leygardagur 27. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 142 - 27. juli 2002
Nr. 142 - 27. juli 2002
5
Vónirnar hjá leikar-
unum til ólavsøku-
kabarettina eru
góðar. Tey lova
áskoðarunum eina
hamrandi stuttliga og
feita kabarett við
nógvum stuttligum
og góðum sketsjum
ÓLAVSØKA
Ingrid Bjarnastein
Ólavsøkan nærkast í stór-
um, og tann so vælkenda og
vælumtókta ólavsøkukaba-
rettin er aftur á skránni í ár
sum undanfarin ár.
Teir fimm leikararnir
Ronni Poulsen, Nicolaj
Falck, Hanna Flóvinsdóttir,
Kornelius "Blisand" Joen-
sen og Eyðfinnur Stensen
lova fólki eitt gott grin um
tey leita sær niðan í
Sjónleikarahúsið okkurt av
ólavsøkukvøldunum.
Seinastu dagarnar hevur
verið vant frá morgni til
myrkurs, og nú er alt við at
vera klárt.
– Vit hava verið í sving í
eini 12 dagar, og vit kunnu
lova áskoðarunum eina
hamrandi stuttliga og feita
kabarett, siga teir fimm
leikararnir.
Hesar 12 dagarnar hava
tey vant, funnið búnar,
skrivað sketsjur, sett saman
og alt annað, ið hoyrir til
fyrireikingarnar av eini
slíkari kabarett.
– Grin verður gjørt
burturúr nógvum kendum
persónum, sum hava gjørt
okkurt býtt seinasta árið.
Vit eru ikki bangin fyri at
gera nakran firtnan, tí fólk
eiga at vita, at tá tey koma
til kabarett, so eiga tey ikki
at taka tað, sum sagt verður,
so tungt. Men tá ein til
dømis er politikkari, so
eigur ein at vita, at vandin
fyri at gjøldur verður gjørt
burturúr einum er størri enn
um ein var ein vanligur
persónur, greiða "de 5" frá.
Tey siga eisini, at tað
kanska ikki ger so nógv, um
tey gera ein persón firtnan,
tá tey kunnu fáa 100 onnur
at flenna.
Frumframførsla
leygardagin
Leygardagin klokkan 19.00
verður frumframførslan í
Sjónleikarahúsinum. Teir
fimm leikararnir vilja tó
ikki avdúka ov nógv áðrenn
stóra kvøldið.
– Tobbi, boppur, boppur,
boppur... vit gera eitt sindur
gjøldur burturúr list, vit
brúka eitt kent luftslag, og
ja, hetta man vera tað, sum
vit vilja avdúka áðrenn
kabarettin fer í gongd.
Eisini lova tey áskoðar-
unum ein rættan hvøkk, so
blóðtrýstið skal vera í lagið,
um tú ætlar tær til kabarett.
Og, leggja leikararnir aft-
urat: "Man má ikki verða
for sartur um man ætlar sær
at hyggja!".
– Kabarettin fevnir vítt í
ár. Vit hava fingið nógv
evnir við, og tí verður hon
fjølbroytt. Havnin er væl
umboðað, men tað eru tey
smærru støðini sanniliga
eisini.
Nógv gott fólk hevur
verið við til at hjálpa við
kabarettini vilja tey vísa á,
og nevna tveir persónar:
Jákup Veyhe og Gutta
Winther. Og eru leikararnir
eisini sera væl nøgdir við
tónleikararnar og tónleikin.
So um tú vilt hava ein
góðan látur á ólavsøku, er
at leita niðan í Sjónleikara-
húsið, tí har lova Ronni,
Nicolaj, Kornelius, Hanna
og Eyðfinnur at undirhalda
tær eina løtu.
Samrøða við tónleikarar-
nar er at lesa aðrastaðni í
blaðnum.
