Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 84 — 31. oktober 1979 bøkur og blød Fiskivinna og fiskivinnu- mål — nu er fyrsta bindið komið Føroya fiskimannafelag hevur givið út Fiskivinna og fiskivinnumál 1940- 70, 1. bind, eftir Erlend Patursson. Annað bind kom í 1976 og vónir eru til, at triðja og seinasta bindið kemur um eitt ár ella so. Fiskivinna og fiskivinnumál er stór bók, 420 blaðsíður. Hon er prentað hjá Estra i Gøtu og kostar innbundin 100 kr. Hin reyda ryssan — nýggj feroysk barnabók Hin reyða ryssan eitur nýggj HÍN REYÐA føroysk Mondul nr. 2 i år Mondul, tíðarritið hjá Fornminnissavninum, - er komin út. Hetta er annað heftið í ár. Í Mondli hesaferð er annar partur av grein- ini hjá Adrian J. Been- hakker um hálendingar í Føroyum. Meira er um hálend- ingar. Jógvan Ravns- fjall hevur grein um eysturindiafaran »Walcheren«, sum fór á land norðan fyri Kvívík í 1667. Grein hjá Jógv- an kallast 1667, tað minniliga árið. Greinareðin um Kongaliga einahandilin heldur fram. Hesaferð skrivar Peter Kors- gaard um takstbroyt- ingina í 1723. Annars eru í Mondli tríggjar gamlar ljós- myndir. Ta á forsíðuni hevur Hans M. Debes, barnabók, sum er komin í hesi vikuni. Steinbjørn B. Jacobsen hevur = skrivað og Zacharias Heinesen teknað. Hetta er fyrsta bókin í eini reð, men hon kann sjálvsagt les- ast sum ein sjålvstød- ug bók. Hin reyða ryssan er 45 blaðsíður til støddar og hon kostar 32 kr. Føroya lærarafelag gevur ut. Skræddar Debes, tikid. Bárður Jákupsson er ritstjóri á Mondli. Eftirkomararnir hjá Hans Marius Debes hava latið Fornminnis- savninum tjóðbúna skræddarameistarans, verður upplýst í Mondli Færeske sluppfiskere endurprentað Bókin hjá Jóan Paula Joensen, Færeske sluppfiskere, er komin út aftur í endurprent- aðum líki, óbroytt í mun til fyrstu útgáv- una. Bókin, sum er dokt- araritgerð hjá Jóan Paula Joensen, kom fyrstu ferð út í 1975. Hon varð útseld eftir stuttari tíð. Færeske sluppfisk- ere er 254 síður og hon kostar 90 kr. Tað er Eli Joensen, sum gevur hana út. Framhald av síðu 6 Tað vóru fólk úr Vág- um, ið tóku seg saman, at fáa sett á stovn Keyps- samtøku har vesturi, teirra millum tey, ið longu vóru limir í Havn. Ég ivist í, at orsekin til, at tey vilja hava Keypssamteku, var tann at keypmaðurin har seldi íslendskt lambakjøt uttan vinning, heldur mundi tað vera tí, at tey sjálvi vildu vera við til at avgera, hvussu teirra krambúð skal vera, bæði hvat viðvíkur veruúrvali og prísum. Hetta kunnu tey igjøgnum teirra valdu umboð. At príslagið í Vágum er lækkað nú vísir einamest, hverja stóra uppgávu ein keypssamteka hevur har. Tað er eisini ógvuliga na- túrligt, at teir limir, sum fyrr noyddust tann langa veg til Havnar, nú keypa har vesturi. Aðalfundurin í Vágum vísti, at áhugin fyri Keypssamtekuni er stórur. Urslitið higartil vísir eisini, at limirnir framvegis fylkjast eins nógv um krambúð teirra og teir gjørdu fyrsta dag- in, hon varð latin upp. Keypssamtekan í Vág- um er talandi dømi um samanhald, tá ið eitt mál skal náast. Standið saman um tykkara krambúð, tit eiga ágóðan. Ein, ið vil Keyps- samtekuni væl POLITISKAR TONLEIKA - SENDINGAR I UTVARPINUM? Blaðstjóri Dagblaðsins kærdi seg herfyri uin polit- iska slagsíðu í útvarpin- um, og beyð seg fram sum evnið »sosialisma« fyri at viga upp móti Zakariasi Wang og Hans Holm, sum høvdu tosad um politisk evni i ut varpinum. Hóast útvarpið íkki legði seg fyri føturnar á Ola, so at lurt- ararnir kundu sloppið at frøtt seg vvir hansara stóra kunnleika til sosial- ismu (Bokassa, Idi Amin hevur tað tó gingið krovunum part víst á meti við snildisliga at lata partamannin fyrilesara um beinleiðis o.s.fr.), so Essa Arge fáa bestu senditið vikunnar, leygarkvøld, til eina tonleikasending, har luftaðir vórðu fólkafloks- politiskir lummaheimspek- is-bitar, sum eitt nå »um tu vilt hava nakran at gera nakad fyri teg, bid tå ein, sum hevur nógv at gera« — við eðrum orðum: samfelagið er býtt upp í tev dovnu sum onki tíma, og so tey idnu, røsku, (fólkafloksyvirmenniskj- uni). Annars var sendingin fylt við smáborgarligum hugleiðingum um samfelag og menniskju. Men eg haldi at vit eiga at frøast vvir tað fram- stig, at útvarpið er farið at nýta bestu senditíð vik- unnar til politiskar tónleikasendingar. Vit eru eisini onnur tónleika- og politiskt åhugadi, sum hava hug at sleppa framat og tosa um tónleikin og tað samfelag, hann virkar í. KEvnini kundu verið »følkatonleikur í kapital- ismuni«, »politiskur tónleikur og skaldskapur i Skandinaviu sidani seinna heimsbardaga«, >Tjóð- sangir og teirra hug- myndafreðisliga inni- halda, »Arbeidarasangir — symboldyrkan ella sosial- realisma<?, ella kanska »Die Fahne Hoch — livir germanska tjóðskapar- kenslan i okkum enn?