mikudagur 17. oktober 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 80 — 17. oktober 1979
sosialurin
Síða 5
Feðideildirnar upp á 99,1% í 1978:
Einans 7 børn fødd heima
— Ólóglig fosturtyning helst ein orsøkin til tað stødugt mink-
andi talið av fødingum, sigur landslæknin
Tað blivu 749 børn fødd í
Føroyum i 1978. Av teim-
um sóu tey 742 fyrstu ferð
dagsins ljós á sjúkrahúsi.
Hetta eru 99,1% og talið
av kvinnum, sum feða á
sjúkrahúsi er tvífaldað
seinastu 15-20 árini.
Hetta verður upplýst í
ársfrágreiðingini frá
landslæknanum, »Medi-
cinalberetning for Færøer-
ne, året 1978«.
Av teimum 749 børnunum
i fjør vóru 5 deydfødd.
Tali3 av fødingum er
minkað munandi seinastu
10 árini, ella við 15%. Í
1969 blivu 845 bern
livandi fedd í Feroyum, í
1974 802, í 1975 785, í
1976 759, í 1977 761 og í
1978 744 fedd bern.
Landslæknin sigur í frá-
greiðingini, at orsekin til
tær stødugt færri føding-
arnar er størri nytsla av
fyribyrging, men
møguliga eisini tad vaks-
andi talid av fosturtyning-
um — abortus provocatus
— sum eftir øllum at døma
ikki so sjáldan verða
gjerdar í Danmark.
Fjórðingurin uttan
fyri hjúnarband
Í 1978 blivu 195 bern, ella
26%, fødd av ógiftum
kvinnum. Í 1969 blivu
14,4% av bernunum fødd
uttan fyri hjunarband. I
1977 var talið 28,5%.
Landslæknin - sigur, at
sammett við tel úr
grannalondunum er talið
av fødingum uttan fyri
hjúnarband rættiliga
stórt í Føroyum. Men tað
tykist tó at vera komið í
hæddina fyribils.
Pinkubarnadeyðatalið
var í 1978 1,61%. Hetta er
stersta tal síðani 1971, tá
talið var 2,28%.
12 bern yngri enn eitt ár
doyðu í fjør, 8 dreingir og
4 gentur.
Mannalív ikki vird meira
enn sjónvarpsgjaldið
— Tann, sum drepur við bili,
sum skyldar sjónvarpsgjald
Tann, sum í Dan-
mark við skilaleys-
ari koyring verður
atvoldin til ferðslu-
dráp, fær somu
revsing sum tann,
ið ikki hevur goldið
sjónvarpsgjald
rættstundis —
nevniliga 600 kr. í
bót.
Og tann, ið ger
seg sekan í penga-
svikum, verður
harðari = revsaður
enn tann, sum drep-
ur eitt fólk í ferðsl-
uni. Ognarrætturin
er hægri í metum
enn menniskjaliv.
Hetta segði Preben Stuer
Lauridsen, professari í
løgfrødi við universitetið í
Keypmannahavn, í einum
fyrilestri á Debesartreð í
síðstu viku.
Ferðslulógin ov lin
P. Stuer Lauridsen meinti,
at revsingin fyri at drepa
fólk ella skaða tey i ferðsl-
uni skuldi verið strangari.
Hann segði, at skilaleys
koyring er tað sama sum
harðskapur og skal tí eis-
ini demast sum slíkur —
eftir revsilógini og ikki
eftir ferðslulógini, sum er
ov lin.
— Tann, sum við skila-
leysari koyring drepur eitt
fólk, skuldi eftir rettum
verið ákærdur fyri óviljað
manndráp, segði P. Stuer
Lauridsen í fyrilestri sín-
um.
P. Stuer Lauridsen legði
dent á, at hann ikki visti
so nógv um steðuna á
hesum eki í Feroyum.
Hann hevði bert verið her
í hálvanannan dag. Men
hann kundi siga so nógv,
at hann kendi seg nógv
tryggari at vera til gongu í
getunum í Havn enn í
Keypmannahavn.
— Meðan eg stóð á
gongubreytini og bíðaði
eftir at sleppa yvirum veg-
in, steðgaði ein bilur fyri
mær. Hetta hevði ongan-
tíð hent í Keypmanna-
havn.
Hinvegin er tryggari at
Bilvrak eru vorðin ein vanlig sjón. Í 1978 hendu 108 ferðsluóhapp við fólkaskaða og 4
>
fær somu revsing sum tann,
súkkla í Keypmannahavn
enn í Tórshavn, segð P.