Hamrandi stuttlig og feit kabarett
Ólavsøkukabarettin er aftur
á skránni í ár, og lova
leikararnir áskoðarunum
eina hamrandi stuttliga og
feita kabarett
Mynd: Finnur Justinussen
- Alt mítt lív havi eg
gingið á møti og
kenni tí kensluna av
felagsskapi, tá ið
felagssangur verður
sungin. Men felags-
sangurin á ólavsøku
og føroyski dansurin
beint eftir, er nakað
heilt serstakt, sum eg
ongantíð havi uppliv-
að áður
Soleiðis sigur ein les-
ari sunnanfjørðs, sum
vendi sær til Sosialin í
vikuni
ÓLAVSØKA
Vilmund Jacobsen
Ólavsøkukvøld á midnátt
verður felagssangur á Vagli-
num, og tá ið sangurin er
liðugur, hevur verið vanligt
seinastu árini at kvøða
"Ormin langa". Tað er Petur
Olivur í Hoyvík – ella
Gimpe – sum skipar, og er
veðrið gott, taka fleiri tús-
und fólk saman hendur.
Hetta er ein hugnalig og
kanska hjartanemandi løta,
sum hugtekur fólk - og ikki
minst tey útlendsku ferða-
fólk, sum vitja land okkara
um ólavsøkutíð.
Í vikuni ringdi ein lesari
sunnanfjørð til Sosialin og
ynskti at sleppa at greiða
frá, hvussu hon fyrstu ferð
upplivdi felagssangin og
føroyska dansin á Vaglinum
á ólavsøku.
Serstakt upplivilsi
– Eg stóð mitt á Vaglinum,
tá ið felagssangurin rung-
aði. Rundan um var tætt av
fólki, og eg kendi meg var-
da av einum livandi garði.
Tey søgdu, at har vóru fleiri
túsund fólk; børn og vaks-
in, kvinnur og menn, gentur
og dreingir. Onkustaðni
hoyrdist útlendskt mál og
nakrir normenn, ið fegnir
vildu syngja við, bóðu um
hjálp at finna sangir í hefti-
num, hvørja ferð ein nýggj-
ur sangur byrjaði.
Kvinnan, sum ikki ynskir
at verða navngivin, tí navn-
ið er óviðkomandi, sigur, at
alt lívið hevur hon gingið á
møti og kennir hon tí
kensluna av felagsskapi, tá
ið
felagssangur
verður
sungin.
– Men hetta var nakað
heilt serstakt, sum eg
ongantíð áður havi uppliv-
að.
Her vóru fólk samlaði av
øllum slag – fólk við ym-
iskum lívsákoðanum og
lívslagnum. Øll sungu vit
sama lag og somu orð.
Kenslan av felagsskapi var
intens. Eg kendi tað, sum
vit vórðu vit øll knýtt sam-
an – ja, eg kendi eina gleði
um at verða fødd í Føroyum
og at hoyra heima her.
Ein av sangunum, sum
setti sín serliga dám á mid-
náttarløtuna, heldur hon var
sangurin "Kom og dansa,
hjartans kæri skattur mín"
– Hesin sangurin, sum
mær dámar so væl, verður
altíð sungin hesa løtu á
ólavsøku. Tárini veltust
fram í eygunum, og tankar-
nir fóru til tann, mær
longdist eftir. Allastaðni
rundan um meg sóust for-
elskaði pør, og tað gjørdi
ikki longsulin minni.
Eitt livandi hav
av fólki
Hon sigur, at tá ið felags-
sangurin var liðugur, og
tann føroyski dansurin byrj-
aði, fór hon niðan undir
Tinghúsið, tí har er útsýnið
so avbera gott.
– Fólkið stóð so tætt, at
tað tók mær eina góða løtu
at vinna meg gjøgnum
mannamúgvuna. Eg stillaði
meg upp á lagaða grótgarð-
in fyri at síggja betur. So
nógv fólk havi eg ongantíð
í lívinum sæð samlaði áður.
Áarvegurin, Vaglið, Ting-
húsvøllurin, Tinghúsvegur-
in og Niels Finsensgøta –
allastaðni út í hvønn krók
stóðu fólk. Í mikrofonini
hoyrdu vit Gimpa við fast-
ari rødd skipa Ormin
Langa.
