mikudagur 24. oktober 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 24. oktober 1979
sosialurin
Eingin spyr okkum
»Eingin spyr okkum, hvat vit innast inni ynskja.
Tað eru bert pengar, sum hetta ættarliðið skilir og
virðire.
So rámandi tók hovuðspersónurin í útvarpsleik-
inum >Gardinurnar fyri — og hvat so« eftir Stein-
bjorn Jacobsen, til. Hesin leikur varð sendur í út-
varpinum fyrríár.
Vit eiga at geva okkum fær um hesi orðini, ser-
liga tá talan er um viðurskiftini hjá teimum
gomlu og bornunum í samfelagnum. Er tað veru-
liga so galið, at tað einans eru pengar, sum vit
skilja. og sostatt ikki royna at skilja vidurskift-
ini hjá »hinum«?
Vit liva í einum vælferðarsamfelag. Tad er so
smått byrjad at ganga nidur å bakka i fleiri av
grannalondum okkara orsakað av hækkandi olju-
prisum, øktari inflation og stórum arbeiðsloysi,
fyri bert at nevna nøkur fyribrigdi. Og eisini hjá
okkum er hetta farið at merkjast.
Hetta hevur fingið politikararnar at hála í
teymarnar — tað skal sparast. Útreiðslur til nógv
ymisk endamál skulu minkast ella skerast heilt
niður í einki. Nýggjar íloguætlanir og nýggj pro-
jekt skulu útsetast ella strikast.
Hesi viðurskifti fingu ein at hugsa um orðini í
útvarpsleikinum hjá Steinbjorn, har gamla og
einsamalla konan sigur, at eingin hugsar um tey
gomlu — tað eru bert pengar, sum hetta ættarliðið
skilir og virðir.
Nú útlit er til, at tað skal sparast innan sam-
felagshúsarhaldið hjá okkum eisini, mugu vit
av álvara gera okkum greitt, hverja stoðu vit
hava til tey minnu mentu í samfelagnum — børn-
ini og tey gomlu. Hetta eru teir samfelagsbólkar,
sum hava minst møguleika at gera vart við seg,
seta ynski og krøv síni fram.
Vit, sum eru í besta aldri, vit sum stýra sam-
felagnum og njóta ágóðan av tí, sum eldra ættar-
liðið legði lunnar undir, vit mugu virða og stuðla
teimum, eins og komandi ættarliði, ið skal taka
við eftir okkum.
Politikararnir svara, tá teir verða spurdir. Teir
siga, at'vit eiga at byggja fleiri íbúðir, barnagarð-
ar og vøggustovur, ellis- og røktarheim.
Tað verður tó sjáldan gjørt sum sagt. Ti er tað
okkara uppgáva, vit sum eru borgarar í samfelag-
num, at gera vart við viðurskiftini — og síðani at
velja tey fólk í býráð og logting, sum eru ærlig,
ágrýtin og kenna ábyrgd í sínum arbeiði.
Seks sjúkrasystrar hava gjørt eina kanning av
viðurskiftunum hjá teimum gomlu í Havn. Hetta
tiltak vísir, at tað eru nokur, sum vilja fáa fram,
hvussu viðurskiftini eru — tokk skulu tey hava
fyri tað.
Greinin á hesi blaðsíðu vísir okkum, at alt er
ikki so bjart, sum vit kanska trúgva, at umstoður-
nar hjá teimum gomlu eru ikki nóg góðar. Her
liggur nógu á láni, men tað kann gerast betri, um
vilji er til tess.
Niðurstoðan í greinini er tann, at heimasjúkra-
roktin eigur at verða útbygd, og at eitt ellis- og
røktarheim eigur at verða bygt í Torshavn —
ongantíð ov skjótt.
Tá stendur spurningurin eftir til politikararnar
at avgera, hvat peningarnir í samfelagskossunum
skulu nýtast til. Skulu vit spara almennar útreiðsl-
ur við at útseta utbyggingina av heimarøktini og
roktarheimum enn nøkur ár í framtidini! »Eingin
spyr okkum, hvat vit innast inni ynskja«.
Síða 3
Seks sjúkrasystrar hava kannað røktartørvin í Havn:
Nógv av teimum
gomlu kundu havt
tað betri
Tað er stórur tørvur á útbygdari
heimarøkt og á einum røktar-
heimi í Tórshavn
Tað er umráðandi, at heimasjúkrargktin verður útbygd, og at tað
verður bygt eitt eilis- og røktarheim í Tórshavn.
