Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SG H i Nr. 83 — 27. oktober 1979 kundu verið hjålpt heima sosialurin Psykiatriska deildin á Landssjúkrahúsinum: Nógv sum verða innløgd Tørvur á eini psykiatriskari heimasjúkrasystur Umleið tveir triðingar av ollum innleggingum á psykiatrisku deildini á Landssjúkrahúsinum í 1977 vóru akuttar innleggingar. Hetta talið kundi verið munandi minni, um vit høvdu eina psykiatriska heima- sjúkrasystur. Í dag er eingin tilik i Føroyum. Tað eru starvsfólk, sum arbeiða á psykiatrisku deildunum, sum hava gjørt hesa kanning. Tað er greitt, at var ein heima- sjúkrasystur, sum kundi vitjað psykiatriskar sjúk- lingar í heimum teirra, hevði tað í forum verið heilt óneyðugt at inn- leggja fleiri sjúklingar., Tað vísir seg eisini, at tað ferð eftir ferð eru teir somu sjúklingarnir, sum verða innlagdir á psyki- atrisku deild. Hetta kemst m.a. av, at tá teir verða út- skrivaðir eftir styttri sjúkralegu, hava nógvir trupult við at laga seg til viðurskiftini heima og koma fyri seg aftur. Ynskja psykiatriska heimasjúkrasystur Eisini í hesum ferinum hevði ein psykiatrisk heimasjúkrasystur verið ein stórur stuðul, tí hon hevði kunnað hjálpt sjúk- linginum soleiðis, at hann kundi havt lættari við aft- ur at laga seg til viður- skiftini heima. Á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum hava starvsfólkini tosað nógv um spurningin við eini psykiatriskari heima- sjúkrasystur og tað er einki dulsmál, at hetta er eitt av. teimum ynskjun- um hjá starvsfólkunum á deildini. Góðar royndir í Danmark Í fleiri kommunum í Danmark hava tey havt skipanir við psykiatrisk- um heimasjúkrasystrum, og hava tey havt ógvuliga góðar royndir av hesum. Eitt av úrslitunum við tilikum skipanum er, at tað eru færri og færri a- kuttar innleggingar. Har- afturat hava sjúklingarnir betri meguleika at koma fyri seg aftur eftir eina sjúkralegu. Í dag eru 4 deildir við umleið 80 plássum á psykiatrisku deildini á Landssjúkrahúsinum. Tann seinasta deildin varð tikin í nýtslu í 1973. Sum steðan er í Feroyum í dag, har tað bert eru tvey rekt- arheim, liggja rættiliga nógvir rektarsjúklingar á psykiatrisku deild. Tey flestu av hesum eru eldri fólk. 1/4 eru rektar- sjúklingar Tað eru umleið 20 rektar- sjúklingar á psykiatrisku deild í letuni, t.v.s. fjórð- ingurin av ellum sjúkling- um á hesi deildini eru rekt- arsjúklingar. Harafturat kemur, at deildin dagliga fær upp- ringingar frá fólki millum 75 og 85 ár, sum ikki klára seg heima, ella har familj- an ikki hevur umsteður at taka sær av teimum. Hesi fólkini ynskja at koma út á sjúkrahúsið til umlætt- ingar. Er pláss fyri teim- um, so verða tey innløgd, men tey nógvu sleppa ikki inn vegna plásstrot. Í dag eru 10 fólk í hesum aldurs- bólki á bíðilista til psyki- atrisku deildina. Óheppið Tann stóra tilgongdin av PPPPPTT TI I DELE #4 LL 1445 24 243 PRT TIE 22 558 75 PØRPPPTTTT 11 L1AE 2 1151353542ð Pr rektarsjúklingum til psykiatrisku deildina hev- ur við sær, at tað ofta er yvirbeleggningur á onk- rari av deildunum. Hetta er ógvuliga óheppið, tí teir psykiatrisku sjúklingarnir eru oftani ógvuliga við- kvæmir. Tað at hava so nógvar rektarsjúklingar krevur eisini nógv av starvsfólk- unum. Fyri tað fyrsta hevur psykiatriska deildin als ikki status sum rektar- deild. Nógv av teimum amboðum, sum annars hoyra til eina rektardeild, eru tí ikki á psykiatrisku deildini. Ynskja fleiri starvsfólk Normeringin av starvsfólkunum á psyki- atrisku deildini er ikki broytt tey seinastu 6 árini. Hetta er ikki gjert, hóast frítíðin er longd og arbeiðstíðin stytt. Psyki- atriska deildin hevur á hverjum ári sekt um, at tað verða sett fleiri fólk men hetta ynskið er ongantíð gingið á meti. Í dag arbeiða 28 pleyg- arar og 35 sjúkrasystrar á psykiatriskari deild. Ynski hevur verið um at fáa 3 sjúkrasystrar og 2 pleygarar afturat. Mugu útskriva psykiatriskar sjúklingar Av tí at talið á rektar- sjúklingum á psykiatrisk- u deildunum er so stórt, mugu tey ofta útskriva psykiatriskar sjúklingar Síða 3 eftir stutta tíð. Tað er ógvuliga trupult at fáa rektarsjúklingarnar inn á ellis- og rektarheimini. Ein orsekin til tað er, at bíðilistarnir til rektar- heimini eru langir. Har- afturat kemur, at rektar- heimini heldur taka rektarsjúklingar heiman- ífrá, enn frá Landssjúkra- húsinum. Verða verandi Sum heild má tað sigast at vera ein byrða hjá psyki- atrisku deildini at skula taka sær av so nógvum rektarsjúklingum, nú hendan deildin ikki er ætlað til rektarsjúklingar. Men onkunstaðni skulu rektarsjúklingarnir vera. Tí hevur tað verið roynt at taka rektarsjúklingar á psykiatrisku deild ofta bert fyri eitt styttri tíðar- skeið. Men ólukkan við hesum er ofta tann, at eldri rektarsjúklingar hava oftani ikki nakað stað at fara heimaftur til, og tí verða tey verandi á psyki- atrisku deildunum til ein onnur loysn verður funn- in. Barn deytt av meningitis: Barna- garður í Havn stongdur Mikumorgunin doyði ein fýra ára gomul smágenta í Havn. Orsekin var ein menin- gitis-tilburður. Av tí at gentan gekk í Drotning Ingridar Barnagarði, heilsumyndugleikarnir hava avgjert at steingja barnagarðin í eina viku. Hósdagin upplýsti landslæknin, at steðan var undir steðugum eftirliti og at tiltek eru sett í verk fyri at forða smittu. Soleiðis hava systkin og foreldur at bernum, sum ganga í barnagarðinum, fingið heilivág. Harafturat hava megulig systkin fingið áheitan um at halda seg burtur frá skúla í eina viku. Vanliga eru einir triggir tilburðir av meningitis árliga.