Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

pr AR eee Gl Hóskandi uttan- landsskip er besta loysnin Tann ekta uttanlandssiglingin hjá Smyrli fær avleiðingar fyri innanoyggja- siglingina? — Í semjuskjalinum millum lands- stýrisflokkarnar verður sagt, at eitt skip skal útvegast, sum skal loysa hesar trupulleikarnar. — Hvussu? — Tað eru tveir mátar at loysa málið uppá. Annaðhvert verður eitt skip keypt burturav til Suðuroyarsiglingina, sum sambært semjuskjalinum skal hava umleið somu stedd sum Smyril, ella verður eitt skip keypt burturav til uttan- landssiglingina. Hesin seinni spurning- urin verður m.a. tikin upp í nevndini, sum landsstýrið hevur sett. Hendan skipaferåslunevndin er ein teknisk nevnd, sum er rådgevandi hjå lands- stýrinum viðvíkjandi skipaferðsluvinn- uni. Tveir meguleikar — Ein av steðutakanunum hjá lands- stýrinum er at skipa uttanlandssigling- á heysti 1980. Spurningurin er, um nevndin fer at mæla landsstýrinum til at fara í ein flutning á heysti 1980 við Smyrli ella við meiri hóskandi skipi. Mælir nevndin til eitt betri hóskandi skip, so er meguligt at brúka Smyril burturav í innanoyggjasiglingini. Men mælir nevndin til framhaldandi at brúka Smyril í uttanlandssigling, má eitt annað skip útvegast til innanoyggja- siglingina. Útvega hóskandi skip — Hver er tín persónliga meting? | — Mín persónliga meining er hon, at vit skulu útvega okkum eitt skip, sum er Eitt eki, sum betur hóskandi til uttanlandssigling og seta Smyril í innanoyggjasigling. — Vetrarsigling við Smyrli uttanlands verður eitt ógvuliga tungt arbeiði. Fyri at fáa siglingina at bera seg fíggjarliga, mugu vit koma inn á tryggar og góðar marknaðir. Vit kunnu ikki fara í eina veruliga uttanlandsrutu við einum skipi sum Smyrli, tað er hann ikki heilt væl egnaður til. — Nú sigur tú, at vetrarsigling við Smyrli verður eitt tungt arbeiði og at Smyril ikki er heilt væl egnaður! — Eg hugsi fíggjarliga. Um veturin verður eitt slíkt skip ógvuliga bundið av farmaflutningi. Innan ferjusigling er tað farmaflutningurin, sum skal vera tann javna inntekan, meðan inntekan frá fólkaflutninginum toppar um summarið. Um veturin er talan um farmaflutning burturav. Ikki tí, vit eru spentir uppá farmaflutning á rutuni Hanstholm- Bergen. Har er meguliga ein marknaður. — Hvussu skal Strandferðslan so loysa suðuroyarsiglingina komandi ár? — Tað stendur beinleiðis í semju- skjalinum, at suðuroyarsiglingin skal loysast. — Hvussu eru meguleikarnir í letuni fyri einum slíkum skipi? — Tað er nevniliga spurningurin. Er talan um eitt skip á stedd við Smyril, eru meguleikarnir fleiri. — Og minni skip? — Meguleikar eru í øllum støddum, men semjuskjalið sigur beinleiðis, at skipið skal vera á stedd við Smyril. — Kostnaður? — Tað er torført at meta um. Tað | veldst um aldurin. Men kostnaðurin liggur helst úr 15—20 mill. kr. upp í einar 50 mill. kr. eingin røkti — Fyri nekrum árum síðani ekti Strand- ferðslan um virksemi sítt og fór at flyta farm á landi. Nógv hava funnist at tí, hverjar heimildir hevði Strandferðslan? ' — Her komu vit inn á eitt eki, sum slettis ikki var til. Siglingin til nógvar bygdir er hildin upp at í samband við, at tær flestu bygdirnar hava fingið veg. — Vit meta, at lastbilaflutningurin er komin í staðin fyri skipsruturnar, sum eru niðurlagdar. T.d. er siglingin til Vág- oynna og nógvar av bygdunum í Eystur- oynni