leygardagur 20. oktober 1979síða 22
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Stríðið var hart
mótsteðan stór —
ikki góvust vit
Aftur eitt fólkatingsval í
úrtíð.
Til tey 2 seinastu fólka-
tingsvalini mannaði Fer-
oya Javnaðarflokkur átta-
mannafar, og fingu vit
góðan fong; hesa ferð
verður tað tíggjumanna-
far, sum í dag kemur inn á
hvenn fjørd og hverja vík í
landi okkara, og ynskir
manningin at geva hverj-
um heimi av ferningi okk-
ara. Ein ferningur savnað-
ur saman í meira enn 50 ár
— savnaður saman av
monnum og kvinnum,
sum hava lagt alla orku og
megi í at gera ferningin
ríkan og góðan fyri fólk
okkara. Og at hetta eydn-
aðist, ber gerandislív okk-
ara í dag prógv um.
Flokkur okkara sá
dagsins ljós í einum landi
við ongum sosialum ábót-
um, so at siga ongum út-
búgvingarmeguleikum,
fáum arbeiðsmeguleikum,
sambandið millum bygdir
var sjóvegis ella til gongu,
bert fyri at taka nekur
dømi. Alt hetta setti Javn-
aðarflokkurin sær fyri at
broyta. Ofta var stríðið
hart, tí mótsteðan var
stór, men vit góvust ikki.
Vit eru jú flokkurin, sum
altíð hevur havt og hevur í
huga, at mál eru ikki bert
pappír, men afturfyri
hvert mál eru menniskju
og sostatt eru øll mál
týdningarmikil, tað verið
seg stór ella smá.
Og í dag hava vit eitt
vælútbygt samfelag. Væl-
útbygt á so at siga øllum
økjum, sosialt, vinnuliga,
tjóðskaparliga og ment-
unarliga.
Men tidin stendur ikki i
stað, tverturímóti, alt
broytist við rúkandi ferð.
Hesar broytingar koma so
við og við innan alt sam-
felagsmynstrið. Tær raka
eitt hjólið nú og annað tá.
Hetta hava vit longu upp-
livað, serliga hvat viðvík-
ur stersta hjólinum: fiski-
vinnuni. Hjá hesi vinnu
sær út at gerast trengri og
trengri, so enn fleiri
nýggjar leiðir verða at
finna og ganga.
Vit liva í eini tíð, har
ongin kann steingja seg
inni og hava nóg mikið í
sær sjálvum. Allur heim-
urin kemur hverjum eðr-
um við sum ongantíð fyrr,
og tí hava viðurskiftini við
aðrar tjóðir ovurhonds
stóran týdning. Vit eru fá-
ment og er tað ógjerligt
hjá okkum at hava sendi-
menn í ellum londum.
Kanska kundi hetta
verið hjálpt við einum
slíkum stovni í Keyp-
mannahavn, men hann
vildi neyvan rokkið langt.
Harafturímóti vilja um
boð okkara í fólkatingin-
um vera á staðnum, har
tingingarnar fara fram og
avgerðirnar verða tiknar
og eisini lættari kunnu
teir koma í samband við
sendimenn aðrastaðni frá.
Eitt hevur eisini nógv at
siga, at fólk hiðani eru við
til samráðingarnar. Eisini
megu vit ikki gloyma at
vit, ið eru uttan fyri EF,
velja umboð til eitt land,
ið er innanfyri.
Av øllum hesum sæst,
at tað hevur stóran týdn-
ing, hverji umboð vit fáa á
danating. Tað megu vera
umboð, sum kunnu tala
Feroya sek, tala soleiðis,
at danir lurta og handla.
Her hevur flokkur okk-
ara verið heppin við teim-
um monnum vit hava havt
og hava. Altíð eldhugaðir
fyri málum okkara, altíð
til reiðar við góðum frá-
greiðingum og upplýsing-
um til donsku fólkatings-
limirnar, og altíð í neyvum
samarbeiði og samstarvi
vid flokk okkara her å
landi.
Ongantíð sum i dag
hava størri krøv verið
sett til okkara egnu fólka-
tingsumboð, ongantíð
sum í dag hevur samstarv-
ið við onnur lond haft so
stóran týdning, nettupp tí
vit eru eitt fåment fólk.
Jona Henriksen
18 ára valrættur
— ein sjálvfylgja
Tá mær varð settur
hesin spurningur, hverja
stødu eg hevði til 18 ára
valrætt, var svarið sjálv-
andi eitt ja.
Ein tjóð við ungum
veljarum, veljarum, sum
hava rætt at gera skyld-
ur sínar, rætt at taka lut
í samfelagsligum viður-
skiftum, tað er ein sterk
tjóð.
Mín vón er, at tey
ungu, sum nú til hetta
valið fáa henda megu-
leika, veruliga fara at
brúka hendan rætt og
samstundis skyldu sína.
Eg eri í veruleikanum
av tí áskoðan, at tað
skuldi verið valskylda, tí
tað vísur seg oftani
aftaná hvert val, at
stersti flokkur sat heima
— gjerdi ikki skyldu
sína.
Ungi veljari, ver tú
ikki limur av hesum
bólki.
Um tey ungu veruliga
ynskja at fáa ávirkan,
ynskja at vera við at
forma samfelag okkara,
so skulu tit gera skyldu
tykkara.
