Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 27. oktober 1979 sosialurin Viggo Dalsgaard situr við kassaapparatið við Smiril at gera. Tá eg hugsi um tað nú, vóru túr- arnir ofta púra óforsvar- ligir. Líkindini vóru mang- an so ring, tá man fór um- borð, at tað var bara Vár- harra, sum helt sína hond yvir, at ikki fleiri ferðir skeddi mansskaði. Men tí- betur hendi tað ongantíð nakað. — Nær fingu tit vega- samband? — Skopunarvegurin varð gjørdur fyrst. Byrjað varð upp á hann í 1913. Tveir norðmenn komu hendan vegin og stóðu fyri arbeiðinum. Tað var jú púra ókent at gera veg í Feroyum tá. Hesir gjørdu so vegin gjøgnum Skarið í Skopun, men teir blivu innkallaðir, tá kríggið kom í 1914, og helt so Jens Marius, keypmaður í Skopun, saman við eðrum, fram og vegurin varð gjørdur liðugur. Hann hevði arbeitt hjá norð- monnunum og lært av teimum. Eystur um land kom vegurin fyrst í tjúg- unum — av Sandi til Skálavíkar og Húsavíkar. Og skeltið „Postverk Feroya< hongur á húsa- vegginum. Hvussu leingi hava tit havt postin? — Tað hava vit upp á ein máta havt síðan 1896. Í hvussu so er fyri 1900 hevur pápin fingið 45 kr. um árið fyri at vera post- útvekslari. Hann var ikki brævsavnari. Hesin, teir kallaðu postútveklslari, hevði skyldu at goyma post til móttakarin kom eftir honum. Útbering var eingin. Men í oktober 1918 bleiv pápin brævsavnari. Síðan havi eg havt tað, men nú hevur sonur mín Bjarni postin. Eg segði hann frá mær, tá post- verkið bleiv føroyskt. — Var tað tí tað bleiv feroyskt? — Nei, so avgjert ikki. Eg eri bara blivin ov gamal til tað. Altíð javnaðarmaður — Tú hevur havt áhuga fyri politikki, men hevur tú altid verið javnadar- maður? — Ja, tað havi eg verið. — Vart tú ungur, tá tú fekst áhuga fyri politikki? — Ja, so avgjert. Pápin helt Politiken, og tað mundi helst vera Radikala Vinstra hann helt seg til í donskum politikki, sum flestu háskúlamenn. Upp- runaliga var eg kanska nakað ávirkaður av tí »radikala« tankanum i Danmark — eg havi altid verid pacifistur — men seinri varð eg so ávirkaður av javnaðarhugsjónini. — Fyrstu ferð eg hoyrdi javnaðarmenn nevndar, var í Lyngsodde, sum ligg- ur á staðnum, har Lítla- beltsbrúgvin kemur yvir um á Jútlandi. Har búði farbróðir mín. Hann var Dalsgarðsbóndi einaferð í tíðini, men læt garðin frá sær. Eg var sum óviti og vitjaði hann saman við pápanum. Eg minnist so ógvuliga væl, at hann sat og prátaði við pápan, tá hann segði, at hann var javnaðarmaður, tí hann sá hvussu neyðugt tað var. — Eg minnist hann so týðuliga siga: >Ég hevði fult hús av børnum og ar- beiddi sum skógheggari hjá einum góðseigara. Eg fekk eina krónu um dagin og kann gott siga, at eg svav ongantíð, tí um næt- urnar var neyðugt at velta«. Hann hevði eitt húsmansbrúk. Var stillari hjá presti — Hesin farbróður mín var stillari hjá tí fyrsta prestinum, sum stilladi seg upp fyri javnaðar- flokkin. Presturin æt Dahl og var hann kirkjuráð- harri í stjórnini hjá Staun- ing frá 1924 til 26. Tað varð hildið sum nakað ræðuligt, at ein prestur var javnaðarmaður tá. Í hesi somu stjórnini sat Nina Bang, sum undirvís- ingarráðharri. Tað var hon sum í fólkatinginum setti fram uppskot um at fer- oyskt skuldi vera undir- vísingarmál. Hon vildi hava ta tiltiknu grein 7 burtur. Hesum hevði Andrass Samuelsen so nógv í móti, at hann fekk uppskotið niðurstemmað! Eitt »ediligt« rienniskja — I 1928 komu javnadar- menn fyrstu ferð inn á leg- tingið. Vart tú við í val- stríðnum? ; — Nei, eg valdi fyrstu ferð, tå Jóan Petur David- sen kom inn i 1936. Val- rættaraldurin var tå 25 år. — Hevur tå kent odda- menninar i flokkinum? — M.a. kendi eg Petur Mohr Dam væl. Tad var eitt »ediligt« menniskja. Hann var sum ein leidari skal vera. Vit hildu hann ofta loypa fram av, men seinri så man, at tad gjørdi hann ikki. Hann var politikari — av lívsins bitru royndum. Hann hevði ein strævnan upp- vøkstur. Påpin gekk burtur og mannan var deyðsjúk, so har var neyð og elendigheit. Vaknaði tíðliga — Eg átti einaferð eina góða vinkonu, sum nú fyri mongum árum síðan