Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 141 - 26. juli 2002 Nr. 141 - 26. juli 2002 29 Petur Steingrund fiskifrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni Í Útvarpi Føroya 15. juli segði íslendski lívfrøðing- urin Jón Kristjánsson, sum er biðin at gera viðmerk- ingar til stovnsmetingarnar, at Altjóða Havrannsókn- arráðið (ICES) hevði rokn- að veiðitrýstið út á skeivan hátt. Undirritaði gjørdi við- merkingar til hetta í Út- varpi Føroya sama dag, men av tí, at málið er tor- greitt, verður roynt at greiða nærri frá tí í hesari grein. Undirritaði hevur kent seg noyddan at greiða frá útrokningarháttum og øðrum smálutum í ein ávísan mun. Í summum førum eru nágreinlig tøl nýtt í útrokningunum fyri at vísa, hvussu roknihátturin hevur verið. Hvussu stovnsmetingar verða gjørdar Fyrst verður toskaveiðan roknað um frá tonsum til tal í hvørjum aldursbólki (sí Talvu 1). Veiðan í tonsum fæst frá Hagstovu Føroya og Fiskimálaráðnum, með- an Fiskirannsóknarstovan hevur tikið prøvar av landingunum, sum vísa støddarbýti og aldursbýti. Til dømis var toskaveiðan í 2001 29 túsund tons, sum svaraðu til 4 milliónir 2 ára gamlar toskar, 3,9 milliónir 3 ára gamlar, 2,1 milliónir 4 ára gamlar osfr. Síðan verð- ur tað mett um, hvussu nógvir fiskar av tí elsta aldrinum og seinasta árin- um vóru til staðar í sjónum. Fyri 1993-ársklassan var talið 0,95 milliónir ella 947000 (Talva 1), og verður yvirlitstrolingin hjá Magn- usi Heinasyni nýtt til at finna hetta talið. Tal av toski eitt ár áðrenn má tí í minsta lagið hava verið 0,95 milliónir (vóru til- staðar) +0,86 milliónir (veiddir) =1,81 milliónir. Nú doyggja sjálvandi nakrir toskar av náttúruávum, t.d. etnir av kópi ella hvali, og tí er 1,81 milliónir nakað lít- ið. Um náttúrligur deyði verður tikin við, gerst úr- slitið 2,11 milliónir (sí Talvu 1). Hesin framferð- arháttur verður endurtikin fyri 1999 og heilt aftur til 1995, tá 1993-ársklassin kom inn í fiskiskapin. Tess- vegna er stovnsmetingin ikki annað enn at leggja veiðu saman og justera fyri náttúrligum deyða. Úrslit frá stovnsmetingini Tað sæst av Talvu 1, at tað kann vera sera misjavnt, hvussu tilgongdin av 2 ára gomlum toski er tey ymsu árini. Til dømis var 1993- ársklassin sera sera góður (umleið 43 milliónir), með- an 1995-ársklassin var sera vánaligur (umleið 5 milli- ónir). Mest verður veitt av einum ársklassa, tá hann er 3 ella 4 ár. Tað verður ikki veitt so nógv av teimum 2 ára gomlu, tí teir ikki í fullan mun eru komnir inn í fiskiskapin (eru ov innar- laga og eru ov smáir at eta línuøgn í fullan mun). Talva 1 vísir týðiliga tað høga veiðitrýstið eftir toski, sum er 5 ár og eldri. Í 1998 vóru 12 milliónir til av 1993- ársklassanum, í 1999 vóru 5 milliónir, og í 2000 bert 2 milliónir. Toskurin gerst kynsbúgvin longu tá hann er 3-4 ára gamal og við tí stóra veiðitrýstinum, sum hevur verið eyðkent fyri árini eftir at fiskidagaskip- anin kom í gildi, hevur meginparturin av gýting- arstovninum verið 3-5 ára gamal fiskur. Hetta vil við øðrum orðum siga, at hvør toskur bert hevur møgu- leika at gýta umleið