leygardagur 13. oktober 1979síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Valið
viðkemur
ollum
Í Dimmalætting hevur
formaður sambandsflok-
sins roynt at stillað valið
í Danmark upp sum tað
endaliga valið millum
sosialismu og borgar-
ligan politikk.
Hetta er sjálvsagt
einki nytt: Øll val í Dan-
mark síðan umleið 1924
hava sjálvsagt staðið
um hesar báðar hevuðs-
leiðir.
Nakað annað er, at
hesin spurningurin verð-
ur sjálvsagt bert reistur
av propagandaorsekum.
Sambandsformaðurin
veit, at høgraråk er uppi
í tíðini og at sosialista-
ræðslan altíð er góð at
taka til. Javnaðarflokk-
urin viðurkennir sær sítt
sosialistiska grundsteði,
men undirstrikar sam-
stundis, at tað er hin
demokratiska sosialism-
an vit standa á. Alt tos
sambandsmanna um
kommunismu og heiðin-
skap er lygn og latín og
sigur meira um sam-
bandsflokkin og hansara
metodur enn um javn-
aðarflokkin.
Men valið í Danmark
kann eisini skoðast frá
einum eðrum vinkli —
sum valið millum ein
harðrendan og asosialan
búskaparpolitikk og ein
meira sosialan politikk
til gagns fyri fjøldina.
Tað er flokkurin hjá
Paula Ellefsen í Dan-
mark, Venstre, sum vil
loysa búskaparkreppuna
við einum politikki, sum
ber í sær meira arbeiðs-
loysi, lækkingar í teim-
um sosialu veitingunum,
og almennar niðurskurð-
ir á ellum ekjum uttan
til herin og EF.
Henda politikk vilja
Anker og hansara flokk-
ur sjálvandi ikki ganga
við til. Teir eru sjálvandi
greiðir yvir, at kreppan
krevur umfatandi tiltek,
men hesi tiltøk skulu
nerva hin minni menta
og fjøldina sum minst.
Vinstra vil, sum vanligt
fólkatingsvalið 1979
er fyri borgarligar flokk-
ar, brúka krepputiltek,
ið fyrst og fremst raka ta
stóru fjøldina av fólki,
sum longu frammanund-
anerilla fyri.
Til hetta ódámliga
starvið vænta teir
vinstramenn, sum í
summar rukkaðust her
um landið, góða hjálp frá
teirra trúgva og asosiala
leigusveini, Paula Ellef-
sen.
Tí er valið greitt:
tann sum vil styðja ein
harðrendan og asosialan
búskaparpolitikk í Dan-
mark, sum á ymiskan
hátt eisini kemur at raka
okkum, skal = trygt
stemma uppá sambands-
flokkin, hann verður ikki
svikin.
Vilt tú harafturímóti
styðja tær kreftir, sum
vilja verja fjøldina móti
ringastu avleiðingunum
av kreppuni, skal tú
styðja javnadarflokkin
til hetta fólkatingsvalið.
D.M.J.
Hava vit bruk
fyri honum å
fólkatingi?
Í Dimmalætting sein-
asta leygardag er aftur
ein av hesum smáu eitur-
sprænunum frá for-
manni > sambandsflok-
sins, sum vit minnast frå
seinasta valstridi.
Tað sum eyðkennir
greinastubban er tað
sama innantóma mesnið,
ósannindini og reypið,
og spurningurin er um
nøkur meining er í at
svara uppá tílíkar svad-
ur.
Men okkurt er kortini
at tríva í, treyðugt er tað
so. T.d. hesar reglur: »I
dag veit hvert mansbarn
í Feroyum, at politikk-
urin hjá samgonguflokk-
unum hevur verið okk-
um og okkara samfelag
til miklan skada«.
Hvør er so hesin poli-
tikkur?
Hetta at ein politikk-
ur, sum hevur skaffad
okkum munandi sosialar
åbøtur t.d. dagpeninga-
skipanina.
Hetta er ein politikk-
ur, sum undir stødugt
torførari umstødum
uttaneftir hevur megnad
at halda flotanum gang-
andi.
Hetta er ein politikk-
ur, sum hevur megnad at
varðveita arbeiði til at
kalla allar hendur, so vit
enn eru sloppin undan tí
ræðuliga arbeiðsloysi, ið
herjar ell tey lond, har
Paulasa partamenn
stýra og onnur við.
Hetta er ein politikk-
ur, sum hevur tryggjað
ein sjáldsaman stabilitet
í samfelagnum á ollum
ekju í eini tíð, har alt
rillar, og í einum heimi,
hvar oll samfelog herjast
av álvarsomum rembing-
um.
Hetta er stutt sagt ein
politikkur, sum hevur
megnað til dagin í dag at
halda kreppuni, sum
leikar í uttan um okkum,
frá dyrnum.