er deyð. Hon æt Martina Vintereig og var úr Skop- un. Eg hoyrdi hana ongan- tíð nevna nakað um poli- tikk, men einaferð, tá Pet- Soleiðis síggja handilshúsini út í dag UV ER ur Mohr Dam var blivin løgmadur, eftir at javnaðarflokkurin = hevði trumftað fólkapensiónina igjøgnum, sigur hon við meg: >Petur Mohr Dam hevur livað eitt ríkt liv«. Sjálvur sigur Viggo, at hann skilti ikki rætti- liga, hvat Martina hugs- aði um, men so greiddi hon honum frá, at hon sum ung var og tænti í Havn hjá Niels Johannesen, tá pápi hennara bað hana koma suður og hjálpa til í barna- heiminum hjá Petur Mohr, tí standurin var so ringur. Hon so gjerdi. Víðari greiður Viggo frá: — Og hon segði mær, at hon mintist ein dagin, tá Petur Mohr var tólv ára gamal. Hann var longu tá sjúkur í rygginum og ork- aði illa at bera, men hann mátti, ti livast skuldi. Hann var so lítil, sum hann sat á torvkassanum og læt seg í. Mamman lá inni í kamarinum. Bernini gingu á gólvinum. Tað ynskta mundi vera í vøggu. Meðan hann sat og skøddi seg, tå græt hann og sigur: »Tad veit Gud, at um eg sleppi at liva, so skal eg halga mitt liv til at stridast fyri, at fadirleys og einkjur skulu fåa tad frægari, enn tey hava tad i dag«. — Hendan konan segåi mær, at hon kundi ikki gloyma hetta, sum hesin litli drongurin segði. Og nå upplivi eg tad, sigur hon, at hann hevur fingið hetta igjøgnum — hetta vælsignaða — fyri meg og onnur. — Eg má siga, at tað var so grípandi at hoyra hana siga hetta. Hon hevði upplivað alt. Hetta ON er satt. Hetta er ikki agita- tion. Ikki hugtikin Nekur vóru misnøgd við, at javnaðarflokkurin fann sær aðrar samstarvsmenn enn sambandsflokkin. Hvat tókti tær tað? — Eg skal ikki dylja nakað. Eg segði tað við Heðin Klein fyri seinasta logtingsval, at eg var alt annað enn hugtikin. Tað er kanska tí, at man er blivin so gamal og kon- servativur, men tann dag- in tá Adolf Hansen kom til Havnar við ellum út- róðrarflotanum, var eg glaður um, at tjóðveldis- menn hevdu fingið munn- kurv. Eg segði við Heðin, at teir hevdu útnyttað steðuna kyniskt. Ikki fyri at hjálpa Adolf Hansen ella útróðrarmonnunum, men bert fyri at grugga í rørdum vatni. Tað var gott, at tjóðveldismenn sótu við ábyrgd tá. Nakað nógv spæl — Hvat heldur tú um sam- bandsflokkin í dag? — Eg skal einki ilt siga um formannin, Paula Ellefsen, men man kennir ikki sambandsflokkin aft- ur í dag. Sambandsmenn hava altíð verið konserva- tivir, men man hevði ta fatan, at lítast kundi á tað, teir fingust við. Ta fatan havi eg ikki í dag. Tað er sum um ta nógva bert er spæl fyri Paula. Eg trúgvi ikki, at hann persónliga er nakað óargadýr, men hann er ógvuliga eirindarleysur. Men tað er rímiligt tað, sum hevur gjert, at hann hevur fingið flokkin so langt fram. Síða 11 Nógvir sandoyingar á háskúla Annars greiðir Viggo frá, at nógvir sandovingar leit- aðu á danskar háskúlar og at Sandoyggin hevði egið bókasavn í 1870-unum: — Sjálvur var eg á Fer- oya Fólkaháskúla veturin 1930-31. Tá vóru Rasmus og Símun har og var hetta ein minnisrík tíð. — Hetta at fara á há- skúla, hevur so at siga sín uppruna her í Sandoynni. Fyrsti feroyingurin, sum var á háskúla í Danmark, var úr Havn, men mamm- an var av Sandi. Hon æt Betta av Húsum. Tann næsta, sum var á háskúla, var Hilda í Skemmuni. Hon åvirkadi nógv fólk at leita á danskar háskúlar, áðrenn tann feroyski háskúlin kom. — Eisini hugsi eg, at ein prestur, Jensen, virkaði nógv fyri tí og mundi eggja nógvum til at fara. Hesin setti annars spor eftir seg, tí hann stovnaði eitt bókasavn heima á Sandi. Eg havi sæð onkra av teimum bókunum. Í henni var eitt runt stemp- ul. Á tí stóð Sande Præstegjælds Folkebiblio- tek. — Men eitt bókasavn er nú soleiðis, at verður tað ikki røktad, hvervur tað. Eingin hevur verið at tikið eftir hann sum bóka- verður. Hesar bøkur vóru allar fyrsta-floks, og hava tær ivaleyst sett síni spor, tí eg veit um nógv eldri fólk, sum sótu og fortaldu segur fyri børnunum. Og hetta hevdu tey úr bókun- um frá hesum bókasavnin- um, endar Viggo Dals- gaard samreðuna við Sosialin.