« — ja, evnini eru nogv, so ut- varpið átti nú at farið at brotið upp um armar og fingið nakrar tónleika- sendingar, sum hevdu eitt veruligt innihald og kundu fingið fólk at skilt tónleik og sang í sterri mun sum eitt sosialt fyri- brigdi sum spælir ávísar leiklutir í einum samfelag, harimillum eisini politisk- arleiklutir. If vou want something done, ask BUSY MEN: [ff f———--—-—-—-—=…—…—……m—=…—=—…—S8(…—…—7é.C]0e 2 HVØR SKAL HAVA KOYRILIN? Fyrst vil eg ynskja Jåkupi Lindenskov, landsstyris- manni og partamanni min- um, hjartaliga tillukku vid fólkatingssessinum. Síðan má eg siga, at tað harmaði meg, tá ið hann kom við viðmerkingum til valið valnáttina. Tá vóru tað nøkur, ið fingu ótekk »fingu písk- in«, sum útvarpsmaðurin segði. Hetta hoyrdu eyst- uroyingar, ja, alt Føroya fólk. Um vit hyggja at viður- skiftunum í Eysturoy, so haldi eg, at tað eru fleiri enn javnaðarfólk í Eystur- oynni, ið treingja til at fáa koyrilin. Teir, ið manna brúnna á samfelagsskútuni, har ið nývaldi fólkatingslimurin er við og harvið er við at seta' út í kortið, hevur verið við at planlagt ta út- bygging av samfelaginum sum verið hevur. Vit megu spyrja okk- um, kunnu eysturoyingar vera negdir? Útróðrarmenn, ið stríð- ast fyri lítla løn, verða argaðir á tann hátt, at teir ikki fáa loyvi at lætta um sítt strev, við at nýta eitt net at landa feskan fisk við. Ógvuliga barnsligt. Hvussu hjá teimum, ið nýta trol og taka posar inn, ið viga fleiri tons, um- framt at hava drigið trolið aftan á sær í fleiri tímar? Bergholið igjøgnum Lorviksfjall, sum fleiri ferðir er viðtikið í løgting- inum einki rekist fyri. Øll vita, at mangan er tað fort fram, at Lorvíksvegurin er ógvuliga vánaligur, bæði krókutur og smalur afturat tí, at har er bjarg- lendi og stórur vandi fyri omanlopi, og menn bera ótta fyri, at vegurin, har ið brattast er, kann loypa oman. Hendan vegin ferðast fjøld av fólki. Rutusam- band til og frá Norðoyggj- um er eftir hesum vegi. Hetta bergholið átti fyri langt síðan at verið gjort, fram um mangt annað. Eysturoyingar hava í langt åramål hoyrt um eitt ” Ellis- og røktarheim sum skal gerast her i oynni, sum må vera åtrodkandi at fåa gjørt, hesum må vera brúk fyri í eini oyggj við so síórum fólkatali. Hin nógv umredda skúlaumsitingin, sum skuldi vera í Fuglafirði hvar man hon enda? Sjálvandi har sum summir vilja, at alt sum hevur við almenna umsit- ing at gera, skal vera. Hvar eru HF skeiðini ella hægru skúlarnir og teknisku skúlarnir. Ikki í Eysturoynni. Ásannast má, at Eyst- uroy, ið er ein føikarik oyggj, hevur verið fyri vanbýti. Hesi og mong onnur viðurskifti hesum víðvíkj- andi megu vit sum javnað- armenn leggja okkum í geyma. Jergin Thomsen —— NE HEILSUSYSTRAR, HVAR ERU TIT? Nú um dagarnar hava nógv foreldur — eisini vit tríggjar — fingið avboð frá heilsusystrunum. Tær kunnu ikki koma, verður sagt, tí tær hava sagt upp. Legið, hugsaðu vit, tí tað vísti seg, sum alt var í lagi, seinast vit sóu tær. Nú hava vit hoyrt, at tað er Býráðið, sum ikki vil seta tær eftir treytun- um hjá sjúkrasystrafelag- num. Skal hetta skiljast so, at Býráðið ikki vil gjalda tað, sum ein góð heilsusystraskipan kost- ar, so hava teir í hvussu so er hvorki skil fyri, hvat slík fyribyrgjandi heilsu- rekt hevur at týða fyri bernini ella fyri samfelag- ið. Alla aðra staðni vita fólk, at slíkt fyribyrgjandi arbeiði sparir mongdir av pengum seinni til viðgerð- ir av ymsum slag. Tað er nógv fyri, at menn sum ikki sjálvir vita, hvussu ringt tað mangan er at hava ábyrgdina av, at pinku- bern trívast, ferð eftir ferð skulu taka avgerðir í slík- um málum. Sum so ofta fyrr tá sparast skal, skera teir niður har, teir halda seg sleppa lættast frá tí. Í hesum feri fyribyrgjandi arbeiði, gjørt av kvinnum til frama fyri pinkubern. Í hesum máli er onki rúm fyri trætan um gott ella ikki gott, her ræður um lív, heilsu og trivnað hjá okkara pinkubørnum og: Vit góðtaka ikki, at Byrådid sparir tey sjúkari og okkum øll fátækari. Hvat siga Kommunu- læknarnir? Triggjar pinkubarnamammur