Verður hetta ikki gjørt nakað skjótt, fara viðurskiftini hjá eldri
fólki her í býnum at versna munandi tey komandi árini. Í dag eru
umstødurnar hjá eldri fólki, sum búgva heima, í nógvum fórum
ov vánaligar.
M.a. hetta er komið fram í eini kanning, sum seks sjúkra-
systrar í Havn hava gjørt av røktartørvinum í høvudsstadnum.
Sosialurin hevur tosað við tær seks sjúkrasystrarnar, ið
greiddu okkum frá úrslitinum av kanningini.
Tað var á einum limafundi
í sjúkrasystrafelagnum,
at skotið varð upp at seta
ein arbeiðsbólk at kanna
tervin á rekt í Havnini.
Seks sjúkrasystrar hava tí
síðani í vár arbeitt við
spurninginum. Tær eru
Margit Thomsen, Helena
Nattestad, Ása í Gerðin-
um, Gurli Restorff, Sú-
sanna Johannesen og
Jonna við Á.
Tilsamans 250 fólk yvir
70 ár eru við í kanningini.
Tey eru útvald heilt til-
vildarligt og eru øll í dag
heimabúgvandi í Havn.
Hetta er umleið triðingur-
in av ellum teimum gomlu
yvir 70 ár í Havn í dag.
Hava vitjað
tey gomlu
Tey gomlu
fingið sendandi eitt spurn-
arblað, og seinni hava tær
hava fyrst
seks sjúkrasystrarnar so
vitjað øll fólkini og prátað
við tey. Hetta arbeiðið er
nú liðugt, og í letuni verð-
ur alt tilfarid gjøgnumar-
beitt og at enda sett upp í
talvur
Tá hetta er gjørt,
ber til at gera sær eina
mynd av, hvussu viður-
skiftini eru hjá einum
stórum parti av teimum
gomlu. sum í dag búgva í
e
gnum heimi í Tórshavn
Hvat hava tá tær seks
sjúkrasystrarnar fingið
burtur ur kanningini?
Hvussu búgva tey gomlu í
dag. Hava nekur av teim-
um rekt og hjálp fyri
neyðini? Hesar
spurningar settu vit
arbeiðsbólkinum. Og
hetta kom fram:
— Tað er einki dulsmál,
at viðurskiftini hjá goml-
um fólki, ið eru heima-
búgvandi fyri tað mesta
kundu verið betri.
Í dag er tað so, at hesi
fólk fáa heimahjálp og
nakað av heimasjúkra-
rekt. Harumframt kemur,
at avvarðandi og familja
oftani taka sær av teimum
gomlu.
Avvarðandi og
familja hjálpa
Vit hava tó onga veruliga
eldraforsorg í Feroyum í
dag. Harafturimoti hevur
tann skipan, at tey gomlu
fáa hjálp frá sínum næstu,
Hetta letur
eldraforsorg.
seg tó ikki gera so væl
longur. Víðirn: eru
broyttar tann vegin,
nógv fleiri konufólk enn
nakrantíð áður nu arbeiða
úti. Og hetta fer meguliga
at vinda enn meira uppá
seg í framtíðini. Júst hetta
er orsøkin til, at tørvurin í
eini munagóðari rektar
skipan í Tórshavn, nú er
meira átroðkandi
nakrantíð fyrr
Fólkapensiónin
rekkur bert til tað
mest neyðuga
Kanningin hjá arbeiðs-
bólkinum vísir, at nógv av
teimum gomlu hava ilt við
at fáa endarnar at rekka
saman peningaliga. Við
fólkapensiónini eru ráðini
bert til tað heilt neyðuga.
Nógv hava t.d. ikki ráð til
at keypa olju. Í fleiri for-
um kunnu tey gomlu bert
hava hitan frá í
einum
rúmi. Fleiri av teimum
hava heldur ikki ráð at
brúka heitt vatn. Skulu
tey t.d. til at vaska upp
eftir degurðan, mugu tey
skunda sær at seta ketilin
út á ta plátuna, sum varð
brúkt til døgurdamatin
Tað eru heldur íkki
nógvir pengar til at keypa
matverur fyri. T.d. hava
fleiri ikki ráð til at keypa
eitt nú grenmeti.
Ibudarvidurskifti
Síðani eru tað íbúðarviður-
skiftini. Tey gomlu hava
ikki nokk av peningi til at
halda húsini við líka.
Fólk, ið brúka rullustól
og búgva í leigaðum íbúð-
um, eru ofta illa fyri, tí í
íbúðunum eru hegar
Framhald á síðu 11
Heimasjúkrasysturin á veg til arbeiðis: út í heimini at
rekta tey gomlu