Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1979síða 23

‹ fyrra síða allar 23 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skrímslið Barnanna skrímslsótti er kendur. Aftanfyri henda ótta liggur, at skrímslið ongantíð sæst. Verður tað leitt ov ofta fram í ljósið, so bernini koma at kenna tað, hvervur óttin. Ja, vandi er fyri, at tey gerast góð við tað. Tað sigur rættiliga fitt um vanvirðing tjóðveldi- sins fyri feroyskum velj- arum og hugusunnar-evn- um teirra, at teir meta allar hesar fyri politisk børn at vera, børn, sum skulu ræðast vid skrimsl- id. Ila man standa til, tå hernaðarskrímslið nú eina- ferð enn verður drigið út úr hellinum fyri 15'andu ferð tí val skal verða (ja so ofta hava vit haft leg- tings- ella fólkatingsval síðani 1960). Men nú man tað so ofta hava sæð dag- ljós at lítið veiggj er eftir í ti. Ja, nú mugu sjálvt tey politisku bernini kenna tað eins væl og hini, ið altid álvarsamt hava við- gjert hendan spurning. Tíbetur er enn ikki so galið, at nekur av okkum eru vorðin góð við tað, men halda tjóðveldismenn á við hasi rangsnúgvingini av veruliga virksemi her- manna í Feroyum, er vandi fyri at fólk fáa tokka til teirra í staðin. Er samvitskan yvir lut- teku floksins í ábyrgdar- kendum landsstýris sam- arbeiði, sum byggir á heimastýrislógarinnar grund, so ring, at tað er neyðugt at leita útslitin tetingaramboð fram aftur til tess at skeva út yvir? Hetta skilji eg ikki! Ti tey úrslit, rokkin eru við at fylla út karm heima- stýrislógarinnar, soleiðis at vit í mongum feri taka ábyrgd á okkum fyri egin viðurskifti og fyriskipa hesi sjálvi, mátti íkki boðið tjóðveldismonnum ímóti. Og hitt, at vit sam- stundis taka upp nýggja samvinnu við danir um loysn av týðandi sam- felagsmálum (dagpeninga- skipan, útbyggjan av heilsurøktini og sosialu trygdini, samt fíggjar- skipanin til útbyggjan av vinnulívi okkar) átti tjóð- veldisfólk væl at hava gjørt sær greitt fyri lang- ari tíð síðan, var javnaðar- floksins treyt fyri at sam- virka við tey. Eingin hevði væl hugsað sær, at loysingar- politikkur skuldi rekast hesi ár, og eingin hevði væl hugsað sær, at javnað- arflokkurin læt seg reka av EEC- ella Nato-rakst- rarrópum til at fremja leikir, sum ikki heilt og fult vóru í tráð við okkara grundfestu hugsan um at taka feroyskar avgerðir eftir feroyskum tervi og tá vit høvdu umsteður til at umsita hesar. Hví skal nú loysingar- glorian gniggjast so óg vis- liga við eitt val til danska fólkatingi? Hvi skal nú troytta skrímslið órógvast eina- ferð enn? Hví skal danski verju- málaráðharrin sjoflast so til, sum ófólkalig og ó- búgvin tjóðveldisfólk hava gjert? Hví skal ein vanlig út- skiftan av helikoptarum, eftirlitsflogferum og nú- tímansgerð av naviga- tións- og staðfestingartól- um gerast til eina hernað- arliga dubbing, sum broytir ta steðu vit hava verið í inntil dagin í dag, og sum eitt sameint leg- ting hevur roynt at slopp- ið okkum burtur úr? Er álvarin aftanfyri tjóðveldisfloksins støbu- takan til hernaðarmálið, so lítil, at hann heldur, at hann í eini steðu, har flokkurin hevur medá- byrgd fyri hvussu sam- vinnan við danir í sjó- verjuspurningum virkar og hvussu umsteður mjerkadalsmanna eru skipaðar, kann rokna við politiskum vinningi av at uppdimensionera hesar spurningar, ræða við hern- aðarmálsdubbing og kitla smáfascismuna, sum liggur í fleiri av okkara medborgarum, tá tað snýr seg um at gera danir til syndabukkar í Feroyum? Fólkafloksmenn, tjóð- veldismenn og javnaðar- menn hava vitað í