Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 81 — 20. september 1979 Føroyskur trolaraskipari: sosialurin — Týskarar vid at oyda kongafiskin undir Føroyum Tyskur trolari gav 100 tons upp i Føroyum — landaði 220 tons i Týsklandi Tyskir trolarar, ið royna eftir kongafiski undir Føroyum, eru við at oyða sjálvan stovnin av kongafiski. Teir uppgeva nógv minni tonsatal fyri føroyingum, enn teir veruliga landa í Týsklandi Hetta sigur skiparin á Suðringi, Mortan Jouannesen í samreðu við Sosialin. Mortan Johanne- sen hevur gjert tríggjar túrar eftir kongafiski við Suðringi í ár og hava teir fylgt við veiðuni hjá týsku trolarunum. Hann vísir á, at týski trolarin Cuxhaven tvær ferðir hevur uppgivið minni tonsatal fyri Vaktar- og bjargingartæn- astuni, enn hann hevur landað í Týsklandi. Mortan greiðir soleiðis frá: — Teir flestu týskarar- nir royna nú vesfanfyri eftir kongafiski og blá- longu. Tað eru í mesta lagi 6 skip, ið royna, og eru tey umleið dupult so stór sum Suðringur. Tær báðar seinastu ferðirnar sum Suðringur landaði i Týsklandi, landaði týski trolarin Cux- haven eisini har. Eg kann- aði fyrst eftir, hvat hesin trolarin hevði uppgivið fyri Vaktar- og bjarging- artænastuni. Fyrru ferðina hann landaði, var 6. september. Hann hevði sagt Vaktar- og bjargingartænastuni frá, at hann hevði 100 tons av kongafiski og nakað av blálongu. Tá teir landaðu í Týsklandi, var veiðan uppá 230 tons. Eg spurdi tá skiparan á týska trolaran- um, hvussu hetta kundi bera til, og hann svaraði, at teir hevdu fiskað rest- ina í Norðsjónum á veg heim at landa. Aðru ferð týskarin landaði samstundis sum Suðringur, var 1. oktober. Teir hevdu báðir trolarar- nir roynt undir Feroyum, síðani 9. september og vóru teir farnir til Týsk- lands samstundis at landa. Týskarin hevði givið upp fyri Vaktar- og bjargingartænastuni, at hann hevði 120 tons. Hann landaði 220 tons av kongafiski í Týsklandi. Eg spurdi skiparan, hvussu hetta kundi bera til, men fekk einki svar. Taka tann smáa fiskin Mortan Johannesen sigur víðari, at heldur hetta fram, so oyða týskarar all- an kongafiskastovnin undir Feroyum. Týskarar fiska heldur ikki bert tann stóra fiskin. Teir taka eisini tann heilt smáa fiskin, sum enn ikki hevur gýtt. Soleiðis var umleið helvtin av veiðuni hjá Cuxhaven henda seinna túrin smáur kongafiskur, sigur Mortan Johannesen. Hann vísir á, at fyri týsk- arar ger tað tað sama, um teir veiða stóran ella smáan fisk. Teir hava fingið tryggj- aðan ein minstaprís fyri allan kongafisk uppá 1.48 markar fyri kilo. Er veiðan fyri tað mesta smáur fisk- ur, so tryggjar sostatt ein EF-grunnur bátunum henda minstaprís. " Meira fyri konga- fisk enn tosk Týskarar leggja annars stóran dent á at fiska kongafisk, tí prísurin á bæði kongafiski og blá- longu er betri enn prísurin á toski á týska marknað- inúm í løtuni. Mortan Jo- hannesen vísir á, at hann hesi seinastu fýra árini hevur sæð týskarar fiskað kongafisk vestan fyri Mykines, og teir hava helst fiskað hvenn dag á árinum. Teir hava í letuni eina kvotu frá feroyingum uppá 5500 tons av konga- fiski. Mortan Johannesen heldur at týskarar hava ikki fiskað eitt tons undir 10.000 longu nú. Sjálvir hava týskararnir upp- mm - Sida 3 Mortan Johannesen, skipari á Suðringi givið, at teir hava fiskað 4.500 tons higartil. Einki eftir . til okkum Mortan Johannesen: — Vit føroyingar verða úti- hýstir = aðrastaðni og mugu tí troyta okkara egnu grunnar. Skulu vit kunna ekja um okkara fiskaútflutning í framtíð- ini, mugu vit seta vónina til fiskasleg á djúpum vatni, m.a. kongafisk, blá longu og upsa. — Men hvat nú tá týsk- urin er við at uppfiska stovnin av kongafiski. Hesin stovnur tolir ikki at verða hart fiskaður. Tann árgangurin av sterri fiski, Framhald á síðu 4 —..".W Føroyingur við á fund um alduorku i Svoríki Týsdagin helt nevndin í Orkuráðnum sín fyrsta fund í Havn, har nevndin skipaði seg við einum for- manni. Formaður er Jóannes Hansen, verkfreðingur. Hinir limirnir i nevndini eru: Árni Olafson, ið starv- ast í uttanríkismálaráð- num í Keypmannahavn, Elias Davidsen, verkfrød- ingur, Jéanes Rasmussen, jarðfreðingur og Eyðfinn Egholm, verkfreðingur. Orkuráðið fer nú til verka og er ætlanin fyrst at gera eina reglugerð og eina arbeiðsætlan fyri ráðið Eitt tað fyrsta máli, sum nevndin skal viðgera, er ætlaða vatnmetiút- bygging SEVs. Tað er landsstýrið, sum hevur heitt á SEV um at útseta hesa útbygging fyribils í eitt hålvt år, so støda kann takast til útbyggingina av nýggjum. - Ein spurningur, sum orkuráðið helst eisini kemur at viðgera, er el- kaðalsamband millum Is- land og Feroyar. Tað hava verið nakrir fundir í Noregi og Íslandi um henda spurningin, men enn er ov tíðliga at siga nakað um hetta projektið. Fyrst er neyðugt við kanningum av havbotnin um, streymviðurskiftum osfr. Eisini skal kannast, um íslendingar vera ferir fyri at lata elorku. Eitt er tó sligið fast. Tað er, at norska kaðalverksmiðjan heldur tað vera tekniskt gjørligt at leggja ein el- kaðal á havbotnin millum bæði londini. Eitt umboð fyri orku- ráðið skal í næstum meta á fundi í Sveríki, har fyri- lestrar um alduorku verða hildnir. Tað er Elias Da- vidsen, sum skal luttaka á fundinum fyri Feroyar, har hann skal greiða frá aldumátingunum, sum hava verið gjerdar í Fer- oyum og sum eru heldur ókendar aðrastaðni. Frá orkuráðstevnuni, sum var í Havn í 1978. Hesir báðir tosa um alduorkuspurningar Til vinstru norski fyrilestrahaldarin, ið greiddi frá teimum nýggjastu kanningunum innan alduorku og til hegru, Elias Davidsen, sum nú fer til Sveríkis at luttaka á eini aldvorkuráðstevnu