leygardagur 27. oktober 1979síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Handilsvirki fyllir 90:
Nr. 83 — 27. oktober 1979
Hava havt smirils-
avgreiðslu sidan
Gomul mynd av handilshúsunum á Melini
Mánadagin eru 90 ár síðan
at hurðarnar í handlinum
á Mølini í Skálavík vórðu
latnar upp.
Sosialurin hevur havt
eina samreðu við Viggo
Dalsgaard, sum í dag rek-
ur handilin, um handilin
og um onnur viðurskifti.
Hver byrjaði at handla
her?
— Tað var pápin, Axel
Valdemar Dalsgaard, sum
blaðungur hevði verið í
handlinum hjá Mortensen
og lært seg eitt sindur.
Hetta var í 1887-88 og árið
eftir bygdi hann hendan
handilin, sum var ein
úthandil hjá Mortensen.
Tað vanliga var, at
handilsvirkini áttu út-
handlarnar, men her var
tað soleiðis, at pápin átti
sjálvur bygningin. Men
kortini kann man kalla tad
uthandil. Hann fekk i
hvussu er alla vøruna frå
teimum.
Fyri 2800 kr. i varu
— Eg veit fyri vist, av ti at
vit hava ta fyrstu bókina,
at veran kom 29. oktober.
Eg siggi eisini í bókini, at
tann fyrsta sendingin var
fyri 2800 kr. Tað hevur
verið ómetaliga nógv tá.
Tað var skipið Slangan,
sum kom við varuni. Ein
av okkara bestu sjómonn-
um, sum vit hava átt,
Kvívíks-Jógvan, førdi
Slanguna. Hon kom vid
allari vøruni til Smiril
kom.
— 18. november 1896
var Smiril fyrstu ferð í
seguni her á víkini. Tað
var Mortensen-handilin,
sum átti hendan Smiril.
Hetta handilsvirkið varð
grundað av tí sokallaða
Gamla-Mortensen, sum
var bóndasonur úr Øravik.
Hann var í kongaliga
handlinum í Klaksvík,
men tá kongaligi eina-
handilin varð avtikin í
1856, fór hann suður og
bygdi á Tveroyri í 1857
Tá pápin var har suðuri,
vóru tað synir hansara,
Petur og Niels Juel, sum
vóru teir leiðandi. Teir
vóru saman líka til 1911,
tá Niels Juel fór burtur úr.
Sannleikin er tann, at
Niels Juel fór burtur úr —
tað hoyrdi eg sjálvan
pápan siga frá honum
sjálvum — tí hann sá, at
tað bar móti endanum á
handlinum. Hann var
bæði klókur og virkisfúsin
maður. Tað vísir seg
eisini, at hansara virki er
til tann dagin í dag.
Hevði meiari
— Pápin handlaði so her.
Tað hevur sjálvandi ikki
altíð verið feitt. Tað er
ikki tí, at hann var pápi
mín eg sigi tað, men hann
var ein íðin maður. Hann
stovnaði eisini tað fyrsta
meiaríið í Feroyum. Eitt
meiarí, sum keypti mjólk
frá fólki og sum gjerdi
smer og ost. Hann byrjaði
við meiarínum í 1894.
— Á eini framsýning,
sum Rasmus Effersee
skipaði fyri á eini ólav-
søku í Havn seinast í hålv-
femsunum — tann fyrsta
framsýningin í Feroyum
— vann smerið hjá pápan-
um premiu. Meiaríið gekk
til 1915 og var tað
Mortensens-handil, sum
18
keypti alt smerið frá hon-
um.
Fyrsti kjøthandilin
— Pápin keypti eisini eina
rúgvu av kjeti frá fólki.
Eg hoyrdi aldri pápan tala
um tað, tí hann breggjaði
aldri av nekrum, men eg
hoyrdi einaferð Óla Groth
Johannesen úr Dali siga í
útvarpinum, at påpin
mátti vera fyrsti handils-
maðurin í Feroyum, sum
keypti skerpikjøt. Tað var
als ikki handilsvera fyrr.
— Eisini keypti hann
eina rúgvu av feskum
seyðakjeti, tí eg síggi, at
Dalsgarðsbóndin | hevur
ein dag selt meira enn 600
pund til hansara. Kroppar-
nir blivu skornir sundur
og saltaðir í tunnir og
brúktir til skipsproviant.
— Eg hoyrdi Heðin Brú
siga einaferð — tað var tá
pápin og mamman hevdu
gullbrúdleyp — at hann
mintist, hvussu nógv tað
hevði at siga, at bøndurnir
kundu fáa pengar fyri
kjetið.
» 3
>
Handilin á Mølini
heuði fyrsta
meiaríið í
Føroyum
Keypti eisini fisk
— Hendan handilsbékin,
eg nevndi, er ógvuliga
åhugavert. I henni kann
man t.d. síggja, hvussu
prísirnir hava verið tá. Eg
havi eisini ta fyrstu fiska-
bókina — pápin fór eisini
at keypa fisk beinanvegin.
Fiskurin kostaði trý oyru
pundið og ein skips-
troyggja kostaði 1,50
krónu, men eitt pund av
rísingrýni kostaði tólv
oyru. Eitt pund av rug-
mjeli kostaði nýggju oyru,
meðan eitt pund av fínum
mjeli kostaði ellivu oyru.
— Men sukrið var so
merkilig dýrt tá. Tað
komst helst av tí, at hetta
at gera sukur av rótum,
dugdi man ikki tá. Alt tað
sukur, sum var, kom av
Cuba. Lítið var til og
fraktin dýr.
— Í 1916 loysti pápin
seg frá Mortensens-handli
og handilin bleiv sjálv-
steðugur. Tá hann byrjaði
at handla var hann
ómyndugur og hevði ikki
loyvi at standa fyri handl-
inum. Eg síggi, at bókin er
autoriserað til Kathrine
Johannesen Dalsgaard
(Johannes Johannesen
Dalsgaards Enke) í
Skaalevig. Tað var sostatt
mamma hansara, sum
í
N
stóð fyri handlinum og
ikki sjálvt handilsvirkið á
Tveroyri.
Avgreiðsla
og posthús
—Nær komst tú sjálvur
uppí í handlinum?
— Tað var í 1930, men
eg hjálpti pápanum, frá tí
eg var óviti. Tað vóru
Hans bróður og eg, sum
skuldu royna hetta her, tí
pápin var blivin so ússa-
ligur og var sjúkur tá. Vit
vóru nakað leingi í felag —
til í hálvtrýssunum, tá
hann fór til Havnar.
— Men tit hava havt við
annað enn handil at gera?
— Ja, vit hava eisini
havt við skip at gera. Tað
kom av tí, at pápin ar-
beiddi fyri Mortensen,
sum átti Smiril til 1919, tá
teir seldu hann til amts-
kommununa — til landið.
Ja, avgreiðslan : hevur
verið her í húsunum frá
1896 og til dagin í dag og
er hetta nógv tann elsa av-
greiðslan í Føroyum.
— Hvussu ofta var
Smiril her á víkini?
— Ójavnt — til tíðir
tvær reisur um dagin. Fyri
suður- og norðurgangandi
sama dag. Men tað var
ikki altíð tespiligt at hava
Í nýggjari tid er sjålvtøkuhandil bygdur uppi