Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 brúkarateigurin Brúkarin og lóggávan: Uppskot til mat- vøruléggåvu klårt i tvey år — ikki vidgjørt enn Brúkarafelagnum er kunnugt, at uppskot til eina matverulóggávu fyri Feroyar er gjørt fyri meira enn tveimum ár- um síðani. Felagið veit eisini, at ein nevnd er sett at arbeiða við upp- skotinum, men enn hevur hon ikki skipað seg. Hon hevur ongan fund havt. Hvat vita vit um mat- verurnar, ið framleidd- ar verða her á landi? Og hvat vita vit um tær matverur, ið flutt- ar verða inn í landið? Londini uttanum okkum hava loggåvu, ið setir sera strong krøv bæði til verurnar, ið framleiddar verða í landinum og ikki minst til tær verur, ið inn- fluttar verða. Hetta er tó ikki galdandi fyri verur, ið koma sum transitt-góðs, t.v.s. verur, sum bert ferðast ígjegnum viðkomandi land t.d. á veg til Fer- oyar. Tá er einki eftir- lit. Vit innflyta til tíðir verur úr londum, har lóggávan er líinari. Hetta er ofta ódýr vera, men tá hesi lond samstundis kunnu hýsa ymiskum ódám- ligum sjúkum, ið m.a. kunnu smitta ígjegn- um td. kjet, kann hetta koma at verða okkum ein dýr vera. Tað mest ódámliga er tó, at vit ikki hava nakað kravt eftirlit við matverum, ið innflutt- ar verða. Brúkarin krevur datostemplaðar verur, men lóg um hetta er ikki galdandi í Feroy- um. Í lógini um Prís- eftirlitið stendur, at datostempling kann krevjast, men hvat nyttar tað, tá einki kravt eftirlit er við ver- uni. Positivlistin Brukarin krevur, at positivlistin verður nýttur tá matverur verða framleiddar eila seldar her, men vit hava ongan tilikan lista. (Positivlistin er eitt yvirlit yvir tey til- setningarevni, ið eru loyvd at seta í matver- ur. Danski positivlistin er gjørdur av Statens Levnedsmiddelinsti- tut). Starvsstovan tekur av og á royndir av ver- um, ið verða framleidd- ar her og sum ikki eru roknaðar sum eksport- vera. Men eingin lóg- gáva er, ið tilskilar, hvussu veran skal vera, ella hvussu helini, arbeitt verður í, skulu vera innrættað fyri at fáa so hygiejn- iskar umsteður sum gjerligt. Tilskilast kann, at Starvsstovan góðskumetir ikki ver- una, men kannar bert, um hon er rein. Brúkarin kann ikki kenna seg tryggan, fyrr enn vit hava eina matverulóggávu, ið greitt sigur frá, hvussu ein vera skal vera fyri at kunna seljast og sum gevur greiðar regl- ur fyri hverji krøv, ið skulu setast til verur, ið verða innfluttar. Matverulóggáva Brúkarafelagið hevur vent sær til Feroya landsstýri og til Fer- oya legting við kravi um at fáa eina mat- verulóggávu, ið tryggjar brúkaranum góðar og tryggar verur. Okkum er sagt, at uppskot til slíka lóg- gávu er gjørt fyri meira enn tveimum árum síðan. Vit vita eisini, at nevnd er sett at arbeiða við uppskot- inum, men enn hevur hon ikki skipað seg. og hevur ongan fund havt. Brúkarafelagið vil tó framvegis streingja á at fáa uppskotið við- gjørt, lógina viðtikna og setta í verk undir strongum eftirliti Til limir felagsins: Minnist til aðalfundin miku- kveldið 24. okt. kl. 20 á Hotel Feroyum Sí annars lýsing aðrastaðni í blaðnum Svimjihøllin: Nú er prísurin 23 mill. kr. — Býráðið tikið støðu til tilboðini. Vildi ikki bíða eftir nærri upplýsingum um fígging. Sáttmálar við arbeiðstakarar verða ikki undirskrivaðir, fyrr enn býráðið veit, hvussu bygginevnd og eftirlit verða skipað. 