Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

men Nr. 84 — 31. oktober 1979 sosialurin Sida 3 Stjórin á Telefonverkinum, Sólbjørn Jacobsen: Kostar útvið 100 mill. t flyta telefonstóðina Tórshavnar kommuna kemur helst at gjalda rokningina — Eg vil meta, at tað fer at kosta útvið 100 mill. kr., um vit skulu flyta telefonstødina og byggja eina heilt nýggja stoð uttan fyri Havnina. Soleiðis sigur stjórin á Telefonverkinum, Sól- bjørn Jacobsen i samrødu vid Sosialin. Hann sigur hetta i samband við ta av- gerð, sum varð tikin á bý- ráðsfundi í Havn seinasta hóskveld. Tá samtykti ein meiriluti av býráðslimun- um at sýta Telefonverk- inum byggiloyvi á ekinum eystan fyri núverandi Telefonsteð. Uppá fyrispurning, hví hann ikki ynskir at flyta telefonsteðina út um Havnina, sigur Sólbjern Jacobsen, at hetta fyrst og fremst er ein kostnað- arspurningur. Fyri trimum árum síðani gjerdi Telefonverkið eina meting av, hvat tað fer at kosta í meirkostnaði at byggja eina nýggja steð uttan fyri Havnina. Teir komu tá til talið umleið 45 mill. kr. Hetta tal kemur at liggja nógv hægri, um telefonin skal flyta í dag. Tað at byggja eitt heilt nýtt telefonkompleks uttanfyri Havnina, eyka- útreiðslur, sum standast áv at umleggja sjálvt kað-= al-netið og harafturat prís- hækkanir, fer helst at kosta útvið 100 mill. kr. tá avtornar. Sama steða í Holbæk Sólbjorn nevnir í hesum sambandi, at KTAS í Hol- bæk í Danmark hevur verið í júst somu trupul- leikum, sum Telefonsteðin í Havn er í í dag. Har fingu teir ikki loyvi til at byggja uppí verandi bygning, og teir gjørdu eina kostnaðarmetan av, hvussu nógv tað fór at kosta at flyta út um býin. Úrslitið var umleið 70 mill. kr. Hetta var fyri hálvum eðrum ári síðani. — Eg haldi, at henda metan er rættiliga áhuga- verd, tí hon víkir ikki so nógv frá okkara, sigur Sól- bjørn Jacobsen og leggur afturat, at endin var at Telefonstødin i Holbæk fekk byggiloyvi. Teir Sélbjørn Jacobsen: — Uttan iva kemur Tórshavnar kommuna at gjalda kostnaðin av at skula flyta telefon- steðina lógarkenu gjørdu komm- ununi greitt, at tad bleiv hon, sum skuldi gjalda út- reiðslurnar í samband við at flyta stødina. Havnar borgarar gjalda flytan Uppá fyrispurning um tað verður Tórshavnar komm- una, sum kemur at gjalda kostnaðin av eini flytan, sigur stjórin á Telefon- verkinum, at tað kemur hon uttan iva, tí Telefon- stoðin hevur hildið seg innanfyri karmarnar, sum eru settir í almennu byggisamtyktini, men fær kortini ikki byggiloyvi. Ein varandi loysn Rættiliga nógv hevur verið tosað um, at fær Telefonsteðin byggiloyvi í miðbýnum, so er hetta bert enn ein fyribilsloysn. Spurdur um talan er um eina fyribilsloysn, sigur Sólbjern Jacobsen, at tað er tað als ikki. Har- afturímóti er talan um varandi loysn, um Telefon- steðin fær loyvi at byggja á umredda eki. Sambært tekningarnar til nýggja bygningin verður tekt pláss til at leggja um til nýggjan teknikk um eini 10 til 15 ár, tá tervur er á hesum. Tann tekniski útvikl- ingurin gongur so mikið skjótt, at tekt pláss vil hava nógv sterri virði um eini 10 til 15 ár, enn tað hevur í dag. Tá fer útgerð- in til nógv fleiri felagar at rúgva nógv minni upp, enn ein stød ger i dag. — Er eingin møguleiki at útbyggja í verandi bygninginum? — Tað hava verið mogu- leikar at økja um verandi bygning. Telefonsteðin sekti í 1973 um at byggja eina hædd afturat, men býráðið vildi ikki ganga hesi umsókn á meti. Misrekt Vi' spurdu at enda Sól- bjern Jacobsen, um hann ikki sjálvur heldur tað vera spell, at ein stórur partur av miðbýnum í Havn er broyttur frá gomlum træhúsum til stórar betongbygningar, og um tað ikki hevði verið