at royna seg, og millum annað verður sangur hjá einum 10 ára gomlum dreingi spæld- ur. Búktalari verður eisini við, og ætlanin er at hava stórt myndashow við nýggj- um tekningum, sum Jógvan á Høvdanum í Klaksvík hevur gjørt til sangir hjá Kulum Rótum. Nýggjar sangir og søgur Í løtuni verður arbeitt við at leggja sangirnar til nýggju fløguna til rættis. Hetta arbeiðið fer fram í Studio Pegasus í Klaksvík, og ar- beitt verður eftir sama leisti, sum tá fyrra fløgan varð gjørd. Ætlanin er at nýggja fløg- an við Kulum Rótum skal koma út í juni mánaði í ár. Seinni í ár – tá dagarnir fara at styttast aftur – kemur nýtt sjónband, og tá er ætl- anin at gera nógv burtur úr við sangum og søgum. Í løtuni verður ein nýggja heimasíða hjá Kulum Rót- um løgd á netið, og hon kann finnast undir síðani hjá Pegasus. Og sum prikkurin yvir i‘ið fer MBM at framleiða nýggja Pop Top pakkar við motivum frá Kulum Rótum. Talan er í fyrstu syftu um pakkarnar við appelsinsaft. Annars eru Kular Røtur nógv um- bidnar til konsertir í summar, men enn er ikki greitt, nær og hvar konsert- irnar verða. Pláss fyri fleiri børnum Eitt av fólkunum aftanfyri Kular Røtur er Steintór Ras- mussen, og hann heldur, at Kular Røtur er eitt konsept, sum børnini eru glað fyri, og sum kann halda í eina tíð afturat. – Vit hava roynt at gjørt gott føroyskt undirhald til børnini, og á konsertini, sum vit fara at halda nú, ætla vit at geva børnunum eitt stórt upplivilsi. Vit fara at gera nógvum burtur úr, sigur hann. – Ætlanin er, at Kular Røtur skulu koyra eina tíð afturat, og møguliga verður tað útbygt enn meira, so pláss verður fyri fleiri børn- unum – serliga á palli, men eisini sum komponistar. Tað eru Jógvan Hansen og Arnfríð Lützen, sum eru høvuðssangarar í Kulum Rótum, og tað verða tey eis- ini á konsertini, sum verður leygardagin um 10 dagar. Jógvan á Høvdanum hevur gjørt nýggjar tekninar til sangir hjá Kulum Rótum, og tær verða eisini at síggja á nýggju heimasíðuni Kórið Glymur ger seg klárt til eina konsertferð til Á- lands og Bornholm. Við á ferðini verða 34 sangarar, umframt kórleið- arin Bjarni Berg og pianist- urin Stamen Stanchev. Kórið leggur út við kon- sert í hølunum hjá Grímu sunnudagin 9. apríl kl. 17.00 við fjølbroyttari skrá. Sungnir verða bæði før- oyskir fosturlandssangir og eitt breitt úrvæl av útlend- Glymur fer á konsertferð skum rútmiskum songum. Á Álandi fer Glymur at hava konsert í eini 350 ára gamlari klosturkirkju á oynni Køkar. Í Mariehamn verður kon- sertin á álendska musik- instituttinum saman við Cantilena, ið er eitt blandað kór úr Mariehamn. Á Born- holmi syngur Glymur á Rønne Teater. Arbeitt hevur verið við túrinum í gott tvey ár, og er hann fingin í lag í samstarvi við navnframa Árna Greg- ersen og Anne-Marie Sund- berg, ið var tónleikalærari í Føroyum eitt tíðarskeið. Men eingin konsertferð uttan stuðul. Glymur takkar tí øllum, sum á ymsan hátt hava gjørttúrin til veruleika. Tað eru Nordisk Kultur- fond, Mentanargrunnur Før- oya Løgtings, Nomus, Undirvísingar- og Menta- málastýrið, Dansk-Færøsk Kulturfond, Mjólkavirki Búnaðarmanna, Shell og Føroya Lívstrygging. Bjarni Berg er kórleiðari hjá Glymi, og hann er sjálvandi við á ferðini Afturat kórleiðaranum er eisini Stamen Stanchev, sum er pianistur Ferðin