hildin uppat. Hvussu gongst hesin farmaflutning- urin? — Hann virkar hampuliga væl. Fíggjarliga ber hann seg vestur í Vágar og inn á Skålafjørdåin, meðan restin hevur hall. Bilferðslan og fleiri aðrir tættir í okkara virksemi er at sammeta við eina »servicu-funktién«, eina tænastu. — Er hallið av bilunum sterri enn hall- ið av útoyggjasiglingini? — Nei, tað er tað slettis ikki. Samlaða hallið av útoyggjasiglingini er rættiliga stórt. — Hvussu eru prísirnir? — Nakrir meta teir vera hegar, men í mun til arbeiði, sum verður útinnt, eru teir ikki hegir. Eitt prinsipp, sum vit royna at hava, eru eindarprísir. T.d. kostar tað so at siga tað sama at senda eitt kolli úr Sumba til Svínoyar, sum tað kostar at senda tað úr Havnini til Svínoyar. Hetta gevur suðuroyingum somu semdir at handla norðanfyri, sum tað gevur norðingum at handla sunnan- fyri. Hetta styrkir kappingina. — Hava tit ta fatan, at fólk eru negd við hendan flutningin? — Tað haldi eg avgjert. Nú búgvi eg sjálvur í Kollafirði, og eg haldi eg kann siga, at fólk eru nøgd. — Við eðrum orðum eru atfinningar- nar, sum hava verið, ógrundaðar? — Atfinningarnar hava sum oftast verið vendar ímóti tí, at lastbilarnir geva hall. Hetta er tann sama myndin vit fáa alla tíðina. Hverja ferð vit koma inn í eina vinnu, so er tað ein lítil partur av samfelagnum, sum vinnur pening við t.d. at hava bilar, t.d. lastbilførar. Hesir eru so væl umboðaðir politiskt, at teir kunnu fáa ein harðan kritikk upp á føtur. Strandferðslan er ein >servicu-funktión< og tað er altíð ein politiskt avgerð, hvussu nógv skal gjaldast fyri hesa tænastu. — Hetta er tað sama, sum gjerdi seg galdandi við Lassa-málinum, tá nakrir fáir persónar kundu fáa eitt heilt legting at reagera, sum tað gjerdi. Nr. 85 — 3. nóvember 1979 Nr. 85 — 3. november 1979 sosialurin | Síða9 Samrøda við Thomas Arabo, stjóra á Strandferðsluni: Einki projekt gjørt, síðan »Lasse« all! Føroysk blød hava borið tíðindi um, at Strand- ferðslan umhugsar at keypa eina finska ferju fyri 100. „mill. kr. Feroysku bleðini hava tíðindini úr einum tíðar- riti Car-Ferry Info. Er nakað um tey og hevur Strandferðslan givið upp- lýsingar til tíðarritið? — Nei, eg sá upplýsing- arnar um miðjan septemb- er. Síðan eru teir endur- tiknir í eðrum líki i! Dimmalætting og í Dag- blaðnum. Um upplýsing- arnar er at siga, at vit kenna einki til teirra. Vit hava ikki havt samráðing- ar um nakað skip, hverki so ella so, og vit hava ikki givið nakrar upplýsingar til Car-Ferry Info. Nakað bendir á, at okkara navn er misbrúkt í hasum sam- bandi. — Hvat hugsar tú um? — Talan má vera um upplýsingar, sum peika ímóti Strandfaraskipum Landsins. Vit hava gjørt Car-Ferry Info varugt við, at allir upplýsingar, sum hereftir koma um Strand- faraskip Landsins skulu góðtakast av okkum. Misnýtsla av navninum — einki um leysatíðindini — Hava tit roynt at av- sanna tíðindini? — Nei, tað hava vit ikki. Tá fólk spyrja, so siga vit, at vit kenna einki til tað. — Tað sama ger seg galdandi í Dimmalætting í dag (30. okt. red.). Har stendur, at Strandferðslan hevur gjert eitt projekt til uttanlandsskip. Men tað passar ikki. Strandferðsl- an hevur einki projekt gjørt. — Eg haldi, at hetta er ein viss misnytsla av okk- ara navni. Hesum mugu vit koma til botns i. I hesum húsunum hava vit tann vana at standa við tað, vit siga, og okkara upplýsingar eru