Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 84 — 31. oktober 1979 Norra. Tá Smyril næsta summar fer at sigla til Hanstholm, fer hetta óbeinleiðis at hava við sær meira arbeiði í bý- num. Hetta sigur borgar- stjórin í Hanstholm Chr. Hansen, í samreðu við Aktuelt. Hann upplýsir, at býráðið í letuni liggur í samráðingum úm at fáa fluttan fisk úr Før- oyum við Smyrli, so fiskiidnadurin kann fáa ráevni, tá fiskimenn- inir í Hanstholm eru raktir av veiðusteðgi. — Hetta kann fáa stóran týdning fyri meguleikarnar at fáa arbeiði her, sigur Chr. Yvirum ánna inní garðin Mánanáttina fór ein persónbilur útav í Fuglafirði. Bilurin fór fyrst yvirum eina á, síðani uppum ein garð og steðgaði ikki, fyrr enn hann stóð inni í ein- um urtagarði. Bilurin bleiv vrak og maðurin, sum koyrdi, varð fluttur á Lands- sjúkrahúsið. Hann fekk tó ikki álvarsligan skaða, upplýsir politiið í Runavík. Maðurin var einsamallur í bilinum. Eitt annað ferðsluó- happ var í Fuglafirði um vikuskiftið. Tað var fríggjakveldið. Tá fór ein fyrst inní ein garð og síðani yvirum vegin í ein húsvegg. Ein maður var í bil- inum og fekk hann kring oyggjarnar Smyril skapar arbeiðs- pláss í Hanstholm Fyri einum sløkum ári síðani byrjaði Scanline rutusigling millum Hanstholm og Kristiansand í Tá rutan byrjaði, helt Chr. Hansen, borgar- stjóri, reðu, og er myndin tikin tá Hansen. Borgarstjórin í Hansthom sigur, at samráðingar hava verið við Strandferðsl- una (sum í Aktuelt hevur tað skemtiliga navnið Strandfara Ship Landsinss) seinasta hálva árið. Mikudagin í síðstu = viku hevði býráðið vitjan av umboðum fyri Strand- ferðsluna. Tá bleiv av- tala gjørd um okkurt einstakt, sum var eftir. Chr. Hansen upplýsir, at talan var uppruna- liga eisini um Esbjerg og Hirtshals, men Hanstholm hevur fingið rutuna, tí býurin liggur so væl fyri. fleiri snuddir í hevdið. Bilurin fór illa. Politiið í Runavík tók fýra mans fyri at koyra við kenning um vikuskiftið. Breyt rút, fór innum og ringdi eftir politinum Beint eftir midnátt sunnunáttina vórðu rútarnir í úthurðunum í Sjómansheiminum og í einum handli í Klaks- vík brotnir. Tá herverksmaðurin hevði brotið rútin í handlinum, fór hann innum og ringdi eftir politinum. Hann segði, hvat hann hevði gjørt og, at hann skuldi bíða í handlinum. Stutt eftir kom politiið á staðið og handtók mannin. Diskotekklubbamálið: Nevndir í oðrum feløgum fara eisini at taka sær løn — Árni C. Joensen og Petur O. í Hoyvík høvdu ikki heim- ild til at taka sær samsýning fyri nevndararbeiði, sigur landsrætturin. Kortini góðtekur hann, at teir fáa 120.300 kr. fyri seinastu árini. — Kemur landsrætturin til ta niðursteðu, at tað er loyvt at taka sær samsýn- ing fyri nevndararbeiði, so er væntandi, at nevndar- limir í fleiri felogum fara at gera hetta. Og so fáa vit hópin av sakarmálum aftaná. Soleiðis segði Jógvan P. Lassen, sakferari hjá Discoteque Club, undir dómsviðgerðini av sakar- málinum millum felagið og fyrrverandi nevndar- limir tess, Árna C. Joen- sen og Petur O. í Hoyvík. Hóast teir tríggir lands- rættardómararnir vóru samdir um, at teir báðir saksøktu ikki høvdu heim- ild at taka sær samsyning uttan loyvi frå adalfundi, so góðtóku teir kortini, at Árni C. Joensen og Petur O. í Hoyvík ikki skula endurgjalda helvtina av teimum 240.600 kr., teir tóku sær í samsýning fyri árini 1975, 1976 og tann partin av 1977, teir vóru í nevndini. Góðtikin í 1975 Landsrætturin meinti, at teir báðir, Joensen og Hoyvík, sum teir blivu kallaðir undir teirri drúgvu viðgerðini av sak- ini, høvdu uppibornar 120.300 kr. fyri tey try seinastu årini. Teir høvdu arbeitt til frama fyri fe- lagið, hóast alt, og viður- skiftini millum teir og Havnar Klubba vóru góð. Samstundis skuldi havast í huga, at tað var Árni C. Joensen, sum var komin við hugskotinum at Framhald á síðu 13 Mogens Birch: Umroknað til timaløn høvdu teir rætt til stórri samsýning — Árni C. Joensen og Petur O. í Hoyvík