hjá kórinum Glymur gongur til Álands og Bornholm, har kórið fer at halda fleiri konsertir Laksa- vørur í ES Norski útflutn- ingurin av fesk- um laksi til ES øktist við 10% í 1999, frystur laksur minkaði við 6%, meðan útflutningurin av feskum og frystum fløkum øktist við 7% Samlaða nýtslan av laksi í ES øktist við 11% og sambært “Eksportutvalg- et for fisk” er tað nýtslan av fløkum, ið økist mest. Laksafløk hava 38% av samlaða marknaðinum fyri laks í ES. Tríggir teir størstu ES marknaðirnir fyri norskan laks eru Danmark, Frak- land og Týskland. Danski marknaðurin er serligur. Stórur partur av norska laksaútflutninginum til Danmarkar verður útflutt- ur aftur til onnur ES lond. Franski marknaðurin Umroknað til kruvda vekt, tók franski markn- aðurin ímóti 57000 tons- um av norskum laksi í 1999 og er hetta ein vøkstur uppá 6%. Norra er tann størsti útflytarin til henda marknaðin, men skotar øktu útflutningin nógv í 1999. Nakað av stillahavslaksi verður eis- ini innfluttur til franska marknaðin, men nýtslan økist bara av atlantarhavs- laksi. Nýtslan av laksi í Frankaríki er 2 kg pr. brúkara og kanningar vísa, at brúkarin vil hava meira tilvirkaðar laksa- vørur og vørur, sum eru lættar at matgera. Týski marknaðurin Umroknað til kruvda vekt tók týski marknaðurin ímóti 29000 tonsum av norskum laksi í 1999 og er hetta ein vøkstur uppá 6%. Harafturat kemur út- flutningurin frá Danmark, sum fyri ein stóran part er norskur laksur. Laksur er nú tað 4. størsta fiskaslagið á týska marknaðinum. Nýtslan er økt til 1,1 kg pr. brúkara, frá at vera 0,3-0,4 kg fyri 10 árum síðani. Eisini á týska marknað- inum er tað meira tilvirk- aðar vørur, sum økja mest og portiónir av laksaflaki eru sera væl móttiknar á marknaðinum. Sølan av royktum laksi á hesum marknaði er stagnerað og tað er tørvur á at vøru- menna royktan laks, siga umboð fyri »Eksportut- valget for fisk« (Kelda: Norsk Sjømat/Vinnuhúsið) Fríggjadagur 7. apríl Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN Aktuelt og søga Vit hava nýggja stýrisskipanarlóg í landi- num og sum alt annað nýtt, skal man venja seg við hana. Øll hava ikki funnið útav, hvussu hon virkar, men tað hevur Bjørn á Heygum. Hetta kom greitt fram í Fimmaranum seinasta mikudag. Her hjálpir einki um tú so hevur bjargað 100 monnum og gjørt allar møguligar aðrar góðar gerningar, tað mátti Signar á Brúnni sannað. Í Krosskasti vóru samráðingar millum lærarafelagsforkonuna og undirvísingar- málaráðharran. Hetta er jú so uppi í tíðini, nú Nyrup hevur kunngjørt, at alt skal leggjast opið og ærliga fram. Eg fekk ikki nógv burtur úr at hyggja at Kross- kasti, eg helt tað vera øgiliga fløkjasligt, um hvat ið átti at verið samrátt um og ikki. Gott var at síggja Øss Winthereig aftur á skíggjanum, hann plagdi at vera „a pain in the ass“ hjá teimum, hann royndi at spyrja um ymiskt fyrr í tíðini Eg helt tað vera øgiliga stuttligt, men onnur høvdu ivaleyst aðra meining. Dagur og vika hevur roynt seg á sosi- ala økinum, við innslagi um einliga mammu við trimum børnum á Sjómans- heimi. Tað komu tey sera illa frá. Nú veit eg ikki, um tey ætlaðu at hjálpa fólki í bústaðarneyð, tað, eg fekk burtur úr, var, at einasti, sum sat eftir við Svartaperi, var einliga mamman, sum frá barna- verndarforkonuni fekk