altíð navngivnir. — Hevur Dimmalætt- ing fingið tíðindini váttað um tey eru sonn ella ikki? — Nei, Dimmalætting hevur ikki vent sær til okkum. Hon vísir ikki til nakran, uttan til >vælvit- andi keldur< — hverjar so hesar eru. — Leysatíðindi ganga um eina polska ferju! — Seinasta projektið, sum er gjert her í húsun- um, var í samband við »Lassa-målid«. Prinsipp-avgerð má takast fyrst — Hava tit framvegis skip í kikaranum? — Sjálvandi. Vit fáa all- ar upplýsingar um, hvat fer fram á skipamarknað- inum. Hetta er ikki nakað, sum vit taka stig til, men kemur av sær sjálvum. — Hvussu er marknað- urin í letuni? — Tað eru nógv skip á selulistanum í ymiskum steddum. Men áðrenn vit kunnu fara at tosa um nakað sum helst, so má ein prinsippavgerð takast, um hverja stedd vit ynskja. Skulu vit hava eitt uttan- landsskip ella innanlands- skip? Steða má takast til hetta, áðrenn vit kunnu gera nakað. — Og enn fyriliggur einki? — Ikki annað enn semjuskjalið millum landsstýrisflokkarnar. Sambært tí skuldi ein nevnd setast at viðgera uttanlandssigling á heysti 1980. Nevndin arbeiðir í letuni, men hverja niður- stødu nevndin kemur til, er ilt at siga nakað um enn. Spentir uppá Bergen-Hanst- holm-rutuna — Men uttanlandssigling- in komandi summar? — Hon er lýst sambært semjuskjalinum, sum segði, at uttanlands- siglingin skuldi økjast. Og hon er ekt við sigling til Hanstholm í Norðurjút- landi. — Eins og áður fer Smyril til Bergen miku- dag. Úr Bergen fer Smyril til Hanstholm, har hann er fríggjadag seinnapart. Fríggjakveld fer hann heimaftur til Feroya og leggur inn aftur í Bergen á vegnum upp. — Vit eru mest spentir upp á, hverja undirteku siglingin millum Bergen og Hanstholm fær — v.ø.o. tann útlendski part- urin av rutuni. Á hesum økinum leggja vit alla orku í at fáa ein marknað. — Hava tit gjert nakrar kanningar? — I Bergens-økinum hava vit kannad fram- leiðslu- og útflutnings- mynstrið til fastlandið og hvat vit meguliga kunna fáa av hesum flutningi. — Vit meta, at á hesi rutuni eru vissir megu- leikar. Hinvegin — úr Danmark til Noregs — meta vit ikki, at nakrir trupulleikar eru at fáa nóg mikið av farmi. Somu- leiðis rokna vit við væl av fólki á hesi rutuni. Rokna við stórari eking — Hvussu stórari eking roknar Strandferðslan við, nú ein ruta kemur afturat? — Vit rokna við einum rættiliga stórum meir- flutningi. Tað er eingin loyna, at nógv av teimum fólkunum, vit hava flutt til Noregs, eru farin víðari til Danmarkar í egnum bil- um. Tann partin fáa vit so, og nakað koma vit helst at taka frá m.s. England. — Túrurin úr Hanst- holm til Feroya fer í alt at taka einar 40 tímar og har- afturat kemur meguleikin at vitja Bergen í einar tríggjar tímar. Hesin meguleikin trekkir óivað nakað av fólki. Har- afturat koma vit nærri tí týska marknaðinum, sum er ein góður marknaður, | sent soleiðis at vit rokna at taka nakað av fólki hað- ani, upp til Feroya og víð- ari til Íslands. Í ellum ferum rokna vit við, at lut- tekan á rutuni verður betri. Betur egnaður — Hava tit gjert nakað upplýsingararbeiði um hesa nýggju rutuna á meginlandinum? — Í Onglandi hava vit tríggjar milliónir ferða-rit út. Í Danmark hava vit gjert nakað, men tað hevur ikki borið til, tí tað er so stutt síðan, at landsstýrið góðtók nýggju ferðaætlanina. — Annars hava vit skift umboðsmann í Dan- mark. Grundin til tað er hon, at umboðsmaðurin, vit