Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 27. oktober 1979 sosialurin Síða 9 Veitst tú, hvussu pappír verður gjørt? Ráevni til pappír kann vera: træ, toykloddar, hálmur ella gamalt pappír. Framleiðslan úr træ: Træið verður høgt og rivið sundur í heilt smáar spønir. Spønirnar verða síðani kókaðar til ein tjúkkan greyt, við hvert verður eisini lím koyrt í henda greytin. »Trægreyturin« verður síðani smurdur tunt út á nakrar plátur, hvar vatnið setir frá. Síðani verða pláturnar trystar igjøgnum eina pressu av heit- um jarn-rullum, so at tær torna. »Greyturin« er nú vorðin til pappirs-ørk. (Alt hetta verður nú á døgum gjørt við stórum maskinum á pappírsverksmiðjunum). Á nøkulunda sama hátt verður pappír eisini gjørt úr hálmi ella kloddum ella gomlum pappíri. Tað fínasta og sterkasta pappírið verður gjørt úr toy-kloddum. UMAFTUR Vit seta krossorðagátuna úr seinasta blað í eina ferð afturat, tí av misgávum var ovasta puntarað ikki komið við. Sendið loysningin til okkara innan leygardagin komandi. Tey, sum kanska longu hava sent, verða sjálvandi eisini við í lutakasti um ein vinning. Tvør |59Á TE: ormar AR i | rr V At ÁLVA AS TUR i | NAVN (7 LAND | 1 få þú |sxripa (Asta } JA } | | LÆRU-| Í GREIN | 2 ) 11] ÁVIRK | ÞANSKT DRENG) | AN | | | lA- NAVN | ELDAR BÓK. | 7 Sá Bel NiR SR peny fø KR i i ja KLÆÐI í SOS N KORT GUÐA- Í NE | sp NAVN | | SP;x. VIT GERA SJÓN LEIKA - DUKKU. TO SKALT BRUK: EIN GRAN SOKK- SAKSE - NA OG 7RAÐ - KNAPPER - TØGV. / OG WKA So 77 STÍkK HONDINA SOKKIN E/NSGRARNAR EG VERÐUR nål VANDI I SEYMB KNRPP i, DN » FN + FIN: å å 4 mm” > LOYNIHELLID eftir J. M. Neale Pambo Framhald 6. partur Jóhannes setti seg saman við báðum systkjum sínum á máttuna. Faðirin og móðurin settu seg varis- liga á teir báðar stólarnar. Kurvamakarin styðjaði seg upp við durastavin. „Eg haldi, at vit skulu gera skjótt av. Kanska koma rómverjar longu her í morgin ella í ovur- morgin. — Fyrst og fremst vil eg vita, um tú veitst eitt skýli, sum er lætt at koma til hiðani? — Tí vit megu eisini alla tíðina sleppa eftir mati og vatni«, segði Basilius. Pambo hugsaði seg um. >Ég hugsi, at eg kenni júst tað rætta staðið til tykkum“, segði hann. „Ríða tit longur vestureftir ímóti tí næsta gróðrarblettinum, so er hegrumegin getuna einastaðni eitt helli, sum er so væl fjalt, at tað er næstan ómeguligt at finna tað. Vatn er eisini nær- hendis, men — hellið hevur ikki gott orð á sær…« „Gott orð?< spurdi Basilius. >Hvussu meinar tú?“ >Tað er ilt at siga«, svaraði Pambo. »Summi siga, at gudurin Pan heldur til har viðhvert, summi siga, at har spekir. Men hvussu er og ikki, eitt er vist: Tað er neyvan nakað fólk her í gróðrarblettinum, sum torir vága sær hagar, tá myrkt er vorðið, og tey eru heilt fá, sum tora tað á degi eisini! »So er hatta júst tað rætta staðið til okkum! Skuldu kristin fólk ikki tora at tikið ein dyst við djevulin og allan atburð hans!< segði Basilius. »Men hvussu finna vit hatta helli8?« >Tað er ikki so torført — ti eg ætli mær sjálvur at fylgja tykkum. Eg má royna at beta um óblíðskapin, tá ið tit komu!< flenti kurvamakarin. >Men fyri at eingin skal fáa illgruna, so haldi eg ikki, at vit skulu fylgjast út úr bygdini. Tað er best, um tit fara longu nú seinnapartin og taka leiðina vestureftir ímóti tí næsta gróðrarblettinum. Tá ið tit eru komin umleið 100 stadiur hiðani, steðga tit. Tveir ella tríggjar tímar eftir sólsetur fái eg tykkum aftur, og so skal eg fora tykkum til hellið. — Hava tit nóg nógvar kyndlar?« spekilsið Jú, tað hevdu tey, helt Basilius. >Ég dugi ikki nóg væl at takka tær, Pambo«, segði hann. >Vit skulu gjølla fylgja ráðum tínum. So kunnu vit tala víðari um alt í hellinum. Men eitt afturat, Pambo: Peningi skal tær ikki vera tervur á, eg havi nóg mikið við mær«. >Tað er gott«, helt kurvamakarin. »Tad lættir í hvussu er nógv um«. Flóttafólkini fingu sær ein bita, prátaðu eina letu afturat við Pambo og fóru síðani avstað. Euthymius og 7. partur: Ein tíma áðrenn sólsetur komu flóttafólkini til tað plássið, tey høvdu avrátt við Pambo. Tey steðgaðu og leitaðu sær eftir einum staði, har tey kundu krógva seg so mikið, at ikki ferðafólk, ið komu fram- við, beinan vegin sóu tey. Men har tyktist ikki at vera nakað, tí allastaðni var nærum heilt slætt, men eitt sindur burturfrá — umleið ein tíma at ganga lógu tey brettu fjøllini. >Ég hugsi, at tað er har, ið hellið er!< helt Basilius fyri. »Og eg hugsi, at tað er best, um vit leita okkum yvir hagar, harri«, skjeyt Difilius upp. >So kundi eg komið yvir aftur higar at bíða eftir kurvamakaran um. Eitt fólk er ikki so skjótt at fáa eygað á, sum eitt heilt kamelfylgi« „Gott hugskot<, svaraði Basilius. >Lat okkum fara!a i Beint fyri sólsetur komu tey yvir til fjøllini, løgdu seg i ein trongan dal. Difilius fór str: aftur. Tveir tímar seinni kom Pambc einum esili. Og hálvanannan tíma seinni 1 Dif ius og hann titel son lau í dalinum og bíðaðu »Stadid er væl valt«, segði hann. »Høvdu tit hildið tykkum eitt sindur sunnari, var tað betri, men tað ber eisini væl til at halda fram higar iðanef Tibetur er månalysi«