23. mill. kr. er dagsprís- urin fyri eina nýggja svimjihell í Havn. Býráðið samtykti týs- kveldið at taka við teim- um tilboðum, sum fíggjar- nevndin vegna stadion- nevndina mælti til. Talan er um fakentreprisu og samanlegd geva tilboðini eitt tal uppá 22,94 mill. kr. Tað var eitt minnilutaupp- skot frá Ebbe Mortensen, sum bleiv samtykt. Jákup S. Jacobsen og Petur F. Christiansen høvdu eitt uppskot í tveimum. Fyrri parturin, sum miðaði móti at útseta avgerðina til nærri upp- lýsingar fyriliggja um studningsjáttanir og aðrar neyðugar iløgur, fall. Hin parturin bleiv samtyktur. Eftir honum skula stadionnevndin og fíggjarnevndin, áðrenn sáttmálar verða undir- skrivaðir, hava lagt fyri býráðið uppskot um, hvussu bygginevnd og eftirlit verða skipað. Ikki eitt oyra undir 40 mill. Málið bleiv ikki avgjørt uttan orðaskifti. Tað var kortini bert ein býráðslim- ur, sum beinleiðis var ímóti at byggja svimji- hellina. Tað var Ingi Mohr. Hann segði,at her er talan um fíggjarligan erskap, tí tað fyriliggja m.a. ongar studnings- játtanir til byggingina. Hann segði víðari, at tað eru loddrett ósannindi, at svimjihellin kemur at kosta 23 mill. kr. Tá ið av- tornar, kemur hon ikki at kosta eitt oyra undir 40 mill. Í minniluta tilráðing sínari til býráðið sigur Ingi Mohr, at aðrar upp- gávur, so sum húsaneyð- arspurningurin og út- stykkingar eiga at takast framum. Oljan verður all- arhelst — skamtað, og Nr. 81 — 20. september 1979 kemur tá skamtanin at raka fyrst og fremst svimjihallir. Og standa tá statussymbolini sum minni um eina farna tíð. Minnilutatilráðing hjá Inga Mohr kom ikki til at- kvødugreidslu. Annars meinti Ingi Mohr, at tervurin á svimjihyljum er nektaður um summarið og verandi hylur í Gundadali kann innilokast fyri minni enn eina mill. kr. Finnur Johansen tosaði eisini um íbúðarspurning- in. Hann segði, at kemur svimjihellin at kosta 30 mill. kr., so hevdu 100 íbúðir fingist fyri sama pening. — Í svimjihylin- um, vit hava, svimja uml. 80.000 fólk í 200 dagar ár- liga, ella 400 fólk um dagin. Tað kostar við eðrum orðum tað sama at lata 400 fólk svimja ein tíma um dagin sum at geva 100 familjum tak yvir hevdið, segði Finnur Johansen. Hann vildi kortini ikki mæla frá at gera svimjihell, men bert vísa á, at tað er neyðugt, at býráðið rekur ein annan íbúðarpolitikk — ella fer undir at reka ein íbúðar- politikk. Petur Christiansen meinti ikki, hetta kundi samanberast. Kommunan byggir svimjihellina fyri borgararnar, men tað er ikki meiningin, at komm- unan skal byggja íbúðir fyri teir. Tað, sum um ræður, er, at kommunan útvegar borgarunum møguleikar at byggja íbúðir. Viðvíkjandi prisinum vísti Petur Christiansen á, at kommunan kemur bert at gjalda tey 50% av byggikostnaðinum. Bæði Heðin Mortensen og Niels Debes segdu, at um býráðið feldi málið um svimjihøllina, so komu av teirri grund hverki fleiri grundstykki ella íbúðir. Tilboðini, sum býráðið hevur samtykt at taka, eru hesi: betongarbeiðið: Gutte- sen á Staksberg 8,54 mill. jørdarbeidid og hevuðs- kloakk: Leif Berg 2,96 mill. timburarbeiðið: Guttesen & Staksberg 4,58 mill. múraraarbeiðið: Petur Simonsen 1,44 mill. málaraarbeiðið: Seren Pedersen 280.215 kr. rer- og sanitetsarbeiðið: P/f Demich 1,12 mill. ventila- tiónsarbeiðið: A/S Nordisk Ventilator 1,25 mill. veik- streymsarbeiðið: P/f Leif Mohr 429.779 kr. sterk- streymsarbeiðið: P/f Leif Mohr 929.771 kr. vatn- reinsiverk: H.O.H. Vand- teknik 737.515 kr. ljósút- gerð: Glamox A/S 684.287 kr. Svimjihellin skal byggjast, har sum tennisvellurin nú er. Í hesum fíggjarári eru 8 mill. kr. settar av til arbeiðið. Í 1976, tá býráðið samtykti at fara undir detailprojekter- ingina, var kostnaðurin mettur til 10 mill. kr. Nú verður hann í minsta lagi 23 mill. Stjólu amboð og eykalutir Týsnáttina var innbrot í einum bilverkstað við Norðskála. Amboð og eykalutir, m.a. tokulyktir, eru stolin, upplýsir politiið í Runavík. Verkstaðurin er norðan- fyri bygdina, niðanfyri vegin og liggur sostatt burtur frá húsum. Innbrotstjóvarnir = eru komnir inn við at bróta hurðina. Yvirkoyrdur og innlagdur Týsdagin bleiv ein 5 ára gamal drongur yvirkoyrd- ur niðri við Kongabrúnna. Drongurin rann út fyri ein bil, sum ikki fekk steðgað í tokum tíma. Drongurin fór á skaða- stovuna og bleiv síðani innlagdur við skaða í bein- inum. Stabbasteinar í staðin fyri autoverju Býráðið í Havn hevur samtykt, at í staðin fyri autoverju skal ein gongu- breyt við stabbasteinum gerast framvið J.C. Sva- bosgetu