tvær ferðir. Veiðitrýst, fyrivarnis fiskideyðatal og fiskidagar Veiðitrýstið er eitt slag av einum lutfalli millum veiðu og stovn. Tað skal ikki blandast saman við roynd, sum er tal av stampum og tal av troltímum. Verður nógv veitt av einum árs- klassa í mun til tað, sum var til, er veiðitrýstið stórt. Til dømis var veiðitrýstið á 8 ára gamlan fisk í 2001 (1993-ársklassin) 0,74, sum svarar til 52% (sí Kassa 1). Veiðitrýstið á 3-7 ára gamlan fisk (F3-7) var sambært rokniháttinum hjá ICES 0,71 (sí Kassa 2), sum svarar til 50%. Men er F3-7 = 0,71 ov høgt, ella er tað í lagið? ICES hevur ásett eitt fyri- varnis fiskideyðatal, sum er Fpa = 0,35. PA stendur fyri "precautionary approach", sum merkir "fyrivarni". Toskastovnurin hevur sera lítlan møguleika at verða niðurfiskaður, um veiði- trýstið ikki fer upp um Fpa. Lesarin skal leggja til merkis, at fyrivarnis fiski- deyðatalið er ásett soleiðis, at tað kann samanberast beinleiðis við F3-7. Um fiskideyðatalið skal mink- ast frá 0,71 til 0,35, er neyðugt at skerja fiskidag- arnar niður í eina helvt. Viðmerking til Jón Kristjánsson Jón Kristjánsson førdi fram í Útvarpi Føroya, at ICES dugir ikki at rokna prosent- tøl út, tí tað ikki ber til at taka miðaltal av prosentum, sum byggja á ymiskt tal av fiski. Hann mælir tí til, at eitt veiðitrýst verður rokn- að út, sum tekur talið av fiski í hvørjum aldursbólki til eftirtektar. Í Kassa 2 er hetta roknað út, og úrslitið er munandi lægri enn tað, sum ICES kom fram til. Tað er einki skeivt í at rokna veiðitrýstið út, sum Jón Kristjánsson ger. Tað avgerandi er, at hann kemur við einum virði, sum hansara veiðitrýst kann samanberast við. Hann kann ikki longur nýta Fpa = 0,35, tí tað kann bert setast í samband við F3-7 = 0,71. Um Jón Krist- jánsson til dømis kemur við einum nýggjum Fpa = 0,23, kemur hann til sama úrslit sum ICES: At fiskidagarnir skulu niður í eina helvt, tí hansara veiðitrýst skal minkast frá 0,46 til 0,23 (sí Kassa 2). Jón Kristjánsson sigur, at tað ikki er loyvt at taka eitt vanligt miðaltal av fiski- deyðatali, sum um tað finnast greiðar reglur fyri, hvat kann gerast og hvat ikki kann gerast. Slíkar altgaldandi reglur finnast ikki. Tað avgerandi er at at meta um taltilfarið í hvørj- um einstøkum føri og síðan gera av, hvussu tilfarið skal viðgerast. Tessvegna er ikki talan um, hvat er loyviligt, men hvat best lýsir tal- tilfarið. Tað finnast ofta fleiri hættir og hvør hevur sínar fyrimunir og vansar. Fyrimunurin við at rokna sum Jón, er, at tað eru teir mongu fiskarnir, sum avgera, hvat úrslitið verður og ikki teir fáu. Ein stórur vansi er tó, at hátturin hjá Jóni vanliga gevur eina alt ov bjartskygda meting av støðuni í fiskiskapinum. Fiskurin kemur ikki fult inn í fiskiskapin fyrr enn hann er umleið 4 ár. Teir 3 ára gomlu fiskarnir, sum jú eru nógvir í tali sambært Talvu 1, eru ikki komnir fult inn í fiskiskapin og tí kemur veiðitrýstið á 3 ára gomlum toski altíð at verða munandi lægri enn fyri teir eldru aldursbólkarnar. Veiðitrýst- ið hjá Jóni lýsir bert veiði- trýstið á teir yngru aldurs- bólkarnar (3-4 ár). Ein