mikudagur 24. oktober 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 24. oktober 1979
sosialurin
Loysnin
til tínar
oljurokningar!
Vit kunnu ikki gera oljuna biligari, men vit kunnu
útnytta hana betur. Tað kunnu vit vid at hita oljuna og
minka um trýstið. Tað merkir 40 % minni kapasitet.
INTER VISCOSTAT hevur dupulta luftjavnan, sum ger
tað møguligt at blanda luftina og oljuna saman soleiðis,
at ein meiri effektiv brenning fæst.
Framhald av síðu 3
gáttir, sum forða teimum í
at flyta úr einum rúmi í
eitt annað. Tey mugu tí
fyri ein stóran part vera í
sama rúmi allan dagin.
Nógv av teimum gomlu
hava onga telefon. Hetta
kemur illa við hjá nógv-
um, serliga á nátt, um tey
tá bráddliga hava brúk
fyri hjálp. Tey eru tá heilt
hjålparleys, um — ikki
familjan hevur eyguni vid
teimum.
Kanningin vísir, at tey
flestu av teimum gomlu
vilja sleppa at búgva
heima — teimum dámar
illa at skula flyta á eitt
ellis- og rektarheim. Tað,
sum teimum tervar í dag,
er betri rekt heima og
fleiri møguleikar fyri ítriv-
um — tað at koma saman
við eðrum.
Tey flestu av teimum
250 fólkunum, sum
sjúkrasystrarnar hava
vitjað, eru limir í pension-
istafelagnum. Hetta felag
er ógvuliga væl dámt mill-
um tey gomlu, tí her er
meguleiki fyri at koma
saman til ymisk ítriv.
Hvat kann gerast!
Vit spurdu nú arbeiðs-
bólkin, hvat kann gerast
fyri at hjálpa teimum
gomlu, soleiðis, at tey
flestu av teimum kunnu
búgva heima?
Fyrst og fremst eigur at
verða miðað ímóti at heim-
ið er egnað til tey at búgva
í, harnæst at tey hava nóg
mikið av peningi til at
klára seg, at tey hava okk-
urt ítriv, at tey fáa ta
neyðugu rekt, um tey ger-
ast sjúk, at tey kunnu fáa
fólk til at vaska og gera
reint í heiminum — í heila
tikið at tær kringumsteð-
ur, sum tey gomlu liva
undir, eru í lagi.
Tey gomlu hava eisini
stóran terv á hjálp til
Síða 11
ÚTSOLAN
heldur fram
m.a. hjálpiamboð, og medi-
sin. Tílík hjálpiamboð eru
t.d. forlornar tenn. Hetta
kostar ikki so lítið. Medi-
sinið er ógvuliga kostnað-
armikið, og tað fer ein
rættiliga stórur partur av
fólkapensiónini til at
keypa medisin fyri.
Tað vilja altíð vera nekur
gomul fólk, sum ikki
kunnu fáa ta neyðugu
hjálpina og rektina í heim-
inum, og tað besta fyri tey
er tí at fara á eitt rektar-
heim. Hetta eru t.d. fólk,
sum als ikki klára seg
sjálvi og skulu rektast alla
tíðina.
Men hverjar
meguleikar hava tá hesi
fólkini at koma á rektar-
heim? Svarið er stutt: tey
hava sera avmarkaðar
meguleikar. Steðan í dag
er tann, at bíðilistarnir til
rektarheimini eru langir.
Vit hava bert tvey rektar-
heim í landinum, eitt í
Vágum og eitt á Tveroyri.
Í Havn, sum er býur við
nærum 13.000 íbúgvum,
er einki veruligt rektar-
heim.
Í skjótt 20 ár hava vit
hildið okkum til eina fyri-
bilsloysn. Tað er tann við
tíðini víðagitna barakkin,
uppihaldsdeildin á Lands-
sjúkrahúsinum.
Tá henda barakkin varð
bygd í 1960-árunum, varð
sagt, at hetta bert var ein
fyribilsloysn. Hóast tey
gomlu í dag liva undir
trongum umstødum á
uppihaldsdeildini, so er
enn einki gjørt fyri at
finna eina varandi loysn á
rektarheimsspurninginum
í Havn.
Tann stóri tervurin á ein-
um rektarheimi í Havn og
aðrastaðni í landinum við,
hevur heldur óhepnar av-
leiðingar fyri sjálvt lands-
„ sjúkrahúsið. Á
medisinsku, kirurgisku og
psykiatrisku deildunum
liggur stórt tal av rektar-
sjúklingum. Hetta ger fyri
ein part, at aðrir sjúkling-
ar, sum hava fyri neyðini
at innleggjast, mugu bíða.
Nógvir av rektarsjúk- '
lingurum eru gomul fólk,
sum eru komin á Lands-
sjúkrahúsið til umlætting-
ar. Familja og avvardandi
ynskja at fåa fri eina løtu
og bidja ti um at fåa tey
gomlu inn å onkra av
deildunum å Landssjukra-
húsinum. Langt frá øll
sleppa inn til umlætting-
ar, og tey, sum sleppa inn,
kunnu bert vera har i
styttri tíð. Tey flestu
gomlu, sum eru til
umlættingar, liggja á
uppihaldsdeildini ella á
medisinskari deild.
Tað er okkum greitt, at
tað kostar samfelagnum
nógvan pening at hava
rektarsjúklingar liggjandi
á einum sjúkrahúsi. Stød-
an gerst serstakliga
trupul við tað, at tað ikki
altíð ber til at senda
rektarsjúklingar og gomul
fólk heimaftur.
Tað hendir seg meira
enn so, at gomul fólk
verða innlegd bert við ein-
um lítlum sári. Hetta sár
hevur langa tíð um at lekj-
ast, og við tað at tað í dag
bert er ein heimasjúkra-
systur í Havn, so ber illa
til at senda tey gomlu
heimaftur, fyrr enn sárið
er heilt frískt.
Niðursteðan hjá teimum
seks sjúkrasystrunum í
kanningini av rektar-
tørvinum i Havn er tann,
at tørvur er å- at fáa út-
bygt heimarøktina og at
tað verður bygt eitt ellis-
og rektarheim
Men verður einki gjert
fyri at beta um umsteður-
nar hjá teimum gomlu í
dag — so kunnu vit bert
hugsa okkum til, hvussu
tað verður hjá hesum fólk-
um, um ikki so nógv ár, tá
tey ikki orka meira. Hver
skal tá hjálpa teimum!
M.a. tann spurningin fara
vit at seta landsstyris-
manninum í sosiaimálum,
Jákup Lindenskov, í
einum av komandi blødun-
um