fleiri ár, at helikoptarar skuldu skiftast út, at tey gomlu DC 3 flogferini og flutn- ingsflogferini sum luttaka í eftirlitsflúgvingini innan sjóverjuna skuldu skiftast út, tí tey vóru útslitin, at sjóverjuskipini skuldu skiftast út o.s.fr. Fólkafloksmenn, tjóð- veldismenn og javnaðar- menn hava frett seg um hetta, ti helikoptararnir hava so sanniliga gjørt nyttu, eftirlitsflúgvingin hevur so sanniliga sett okkum førar fyri at fylgja fremmandum fiskiskapi og tey stóru sjóverjuskip- ini hava fylgt serliga russ- iskum svartkjaftaskipum, sum Tjaldrið og Ólavur Halgi ikki hava havt so nógvar stundir at taka sær av, væl. Hví so hendan knapp- liga fepurkensla nú fólka- tingsval skal vera? Vit hava frá sjóverjuni mangar frágreiðingar um útbyggingarætlanir, ser- liga viðv. helikoptarum og eftirlitsflogførum. Vóru tær ikki nektandi, hví hava tit so ikki biðið um gjellari upplýsing áðrenn Frederiksborg Amts Avis fór at skriva um styrkjan av Nato-verjuni? Tit og vit hava í mong ár vitað at donsku sjó- verjuskipini hava haft aðrar eftirlitsuppgávur at rekja umframt verju av fiskimarki og fiskiveiðu- avtalum. Hví so látast sum um tit nú eru tiknir á bóli av eini nútímans- gerðan? Tit vistu, at tá vit javn- aðarmenn síðan 1960 hava barst fyri eini feroyskari sjóverju við politimyndug- leika, so var tað tí vit vildu styrkja hesa sjóverju, og tí vit hildu tað vera í tráð við heimastýrislógina at okkara partur virkaði á jevnum feti við danska. Vit vunnu og fingu eina- ferð sambandsmenn til at taka lut í einari skilagóð- ari lutvísari yvirteku, men tit vistu at hetta var ikki fyri at minka um uppgáv- ur danska partsins. Tit gingu undir hesa treyt. Hver hevur so givið Er- lendi Patursson og Finn- boga Isaksen heimild at beita danir av landinum, tí teir onga nyttu gera? Ongin! Hetta, at tit, sum danir siga, royna at leggja gift fyri samarbeiði millum feroyska og danska partin av sjóverjuni er talandi demi um hvussu lítið tit tjóðveldismenn hava nomið av samarbeiðs- treytunum í einari sam- vinnu. Tit gera meguleikarnar hjá okkara parti av sjó- verjuni, sum vit eru so err- in av og glað um, nógv trengri við slíkum atburði. Í skrivandi stund bíði eg bert eftir um íkki gomlu »travararnir« koma samstundis i 14'anda sum hesi orð i Sosialin. Legið er tað um ikki atombumbufyrireikingar á Viðareiði, radioaktivu bergholini hjá SEV í Vest- manna, kavbáta-steðirnar í Kaldbaksfirði og onnur skrímsl verða í 14' anda í dag. Nei, latið tit okkum, sum hava havt teymarnar í hendi í EEC-málum, tryggja, at vit framhald- andi stýra uttanum henda felagsskap og leiðið tit troytta Nato-skrímslið inn aftur í hellið. Lyfti heldur hevur aftur, errin av, at tit eru komnir upp í part at fremja dagsins verk, verk til frama fyri fólk okkara. Tórshavn 18/10-79 Atli P. Dam fólkatingsvalið 1979 Kúganarleiðin — ella frælsisleiðin Tann valrættur, ið tey ungu skulu nýta fyri fyrstu ferð týsdagin, hevur ikki altíð verið so sjálvsagdur sum í dag. Hetta er ein rættur, sum fjeldir hava stríðst fyri, sum menn og kvinn- ur hava noyðst at fara í fongsul fyri og summi hava enntá bett við lívi sínum fyri. Í eldir var tað politiska valdið í vestur- og norðureuropa í hondunum á teimum- fáu. Hesi fáu brúktu vanliga sína makt til at kúga og trælka ta stóru fjøldina við. Men so við og við vunnu frælsishugsjónir- nar frama — hitt borgar- liga demokratiid varð við strev og stríð sett á stovn í flestu londum um okkara leiðir. Nýggir klassar komu til ræði, men framvegis var hin stóra fjøldin kúgvað