Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 1979síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin DAGBLAÐIÐ OG FASCISMAN Dagblaðið vid Ola Breck- mann sum blaðstjóra er nú farið at rósa fascistiska stýrinum hjá Pinochet í Chile. Henda skriving kann ikki undra nakran, sum hevur fylgt við gongdini í fólkaflokkinum síðan Óli Breckmann gjerdist blaðstjóri á Dag- blaðnum. Tað er tí fyri so vítt lítil fynd í at viðgera hesa skriving nærri — vilja fólkafloksmenn lata blað teirra bera i bøtuflaka fyri einum fascistiskum stýri er tað teirra sak. Men tá Dagblaðið nýtir beinleiðis ósannindi í sínum virk- semi fyri at pynta uppá Pinochet, eigur tað at verða átalað. Dagblaðið roynir at fáa tað at síggja út sum um tað var tann sosialistiski politikkurin hjá Allende sum beinleiðis var orsekin til eina inflatión uppá 300% sum (citat) undir stýrinum hjá marxistin- um Allende gjørdi til veruna hjá bæði løntakar- um, fyritøkum og brúkar- um til eina marru«. Hetta er ikki beint. „Hevuðsorsekin til teir bú- skaparligu trupulleikar- nar hjá Allende-stjórnini var ekonomisk sabotaga móti chilenska búskapin- um. Henda sabotaga varð sett í verk av chilenska borgaraskapinum og stuðlað av USA. Sum demi um hesa sabotagu kann verða nevnt, at heilsølumenn og innflytarar hildu vørunum aftur, soleiðis at stórt verutrot gjerdist. Hetta førdi sjálvsagt til ovur- hegar prísir og svarta- bershandil. Eitt annað dømi um hesa sabotagu vóru tey umfatandi buskaparligu tiltøk, sum USA fekk sett i verk ímóti chilenskum uttanrikis- handli. Hesi tiltøk raktu chilenska åtflutningin meint eins og meguleikar- nir hjá Chile til at taka lán uttanlendis vórðu skerdir. Vit kundu nevnt mong onnur demi um tað mót- stødu, sum lógliga valda stjórnin hjá Allende fekk frá chilenska eins væl og internationala kapital- valdinum, men hetta kann vera nóg mikið fyri hesa ferð. Av sterri týdningi er at fáa sligið fast eina ferð enn, at stjórnin hjá All- eade var lógliga vald og at hon varð frákoyrd á ólóg- ligan hátt. Harnæst eigur at verða mint á, at stýrið hjá Pinochet er eitt hitt mest harðrenda í heimin- um, so kunnu Friedmann og Breckmann rósa hon- um so nógv teir nú vilja. Til endans er bert at spyrja, hvat vit kunnu læra av tí skriving, sum Dagblaðið hevur havt fyri í seinastuni. Hon vísir okkum fyri tað fyrsta, at Dagblaðið og ein av fólkafloksins tingmonnum fegnast um, at ein demokratiskt vald- ur forseti verður tikin av døgum og tingið í viðkom- andi landi avtikið, bert tí at tann førdi politikkurin ikki hóvaði kapitalvaldin- um. Fyri tað næsta ger henda skriving tað, at vit mugu spyrja okkum sjálvi um restin av tí føroyska fólkaflokkinum tekur undir við teimum anti- demokratisku sjónarmið- um, sum eru komin fyri dagin í hesari somu skriv- ing Jóannes Dalsgaard Tveroyri heldur tú ikki TANN GÓÐSKA OG TRYGGLEIKI ÚR SVORÍKI uu i VÆLKENDI OG ROYNDI Bilarnir eru á goymslu — komið og roynið teir SAAB SERVIC YVIRI VIÐ STROND TLF. 15054 some AE AAA AAA AAA AA GS