Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 24. oktober 1979 Nýggj deild sosialurin varð stovnsett Á aðalfundi FSF's varð avgjørt at triðja deild komandi leikár eins og fyrsta og onnur deild, skal telja átta lið og at tvungin upp- og niðurflytan skuldi vera úr hesari, meðan stovnsetast skuldi fjórða deild har øll feløg hava luttøkurætt og talið av liðum er óavmarkað. Fleiri uppskot um broyt- "ingar av kappingarreglun- um fyri fótbólt vóru fyri á aðalfundi FSFs og var stersta av teimum at stovnsetast skuldi ein nýggj 4. deild. Øll feløgini vóru á ein- um måli at stovnsetanin av 4. deild avgjørt var til frama fyri føroyskan fót- bólt, men ikki vóru øll samsinnt um hverji felog skuldu vera umboðað í triðju deild, sum næsta kappingarår , eins og 1. og 2. deild, telur átta lið, og eins og tær hevur tvungna upp- og niðurflytan. Einstakir av fundarlut- takarunum vildu vera við, at tað varð gingið ov skjótt fram um 4. deild, har oll feløg hava lutteku- rætt, verður stovnsett longu nú og triðja deild skipað við kappingini í ár sum grundarlagi og vildi vera við at nýggja deildin fyrst kappingarári 1981 og nú- verandi triðja deild tá skuldi hava leikt ell móti hverjum fyri at finna tey liðini, ið veruliga vóru tey sterkastu, tí einki var yvir at dylja, at stórur munur var á teimum núverandi bólkunum, ið fyrst og fremst eru býttir geograf: iskt. Tá nevnd FSFs framferði at um henda kapping skuldi vera skipað so sum ynskt varð, vildu bert dystirnir í triðju deild vera yvir 500, varð gingið burtur frá hes- um kravi, og varð uppskot FSFS um liðini í triðju deil viðtikið. Sum grundgeving fyri uppskoti teirra, segði Vollirnir eru ov vánaligir Bert fýra av fótbóltsvellunum kunnu nýtast til landskappingardystir metir vallareftirlitið "Bert vellurin á Skála, vell- urin í Leirvík, vellurin í Sandavági og ovari vellur í Gundadali kunnu í nú- verandi líki nýtast til landskappingardystir. Hetta úrslit er vallar- eftirlit fótbóltsamband- sins komið til í eini frá- greiðing um kanningar teirra av vellum, ið varð framløgd á aðalfundinum. Nakrir av vøllunum, t.d. tann í Klaksvík og tann á Tveroyri krevja stórar ábetur áðrenn. teir verða góðkendir til at leika landskappingardysir á, og um hetta ikki er í lagi til næsta kappingarár verða vøllirnir kolldømdir og KI og TB mugu leika heima- dystir teirra á eðrum góð- kendum vellum. Fyri flest allar hinar vøllirnar = var fremsta orsøkin til kolldømingina sum kappingarvøllir vant- andi inngirding. Vallareftirlitið sendi i mars mánað í ár bræv til felogini, har greitt varð frá, at 1. august skuldu allir fótbóltsvellirnir hava fasta inngirðing og at tog- verk millum uppstandar- nar ikki varð góðkent sum girðing framyvir, men í juli mánað varð avgjert at longja freistina fyri at fáa inngirðingina í lag til kappingarbyrjan 1980, og er tað hendan vantandi fasta inngirðing, sum nú hóttir feløgini. Er inngirðingin ikki í lagi til kappingarbyrjan 1980, verða vøllirnir koll- demdir, sigur vallareftir- litið í frágreiðingini. skuldi koma til FSF, at hetta vóru tey triðjadeildarlið, sum eftir teirra tykki vóru fremst í leikdygd, og tí hoyrdu heima í triðju deild. Okkurt av feløgunum vildi vera vid at frægast hevði verið um bæði tey fremstu liðini úr hverjum av teimum fýra bólkunum myndaðu nýggju triðju deildina, men hetta uppskot fekk bert fýra at- kveður fyri, og fall so- statt, meðan uppskot FSF varð samtykt við 12 atkveðum fyri og 5 ímóti. Felegini í teimum ymsu deildunum verða so hesi í 1980: 1. deild: Bóltfelagið 1936 Klaksvíkar Ítróttarfelag Ítróttarfelag Fuglafjarðar Miðvágs Bóltfelag Havnar Bóltfelag Vágs Bóltfelag Tveroyrar Bóltfelag Getu Ítróttarfelag 2. deild Nes Sóknar Ítróttarfelag Bóltfelagið ROYN Tofta Ítróttarfelag Eiðis Bóltfelag Havnar Bóltfelag Ítróttarfelagið FRAM Servágs Ítróttarfelag Tveroyarar Bóltfelag 3. deild Klaksvíkar Ítróttarfelag Sumbiar Ítróttarfelag Tofta Ítróttarfelag Skála Ítróttarfelag Sandoyar Ítróttarfelag Bóltfelagið 1936 Sandavágs Ítróttarfelag Leirvíkar Ítróttarfelag 4. deild Øll feløg hava luttøkurætt Bert ein dystur å hvørjum stað hvort vikuskifti