sera óheppin egin- leiki við rokniháttinum hjá Jóni er, at veiðan kann koma frá ávísum aldurs- bólkum (4-6 ár), meðan talið í stovninum kemur frá øðrum aldursbólkum (3 ár) og sostatt hevur veiðan einki at gera við talið í stovninum. Vit kunnu hugsa okkum ein ríkan mann, sum ongan pening brúkar og ein fátækan mann, sum brúkar nógvan pening. Um vit síggja ogn- irnar og nýtsluna hjá hesum monnum undir einum, sær myndin fín út. Har er ein stór ogn og ein peninga- nýtsla, sum er í einum góð- um samsvari við ognina. Trupulleikin er bert, at tað er ikki tann sami maðurin, sum eigur pening, og sum brúkar pening. Um vit føra hesa myndina yvir á toska- stovnin, so er "ognin" tann stóra mongd av smáfiski, sum tað ikki er møguligt at fiska og "nýtslan" eru teir eldru fiskarnir, sum tað er møguligt at fiska. Vit kunnu taka eitt annað og ógvusligari dømi, at vit fiska tað sama av 3 ára gomlum fiski, sum í 2001 (3,8 milliónir), men allar fiskar, sum eru 4-7 ár. Vit hava tá fiskað tilsamans 12,4 milliónir fiskar av 23,6 milliónum ella 53%. Hesin háttur at rokna veiðitrýstið út er als ikki førur fyri at vísa á ta van- lagnu, sum tá hevði hent við fiskastovninum. Fleiri orsakir eru til, at tað er týdningarmikið at hava stóran (eldri) fisk í toskastovninum. Eggini hjá stórum fiski hava størri møguleika at klára seg, enn egg frá smáum fiski. Stórur toskur kann eta hvítings- bróðir, svartkjaft og lítla kongafisk, umframt krabbadýrini og nebbasild- ina, sum smáur toskur etur. Harvið kann landgrunnurin møguliga bera eina størri nøgd av toski, um toskurin er stórur. Møguleikin er eisini minni at fiska toska- stovnin niður, um royndin er avmarkað. Við eini av- markaðari roynd er støddin á fiskinum størri enn við stórari roynd, og tað átti fiskivinnan í Føroyum at havt áhuga í. Talva 1. Veiða, fiskideyða- tal og stødd á toskastovni 1995-2001. Tøl í feitari skrift vísa tann sterka árs- klassan frá 1993. Ramma er sett rundan um tølini fyri aldrarnar 3-7 í 2001, tí veiðitrýstið verður roknað fyri hesar aldrarnar. Kassi 1: Hvussu F-virðir verða roknað um til %. Tað mest einfalda (Háttur 1) er at samanbera veiðuna og talið í stovninum bein- leiðis, tað vil siga (veiða í tali í árinum)/(stovnur í tali í byrjan av árinum)*100%. Fyri 8 ára gamlar toskar í 2001 var veiðitrýstið 0,74 (Talva 1) sum gevur 47% (=449000/947000*100%). Háttur 1 roknar við, at ein ávísur partur av fiskinum doyr av náttúrligum ávum. Ein kann eisini rokna prosentpartin út sum (Hátt- ur 2): 1-e-F= 1-e(-0,74)=0,52 =52%. Háttur 2 tekur ikki náttúrligan deyða við. Báðir hesir hættir eru vístir í Talvu 1. Tann seinni hátturin gevur eitt sindur hægri virðir, enn tann fyrri. Tað skal undirstrikast, at hesir tveir hættirnir at rokna fiskideyðatalið um til prosenttøl er bert fyri at geva eina fatan av, hvat fiskideyðatalið F svarar til. Tilmælið frá ICES og Fiskirannsóknarstovuni byggir bert á tey upp- runaligu fiskideyðatølini. Kassi 2: Hvussu tað enda- liga F-virðið (veiðitrýstið) verður roknað út. Tað er óheppið at koma við fleiri virðum fyri fiski- deyðatalið til fiskivinnu- myndugleikarnar