Henda politikk metir
formaður sambandsflok-
sins sum verandi sam-
felag okkara til miklan
skaða.
Hvenn politikk hevur
sambandið havt at
bjóða?
Svarið finna vit í
somu grein: teir hava
verið ímóti ellum, eisini
ímóti tí politikki, sum
hevur fert til omanfyri-
nevndu úrslit. Her er
hann sannur fyri eina
ferð skyld!
Nú kunnu veljararnir
so sjálvir dema um,
hverjum vit mest hava
brúk fyri á fólkatingi.
veljari á Tveroyri
Hverjar upp-
gávur eru
týdningarmiklar
Soleiðis kann verða spurt
eisini í samband við fólka-
tingsval, tí hetta valið er
eisini ein spurningur um
at seta fólkavalt umboð á
ting, sum fyri ein týðandi
part skal lóggeva fyri
hetta samfelagið.
Ein meginspurningur,
sum tianverri ikki er 6-
aktuellur í nútíðini, er
spurningurin um at
tryggja arbeidi til allar
hendur. Í floksskrá
Javnaðarfloksins verður
sagt, at ell hava rætt til
arbeiði og at tað er ein
samfelagsskylda at
tryggja ellum arbeiði og
rættvísa úrteku av arbeið-
num, soleiðis at stødugur
framburður verður at
fremja. stødug betri livi-
kor. Og ein kann so spyrja
seg sjálvan hvat flokkurin
hevur gjert fyri at upp-
fylla henda málsetning.
At málsetningurin
stendur so sentralt í
skránni hjá Javnaðar-
flokkinum er ein sjálv-
fylgja, tí hetta er flokk-
urin, sum vil savna hand-
ans sum andans arbeið-
arar í eina fylking fyri
betri at fremja hetta góða
endamálið: at skapa steð-
ugt betri kor fyri tað fólk,
sum her livur og balist.
Øll kenna lutin Javnað-
arflokkurin hevur í stríð-
num til fremjan av sosial-
um tryggleika fyri fólkið.
Tann seinasta stóra hend-
ingin á hesum eki, er dag-
pengaskipanin, sum hevur
útfylt tann sakn, sum
stóðst av at tímalent ikki
fingu len vegna óarbeiðs-
feri av sjúku, barnsburði
og vanlukku.
Við ymiskum skipanum
hevur føroyska samfelagið
verið fert fyri at útvega so
gott sum øllum dagligt
arbeiði. | Javnaðarflokk-
Sjúkir veljarar
og veljarar, sum ikki kunnu móta
á valstaðnum
Teir veljarar, sum ikki kunnu meta á valstaðnum sjálvan val-
dagin, týsdagin 23. oktober, vegna sjúku, kunnu velja
tríggjar gerandisdagar undan valdegnum. Hesir veljarar
kunnu so venda sær til bý- og bygdaráðini, sum so senda
fólk til sjúkrastaðið.
Veljast kann hósdagin, fríggjadagin og í seinasta lagi
leygardagin hin 20. oktober.
Fólk, sum eru burturstødd sjálvan valdagin, kunnu longu nú
velja hjá bý- og bygdaráðunum, sýslumonnunum, fútanum
og á ríkisumboðsskrivstovuni.
Tað sama ger seg galdandi fyri FISKIMENN.
urin hevur altíð sæð tað
sum fremstu uppgávu
sína at vera fremstur í
fremjingini av slíkum til-
tekum og hevur verið fús-
ur eftir politiskum veg at
grunda meguleikarnar
fyrst og fremst fyri
arbeiðsskapandi virksemi
kring í bygdunum og
eisini til at skoyta uppí, tá
tað hevur verið neyðugt,
hvert tað var til stovnan
av virkjum ella til ráveru,
t.d. fiskaprisir, fyri at
vissa fiskavirkjum okkara
arbeiðslíkindi. Tað er at
hava í huga, at alt hetta,
sum hevur staðið sína
roynd, og fyri tað mesta
roynst væl, er fingið við
stuðli, sum fekst gjøgnum
tann ríkisfelagsskap vit
eru partur av.
Gjegnum ríkisstovnar
hevur stórur partur av
okkara virkjum fingið
figgjan. Sosiaiu skipanir
okkara eru allar figgjadar
vid meginpartinum gjøgn-
um okkara ríkisfelags-
skap, og hesa skipan er
Javnaðarflokkurin sterk-
asta borgan fyri.
Vit eiga tí at hava í
huga tann ómetaliga týdn-
ing fyri okkara fíggjarligu
trygd tað hevur, ai vissa
okkum stødugt gott sam-
band við ríkisstýrið, fólka-
tingið. Tað gerst greiðast
um vit seta umboð fyri
Javnaðarflokkin á Fólka-
ting.
Javnaðarflokkurin vil
brúka fólkatingsumboð til
praktiska og positiva sam-
vinnu við ríkismyndug-
leikarnar.
J. Lindenskov