Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Svarta kabinettið Í Danmark hava fýra av teimum borg- arligu flokkunum, nevniliga vinstra, konservativu, kristiligi fólkaflokkurin og centrumsdemokratarnir gjørt ein borgarligan blokk og miða hesir flokka móti at skipa eina borgarliga minniluta stjórn eftir valið komandi týsdag. SUM VIT søgdu í blaðnum leygar- dagin, so letur hetta seg einans gera við stuðli frá framburðsflokkinum hjá Mogens Glistrup og hansara politikk mótvegis Føroyum kenna vit øll. Hann miðar ímóti at skerja ríkiskass- ans útreiðslur til Føroyar og helst at loysa Føroyar frå Danmark. Sostatt vil ein atkvøda til sambandsflokkin vera ein beinleidis studul til henda politikk, medan ein atkvøda uppå fólkaflokkin og tjóðveldisflokkin er ein ébeinleidis studul til politikkin hjå Mogens Glistrup. EIN BORGARLIG minnilutastjórn við stuðli frá framburðsflokkinum og Mogens Glistrup fer annars at leggja størsta dentin á at skerja tær al- mennu útreiðslurnar til almannagkið, skúlaverkið, heilsuverkið og so fram- vegis. Tey trý nevndu økini eru eisini tey størstu og mest týðandi målsøk- ini, sum eru felags og verða goldin við tí stórra helminginum úr ríkis- kassanum. Ein generellur niðurskurður í Danmark kemur so- statt eisini at raka Feroyar. Hetta týðir til dømis, at sjúkradagpeningur- in, sum verður veittur sambært sjúkradagpeningaskipanini, ið vit júst hava fingið, verður skerdur. SOSTATT er ein atkvgða uppá sam- bandsflokkin, tjóðveldisflokkin og fólkaflokkin, annadhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis ein atkvøda fyri, at tær almennu útreiðslurnar verða skerdar generelt og harvið eisini ríkiskassans útreiðslur í Føroyum. Harafturat er ein atkvøda fyri hesum flokkum ein atkvøda fyri, at ríkis- kassans útreiðslur til Føroya verða skerdar serstakliga nógv og eftir uppskrift frá Mogens Glistrup. EIN BORGARLIG minnilutastjórn í Danmark við stuðli frå Mogens Glist- rup kann ongantíð fáa eitt beinrakn- ari heiti enn Svarta kabinettið. Her verður talan um svartasta afturhald. Ein atkvøda til javnaðarflokkin er ein atkvøda ímóti Svarta kabinettin- um hjá Glistrup. sosialurin Nr. 80 — 17. oktober 1979' Sr HEIMARØKT — RØKTARHEIM Landsstýrið > umhugsar spurningin Kalliskipan til tey, sum fåa heimahjålp ——— stendur vid grovum bókstavum sum yvirskrift í grein í Sosialinum leygar- dagin 6. oktober 1979, og verður her ávíst til roynd- ardegnpleyguskipan í Vi- borg kommunu, sum hev- ur virkað í umleið eitt ár. Henda skipan bjóðar heimabúgvandi borgarum neyðuga pleygu alt sam- døgrid, og fyri hesum til- taki standa heimasjúkra- systrar í neyvum sam- arbeiði við heimahjálpar- ar. Umredda kallitól, ið bert nekur og 30 av teim- um 1700 heimum, ið eru við í royndarskipanini, hava, er onki gandatól Góði harra BABY POWER: sum saman við heimahjálp tryggjar teim gomlu í framtíðini, so at okkum ikki nýtist byggja rektarheim. Nei, so einfalt er tað nú ikki kæru tit, ið skipa fyri tilikum her á landi. At tey gomlu og brekaðu allarhelst skulu blíva búgvandi heima, eru umsteðurnar til tess, um hetta er ongin ivi, men er tað ikki so, og kunnu tey avvarðandi, familja og onnur, ikki taka ábyrgd av rektini — her við hjálp frá sjúkrasystir/heimahjálp — mugu onnur taka um end- an og hartil nýtist eitt pleygu-, avlast- ella hvat tað nú skal kallast — heim. At brúk er fyri hes- um, prógvar tann steðugt yvirfylta barakkin, ið nýtt verður til pleyguheim á Landssjúkrahúsinum, her búgva 25-30 av okkara medmenniskjum í smáum, lágum, myrkum stovum, gangurin