í Føroy- um, og tí verður bert eitt virði roknað út, sum byggir á aldrarnar 3-7 ár. Aldur 2 verður ikki tikin við, tí fiskurin ikki reiðiliga er komin inn í fiskiskapin og fiskar eldri enn 7 ár verða ikki tiknir við, tí teir eru so fáir og geva tí óálítandi tøl. ICES-hátturin (óvektað miðaltal): ICES roknar eitt vanligt miðaltal fyri aldr- arnar 3-7, tað vil siga F3-7 = (0,3333+0,6698+0,2635+0 ,7082+1,5706)/5 = 0,71. Jón Kristjánsson (legg- ur allar fiskar 3-7 ár sam- an): Jón roknar eitt miðal- tal, har teir nógvu smáu fiskarnir hava mest at siga. So vítt undirritaði kann síggja, leggur Jón allar fiskar í veiðuni saman (í aldrunum 3-7 ár) og saman- ber við talið í stovninum (sí Talvu 1): 7522/23626* 100%=32%. Jón fær úr- slitið til 33%, sum svarar til eitt F = 0,45. Ein triði møguleiki (vektað miðaltal) - nærum tað sama sum roknihátt- urin hjá Jóni: Eitt sokallað vektað miðaltal kann eisini roknast út: Fvektað = (0,3333*15078+0,6698*48 92+0,2635*1804+0,7082* 821+1,5706*1031)/23626 = 0,46. Her hava teir nógvu smáu fiskarnir eisini mest at siga fyri úrslitið. VIÐMERKINGAR Stovnsmetingar og veiðitrýst - viðmerking til Jón Kristjánsson Ár 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 Aldur Toskaveiða í tali (túsundum) 2 2615 351 200 455 1288 2230 4024 3 2716 5164 1278 745 1080 2812 3867 4 2008 4608 6710 1558 869 834 2161Sum 5 1012 1542 3731 5140 1204 455 378 7522 6 465 1526 657 1529 2420 719 377 7 118 596 639 159 477 863 739 8 175 147 170 118 65 111 449 9 44 347 51 28 19 8 37 Tons 23045 40422 34304 24005 19906 22432 28990 2001 2001 Háttur 2 Háttur 1 Fiskideyðatal (veiðitrýst) 1-e-F Veiða/St ovni 2 0.0696 0.0338 0.0418 0.079 0.1207 0.1256 0.0976 9% 8% 3 0.1612 0.1911 0.1658 0.2158 0.2721 0.4188 0.3333 28% 26% 4 0.4609 0.4502 0.4068 0.3127 0.4202 0.3495 0.6698F3-7 49% 44% 5 0.2802 0.7968 0.8263 0.6342 0.4255 0.4064 0.2635 0.7091 23% 21% 6 0.3634 0.9056 1.0052 1.0304 0.7118 0.4892 0.7082 51% 46% 7 0.3393 1.1583 1.4005 0.7176 1.1607 0.6015 1.5706 79% 72% 8 0.2139 0.9536 1.4316 1.1697 0.7425 0.9757 0.7426 52% 47% 9 0.3336 0.8619 1.1266 1.0239 0.5741 0.1809 1.1177 67% 61% Stødd á toskastovni per 1. Januar í árinum (í túsundum) 2 42962 11678 5403 6622 12518 20881 47829 3 20161 32809 9243 4243 5010 9083 15078 4 6009 14049 22189 6411 2799 3125 4892Sum 5 4576 3103 7333 12095 3839 1506 1804 23626 6 1687 2831 1145 2627 5252 2054 821 7 453 960 937 343 768 2110 1031 8 1004 264 247 189 137 197 947 9 171 664 83 48 48 53 61 Harðasti bólkurin í føroyskari søgu, Hatespeech, livir enn, hóast klassiskar før- oyskar forðingar so sum útróður og les- naður hava gjørt lívið trupult hjá einum bólki sum enn dúvar upp á íblásturin frá trashbólkunum Pan- tera og Sepultura FUT-TÍÐINDI Niclas Johannesen Teir liva. Men tað hevur ikki altíð verið so lætt hjá Hatespeech. – Nei, tað hevur til tíðir verið øgiliga sporadiskt hjá okkum, sigur guitarleikarin Heðin Ziska Davidsen, sum hevur verið við frá byrjan- ini í 1993, tá Hatespeech var stovnað í meldrinum av MTV og kanska ikki minst Headbangers Ball, sum drønaði hvørt sunnukvøld