fríggjadagur 26. juli 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 141 - 26. juli 2002
Nr. 141 - 26. juli 2002
27
RØÐA Á JÓANSØKU
Finnur Johansen
Gott kvøld, kæru vágbing-
ar, kæru suðringar, kæru
jóansøkugestir og vælkom-
in til jóansøkuhald her í
Vági.
Hóast gingin er útvið
hálvari øld, síðani tú flutti
hiðani úr bygdini, so kenst
tað, hvørja ferð tú vitjar
aftur, sum at vera komin
aftur á gamlar steinar. Her
eigur tú so mong sporini,
her vakst tú upp, her gekst
tú í skúla, og her stóðst tú í
læru.
Tann, ið er vaksin upp
við Krosslið og í Toftum og
gingið í skúla á Oyralagi,
hevur hvønn dag ferðast
um stóran partin av bygd-
ini, og kennir hana tí sera
væl.
Tær rennur í hug tær
mongu ríku løturnar á
Toftadunga, ella tá vit
vetrardagar
skreiddu
á
vatninum, á skoytum í
brøttu brekkunum og á
skíum uppi í Toftaryggjum
og ikki minst tá vit
marcheraðu runt og sungu
um Toftasoldatar.
Tá vit sum stórir smá-
dreingir fiskaðu kúving og
avreiddu fyri fimm krónur
spannina. Tað var annars
størsta spann, eg havi sæð.
Eg minnist, tá vit ljósu
summarkvøldini vóru í
fjørðinum og onkuntíð í
góðveðrinum
gloymdu
okkum burtur, so fólk
komu at leita.
Fyri útvið hálvtannað
hundrað
árum
síðani
broyttist samfelagið til eitt
fiskivinnusamfelag,
og
hundrað næstu árini, ment-
ist vinnulívið í stórum,
kanska eina mest í Suður-
oynni.
Men fyritaksemi í Suður-
oynni er nógv eldri enn so.
Fyri útvið tveyhundrað
árum síðani, og tað er
meira enn fimmti ár fyri at
kongaligi handilin gavst
við virksemi sínum, keyptu
millum aðrar toftabóndin
og gjørðabóndin bretska
skipið Sally & Polly, sum
ein vetur hevði staðið á
hvalbiarsandi. Teir sleipaðu
skipið suður til Vágs, drógu
tað upp á Fløtuni Fríðu,
umvældu tað og kolfatraðu
tað av nýggjum. Teir róptu
skipið Royndina Fríðu, sum
millum annað varð nýtt til
uttanlandssigling við Nóls-
oyar-Poul sum skipara.
Tá sagt verður, at vøggan
hjá vinnulívinum í Føroy-
um stóð í Suðuroynni, var
hetta ikki minst galdandi
fyri Vág. Longu minni enn
fjøruti ár eftir at Eddison
hevði gjørt heimsins fyrsta
elektricitetsverk, og minni
enn tríati ár eftir at Keyp-
mannahavn hevði fingið
sítt fyrsta verk, høvdu
vágbingar gjørt sítt egna
elektricitetsverk, verkið í
Botni.
Hetta tiltak broytti ikki
einans fyritreytirnar fyri
vinnulívinum, men gav tí
heilt nýggjar møguleikar,
sum ikki høvdu verið
frammanundan, umframt at
geva fólki hentleikar, ið
gjørdi lívið hjá tí einstaka
lættari.
Men ringar tíðir hava
eisini verið. Í tríatiárunum
fóru nógvar fyritøkur av
knóranum, ikki tí at ov lítið
varð fiskað, skipini lógu á
fjørðinum full av fiski, men
vánaligi heimsbúskapurin
gjørdi, at eingin tordi at
keypa fisk. Tað vóru fyri-
tøkur í Føroyum; sum tá
bjargaðu sær undan húsa-
gangi við at gera sína egnu
peningaskipan. Aðrastaðni
verða menn revsaðir fyri
tílíkt, men í Føroyum reisa
vit teimum minnisvarðar.
Ilt er tó at meta um, hvussu
samfelagið hevði sæð út
uttan hesar menn.
Kreppuna í fimtiárunum,
ið gjørdi at ein stórur partur
av okkara vinnuføra fólki
mátti av landinum at vinna
sær til lívsins uppihald,
høvdu vit ivaleyst skyldina
av sjálvi. Tað vóru eisini
teir, ið tá máttu taka
ábyrgdina av tí, sum var
farið fram.