at vita, at børnini áttu at verða tikin frá henni. Hini vaskaðu sær sínar hendur og løgdu ábyrgdina á onkran annan. Tað er vandamikið at fáast við slík viðkvom evni, og serliga tá tað verður lagt fram á henda hátt, sum ein trupulleiki hjá einstakum persóni. Gott til børn og tó Eg havi lurtað nokk so fitt eftir útvarpi- num. Innan tónleikaøki er alt at hoyra, líka frá Kingo til Beatles. Eg havi mangan undrað meg yvir júst hetta við Kingoløg- um, sum tosað var um í sendingini, tað ljóðar sum einki skil er í, men tað er tað ivaleyst álíkavæl. Í sendingini USA gevur seg yvir royndu Rói Paturson og Hanus Andreassen at gera skikkaða greining av Beatlestekstum. Tað er sín sak, tá ið greinast skal slíkt sum She loves you yeah yeah yeah. Spurnarkappingin millum framhalds- skúlar er góð og undirhaldandi sending, onkur grenjar um, at tey ungu vita ov lítið, men eg haldi, at tað man vera nakað tað sama, sum altíð hevur verið. Tey ungu hava fyrst og fremst áhuga fyri tónleiki og ítrótti. So kunnu vit ugga okk- um við, at vit øll verða klókari aftaná. Nú eg eri við ungdómin, so er tað hóskandi at tosa um børnini og barna- sendingar. Sjónvarpið hevur frálíka send- ing fyri smærri børnum, sum eitur Likku- likkkuleia, og í útvarpinum lesa tey søg- una Sunnudagsbarnið, sum eg haldi er sera góð, men eg kundi hugsað mær, at meira varð gjørt við at „shina“ barnasend- ingarnar eitt sindur upp. Børn hugsa um annað enn hønur og hanar, kanska út- varpið dugir ov illa at reklamera við barnasendingunum. Hátøkni sum hæddapunkt Mær dámar sera væl at lurta eftir upp- lestri og upplýsandi sendingum. Ùtvarpið hevur havt fleiri sovorðnar á skránni, t.d. sendingina Aðrar trúarrørslur í Føroyum, sum hóast nakað turrislig er áhugaverd at lurta eftir. Jógvan Arge hevur lisið Søguna um Merkið og eg skal viðganga, at tað hitar mínar hjartarøtur, at hoyra um slíkar eldsálir, sum hava stríðst fyri rættinum til føroyska flaggið. Haraftrat hevur Jógvan Arge eina klára rødd, sum hóskar væl til upplestur í útvarpi. Og lat meg so ikki gloyma sendingarnar um Petter Dass, tann seinasta við heitinum Konumaðurin- Petter Dass. Tað stendur so illa til peningaliga hjá sjónvarpinum, at man næstan aftrar seg við at kritisera nakað har, tað skuldi helst HEINI Í SKORINI Tað er ein stór kollvelting farin fram sein- asta árið í útvarpsheiminum. Føroyingar hava í nógv ár bara havt eitt útvarp, nevniliga Útvarp Føroya, sum byrjaði at senda í 1957. Men eftir 42 ár fingu føroy- ingar møguleikan at hava eitt alternativ til ÚF. Tá var tað Atlantic Radio sum sá dagsins ljós, 1. mai 1999. Men Atlantic Radio fór aftur í søguna eftir innanhýsis stríð og fíggjarligum trupulleikum, og fólk hildu, at nú fór bert tað eina útvarpið at senda aftur. Men síðani kom rættilig fer á útvarpsheimin í Føroyum. Fyrst kom Rás 2, og mín sann um tað ikki gekk lang tíð, áðrenn triðja útvarpið eisini var at hoyra, Lindin. Fyrstu ferð at Lindin sendi var 21. jan 2000. Men leingi hevði verið arbeitt við hesum. Preben Hansen er ein av núverandi nevndarlimum í Lindini, og vit høvdu eitt lítið prát við hann: – Søgan um Lindina er sera lang. Tað Lindin- ein øðrvísi útvarpsstøð heila byrjaði í september 1989. Tað vóru nøkur fólk tá sum hildu, at tað var tørvur á einum eitt sindur øðrvísi