betur at latið henda kanska seinasta grena blettin ligið órerdan. Sólbjorn Jacobsen: — Tey, sum hava starvast á Telefonverkinum tey sein- astu 30 árini, siga, at síð- ani kommunan ognaði sær Sloans og Heinesens hús, eru hesar ognir farnir í misrekt. H. J. Højgaard, fyrrver- andi yvirlærari, búði har og royndi at hampa um, men síðani hann flutti, er einki gjert fyri at hampa um urtagarðarnar framm- anfyri húsini. Vakurt hús Eg vil leggja dent á, at tann bygningurin, sum vit hava skotið upp at byggja, liggur í linju við" verandi hús, t.v.s., at tað verður ikki tikið av urta- gørdunum. Telefonstødin hevur havt tvinnanda uppskot til ein nyggjan bygning. Tad fyrra uppskotid luk- aði ikki allar reglurnar i almennu byggisamtykt- ini, men hetta húsið var eitt vakurt hús — ikki heilt ólíkt legtingshúsun- um í dag. Vit fingu eitt nei frá byggi- og býarskipan- arnevndini, tí ábyggingin var nekur fá prosent sterri enn ásett í byggisamtykt- mi Seinna uppskotið er eisini ein bygningur, sum er evnaður til, so hann fellur saman við umhvørv- inum, hóast hann ikki hóskar so væl sum hitt fyrra uppskotið. Hetta seinna uppskotið lúkaði allar treytirnar fyri at byggja í miðbýnum. Altid fúsir at samráðast Vit hava altíð verið fúsir til at samráðast, t.d. er einki til hindurs fyri at lækka bygningin ein met- ur, og at kjallarin ikki verður bygdur i Nólsoyar Pállsgetu. Hetta vóru spurningar, sum býráðs- limirnir reistu á fundinum seinasta hóskveld, men tílík viðurskifti eru ongan- tíð reist yvir fyri Telefon- verkinum av byggi og byarskipanarnevndini, so- leidis, at vit hava kunnad gjørt eitt betri uppskot, sigur stjørin å Telefon- verkinum at enda. Norðmenn og danir bjóða føroyingum: kanningar Ætlaða vatnmegiútbygg- ingin hjá SEV, sum er út- sett í eitt hálvt ár, verður nú kannað av limunum í nýggja orkuráðnum. Í hesum sambandi kann nevnast, at bæði norð- menn og danir hava sagt seg vilja gera kanningar fyri foroyingar — ókeypis. Hetta kom fram á el- kaðalfundinum, sum varð hildin í Oslo fyri stuttum. Tað vóru umboð fyri NVE, Norges Vassdrags- og Elektrisitetsvesen, sum á hesum fundinum søgdu at teir kundu gera tekniskar og økonomiskar metingar av projektum, sum høvdu vid vatnorku at gera. Hetta vilja teir gera ókeypis. Á fundinum kom eisini fram, at danska felagið ELSAM kann gera kann- ingar og metingar av teirri órkúútbygging, sum hev- ur við kol og olju at gera. Til hetta hevur danska fe- lagið ta neyðugu ekspertisuna. Hetta vilja danir somuleiðis gera ó- keypis. Nú er tað so upp til landsstýrið og orkuráðið, um teir fara at taka av út- lendsku tilbodunum. Orkurådid skal nu kanna 10 åra utbyggingarætlan- ina hjå SEV anin umfatar utbygging av dieselverkum uppá umleið 20 MW, tað eru umleið 27.000 hestakreft- ir. Hin parturin av út- byggingin er umleið 30.000 HK og stavar tann orkan frá útbygdum og nýggjum um. Henda ætl- vatnmegiverk- Í samband við orkuút- bygging í Feroyum hevur verið nomið við spurningin um at útbyggja við einum kola: Ókeypis orku- kraftverki. Hetta varð m.a. fyri á panelfundinum, sum ein arbeiðsbólkur skipaði fyri fyrr í summar. Ein teirra, sum heldur, at vit eiga at byggja eitt kolakraftverk í Feroyum, - er Tormóður Dahl, verk- froðingur. Hann heldur, at eitt kolakraftverk uppá 50 MW hevði kunnað nøktad stersta partin av tervin- um Hetta kraftverk skuldi ligið í Suðuroynni, helst so nær kolanámun- um sum gjørligt. Tá spara vit nógvar flutningsút- reiðslur. ] samband við ætlanina at kanna meguleikarnar at fáa elkaðalsamband mill- um Ferovar og Island. hava íslendingar nú valt tríggjar limir í eina sam- arbeiðsnevnd, har foroyingar skulu limir. eisini velja