Heldur ikki man nógv
vera at ivast í, at vit sjálvi
høvdu ábyrgdina av krepp-
uni í nítárunum, tá føroyska
samfelagið fór í fíggjarligt
og moralskt forfall, tá tús-
undtals føroyingar máttu av
landinum fyri at lívbjarga
sær. Og eisini hesa ferð
fingu vit hetjur. Fólk, ið so
ella so áttu sín leiklut í, at
samfelagið, eftir vitleysu
fíggjarligu framferðina í
áttatiárunum,
kollsigldi,
situr nú í almennum álitis-
størvum.
Moralsku
niðurgangs-
tíðirnar í áttatiárunum við
sínum skilaloysi og ábyrgd-
arloysi kostaði samfelag-
num dýrt. Landskassin
bjargaði bankunum, og so-
leiðis pengunum hjá nøkr-
um fáum, men hjá teimum,
sum mistu hús og heim, tí
tey gjørdust arbeiðsleys,
var tað ein vanlukka.
Fólk fóru av landinum, tí
tey høvdu mist alt, og tað
vóru tey, ið lítið annað
høvdu í viðføri enn eina
milliónaskuld, men fólk, ið
vóru betri fyri, fingu húsini
fyri lítið og lætt. Tey ríku
øktu sær um ognina og tey
fátøku um skuldina.
Eftir kreppuna í nítiárun-
um varð, sum rætt var, farið
undir at rudda út í stóra
yvirkapasitetinum av flaka-
virkjum í Føroyum, men eg
haldi at vit eiga eitt svar til
góðar frá teimum, ið tá
fingu ábyrgdina av vinnu-
lívinum í Føroyum, um, hví
landsins mest modernaða
virki, fiskavirkið í Vági,
varð stongt, og ikki slapp at
halda áfram.
Suðringar hava ikki ein-
ans átt góð vinnulívsfólk,
teir hava eisini átt og eiga
framvegis góð fakfelags-
fólk, sum ágrýtin og við
hegni hava virkað fyri at
løntakarar bæði á sjógvi og
landi hava fingið sømilig
kor,
fakfelagsfólk
sum
framvegis virka fyri at bøta
um livikorini hjá teimum,
sum bara hava hendurnar at
líta á.
Tað er gleðiligt at síggja
at vinnulívið í Suðuroynni
og ikki minst í Vági nú aft-
ur stendur í fullum blóma.
Tað sigur okkum, at her enn
eru góð vinnulívsfólk.
Hetta vikuskiftið er jóan-
søkuhald í Vági.
Tíðliga í 1920 árunum
fóru suðringar at halda
jóansøku, sum í fleiri ár var
einasta stevna av sínum
slag, ið var hildin uttanfyri
Havnina. Suðringar, ella
nakrir av teimum, fóru til
Havnar at halda ólavsøku,
men tá í tíðini var tað langt
at fara til Havnar, og
ferðasambandið var heldur
ikki tað, tað er nú. Tí gjørdu
teir sína egnu stevnu, ið var
hildin á jóansøku, annað
hvørt á ár Tvøroyri og ann-
að hvørt í Vági.
Jóansøkan, sum fyrstu
20-30 árini bara varð hildin
ein dag, sjálvan jóansøku-
dag 24. juni, og síðani varð
flutt til eitt vikuskifti, varð
eitt ynski um hesu eini
ferðina um ári at rista
gerandisdagin burtur av
sær, at sleppa undan at
hugsa um allar dagligu
skyldir, og hava tað stuttligt
saman við øðrum.
Takk tit ið lýddu á, vág-
bingar, suðringar og jóan-
søkugestir, og tit útisetar,
sum vitja heima, og latið
okkum hava upprunaligu
ætlanini við jóansøkuni,
um saman at hava tað gott,
í huga.
Öll góð ynski fyri Vág og
Suðuroynna.
Góða jóansøku.
Her eru enn góð vinnulívsfólk
Finnur Johansen
Tórbjørn Jacobsen
mf., natoja@ft.dk
Ein grein um føroyskan
vinnupolitikk
festi
av
álvara í fjúsið fyri trimum
vikum síðani. Alt fór upp
at gala.