Stuer Lauridsen og legði
afturat, at hann í Feroy-
um hevði sæð fleiri domi
um skilaleysa koyring.
P. Stuer Lauridsen nevndi
eisini nøkur uppskot um,
hvussu talið av álvarslig-
um ferðsluóhappum kann
minkast.
Tað hevur víst seg, at
tað serliga eru menn,
yngri enn 30 ár, sum eru
atvoldin til tey flestu ó-
happini. P. Stuer Laurid-
sen skjýtur upp, at hesir
gjalda eina munandi
hægri trygging enn aðrir
bileigarar. Aðrar leiðir eru
at leggja hald á bilin hjá
tí, sum við skilaleysari
koyring hevur dripið ella
skatt fólk, og at longja
tíðina, sum viðkomandi
missir koyrikortið. Eitt
annað uppskot var, at
bilar skulu gerast soleiðis,
at teir ikki kunnu koyra
skjótari enn 60 km/t.
Aftaná fyrilesturin var
orðið frítt. Tá bleiv m.a
upplýst, at árini 1965-77
kravdi ferðslan í Feroyum
58 mannalív, harav 13
bern. Í sama árabili hendu
366 ferðsluóhapp við
fólkaskaða.
Ákæra bleiv reist móti
9 fólkum. 4 fingu fongsuls-
revsing og 5 fingu bót.
Tað bleiv eisini upplýst,
at talið av
vaksið ur 2.000 í 12.000
sidani 1965 og at hetta
man vera heimsmet.
SR
ferdsludråp í Føroyum. Eitt ferðsludráp verður ikki mett sum ein brotsgerð, men sum
eitt mistak, segði Preben Stuer Lauridsen í fyrilestri sínum
akførum er '
kring oyggjarnar
Landssjúkrahúsið — stivliga 5.000 fólk innløgd í
1978
Sætti hver
feroyingur
á sjúkrahús í fjør
Tilsamans 7.071 fólk
blivu legd inn á tey trý
sjúkrahúsini í
landinum í 1978. Av
teimum fóru 5.195 á
Landssjúkrahúsið,
1262 á Klaksvíkar
sjúkrahús og 614 á
Suðuroyar sjúkrahús.
251 fólk blivu legd
inn á psykiatrisku
Skuldsettur
fyri bilstuldur,
spruttkoyring
og at koyra
uttan koyrikort
Ein 18 ára gamal klaks-
víkingur, sum fríggja-
kveldið koyrdi niðan
av vegnum í bakkan
úti á Bumshamri, verð-
ur ákærdur fyri stuld-
deildina á Lands-
sjúkrahúsinum
Tilsamans 3.736
skurðviðgerðir = blivu
gjerdar á teimum trim-
um sjúkrahúsunum í
fjør, harav 472 á oyrna-
deildirnar. 2.090 fólk
fingu viðgerð á skaða-
stovuni í Havn og 767 í
Klaksvík. Skaðastovan
á Tveroyri hevur ikki
upplýst nakað tal,
stendur í Medicinalbe-
retningen for Færøerne
fyri 1978.
ur. fyri at koyra uttan
at hava koyrikort og
fyri at koyra vid kenn-
ing. Maðurin hevði
stolið bilin stutt,
áðrenn hann endaði í
bakkanum á Bums-
hamri.
Hann slapp frá hend-
ingini uttan mein og
bilurin fekk ikki stór-
vegis skaða.
Landsstýrið onki frætt,
um fiskiveiðusamráð-
ingarnar við Ísland
verða útsettar
Heðin M. Klein, landsstýrismaður, sigur
i samrødu vid Sosialin, at landsstýrið
hevur onki frætt úr Íslandi,
síðani
stjórnarkreppan tók seg upp har yviri.
Landsstýrið má tí fyribils halda seg til ta
semju, sum varð gjørd, meðan Heðin
M. Klein var í Íslandi í september.
Tá varð semja um at miða ímóti at
hava eina avtalu klára innan desember.
Avtalur skulu gerast bæði um fiski-
skapin komandi år og um føroyskea fiski-
skapin yvirhøvur undir Íslandi. Higartii
hevur hann verið grundaður á eina av-
talu frá 1976.
Heðin M. Klein sigur, at hann í løtuni
ikki dugir at meta um, antin tað nýtist at
útseta samráðingar millum Ísland og
Føroyar. Í løtuni veit so landsstýrið ikki
annað, enn at tær verða í november
sum upprunaliga ætlað.
Stjórnarkreppan í Íslandi hevur fort
til, at nýval er útskrivað í desember.
|
|
|
|