leygardagur 27. juli 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 142 - 27. juli 2002
Nr. 142 - 27. juli 2002
3
Løgreglan í Havn tók
hósdagin ein 41 ára
gamlan menn, sum
hevði vísti seg beran
fyri eini 11 ára
gamlari gentu í SMS
BLOTTARI
Eyðun Klakstein
Stutt aftan á døgurða í gjár,
varð løgreglan í Havn boð-
send at koma í SMS, har ein
blottari hevði víst fyri sær.
Ein 11 ára gomul genta,
sum var í SMS saman við
pápa sínum, var farin á
toilettið, og tá hon kom út
aftur, stóð ein maður og
vísti seg beran fyri henni.
Løgreglan varð boðsend,
og pápin fór við gentuni at
leita eftir manninum. Tá
løgreglan kom á staðið, sá
gentan mannin fara upp í
eini hýruvogn, og so vóru
løgreglumenninir skjótir í
vendingini og fingu fatur á
manninum.
– Tað er møguligt, at
maðurin hevur víst seg
beran fyri øðrum fólki í
SMS í gjár, og um nakar
hevur verið úti fyri líknandi
hending, kann viðkomandi
venda sær til okkum, sigur
Bergleif Brimvík, kriminal-
kommiserur.
Kenningur hjá
løgregluni
Maðurin, sum varð tikin, er
41 ára gamal, og løgreglan
kennir hann í sambandi við
líknandi mál áður.
– Vit kundu handtaka
hendan mannin, tí vit fingu
boðini beinan vegin. Koma
boðini ikki beinan vegin, so
kann tað vera trupult at
finna lógbrótaran, sigur
Bergleif Brimvík.
41 ára gamli maðurin er
skuldsettur fyri brot á revsi-
lógina, og løgreglan fer í
næstum
at
skriva
eitt
ákærurit. Revsirammman í
slíkum málum er alt frá eini
bót og upp í fýra ára
fongsulsrevsing.
Tøkk
Hjartaliga takka vit skyldfólki, vinum og øllum
tykkum, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu,
tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi
okkara
Hans Ove Venned
lá sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Tøkk til Niels Paula Danielsen fyri góð og troystar-
rík orð.Tøkk til kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk til Eiler Rasmussen fyri sera vakurt hornspæl.
Ein serlig tøkk til tykkum á Hotel Tórshavn fyri tíðina,
vit vóru har, og til Øssur Berghamar fyri vitjanir og
góð orð, bæði niðri á Ríkissjúkrahúsinum og heima.
Tøkk til deild M og heimarøktina fyri umsorgan
og linna.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur, og tøkk til tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Óluva
Hans Jákup, Sigrid, Sigfríður, Martin við familju
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæra kona mín, mamma, omma og vermóðir
okkara
Snæbjørg Ørvarodd
Tórshavn
andaðist hósdagin, 49 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin
28. juli kl. 13.00. Sungið verður úr sálmabókini.
Dalfinnur
Tey, ið vilja minnast Snæbjørg, kunnu lata eina gávu
til Astma- og Allergifelagið,
konto í peningastovnunum
Blottari tikin í SMS
URTAGARÐAR
Rúnar Reistrup
Edmund
Joensen,
løg-
tingsformaður, er sjálvur
urtagarðsmaður og fegnast
dagliga um gomlu em-
bætismannaurtagarðarnar í
Havnini. Hann metir at
urtagarðarnir áttu at verið
meira opnir, soleiðis at teir
komu almenninginum bet-
ur til góðar.
- Havnin rúmar nakrar
ógvuliga vakrar urtagarðs-
perlur, og tær eiga at koma
fólkinum betur til góðar,
heldur Edmund Joensen,
løgtingstingformaður.
Edmund Joensen hevur
sjálvur stóran áhuga fyri
urtagørðum, og er eisini ein
teirra, ið dagliga fegnast
um urtagarðsperlurnar í
Havnini.
- Eg gangi nógv millum
løgtingið og løgtingsskriv-
stovuna, og tá komi eg
framvið hesum vøkru urta-
gørðum, sum hava ligið har
í yvir hundrað ár. Hesir eru
ein dýrgripur, og teir áttu at
verið meira atkomiligir,
sigur Edmund Joensen.
Skipað viðurskifti
Í ólavsøkublaðnum, sum
Sosialurin gav út herfyri,
varð nortið við teir mongu
vøkru
urtagarðarnar
í
Havnini, og heitt var á
avvarðandi myndugleikar
og urtagarðeigarar um at
lata garðarnar upp fyri
almenninginum, soleiðis at
øll kunnu fáa gleði av
teimum.
Eftir at hava lisið grein-
ina, hevur Jan Cristiansen,
borgarstjóri í Havn givið til
kennar, at eftir hansara
meting áttu garðarnir kring
donsku embætisbústaðir-
nar, Fútagarðin, Dómara-
garðin og Amtmansgarðin,
at verið latnir upp fyri
almenninginum.
Edmund
Joensen
er
samdur í, at garðarnir eiga
at vera latnir upp, men hann
leggur dent á, at hetta eigur
at gerast undir sera skip-
aðum viðurskiftum.
- Vit mugu ikki taka
garðarnar niður. Vit mugu
minnast til, at orsøkin til at
urtagarðarnir eru so vakrir
og stórslignir, er neviliga,
at teir hava ligið innibyrgdir
av gørðum.
Duga ikki at
virðismeta gripirnar
Garðarnir hava sambært
Edmundi
Joensen
havt
avgerðandi týdning, bæði
reint praktiskt og meira
súmbolskt.
- Garðarnir verja fyri
vindinum, og uttan garðar,
hevði vøksturin ikki verið
tann, sum hann er. Harum-
framt meti eg, at garðarnir
ígjøgnum tíðina hava vart
økini, har urtagarðarnar
liggja, ímóti at verða fyri-
litaleyst umgjørd til asfal-
terað parkeringspláss, sigur
Edmund Joensen, og vísir
á, at vit føroyingar ongantíð
hava verið serliga raskir at
ansa eftir okkara dýrgrip-
um.
- Okkara skrivaða søga
liggur í Íslandi, og okkara
forngripir hava ligið í
Danmark til nú, teir eru
komnir heim aftur, tí vit her
í Føroyum ikki hava dugað
at virðismett hesar gripir.
Høvdu teir verið verandi í
Føroyum, høvdu teir helst
ikki verið til longur. So-
leiðis vænti eg eisini at tað
er
við
urtagørðunum.
Høvdu teir ikki verið inni-
byrgdir og riknir av teimum
embætismonnum, sum har
hava livað, høvdu teir helst
verið parkeringspláss ella
byggigrundir nú. Tað er
nakað nýtt, at føroyingar
rættiliga eru farnir at virð-
ismeta slíkt, sigur Edmund
Joensen, sum vónar at
almenningurin skjótt fer at
fáa atgongd til teir gomlu
embætismannagarðarnar.
Urtagarðarnir eiga at koma fólkinum til góðar
C
M
Y
K
3
2
HONDA
NOR BIL
SKODA
v
Volkswagen Group
Øllum okkara viðskiftafólki ynskja vit
eina góða Ólavsøku
Øllum okkara viðskiftafólki ynskja vit
eina góða Ólavsøku
Umsóknir kunnu sendast inn alt árið, og verða upptøkuroyndir eftir tørvi. Fýra politistar skulu setast í 2003.
Umsóknarfreistin til hesa upptøkuroyndina er 1/9-2002
Tlf. 35 14 48 Fax 35 14 49