Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 82 — 24. oktober 1979 Soslalurin Nevndirnar nærum Obroyttar Á aðalfundi FSF's var eis- ini val av nevndarlimum til ymsu nevndirnar innan Fótbóltssambandið. FSF er stýrt av einari try-manna' starvsnevnd, har formadur, næstfor- maður og skrivari sita, og verða teir valdir einsæris á aðalfundi at sita í 2 ár, tveir annaðhvert ár og ein annaðhvert ár. Í ár var tað formaðurin Christian Olsen, ið stóð fyri vali og varð hann einmælt aftur- valdur. Valdur verður eisini ein tiltaksmaður at sita 1 ár og aftur hesa ferð varð Jean Dimon einmælt vald- ur. Starvsnevnd FSFs hevur sostatt framvegis KOND/ Føroysk ítróttarklæðir Pf SJÓKLÆDNAVIRKIÐ Telefon 550 40 ——Í hesa manning: Formaður, Christian Olsen, næstfor- maður, John Kjær, skriv- ari Marcus Ketlum ogstil- taksmaður, Jean Dimon. Innan FSF starvast eis- ini fimm-mannað kappingarnevnd. Í henni sita formaður, næstfor- maður, kappingarstjóri, skrivari og nevndarlimur og verða teir valdir á aðal- fundi og skipar nevndin seg sjálv. Valdir verða tveir nýggir limir annað- hvert ár og tríggir annað- hvert. Í ár vóru Berge B. Hansen, Sverri T. Hansen og Jógvan Eliasen uppá val og vórðu allir tríggir einmælt afturvaldir, meðan Símun E. Berg og Jóannes Nielsen einmælt vórðu afturvaldir sum til- takslimir at sita 1 år. Í kappingarnevndini er manningin framvegis henda: Berge B. Hansen, Sverri T. Hansen, Jógvan Eliasen, Jens Erik Magn- ussen og Heri Thorsteins- son, meðan Símun E. Berg og Jóannes Nielsen eru til- taksmenn. Eisini verður fótbólts- dómsnevndin vald á aðal- fundi FSFs og varð hetta einasta nevnd har broyt- ing hendi. Jógvan (Ki) Jacobsen stóð fyri vali, men bar hann seg undan afturvali og í hansara stað varð einmælt valdur fyrrver- andi ÍSF-forsetin Erhard Næss. Í dómsnevndina fyri fótbólt sita nú Jógvan Sundstein, Selvi Jesper- sen, Erhard Næss, meðan Jógvan Johansen er til- taksmaður Christian Olsen, form. leiktir Hetta segði Christian Olsen m.a. í formansfrágreiðing síni FSF: til ársfund Fótbóltssamband- sins Leygardagin helt Fótbóltssamband Feroya, ið varð stovnað 13. januar í ár, fyrsta regluliga ársaðalfund sín. Av teimum 22 felogunum, ið eru limir, vóru 19 mett. Christian Olsen, for- maður FSFs segði m.a. í formansfrágreiðing síni: »Sum flest ell minnast var uppskot um stovnset- an av FSF lagt fyri árs- fundin hjá fótbóltsdeild ÍSF 14. oktober 1978, men fall hetta uppskot — kanska tí at menn (felog) vóru fyrivarnir. Hetta kom dátt við hjá tásitandi nevnd, men fall- ið varð tó ikki í fátt; arbeitt varð víðari við at fáa stovnanina av FSF til veruleika, og varð Fót- bóltssambandið so enda- liga stovnsett 13. januar í ár. Hetta fyrsta kappingar- ár FSFs hava vit havt stórar trupulleikar av vånaliga veðrinum, men tað eydnaðist okkum tó at fáa kappingina liðugt- leikta bert eitt vikuskifti seinni, enn fyriskipað varð i kappingarskipanini«. Ov nógvir dystir, ið ikki vórðu leiktir „Ég vil minna á tað eg segði í seinastu ársfrá- greiðing um til- og frá- meldingarhættirnar = hjá feløgunum«, helt Christi- an fram. „Aftur í år meld- aðu feløgini lið til kapping- ina, ið als ikki megnaðu at fullføra. Fråmeldingar komu fåar og valdu lid bert ikki at møta. Í hesum sambandi er vert at nevna, at alt ov nógvir dystir ikki verða leiktir og er hetta serliga galdandi fyri triðju deild, har heili 18 av teimum fyriskipaðu = dystunum, ikki eru leiktir. Í aðru deild er ein óleiktur, í ung- lingadeildini fimm, í dreingjadeildini tveir, í smádreingjadeildini somu- leiðis tveir og í piltadeild- ini vóru nýggju dystir 6- leiktir. Við hesum sum grund- arlagi noyðist ein tíverri at viðganga, at einasta loysn av hesum trupulleik- um er at gera reglurnar um frámeldan og um lið, sum uttan gylduga orsøk ikki meta til dyst, mun- andi strangari. Landsdystar- samstarvið Um landsdystarsamstarv- ið tók Christian soleiðis til: „Fótbóltssambandið hevur millum annað arbeitt fram móti at leika fleiri dreingja- og ung- lingalandsdystir komandi árini. Sáttmáli er gjørdur við Noreg um dreingja- og unglinga landsdystarsam- vinnu í 1980 og 1981. Somuleiðis eru samráðing- ar við Ísland um ein fimm- ára sáttmála um landsdystarsavinnu. Um- framt at galda dreingir og unglingar, umfatar hesin eisini ungdómslið (U-21, upp til 21 ár) og A-lands- lið. Ætlanin er eisini komandi summar at halda eina fótbóltsstevnu í Fer- oyum. Innbjóðan er send tíggju londum um at lut- taka í einari kapping fyri dreingjalandslið, ið, um hon verður veruleiki, ber heitið >Feroyasteypið< (The Faroe Cup) og verður kappingin hildin um mán- aðarskiftið juni/juli 1980<. Utbúgvingargrunn Um roknskapin, ið vísti eitt avlop uppá 16.586,60 kr., segði Christian m.a.: »Figgjarliga er Fót- bóltssamband Feroya toluliga fyri. Hugsast má um at sambandið ikki er ársgamalt. Skynsemið hevur merkt fíggjararbeiðið og er úr- slitið hareftir. Stovnsettur er útbúgv- ingargrunnur við stovnsfæ kr. 25.000«. Kappingarnevndin aftast frå vinstru: Sverri Trond Hansen, Jogvan Eliasen, Børge Barclay Hansen, Heri Thor- steinsson og Jens Erik Magnussen. Starvsnevndin er fremst frå vinstru: Marcus Køtlum, skrivari, Christian Olsen, formadur, og John Kjær, næstformadur