leygardagur 13. oktober 1979síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Javnaðarflokkurin
— Orðatakið sigur,
at har tú ikki ert
sjálvur, ert tú ikki
meira enn hálvur.
— Tað hevur altíð verið,
og er framvegis eitt av
hevuðssjónarmiðunum
hjá okkum javnaðarmonn-
um, at har føroysk áhuga-
mál verða viðgjerd og av-
gjørd, eiga feroyingar
sjálvir at vera til staðar,
og ávirka avgerðirnar fyri
at tær loysnir, ið verða
fingnar, kunnu hóska best
til tey føroysku viðurskift-
ini og gera sterst gagn fyri
feroyska fólkið og land
okkara.
fólkatingsvalið 1979
Soleiðis tók Hilmar
Bech, fólkatingsvalevni
fyri javnaðarflokkin, til
orða í útvarpsreðu síni.
Trygd fyri ríkis-
felagsskapinum
Hann vísti á, at tí hevði
javnaðarflokkurin = altíð
mett fólkatingssessirnar
ógvuliga høgt og sum eina
trygd fyri at nakað gagn-
ligt spurdist burtur úr
ríkisfelagsskapinum.
Hilmar Bech nam við
teir flokkar, sum íkki
hevdu somu áskoðan á
fólkatingsumboðanina, og
sum beinleiðis vóru ímóti
hesi umboðan:
— Tey feroysku fólka-
tingsumboðini kunnu vera
til beinleiðis tarn og skaða
í samarbeiðinum Feroyar-
Danmarkar millum, um
umboð verða vald, sum
við sínum atburði skapa
øsing og illvilja móti Fer-
oyum millum danskar
fólkatingslimir. Tíverri
hava vit dømir um, at so
hevur verið, og eg hugsi
ikki, at rætthugsandi før-
oyingar kunnu lata sær
lynda at senda slík
umboð á fólkatingið, segði
Hilmar Bech.
Skapt sær virðing
Eisini ferdi Hilmar fram,
at í tey 20 árini javnaðar-
flokkurin hevur sitið á
fólkatingi, hevur hann
skapt sær virðing fyri sín-
um sjónarmiðum, soleiðis
at tey eru tikin til eftir-
tektar.
— Og javnaðarflokkur-
in hevur í góðum sam-
starvi við danska
javnaðarflokkin og aðrar
fólkatingslimir virkað so-
leiðis, at hver føroyingur,
sum vil vera ærligur,
ásannar nú, at hetta hevur
verið ein gróðrarrík tíð
fyri Feroyar, vísti Hilmar
Bech á.
Sum demi tók hann
fram tað feskasta, dagpen-
ingaskipanina! Og segði,
at hon var eitt úrslit av
góðum samarbeiðsvilja.
— Hetta er ein sjúkra-
trygdarskipan, sum vit
javnaðarmenn løgdu
stóran dent á at fáa
framda, hóast mótsteðu
frá vissum pertum, men
sum allir tóku undir við til
seinast, legði Hilmar Bech
í hesum sambandi afturat.
Báðir vilja forða
At enda vísti Hilmar Bech
á, at flokkarnir, sum
standa longst frá hverjum
ødrum í føroyskum poli-
tikki — sambandsflokkur-
in. og tjóðveldisflokkurin
— hava sett sær sum
endamál fyri ein hvønn
prís at forða fyri, at javn-
aðarflokkurin verður um-
boðaður:
— Mer við eitt val er
tað hin einstaki veljarin
og ikki valevnini, sum av-
gera úrslitið. Hin 23. okt-
ober stendur tað tí upp til
hin einstaka at fara á val,
tí tað er hann, sum hevur
ábyrgdina og avgerðina
av fólkatingsumboðan fer-
oyinga framyvir.
— Ti ivist eg ikki i, at
tann veljari, sum vil Før-
oyum og føroyingum væl,
setur krossin við javnað-
arflokkin, tí tað er besta
borgan fyri, at ríkisfelags-
skapurin verður tryggj-
aður á einum sunnum
stødi, og at vit eisini i
framtíðini — í góðari sam-
vinnu við ríkið — finna
tær skilabestu loysnirnar
fyri Feroyar, endaði Hilm-
ar Bech.