Og eg eri sannferdur
um tað, at hetta valið fer
at vísa, at tann feroyski
ungdómurin er búgvin
til steðutakan í dagsins
avgerandi avbjóðing.
Rættin til at forma sam-
felagið og skyldurnar
sum fylgja við valrætti.
Tann feroyski
ungdómurin er ein sunn-
ur ungdómur, sum
sjálvur skal hava
meguleikan at forma
lagnu sína.
Forma framtíðina hjá
landið okkara.
Tí eitt avgjert ja til 18
ára valrætt.
Sverre Midjord
Við hesari yvirskrift
hevur Páll Vang, fólka-
tingsvalevni hjá fólka-
flokkinum, eina grein í
Dagblaðnum 17. oktober
1979. Sjálvur hevði eg
ikki ætlað at nerta við
býarpolitikk, men tað-
at Páll og harvið
fólkaflokkurin vil hava,
at fólkatingsvalið skal
vera ein vurdering, ein
meting av arbeiði
mínum í býráðnum. Til
hetta fari eg at siga, at
eg eri ikki bangin fyri
einari slíkari meting, eini
slíkari avbjóðing.
Páll Vang sigur: —
Eitt skeiði er runnið,
hverja meting hevur
veljarin í dag av arbeið-
num hjá flokkinum í
fólkatinginum í
legtinginum og í býráð-
num.
Onkur vil kanska
halda, at hetta kann ikki
blandast, tí ekini eru so
ymisk.
Men, heldur Páll fram:
— Sosialistiskur poli-
tikkur, er sosialistiskur
politikkur, uttan mun til
hvar hann verður ferdur.
Og rætt er hetta, tíbetur.
Tann politikkur, sum
ferdur hevur Æerið og
framhaldandi vil blíva
førdur so leingi eg havi
meirlutað, hevur fert við
í
fólkatingsvalið 1979
Bygdarfólk —
TVORÁFÓLK!
sær framburð og
trivnað. Hann hevur fert
við sær, at býur okkara í
dag hevur eitt gott steði
til framhaldandi útbygg-
jan.
Tann vinnuliga
útbyggjanin er komin
langt áleiðis, og fyrsta
dagin verður flakavirkið,
sum er grundstuðulin
undir trivnaði okkara
útbygt.
Á tí ítróttarliga, sum
altíð hevur havt og fram-
vegis vil hava mín stóra
áhuga og á tí mentunar-
liga, er nú byrjað.
Itréttarhøllin og
skúlin i Trongisvågi er
byrjað.
Ein orsek til, at tað
hevur tikið so langa tíð,
er hon, at tey vinnuligu
tiltekini eru sett fremst,
men nú kunnu vit halda
fram.
Hetta veitst tú, Páll
— hetta veit bygdarfólk
okkara.
Eg havi mangar ferðir
fingið at vita frá mínum
bygdarfólki, at tey vilja
velja meg, og við tað, at
tú Páll, beinleiðis vil
hava at fólkatingsvalið
skal vera ein meting til
tað komandi býráðsval-
ið, sum vera skal um eitt
ár.
Um bygdarfólk
okkara eru negd við
mína leiðslu í býráð-
num? Hetta er ein spurn-
ingur, sum Páll Vang
setur fram til íbúgvarnar
í Tveroyrar kommunu.
Eg fari at lata hetta
ganga víðari og fari at
biðja tveráfólk við valið
tann 23. oktober, vísa
mær — við persónliga at
atkveða — um tit eru
nøgd ella misnegd við
stýring míni av
Tveroyri.
Tað er rætt, sum Páll
Vang sigur — eitt ár er
til kommunuvalið, og úr-
slitið av valinum 23.
oktober verður avger-
andi fyri framhaldandi
býráðsarbeiði mínum.
Sverri Midjord
Sambandsflokkurin
setur menniskju í
bás eftir virði
Viðmerking til oddagrein í Dimmalætting 18. okt.:
Oddagreinin í Dimma-
lætting hósdagin 18.
okt. viðger fólkatings-
valið og úrslitið av tí, og
har verður sagt, at eitt er
heilt greitt, og tað er, at
javnaðarfl. missir sín
mann, tí Feroya javnfl.
hevur sett saman val-
evnislistan uttan nakran
veruliga toppmann.
Nú havi eg fylgt eitt
sindur við í politikki, og
tað sum eg havi lagt
merki til, er tað at
javnaðarfl. hevur skyldu
í síni stevnu, at øll
menniskju hava sama
virði, og tí kann eg ikki
hugsa mær annað enn, at
øll 10 valevni javnaðar-
floksins eru toppmenn.
Mær tykir, at henda
oddagreinin avdúkar
ein óhugnaligan veru-
leika við sambandsflokk-
inum, sum verður fram-
borin nú upp undir fólka-
tingsvalið, tann veru-
leika at í sambandsval-
evnini verða sett í bás
eftir virði, og tað er bara
eitt valevni, sum kann
roknast millum »topp-
menn«, øll hini eru bara
ífylla.
Eg havi sum sam-
bandsmaður ikki verið
sert forargaður ta
seinastu tíðina yvir tann
mátan, sum Dimmalætt-
ing hevur nýtt til at inn-
føra »personsdyrkan« av
einum persóni í sam-
bandsflokkinum, men
hetta kann eg ikki góð-
taka longur; tí vendi eg
sambaridsflokkinum
bakið og velji javnaðar-
flokkin hesa ferð.
Fiskimaður