uttanífrá er ótol- andi. Sjá mynd í Sos. 6. okt. 79. Er kalt, gýsur, skínur sólin, er sum í bakarovni, og hartil er hetta ein óhugnalig brand- fella, við eðrum orðum er hesin bygningur okkum ó- verdugur í ólukku mát, og kann eg her forvissa tykk- um um at ikki ein av teim fastbúgvandi á pleygudeildini, sjálvt við tí mest effektivu heima- hjálp og kallitólum, kundi búð heima. Viðmerkjast skal, at ein arbeiðsbólkur av sjúkra- systrum í ár hevur kannað rektartervin hjá umleið 250 yvir 70 ára gomlum fólki í Havn. Hetta er um at vera liðugt og verður "årsliti tá almannakunn- gjørt. Tórshavn 11.10.79 Helena Nattestad tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. TIL UNGDÓMSVININ, ' IÐ TUKTAR VINIR SÍNAR — Hin rættvísi tekur sær av sek teirra, sum lítið hava at týða, men hin gud- leysi skilur onki. (Orðt. 29,7) — Hevur tú sæð mann, ið loypir framav í orðum — meira vón er um dáran, enn um hann. (Orðt. 29,20) Kæri: harra BABY POWER, ikki vilja vit tukta teg, men vart tú rættvísur, arbeiddi tú fyri sek teirra minni týðandi — tey kastuleysu — og vart 'tú hóvligur í orðum tínum, var eisini vón fyri teg eins og tey, tú skírir dárar. Ungdómsvinir Kvoldseta um Mikkjal Í kveld skipa lærararnir á skúlanum á Giljanesi fyri eini kveldsetu, har ætlan- in er at lýsa persónin og skaldskapin hjá Mikkjali á Ryggi. Kveldsetan verður hild- in fyri at minnast 100 ára við kenning. dagin hjá skaldinum og rithevdundanum. Kveldsetan verður við frásegn um sjálvan per- sónin, upplestri, sangi og felagssangi. Umreða verður av tí sið- seguliga, sum Mikkjal 4 *< þa 7 Tok til beins oman i = = Kaldbaksbotn við einum LDP | =r politisti í Ein ungur havnarmaður, sum politiið sunnudagin steðg- aði undir Grønubrekku á Oyggjarvegnum, ti hann koyrdi ov skjótt, rýmdi oman í hagan og rann heilt oman í Kald- baksbotn. Ein politistur fór aftaná og tað eydnaðist hon- um at fáa fatur á hinum. Hann er skuldsettur fyri at koyra hølunum Politiid hevdi radarkanningar seinnapartin sunnudagin. Ferðin hjá 284 bilum bleiv måld, men bert tveir koyrdu ov skjótt, annar 92 km/t og hin 98 km/t. Tá politiið skuldi steðga ødrum av hesum bilunum, koyrdi hann framvið og steðgaði ikki fyrr enn einar 300 metrar longur frammi. Bilferarin setti seg ikki at bíða eftir politinum, men gjørdi skjótt av og tók til beins oman í hagan. Tveir aðrir menn vóru í bilinum, annar slapp uppí ein annan bil, men hin bleiv verandi á staðnum. Jagstranin í haganum vardi í umleið ein tíma og boð vórðu send eftir fleiri politistum úr Havnini. hevur latið komið fram í yrkingum og hevur skriv- að i óbundnum máli. Somuleiðis verður sálmaskaldið Mikkjal umrett eins og tað verður ein framsýning av bókum, málningum og tekningum, Drongur ákoyrdur — bilurin útav Um fýratíðina leygar- náttina fór ein bilur útav vegnum í Kambs- dali. Bilurin fór runt og fekk nakað av skaða. Bilferarin misti tamar- haldið á bilinum, tá hann skuldi koyra uttanum nakrar dreingir, sum gingu á vegnum. Hetta vóru skótar, sum vóru í legu í Kambsdali. Bilurin rakti tann eina av teim- um og varð hldið, at hann hevði brotið est- beinið. Tíðliga leygarkveld- ið tók ein íslendingur, búsitandi í Fuglafirði, ein bil hjá vinmanni sínum. Hann var fullur og koyrdi á ein par- keradan bil, sum slongdist ut av veg- num. Báðir bilarnir fingu stóran skaða. A middegi sunnu- dagin bleiv ein bilur vrak í brekkuni við Søldarfjørå. Bilurin var å veg omaneftir, tå konan, sum koyrdi hann, misti tamar- haldið á honum. Bilurin fór fyrst niðan- av vegnum og datt síðani oman á hann aftur. pe