Javnaðar-
flokkurin
skapti fyri-
treytirnar!
— Tad er og hevur
verid javnadarflok-
sins stevnumið at
skapa livilig kor
fyri fólkið alt, segði
Jørgen Thomsen,
folkatingsvalevni, i
útvarpsreðu síni.
— Tí hevur javnaðarflokk-
urin sett sær fyri — eisini
nú, tá tað sýnist, at vit eru
komin í hæddina — at
skapa tær neyðugu fyri-
treytirnar, soleiðis at
vinnulívið kann fóta sær
og harvið halda arbeiðs-
loysi frá durunum.
Jergen Thomsen vísti á,
at tað er ikki neyðugt at
fara so nógv ár aftur í
tíðina, tá arbeiðsloysi
hekk sum ein marra yvir
arbeiðs- og fiskimannin-
um, sum tá máttu leita
sær burtur í lond, og við
fremmandum skipum lív-
bjarga sær og sínum
Javnaðarflokkurin
skapti fyri-
treytirnar
— Úr tí støduni var tó
hetta ídnað fólkið fert fyri
at koma sær burturúr.
Yvir. eitt stutt áramál
fekst til vega eitt vinnu-
tól, sum skapti tær góðu
tíðir, sum verið hava,
segði Jorgen Thomsen og
legði afturat:
— Men havast má í
huga, at tað var undir
leiðslu javnadarfloksins,
at fyritreytirnar, sum
gjørdu hetta meguligt,
vórðu skaptar.
Mugu sjálvir
framleiða
Framhaldandi segði
Jørgen Thomsen, at nú
tad treingist hjå fiski-
vinnuni, megu allir møgu-
leikar troytast fyri at fåa
skapt fleiri arbeidsplåss å
landi.
— > Javnadarflokkurin
setti sær sum mål fyrst i
sjeytiårunum at medvirka
til at fåa økt um føroyska
framleidslu — um føroysk-
an ídnað.
— Åsannast má, at
munandi meira verður
framleitt nú á degum.
Sjeytiårini hava verið
mennandi fyri føroyskan
idna, men vit gera ov nógv
av at lata aðrar fara við tí
peningi, sum kundi verðið
í landinum og gagnað
landi og fólki.
Jergen Thomsen legði
dent á, at feroyingar
sjálvir smíðaðu sær hús,
bátar og skip og annars
fóru undir sterri eginfram-
leiðslu.
Minkar um
kappingarferi
Viðvíkjandi umvælingun-
um segði Jergen Thom-
sen:
— Tá id tað snýr seg um
umvælingar av skipum,
má, sum nú er, gjaldast
fult innflutningsgjald fyri
alt tað, sum skal brúkast
til umvælingar.
— Hetta minkar um
kappingarføri. Hesin
skeivleikin må fåast av
vegnum.
Eysturoyar- tingmaður
javnaðarfloksins nam
eisini við landbúnaðin.
Hann vísti á, at tað er
av stórum týdningi fyri
landið, at landbúnaðurin
mennist:
— Jarðarlógin eigur at
skipast so, at tey, ið hava
hug og hegni til hesa
vinnu, fáa hevi at royna
seg, tí stórar víddir eru
ódyrkaðar.
Sitið ikki heima!
— Við at vísa javnaðar-
flokkinum álit hin 23.
oktober ert tú við at
stuðla ein flokk, sum vil
verja áhugamál føroyinga
á danatingi.
— Sitið tí ikki heima
valdagin, men setið
krossin við eitt av val-
evnum javnaðarfloksins,
endaði Jørgen Thomsen.
Miðvisan
politikk
ella ikki
Hava tygum sum veljari
samvitsku til at lata
fólkatingsumboðanina
upp í hendurnar á flokk-
um, sum annaðhvert eru
í móti ella halda hánt um
fólkatingssessirnar?
Ella eru tygum sinn-
aður fyri einum miðvís-
um politikki á fólkating-
i, sum er gagnligur fyri
Føroya fólk og land?
Eru tygum sinnaður
fyri tí seinra, so eiga tyg-
um at atkvøda fyri javn-
aðarflokkinum!
Ein kross við
javnaðarflokkin