Seinastu árini hevur tað víst seg at færri fólk koma at hyggja at fótbóltsdysti í 1. deild um hesin verður leiktur leygardag ístaðin fyri sunnudag, og har- afturat kann tað henda at t.d. VB og TB bæði leika heimadyst sama sunnu- dag og missa bæði feløgini tá stóran lut av tí at- gongugjaldi, ið vildi komið inn, um bert tann eini dysturin varð leiktur tað vikuskiftið. Fyri at sleppa undan tí- líkum trupulleikum, sam- tykti aðalfundur FSFs so- ljóðandi fundarsamtykt frá HB: >Landskappingardystir í 1. deild verða lagdir til rættis soleiðis, at bert ein dystur verður á hverjum stað hvert vikuskifti. Til demis spælir ÍF heima eitt meðan GÍ spælir úti; somuleiðis skal vera fyri B36/HB og VB/TB«. Fotboltsfeløgini styðja hondbóltin Á legtingsins fíggjarlóg eru avsettar 50:000 kr. til venjarar til bóltfelogini, og vanligt hevur verið at tey fótbóltsfeleg, ið hava sekt um stuðul av hesi upphædd, hava fingið hann, men á aðalfundi Fótbóltssambandsins var soljóðandi — einmælta — fundarsamtykt gjerd. „Aðalfundur Fótbólts- sambands Feroya heitir á stjórn ÍSFs um at taka upp samband við legting og landsstýri viðvíkjandi teimum 50.000 krónunum, sum eru játtaðar bóltfe- løgunum til venjarar. Aðalfundurin mælti av- varðandi myndugleikum til at henda játtan fyri hetta fíggjarárið verður stillað til dispositión fyri C — HM í hondbólti í Feroyum í februar 1980. Fótbóltssamband Feroya Christian Olsen, John Kjær, Marcus Køtlum, Børge B. Hansen, Sverri T. Hansen, Jens Erik Magnussen, Jógvan Elias- sen og Heri Thorsteins- son«, vikuskifti, Sida 9 Verður dómarafelagið endurstovnað? Á aðalfundi Fótbóltssam- bandsins leygardagin kom formaðurin Christian Olsen í formansfrágreið- ing síni eisini inn á dóm- ara-spurningin og segði hann m.a.: »Fétbéltssambandid er av teirri åskodan, at tidin nu er komin at Démara- felagið eigur at verða end- urstovnað av teimum yvir 100 dómarunum, ið vóru tilmeldaðir farna kapping- arár. Fótbóltssambandið vil — eftir førimuni — hjálpa hesum felag á glið aftur. Uttan Dómarafelagið standa dómararnir alt ov veikir«. ektaðir og koyrdir ur kappingini Orsakad av trupulleikum, ið í hesum kappingarári hava staðist av liðum, ið uttan at boða frá, ikki hava mett til ásettan dyst, legði nevnd FSFs uppskot til aðalfundin um at tílíkt brot skuldi verða revsað við 500 kr. í sekt til liðið, ið harafturat verður koyrt úr kappingini og fe- lagið skuldi ikki fáa lut- tøkurætt næsta kappingarår, um sektin ikki varð goldin áðrenn til- meldingina. Flest ell umboðini, ið mett vóru á fundinum, vóru einig í, at okkurt mátti gerast, men vildu tó hava uppskotið broytt so- leiðis at tað ikki var fe- lagið, men tað lið, ið ikki var mett, ið misti lutteku- rættin. Hetta varð broytt og sær byrjanin av grein 25 í kappingarreglunum fyri fótbólt nú soleiðis út: »Noktar lið uttan gylduga orsøk at luttaka, verður liðið koyrt úr kapp- ingini og verður sektað við bót, kr. 500,-, ið falla til liðið ið metir. Er sektin ikki goldin innan næsta kappingarár, sleppur liðið ikki at lut- taka í lands- og steypa- kappingini. Tað. sama hendir, um liðið rýmur.... o.s.fr.« Nú kann tað betur løna seg at vera dómari Á aðalfundi FSFs sam- tyktu felegini at broyta dómarasamsýningarnar. Uppskot frá FSF og HB vórðu legd fyri fundin um at hækka ymsu samsýn- ingar munandi og varð uppskot FSFs við smærri broytingum, ið vóru upp- skotnar av HB, samtykt. Fyri allar“ deildirnar, uttan 1. deild, har sam- sýningin í fjør varð broytt til 200 kr., er talan um eina hækking uppá 100% ella meira. Grein 18 í kappingar- reglunum fyri fótbólt, ið er um dómara- og linju- mannasamsýningar er nú soljóðandi: »Samsyningar dómar- anna eru hesar: "1. deild kr. 300,- 2. deild kr. 200,- 3. deild - kr. 150,- 4. deild kr. 150,- Unglingadeildin kr. 100,- Aðrar deildir kr. 50,- Samsýning til linjuverjar eru hesar: 1. deild kr. 150,- 2. deild kr. 100,- 3. deild kr. 75, 4. deild kr. 75, Unglingadeildin kr. 50.- Aðrar deildir kr. 40,- Samsyningar eru at gjalda av heimaliðnum, ið somuleiðis skal gjalda ferðaútreiðslur og len fyri mista arbeiðstíð, ið stendst av dómaraarbeið- inum«.