við undirlen, vánaligum bú- staðarviðurskiftum og hartil hildin uttanfyri veruliga ávirkan á sam- felagið. Stríðið helt fram. Hin fakliga arbeiðararerslan menti seg politiskt og fakliga og kravið um á- virkan gjegnum at- kveðurættin harnaði í hverjum. Sterri og sterri partar av fólkinum fingu valrætt: arbeiðararnir — kvinnurnar og nú endi- liga tey ungu niður til 18 ár. ' Eg vil fegin nýta hevið til at ynskja teim- um ungu tillukku við valrættinum, samstund- is sum tað harmar meg, at vit ikki eru so at okk- um komin, at vit kunnu bjóða tykkum henda sjálvsagda rætt, um eitt løgtingsval skuldi verið í dag. Tit, sum fyrstu ferð Javnaðarveljarar í Klaksvík kunnu fáa bil til valhelið við at ringja tlf. 56500 Javnaðarveljarar í Eysturoy kunnu fáa bil til valhelið við at ringja skulu nýta nývunnað rætt tykkara, standa yvirfyri at skula velja millum tvær hevuðs- leiðir. Tann eina leiðin gongur heilt aftur til tað samfelagið, har tey fáu kúgaðu tey mongu. Á hesari leiðini ráða tær kreftir, sum vilja brúka og innrætta samfelagið til at tæna áhugamálun- um hjá teimum væl- bjargaðu og priviliger- aðu. Hin leiðin ber móti demokratiskari sosial- ismu og ferir, um alt gongur væl, til eitt sam- felag har fá hava ov lítið og færri ov nógv. Í Feroyum er bert ein flokkur, ið umboðar demokratisku sosialism- una, og tað er javnaðar- flokkurin. Javnaðarflokkurin er ein av teimum fáu fer- oysku flokkum, ið hevur ein ungdóms og frítíðar- politikk. Mál floksins er at tryggja ellum borgarum landsins meguleika til at luttaka í sunnum og mennandi frítíðarvirk- semi. Til tess at rekka hetta mál gongur flokk- urin inn fyri rakstrar- studningi til bygda- og ungdómshús. meta vit tað rætt at seta Strendur: Petur í Króki, tlf. 47920 Skála: Tórfinn Hansen, tlf. 41190 Leirvík: Eli Joensen, tlf. 43189 Fuglafj.: DánjalJ. Kjærbo, tlf. 44011 Getu: Petur Eli Mikkelsen, tlf. 41108 Runavík: Jógv. Lamhauge, tlf. 47241 Eiði: Hans J. Poulsen, tlf. 23077 Eisini - frítíðarráðgevarar kring landið til tess at sam- skipa og veita tekniska hjálp og vegleiðing. Har- næst gongur javnaðar- flokkurin inn fyri at stuðul verður latin til skeiðvirksemi fyri tey, ið takast við ungdóms- arbeiði. Eitt hitt stersta vandamálið hjá mongum ungum í dag er at finna nakað at búgva í. Serliga átroðkandi er hetta á stórplássunum. Fyri at loysa hendan spurning eigur tað almenna bæði at fyri- skipa beinleiðis og stuðla bygging av ungdómskollegium. Ikki bert fyri skulasøkjandi ungdém, men fyri øll ung, sum í styttri ella longri tíðarskeið terva bústað. Tá stuðul verður veittur til ungdómsarbeiði hava vit ofta lyndi til at gloyma tann ungdóm, sum ikki beinleiðis luttekur í ítrótti. Hetta vilja vit beta um við at fáa í lag eina frítíðarlóggávu. Tey ungu kunnu við einum ávísum rætti spyrja, hvat eitt fólka- tingsval viðkemur teim- um. Her vil eg vísa á tann álvarsliga hegra- ágang, sum er við at taka seg upp um allan vesturheim. Hetta er ein ágangur, sum hóttir ta demokratisku sam- felagsskipanina í ellum hennara liðum. Við at at- kveða fyri tí demokrat- iska og sosialistiska javnadarflokkinum kann ein vera vid til at styrkja tær demokratisku kreft- irnar å okkara leidum måti høgraåganginum. Vilhelm Johannesen Javnadarveljarar i Midvågi kunnu fáa bil til valhelið við at ringja tlf. 323 18 Javnaðarveljarar í Havn kunnu fáa bil til valhelið við at ringja tlf. 11820 ella 14720 Javnaðarveljarar í sunnaru helvt av Suðuroynni Í kunnu fáa bil til valhølid við at ringja tif. 734 64, 734 05 ella 7 3054