kundu havt tikid sær sterri samsýning, um hon varð umroknað til timaløn, men har var rætt og slætt ikki meira at fáa. Teir hava sagt sum so: teir pengar, sum eru — tað er ov lítið — teir taka vit fyri arbeiðið, vit gera. Hetta segði sakferarin hjá teimum, Mogens Birch, tá dómsviðgerðin av diskotekklubbamålin- um var í landsrættinum. Mogens Birch segði, at tá samarbeiðið millum Havnar Klubba og Árna C. Joensen byrjaði í 1971, var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at fáa í lag eitt gott sam- arbeiði við politiið. Har- næst var Havnar Klubbi áhugaður at skipa fyri onkrum, sum gav pengar og fór fram í friði og náðum. Og hesum kundi Árni C. Joensen syrgja fyri Tá, í 1972, vóru øll væl nøgd. Men so, í 1974-75 kom »den Store Stygge Ulv«, sum Mogens Birch nevndi skattamyndug- leikarnar, uppi leikin, og kravdi tølini á borðið. Grannskoðarin hugsaði um seg sjálvan Tað var tí, roknskapirnir blivu gjørdir, segði Mog- ens Birch. — Men man eigur alla tíðina at hava í huga, at roknskapirnir eru gjørdir fyri at nøkta krevini = hjá skatta- myndugleikunum. Tá grannskoðarin í 1975 skrivar á roknskapin, at hann onga heimild finn- ur fyri, at nevndin hevur tikið sær samsýning, so er tað fyrst og fremst fyri at verja seg sjálvan. Men hetta verður nú brúkt móti nevndarlim- unum. Mogens Birch segði víðari, at aðalfundurin í 1977, sum hann kallaði »kvettid«, ikki hevði ført til nakra broyting. Tað var framvegis Discoteque Club, sum kom at gjalda lenina hjá Arna C. Joensen og Petur O. i Hoyvik. Hann metti, at arbeidid, sak- søktu gjørdu fyri Disco- teque Club, var fult arbeidi fyri ein mann. — Tað var eitt avgjørt krav frå Havnar Klubba, at tað skuldi vera eftirlit við diskotekinum. Og tá ein hevur ábyrgd, má ein eisini fáa goldið fyri tað. Mogens Birch segði at enda, at orsekin til, at teir gjørdu so skjótt av at appelera, var tann, at saksektu vildu ikki góð- taka, at teir hevdu ognað sær nakað, teir ikki høvdu rætt til. Jógvan P. Lassen: Arbeiddu fyri Havnar Klubba — løntir av Discotege Club Årni C. Joensen og Pet- ur O. i Hoyvik arbeiddu fyri Havnar Klubba. Men Havnar Klubbi læt Discoteque Club gjalda lønina hjå teimum. Hetta segði Jógvan P. Lassen undir dóms- viðgerðini í landsrætt- inum fríggjadagin. — Havnar Klubbi hev- ur brúkt Diskotekklubb- an sum objekt til at lena Arna C. Joensen og Pet- ur O. í Hoyvík, segði Jógvan P. Lassen. Hann nevndi hvussu góð »forrætn- ing«, Discoteque Club hevði verið fyri teir báð- ar fyrrverandi nevndar- limirnar. Við at brúka 168 dansikveld um árið sum grundarlag, kom hann fram til, at teir í 1975 fingu 547 kr. fyri kveldið, 624 kr. í 1976 og fram til aðalfundin i apríl 1977 fingu teir 890 kr. fyri hvert dansi- kveld. eisini, 100.000 kr. um árið Arni C. Joensen vildi ikki upplýsa fyri lands- rættinum, hvussu hann og Petur O. í Hoyvík býttu millum sín. Jógvan P. Lassen átók sær tá rætt til at ganga út frá, at Árni C. Joensen hevði fingið 2/3 og Petur O. í Hoyvík samsýningina 1/3. Síðani tók hann 140.000 kr. og legði aft- urat partinum hjá Árna C. og kom til tað úrslit, at hann, tey 5 árini í Discoteque Club, har hevði havt eina ársinn- tøku uppå slakar 100.000 kr. Tær 140.000 kr. fekk Jogvan P. Lassen vid at leggja saman ymiskar útreiðslur hjá Discoteq- ue Club, eitt nú leigu av tólum. Undir yvirhoyr- ingunum kundi Árni C. Joensen ikki greiða frá hesum útreiðslum, so Jógvan P. Lassen metti, at hann sjálvur hevði fingið peningin. — Árni C. Joensen hevur rætt til hesa leigu, men hetta vísir, hvussu - framúr góð forrætning, Discoteque Club hevur verið, segði Jógvan P. Lassen. Oneyðugt arbeiði Jógvan P. Lassen tosaði eisini um arbeiðið hjá teimum báðum fyri Discoteque Club. Hann segði, at eftir, hvat hann dugdi at síggja, vórðu teir lontir fyri know-how, samskipan og fyri at hava ábyrgd. Hann meinti tó, at arbeiðið hjá saksektu ikki var neyð- ugt fyri, at Discoteque Club kundi virka sum felag.