Ætlingin við
greinini var bara at fáa
vinnupolitikkin hjá sam-
gonguni inn á grynri vatn
aftur, og tað tykist sum
tað hevur eyðnast, um vit
annars kunna líta á teir,
ið sita við ábyrgdini, - eis-
ini okkara vegna. Eitt
annað mál tók seg upp í
kjalarslóðini. Ymiskt er
sum sagt verður. Men er
ein flís farin av fullveldis-
gongdini orsaka av hes-
um, og sannleikin er vorð-
in ein samfelagsplága, so
býður ikki í bøtur allíka-
væl. Alt skræðnar innaní-
frá. Fallið er víst.
Ikki eitið á blástur, ið nú er
á
hvørjum
geilarhorni.
Hvør hani stendur og gelur
og hevur eina meining um
tey viðurskifti, sum um-
rødd vórðu í greinini:
Fiskimenn og hornblásarar.
Landsins vinnupolitikkur
gjørdist knappliga viðkom-
andi. Harumframt eru bæði
miðlar og politikkarar farn-
ir at skifta orð um persón-
ligu krøvini, ið eiga at vera
sett teimum, sum sita í
samfelagsins evstu sessum.
Fólk varnaðust ein politisk-
an hjartafeil, bara av lítla
eykasetninginum: Ringt er
at liva við einum løg-
manni og einum fiski-
málaráðharra, sum, or-
sakað av eini gloymdari
fortíð, harið ilt var at
skyna á mørkunum, ímill-
um eins egna og annara,
ikki kundu sitið í stjórn í
nøkrum landi í heimin-
um, men at hava ein
vinnumálaráðharra sit-
andi, sum gongur dia-
mentralt ímóti samfelag-
sins og politisku áhuga-
málunum
hjá
stórsta
flokki í samgonguni, tað
verður ikki tolt.
Flestu lond, ið hava tikið
fullveldi eftir seinra heims-
bardaga, hava skriðið í
skræðuni
búskaparliga.
Málið hevur verið hægri
enn búkurin. Soleiðis er
ikki í Føroyum. Politiskt
frælsi
og
búskaparligt
frælsi eru vorðin synonym.
Ein alin av sama vaðmali.
Ein
fabrikerað
politisk
kreda, ið bara hevur sum
endamál, at forða frælsis-
tøkuni. Framtøkan móti
frælsinum er treytað av
hvussu fløðir og fjarar á
landsins fíggjarlóg, sigur
íhaldið, eisini tann parturin
av íhaldinum, sum hevur
latið seg í eina progressiva
brynju.
Samgongan, sum var,
hevði eitt greitt mál. Full-
veldi. Nú er kámari fyri
framman. Undirtónin er tó
leiðin fram á republikkina.
Semja man eisini vera um
pseudomodellið, harið ein
koloni skal prógva sítt
lívførið, sum fullvelsisríki,
áðrenn endaliga fetið verð-
ur trátt út í alheimin, - sum
fulltøkur
partur.
Hetta
krevur ikki so lítið. Av
øllum. Serliga av politisku
skipanini.
Búskaparliga
niðurlaging av donskum
kraftfóðri, eitt styrkt vinnu-
lív, hvørs avkast vigar upp-
ímóti hesum, ein progressiv
mentan og eitt sterkt und-
irvísingar- & granskingar-
verk, ið heldur tjóðini á
beinari leið, og harumframt
ein sosialpolitikkur, ið er
øllum til sóma.
Vinnulívið er nú á dags-
skrá. Hetta er sjálvur merg-
urin og treytin fyri øllum
lívi í oyggjunum. Skynsemi
og stabilitetur eigur tí at
eyðkenna allan vinnupoli-
tikk. Bara soleiðis styrkir tú
vinnuna og samfelagið.
Tjóðveldisfloksins
poli-
tikkur er greiður á hesum
øki. Vatntætt skott skal vera
ímillum vinnuna og hitt
almenna verkið. Stórsta
einstaka hendingin í so
máta var stuðulsmálið.
Mikið rumbul stóðst av
hesum
í
samgonguni.
Fólkaflokkurin var, sum ein
sokallaður liberalur flokk-
ur, óvanliga tráur í roynd-
ini, at bróta lið á skottið.