og gjørdist skúli fyri ungar tónleikarar. Hóast Hatespeech hava verið lítið sjónligir seinna partin av 90’unum, so hev- ur Heðin kortini verið at hoyrt í mongum ymiskum høpi seinastu árini. Eitt nú gav hann út instrumental fløguna "Í Eb-inum" í 1998. Eisini hevur Heðin spælt nógv saman við Kristian Blak og kann hansara guitarspæl eitt nú hoyrast á fløguni Klæmint, sum er upptikin í Klæm- intsgjógv. Hart er gott Byrjanin var tó ein heilt onnur. Vit skulu aftur til 1993, tá fyrsti føroyski veruligi gjøgnumførdi trash- bólkurin sá dagsins ljós. Hóast ein "smøl" sjangra í Føroyum, so gjørdist Hate- speech skjótt eitt navn, sum tey ungu kundu identifiser- að seg við. – Hetta var tíðin, tá Metallica vóru stórir og at byrja við var okkara tón- leikur sera merktur av hes- um íblástri, sigur Heðin Davidsen. Seinni fóru menn at lurta eftir uppaftur harðari bólkum so sum Pantera og Sepultura. – Síðani kom sjálvandi Korn, sum eisini hevur kveikt okkum við teirra hip-hop groovum. Heðin dylir annars ikki fyri, at honum dámar ikki at skula seta tónleikin í bás. – Vit koma allir frá yms- um tónlistarligum baklandi. Eg lurti nógv eftir jazzi, meðan t.d. Ansgar er til klassiskan hardrock so sum Accept. Í dag eru eisini meira harmoniir í okkara tónleiki enn áður. Guitarsoloir, skal tú ikki bíða eftir. – Nei, tað lata vit aðrar um, sigur Heðin, sum eisini avdúkar, at skrivingarlagið hjá bólkinum ofta byrjar við, at hann og trummu- spælarin Eyðun Djurholm byrja við at larma saman. Eyðun finnur okkurt groove og Heðin spælir við effektir, inntil sangarin Jákup Pauli tendrar upp á okkurt sum teir gera. So ger Jákup Pauli tekst og melodi til. Burtur úr tí, sum Heðin kallar ein ‘ódefineraðan massa’ evna teir tað til og fáa eitt lag. – Tað hendir seg tó eisini at Jákup Pauli kemur við onkrum riffið, sum hann hevur sitið og bryggjað saman heima. Við á ymsum fløgum Í 1995 luttók Hatespeech á fløguni Rock í Føroyum við lagnum A Moment Made This. – Hetta er framvegis tað best dámda lagið hjá okk- um millum fjøldina. Alt annað, sum vit síðani hava gjørt, verður mett út frá tí, haldi eg, sigur Heðin. – Aftan á 1995 gjørdist alt sum sagt øgiliga sporad- iskt. Vit vóru á Rock í Før- oyum II og eisini við á fløguni Grótføroyskt. Men annars er søgan við Hate- speech tann klassiska før- oyska við at menn fara til skips, onkur fer til Dan- markar, ein annar uppaftur longur suður til Bosnia. Striltið Heðin sigur, at teir høvdu ætlanir um at royna at halda saman upp á bólkin hesa tíðina í Danmark. Men tað gekk striltið. – Hetta gekk ikki ordi- liga. Tað var ikki fyrr enn Tutl skipaði fyri nøkrum konsertum í sambandi við 25 ára stovningardagin hjá plátufelagum, at vit komu afturíaftur, sigur Heðin Ziska Davidsen. Síðani hevur gingið rætti- liga stútt. Hatespeech vera við á fløguni Livandi Tón- leikur, sum FUT gevur út hesa vikuna. Og bólkurin verður sum kunnugt eisini við á ólavsøkukonsertini nú leygarkvøldið. Útróður og lesnaður mundu forkomið Hatespeech Jákup Pauli Gaard Olsen, sangari í Hatespeech Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 29 28