hevdu, Faroe Ship, var ikki í ferðamannavinnu. Og vit hildu, at tað kundi ikki loysa seg hjá okkum í longdini at hava ein umboðsmann, sum ikki var í slíkari. Ti hava vit funnið ein annan, sum eftir okkara meting er betur egnaður og sum eisini kundi hjálpa okkum á tí skandinaviska mark- naðinum. — Sambært borgmeist- aranum í Hanstholm, sum var ógvuliga fegin um rut- una, kemur rutan at kasta eitt vist arbeiði av sær. Rokna tit við tí sama? — Ja, í Hanstholm hava myndugleikarnir lagt doy- in á at fáa ferjuferðslu upp á havnina, sum var eitt ógvuliga stórt og nógv umtalað projekt. Men tað er ikki rættiliga eydnast higartil, hóast myndug- leikarnir hava bjóðað allar fasilitetir og annars hava lovað lokala undirteku í ! allar mátar. — Men í summar fór eitt norskt ferjufelag at sigla upp á Hanstholm og næsta ár koma vit. Tað hevur nógv at týða fyri plássið — eisini hvat við- víkur feriuhaldi — um vit kunnu vera við at prógva, at havnin kann brúkast sum ferjuhavn. Eydnast hetta, kann hetta megu- liga fera til ekt virksemi, tí kappingin millum Hanstholm og Hirtshals er herð. — Nú er ferðafólka- flutningurin við Smyrli minkaður eitt sindur síðstu árini. Hava tit gjert nakrar metingar fyri kom- andi ár? — Vit rokna við einum vekstri, og fara neyvan undir 30.000 komandi ár, afturímóti 20.000 ferða- | fólkum í ár. Bakkøst føra til yvirtrekk upp á / mill. kr. — Fyri stuttum hoyrd- ist, at játtanin hjá Strand- ferðsluni á fíggjarlógini var uppi? — Okkara trekkrættur úr landskassanum var uppi, men eg vil ikki bein- leiðis siga, at játtanin er uppbrúkt. Hatta hevur samband við, hvussu nógvar pengar vit eiga úti. — Men vit hava givið landsstýrinum eitt var- skó, at vit fáa eitt rætti- liga stórt yvirtrekk. Og vit hava í telum sagt, hvussu stórt tað væntandi verður. Vit hava hoyrt at- finningar frá løgtinginum, at stovnsleiðarar ikki siga frá, at yvirtrekk koma. Men tað hava vit so gjørt nú. Væntandi 7 mill. kr. í yvirtrekki — Hvussu stórt verður yvirtrekkið? — Veturin var ringur. Summarið var ikki betri. Meðan oljuútreiðslurnar í fjør vóru 6 mill. kr., fara tær í ár helst at toga upp ímóti 12 mill. kr. Har- afturat eru lenirnar hækk- aðar nakað, so talið 7 mill. kr. er ikki nógv av leið. — Vit hava ikki nýmót- ans EDV-tól, so vit eru noyddir at halda okkum til umleið-tel. Harafturat vórðu vit skerdir av fíggj- arnevndini. Vit sektu um eitt ískoyti uppá 9,5 mill. kr., meðan vit fingu 7,5. Um ikki ådurnevndu bak- kest vóru komin, høvdu vit kunnað hildið okkum innanfyri tær 9,5 mill. kr. Ikki bara útreiðslur — Hevdu tit ikki tikið hædd fyri meguligum bak- kestum? — Jú, men tað er ógvu- liga ringt at meta. Strand- ferðslan umsitur ikki bara útreiðslur, men eisini inn- tekur. Útreiðslurnar hjá okkum liggja um 40 mill. kr., meðan inntekurnar hava ligið um 30 mill. kr. Men tað er eisini ógvuliga torført at meta, hvussu inntekurnar verða. Hevdu vit bara útreiðslur, var lættari. — Hava tit gjert nakrar útrokningar fyri komandi figgjarår? — Ja, tað hava vit. Tær eru sendar til fíggjar- nevndina, so eg kann einki siga um tær nú. — Ofta verður funnist at Strandferðsluni, tí hon »koyrir« tungt. Kundi hon verid rikin meira ration- elt? Fólk hava lyndi at sammeta mitt arbeiðið við mína politisku áskoðan — Spurningurin er góð- ur. Nær koyrir ein fyritøka rationelt? Tad ger hon, tå hon fær mest møguligt burtur ur