Tað varð kreppa. Hon
loysnaði ikki fyrrenn í
tinginum tá ið fleiri ting- &
landsstýrismenn tjóðveldis-
floksins, kropp av kroppi,
hertóku røðarapallin, fyri at
gera landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum greitt, at
hin so væl kendi stuðuls-
politikkurin nú endaliga var
søga. Tástaðni loysnaði.
Hvat ætlaða lógin hjá
Jørgeni hevði spolað út av
almennum krónum er ein
temperamang-spurningur.
Onkur hevur nevnt eitt tal
omanfyri milliardina.
Málið um almennu virk-
isgøgnini, ið nú herjar á
politiska pallinum, líkist
stuðulsmálinum. Nú er tað
ein grá eminansa, sum
ígjøgnum Bjarna, roynir at
sæta
sær
onkursvegna.
Hansara ætlaða uppruna-
orðing til samgonguskjalið
vísti sjónliga hvør ætlanin
var. Vit lótu okkum ikki
taka av bóli. Heldur ikki
hesaferð. Tí kravdu vit hesa
nú so kendu orðingina
ásetta í samgongusáttmál-
anum. Fyri at tryggja sam-
felagsatlitini og ikki at-
litini, bara hjá eini lítlari
elitu
av
føroyingum.
Royndir hava verið gjørdar
at kjálka seg frá hesi
ásetingini aftur. Men vit
vitstu frá stuðulsmálinum
hvat ið kravdist fyri at
koma aftur á beint. Tí
skuldi alt hetta rokið til.
Tjóðveldisflokkurin heldur
rimmarfast um allar polit-
iskar avtalur. Krevur tað
sama av øðrum. Og nú
tykist tað, sum at lands-
stýrismaðurin er kropin
aftur til krossin.
Leiðin fram til fullveldi
er ikki kámað av hesum
turbolensinum.
Tvørtur-
ímóti. Stabilitetur er lykla-
orðið í øllum vinnupoli-
tikki. Destabiliseringin hjá
Bjarna hevur órógva í
meira lagi, men nú skuldi
friður verið aftur. Vinnan
sleppur at liva sítt egna lív,
leys av tilvildarligum po-
litiskum
signalum.
Tá
gagnar hon samfelagnum
mest. Søgan hevur prógvað
hetta. Tá ið politiska skip-
anin í Føroyum royndi seg
sum vinnurekandi organ,
kostaði
hetta
føroyska
borgaranum milliardaupp-
hæddir. Ongin orsøk er til
at enturtaka somu mistøk-
ini.
Ein fræls vinna, sum fær
frið at grógva, við egnari
uppdrift, er lykilin til niður-
lagingina av imperialistiska
kraftfóðrinum. Av olmuss-
uni. Er lykilin til javnstøðu
í heiminum. Portugisiskir
agentar
skutu
Amilcar
Cabral hin 20. januar 1973.
Hann var oddviti í frælsis-
rørsluni í Guinea-Bissaus.
Á einum fundi hjá svenska
javnaðarflokkinum, stutt
fyri lívlátið, segði hann
hesi kendu orðini: "Sam-
haldsfesti og eingin javn-
støða er bara ein olmussa,
og olmussir hava ongantíð
stuðla undir nakran fram-
burð, hvørki hjá eini tjóð
ella menniskjum annars.
Og trygd við ongari javn-
støðu er tað sama sum au-
toritert patriarkat, verja ella
beinleiðis
kolonialisma.
Hon stendur altíð í andsøgn
til veruliga frælsi hjá tjóð-
um
og
menniskjum."
Danska
samhaldsfestið,
sum føroyska íhaldið tosar
um, er tí ikki annað enn
torvmold, sum eisini hend-
an samgongan kann lempa
burtur, hevur hon styril til
tess.
Morðið í Sarajevo var
ikki orsøkin til fyrra ver-
aldarbardaga. Bara neistin
sum festi í eina krúttunnu.
Eykasetningurin í greinini:
Fiskimenn og hornblásarar,
er ein paralellur. Ikki í vav-
ið, men í substansi. Hetta
var bara ein óviðkomandi
neisti, ið festi í eina bumbu,
sum hevði ligið latent undir
vatnskorpuni í áravís. Er
ein flís farin av fullveld-
isgongdini av hesi orsøk,
býðst ikki í bøtur allíkavæl.
