Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 heldur fram og vit eru um at koma hálva leið við at draga bingo- tølini. Vit hava fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, um tey hava nakran møguleika at fáa BINGO, hóast tey enn ikki hava fingið rættiliga nógv tøl rótt. Hesi kunnu vit ugga, við tað at hetta hevur einki við bingo-møguleikan at gera. Tað er heilt av tilvild, nær tíni tól koma. Minst til, at vit hava 40 ymiskar bingoplåtur. So dík bara á í góðum treysti. BINGO heldur fram. Tað ger eisini økingin í okkara haldaratali. Síðani Bingo byrjaði, hava vit nú fingið útvið 300 nýggjar hald- arar. Tilboðið til okkara nýggju haldarar um at fáa SOSIALIN fyri hálvan prís árið at enda, stendur við. Vit ivast ikki í, at tað enn eru fleiri, sum kundu hugsað sær at hildið SOSIALIN, men sum ikki enn hava fingið tað i lag. Møgu- leikin er her. Nýtið lepan niðanfyri, ella ringið 11820 — 14720. Tú ert vælkomin. 288 E0TE i i. if) i i 'j i Þá SIN H Y 4 —— > - % Undirritaði teknar seg sum haldara fm av SOSIALINUM, og fær blaðið | ur Í fyri hálvan prís til árslok SOSTALÚRIN — Met Navn: js Bustadur: Postbox 76 3800 Torshavn - Kannað posthusinum <*Tjtt 1/1) (I 40) | : re : 1180180: raj)] ut | ti filmurin sosialurin Nr. 82 — 24. oktober 1979 dagbokin vístur á Býarbókasavnin- Norea Radio Danmark Í dag: >Kert fast í neder- lag!'« Andakt við Søren Brosbøl, Hillerød. Carlo Larsen og Hille- rød Ungdomskor syngja. Pensionistafelagid Limafundur vid bingo- spæli verður hóskveldið kl. 19.30 á Hotel Hafnia. Family Life Í kvold kl. 20.10 verður Family Life um. Ein filmur um ta ungu Janice, og trupulleikar hennara av at eingin skilur hana. Tey vånaligu heimviður- skiftini fera við sær, at hon sálarliga er niður- undirkomin. Hon kemur til viðgerðar hjá skila- góðum lækna, men lækna- ráð hansara verða koll- demd og hann frákoyrdur. Janice verður síðani við- gjørd á vanligan hátt við tablettum, sproytum o.e. Heimviðurskiftini eru óbroytt, og at enda verður gentuna, gentan aftur innløgd eftir boðum frá mammuni. Family Life er gjørdur í 1971. Leikstjóri Kenneth Loach og David lercer hevur skrivað han- ritið. Spælitíðin er 105 minuttir og tað er ókeypis atgongd. Orð krossins ið er sending á íslendskum máli, hoyrist hvert mána- kveld kl. 23.15 frá Monte Carlo á millumbylgju 205 m (1466 kHz). Fyrilestur á Debesartreð Hóskveldið kl. 20 heldur Bergur Jacobsen, prestur, almennan fyrilestur í fyri- lestrarsalinum á Debesar- treð um John Wesley. Handilshúsið á Mølini í Skálavík 90 ára á baki Aksel Valdemar Dals- gaard, sonur úr Dalsgarði í Skálavík, var ungur í handilslæru í Mortensens handli á Tveroyri. Tá hann har hevði verið í tvey ár, var lærutíðin úti, og Valdemar fer til Skálavík- ar, at hava úthandil fyri handilin, hann hevði lært hjá. Hann bygdi handils- hús á Melini. Skipið Slangan, sum Mortensenshandil átti, kom á fyrsta sinni við handilsveru til Skálavíkar 29. oktober 1889, og hand- ilin á Mølini varð latin upp sama dag. Í árinum 1898 byrjaði Valdemar mjólkavirki, framleiddi smer, sum varð væl umtókt og selt um stórbygdirnar í Feroyum. Hetta gjerdi, at menn í bygdini fóru at gera betri við neytini, nú tá pengar kundu fáast burtur úr mjólkini. Henda fram- leiðsla gekk líka til 1915. Frá húsi og heimi á háskúla Valdemar giftist tíðliga í nitiårunum við Sunnivu Poulsen úr Skopun. Tá tey hevdu verið gift nokur ár og áttu 4 synir, fór Valdemar á Askov Háskúla, 1900—1901. Hann hevði verfaðirin Klæmunt Poulsen at reka handilin, meðan hann var burtur. Hetta man hava verið ein ógvuliga livandi dreymur í yngstu árum hansara, at sleppa á ein tílíkan skúla, síðan hann er nóg sterkur at ríva seg leysan frá húsi og heimi, frá øllum ti hann hevði sett í verk. Men tann, sum kendi henda mann upp gjøgnum árini, ivaðist ikki í, at tann kunnleika- trongd, ið dró hann til Askov, fylgdi honum al- samt, og tann bókaskatt- ur, sum kom at verða í hesum heimi, kom ikki bert tí ungdómi, sum her vaks upp í húsinum, at gagni, men víða út um bygdina. tað havi eg sjálv- ur nógv góð minni um. Valdemar var ikki bert handilsmaður. Tað varð mangan kallað á hann til sóknarstýri og annað so- vorðið, sum kravdi kunn- leika, skrivihegni. Av- greiðslan hjá Smirli í - Skálavík hevur alla tíðina, líka frá tí fyrsta, hetta ferðaskip kom, verið á Mølini. Líkaleiðis var postavgreiðsla frá fyrst av á Mølini og er tað enn. Hjálpti sjúkum og gomlum Sunniva á Mølini var eitt megnarfólk. Í hjúnarlag- num vóru níggju dreingir. Hon aldi teir allar upp til mans. Men hon tóktist einki ovbyrjað, altíð frynt- lig og blíð. Heim hennara stóð tíðum opið fyri fremmandafólki, sum kom til bygdar. Hon tóktist altíð so stillfør og ongan- tíð ov móð at vera vinsom og góðgerin. Vit bernini í bygdini vórðu hverji jól boðin til jólatræ í skúlan- um. Hetta var fyrst og fremst Sunnivu fyri at takka. So var eitt annað, sum sermerkti hesa góð- lyntu konu. Men tað var fáur, ið visti um tað at siga, tí tað hendi i tøgn og duldum. Tað var ell tann hjálp, sum sjúk, einsom og gomul fingu. Her var hon fyrst á manni, millum nekur fá, bæði kallur og kona, sum stillfør og tig- andi høvdu hetta fyri. Nú eru tey, Sunniva og Valdemar farin undir grenutorvu, fyri árum síð- ani. Nú er tað sonur teirra, Viggo, sum rekir arvin, tað sum foreldrini bygdu upp. Hann hevur nútím- ansgjørt gamla handilin, og vit eru trygg fyri, at her er madur komin i mans stad. Vit ynskja honum . eydnu vid at taka vidføri teirra at bera longur fram å vegin. Hedin Bru