útvarpi, enn tí sum var júst tá. Hesi trúgvandi sendu so eina umsøkn til føroya landstýri, vitandi at tað ikki var nøkur lógheimild á tí øki- num, men fyri at ávirka støðuna. Tað vóru sjey fólk sum tá skrivaðu undir, og tey komu úr sjey ymiskum samkomum. Man heitti so av og á á landsstýrið, og um- sóknirnar vóru væl móttiknar. Preben leggur afturat, at roynt var at fáa gongd á málið tá, men tað skuldi so ganga næstan 10 ár, áðrenn hesin dreymurin gjørdist veruleiki. Í løtuni arbeiða 45 fólk í Lindini, og tað er alt sjálvboði arbeiði, sigur Preben. Lindin er ikki heilt sum hinar útvarps- støðirnar. Hon fokuserar nevniliga bara uppá kristindómin. Allar sendingarnar snúgva seg um andalig viðurskifti, og allur tónleikurin sum verður spældur í Lindini, er andaligur. Lindin heldur til í Bøkjara- brekku, har teir hava tey hølir, ein útvarpsstøð skal hava. Sendingar- nar í Lindini snúgva seg um alt frá sjómanslívið til ungdómsspurnar- kappingar, og hóast fleiri fólk nýta stórar partar av síni tíð í Lindini, er sum sagt alt arbeiðið sjálvboðið. Ein kann eisini spyrja seg sjálvan, hvar peningurin kemur frá, sum ein tílík útvarpsstøð hevur tørv á, tí vit gjalda jú útvarpsgjald til ÚF, og Rás 2 fíggj- ar sín pening við at senda lýsingar, men tílíkt er einki av í Lindini. – Allur peningur sum okkum tørvar , eru sjálvbodnar gávur frá fólkum kring landið. Vit hava fastar stuðlar, sum stuðla fíggjarliga, og teir gjalda so eina ávísa upphædd um mán- aðan. Spurdur um framtíðina sigur Pre- ben, at í Lindini verður allatíðina ar- beitt við at fáa góðskuna á eitt hægri støði. – Vit eru øll amatørar, og tað eru fólk sum læra okkum, sum eru betri fyri á hesum økinum enn vit. Preben leggur afturat, at í løtuni verður arbeitt við at vaksa um sendiøkið, og í framtíðini vóna teir at geva klaksvíkingum møguleikan at hoyra Lindina. Spurdur um hann er nøgd- ikki verið soleiðis, at tey liggja í sjóheitum gráti av berari frustratión. So lat meg siga at teir báðir írsku filmarnir, ið hava verið sendir, vóru frálíkir, men so má eg eisini sleppa at siga, at sendingin Eiler og Krúnborg líka so væl kundi verið send í útvarpinum. Eiler var áhugaverdur at lurta eftir, men eg vildi eisini sleppa at síggja skipið og fáa onkra frágreiðing um, hvat var hvat. Eg haldi, at tað, at sjónvarpið er myndamiðil, var gloymt í hesari sendingini. Eg fái ikki eyguni av komfýrinum og køliskápinum í Okkara kokkum, tøkni- frøðilig undur! Harafturímóti haltaði tøkn- in í innslagnum, har slaktarin í Miklagarði, skuldi greiða frá kjøti. Tað var ikki kokku- num at lasta fyri, men útgerðin teir mangl- aðu. Eftir at hava havt eitt útvarp í nógv ár, hava føroyingar seinastu tíðina havt møguleikan at lurta eftir fleiri útvørpum. Fyrst kom Atlantic Radio, sum tó fór í søguna aftur, síðani Rás 2, og triðja og nýggjasta útvarpið í Føroyum er Lindin. Lindin er ein andalig útvarpsstøð, sum leggur stóran dent á at boða kristindómin Marna Jakobsen, exam.art., skrivar ur við tað arbeiðið, Lindin higartil hevur avrikað, sigur hann, at tað er hann heilt víst. – Út frá teimum umstøðum vit hava, og hevur ein í huga, at vit øll eru amatørar, haldi eg , at tað hevur gingið ótrúliga væl, endar Preben við at siga. Jenis av Rana við mikrofonina, fyrstu ferð Lindin sendi