Harið sannleikin gerst ein
plága, stendur einki uppi av
sær sjálvum. Smiðirnir
virka til fánýtis. Alt skræð-
nar av rotið innanífrá. Fall-
ið er víst.
Ein góð søk vinnur altíð.
Politikkarnir í samtíðini eru
treytaðir av henni og ikki
øvut. Var Lenin uppi á døg-
um tá ið Katharina ráddi
fyri borgum, var hann í
mesta lagi ein íðin fram-
søgumaður hjá russiska
borgaraskapinum.
Livdi
José Marti tá ið bretar
hersettu Havanna hevði
hann uttan iva farið í part
við spaniólum, - sum fað-
irin. Vóru Napoléon, Mira-
beau, Danton ella Robe-
spierre uppi á døgum tá ið
Karlamagnus ráddi fyri
borgum, høvdu teir havt
leiklutin sum ignorantir
húskallar. Hippaðu epla-
veltir í útriðini á einhvørj-
um feudalslátri. Og var
plebeiiski flokkurin ikki
vorðin so máttmikil í
øgiliga klassabardaganum í
Roma, tá var Julius Cæsar
ongantíð komin yvir um
ánna Rubicon. Soleiðis er
heimurin
nú
einaferð
samanskrúvaður. Søguligu
gapini skula brúkast. Tað
skula politikkararnir í sam-
tíðini syrgja fyri. Hvussu
teir eita, tað hevur bara
týðning í søguligu annal-
unum, í bókum sum fúnast,
við tíðini.
VIÐMERKINGAR
Tá sannleikin gerst ein plága!
TÍÐINDASKRIV
Føroya Heimavirkisfelag
Í várblaðnum hjá Føroya
Heimavirkisfelag varð
lýst við "vættrakapp-
ing". Lesararnir vórðu
eggjaðir
til
at
lata
hugflogið fáa frítt at fara
og tilevna uppskot til ein
føroyskan
"souvenir"
vættur, 10 - 30 cm til
støddar og tilevnaður úr
mest
møguligum
náttúrutilfari.
Vinnarin fær í virðis-
løn eina ferð fyri tvey -
langt vikuskiftið við At-
lantsflog til Fjørukránna
í Hafnafirði í Íslandi.
Freistin at senda inn
var 15. juli og inn komu
9 uppskot.
Ein óheft 3-manna
dómsnevnd varð sett at
velja besta vættraupp-
skotið. Í nevndini sótu:
Tórgerð Mørkøre, list-
handverkari, Inga Sim-
onsen,
umboð
fyri
Menningarstovuna
og
Aase Bømler Olsen,
listakvinna og umboð
fyri ferðavinnuna.
Vinnari av kappingini
gjørdist Fríðgerð Ras-
mussen, Garðsgøta 13,
Argir.
Dómsnevndin
varð hugtikin av hennara
vættri og gav honum á
staðnum navnið ÁLVUR
Dómsnevndin
gav
ÁLVI hetta skoðsmál:
• Formgevingin
væl-
eydnað - eitt heilskap-
að úrslit
• Livandi andlitsbráð og
hendur
• Lættur at handfara og
at hava við sær
• Tilevnaður úr føroysk-
ari ull í góðum litum
• Føroyskt
eyðkenni:
M y r k a m o r r e y ð
troyggja við hvítum
ommupikki
• Hóskandi
stødd
-
kann framleiðast í
minni ella størri út-
gávu
Dómsnevndin
metti
innkomnu vættrarnar at
vera sera áhugaverdar og
varð tað ikki heilt lætt at
kjósa ein vinnara. Fleiri
av innkomnu vættrunum
kundu verið settir í
framleiðslu sum "sou-
venir". Vættrarnir verða
allir sýndir fram í sýnis-
glugganum hjá Hanse-
mann Tórgarð á Káta
Horninum í Havn um
Ólavsøkuna frá leygar-
degi 27. juli til og við
mikudagin 31. august.
Vit takka Atlantic Air-
ways fyri stuðulin og
ynskja Fríðgerð eitt gott
langt
vikuskifti
á
Fjørukránni.
Úrslitið av vættra-
kappingini hjá
Føroya Heima-
virkisfelag
Dómsnevndin. Høgrumegin: Tórgerð Mørkøre, í
miðjuni: Aase Bømler Olsen, vinstrumegin: Inga
simonsen
C
M
Y
K
27
26
Lesið
-tað loysir seg