råvøruni, hon viðgerð. Tad er givið, at sumt kann rationaliserast innan Strandferðsluna. Men tá tú rationaliserar, mást tú altíð taka hædd fyri, um tú skalt vinna nakað fram eftir einum ella tveimum árum, ella hava ein vinning eftir 10 árum. Tú kanst fera ein politikk innan eina fyri- teku, sum hevur sikti eini 10 ár fram í tíðina. Og tað er tað, sum vit gera. — Ikki tí, vit kunnu altíð minka um nakrar smærri upphæddir. Vit hevdu fingið ein vinning í eitt ella tvey ár, men so hevði hann komið aftur í gráum kálvskinni. — Um tit skuldu ration- alisera, hvat hevdu tit so skorið av. — Virkisleidslur hava vanliga lyndi til fyrst at leggja eftir lønunum. Men vanliga eru tað tveir part- ar, sum reka eina fyritøku: eigarin av fyritekuni og starvsfólkini, sum eru umboðað av einum fakfe- lag. Verður stríð millum hesar báðar partarnar, tapa oftast báðir partarnir. Møguleikin fyri, at fyritøkan verður skadd, er stórur. Tí er tað betur at arbeiða í samvinnu í tí langa. Arbeiðið verður sammett við mína politisku áskoðan — Sum leiðari av einum stovni hevur tú óivað ymiskar ætlanir, men kennir tú teg nakrantid vera í klemmu millum ætlanir og arbeiðsgevar- an, sum er politiskt skift- andi? — Tað er nú einaferð soleiðis, at Strandferðslan arbeiðir á einum virkiseki, sum seinastu árini er farið at liggja tætt at teimum privatu fyritokunum. Meguleikarnir fyri at koma í stríð við tann partin av fólkinum og teir politikarar, sum halda, at tað privata fyritakssemi við ellum sínum virki, er ein heilag kúgv, er rætti- liga stórur. — Og tað ger tað ikki betur, at eg sjálvur eri limur í einum sosialistisk- um flokki, javnaðarflokk- inum. Tað hendir ofta, at eg verði skuldsettur fyri at administrera mína egnu hugsan — at mín meining verður sammett við ar- beiðið. Men soleiðis er tað bara ikki. Eg eri lentur fyri at arbeiða fyri Strand- faraskip Landsins, og alt tað, eg taki stig til, er gjørt fyri at útvega Strandferðsluni ein ágóða. — Metir tú at atfinning- arnar eru persónligar? — Ja, alt ov ofta. Tað er ein tendensur til meira at meta meg sum javnaðar- mann enn sum leiðara á Strandferðsluni. — Eisini plagi eg at fáa nekur stuttlig brev frá einum dulnevndum, sum sendir mær kut úr bleð- um við meiningum um meg. Hann heldur sjálv- andi tað, at eg bert arbeiði sambært egnum áhuga- málum. Ein embætismaður má eisini hava loyvi at hava politiska hugsan — Sjálvandi skal ein em- bætismaður hjá landinum arbeiða loyalt mótvegis arbeiðsgevarunum. Sína „politisk<u meining má hann sjálvur um. Eg haldi ikki, at vit skulu taka rættin til at hava eina politiska meining frá ein- um embætismanni. ØII menniskju í samfelagnum hava loyvi at hava eina slíka meining — skulu nekur ikki hava hendan rættin? Men sjálvandi skal tann politiska | meiningin ikki verða brúkt í arbeiðinum. — At framburðurin innan Strandferðsluna 'liggur nærri hjartanum hjå mær enn einum, sum er iméti landsfyritøkum, er so nakað heilt annað. — Eru atfinningarnar at Strandferðsluni rímu- ligar? — Tað eru fleiri sleg av atfinningum. Innan- Snotuliga avgreiðslan á Strandferðsluni oyggja-atfinningarnar eru rímuligar. — Vit eru altíð glaðir fyri atfinningar og meira í- grípuligar tær eru, jú betri eru tær, tí so kunnu vit | | kanna brekini. | — Hinvegin haldi eg, at atfinningarnar móti uttan- landssiglingini eru meira politiskt merktar og áttu at ligið á einum hægri steði.