Og kvinnan heldur fram
at greiða frá sínum uppliv-
ilsi:
– Komin uppá garðin at
standa, sá eg eina sjón, eg
ongantíð í lívinum fari at
gloyma; eitt livandi hav av
fólki, sum vaggaðu aftur og
fram, sum dansurin gekk.
Tað var, sum varð eg lyft
upp frá, borin av manna-
røddum sum kvóðu; monn-
um og kvinnum í føroysk-
um búnum, sum fluttu seg
aftur og fram og aftur og
fram. So harmoniskt og so
friðarligt; eingin gangur
ella bardagi – bert ein
kvøðandi mannamúgva, ið
tóku hvønn annan undir
armin, slógu ring og í
felagsskapi bóru eina aldar-
gamla mentan víðari til
komandi ættarlið.
At enda sigur kvinnan, at
føroyski dansurin, sum fyri
henni altíð hevði verið
tungur og keðiligur, fekk
eftir hesa løtuna á Vagli-
num eina heilt aðra dimen-
sjón.
Vit kunnu skoyta uppí, at
aftur í ár verður felagssang-
ur og føroyskur dansur á
Vaglinum á midnátt ólav-
søkukvøld.
Og enn einaferð verður
tað fasta røddin hjá Gimpa,
sum slóðar fyri…
Kom og dansa, kæri skattur mín…
Eitt livandi hav av fólki, sum vagga aftur og fram, sum dans-
urin gongur
– Eg kendi meg lyfta upp frá og borna av mannarøddum sum
kvóðu; monnum og kvinnum í føroyskum búnum, sum fluttu
seg aftur og fram og aftur og fram
Ein sakførari í
Brússell, sum arbeiðir
við dumpingmálum,
sigur, at tað ringasta
fyri Føroyar og Chili
hevði verið, um ES
bara hugdi at tí, sum
hendi seinna hálvár í
fjør
LAKSAVINNA
Vilmund Jacobsen
– Eg kann ikki vátta, at vit
fara at kanna føroysku og
chilensku laksavinnuna fyri
alt árið 2001.
Soleiðis sigur ein týd-
ningarmikil kelda innan
ES, sum norsk bløð hava
tosað við.
Sum skilst, eru so nógvir
føroyskir og chilenskir
laksaútflytarar í kikaranum
hjá ES fyri at hava dumpað
laks inn á ES-marknaðin, at
ES helst fer at velja nakrar
burtur úr í sínum kanning-
ararbeiði.
– Fyrsta stigið er, at vit
fáa upplýsingar um laksa-
framleiðslu og laksaútflut-
ning frá fleiri útflytarum og
alarum í Føroyum og Chili
fyri triðja og fjórða fjórð-
ingsár í fjør. Tá ið tað er
gjørt, er næsta stigið at tosa
við myndugleikar og feløg
hjá alarum í hesum lond-
um, so vit kunnu velja út
nakrar útflytarar og alarar,
sum skulu kannast. Kann-
ingarnar fara møguliga at
snúgva seg um alt árið
2001, sigur ES-keldan.
Sambært norskum bløð-
um, kann tað vera ein fyri-
munur fyri Føroyar og
Chili, um ES tekur alt árið
2001 við í sína gransking, tí
í fyrru helvt av árinum vóru
laksaprísirnir nógv hægri
enn í seinna hálvári.
Ein sakførari í Brússell,
sum arbeiðir við dumping-
málum, sigur, at tað ring-
asta fyri Føroyar og Chili
hevði verið, um ES bara
hugdi at tí, sum hendi
seinna hálvár í fjør.
Halda seg hava prógv
Tað eru serliga skotskir og
írskir alarar, sum leggja
Føroyar og Chili undir at
dumpa laks inn á ES-mark-
naðin. Teir halda, at laksur
verður seldur á ES-mark-
naðinum fyri prísir, sum
eru lægri enn "heimamark-
naðarprísurin" í Føroyum
og Chili. Tí vilja teir hava
ES at kanna, um hetta er so,
samstundis sum teir halda
seg hava prógv fyri hesum.
Tað, sum ES nú skal
kanna, er, um føroyskir og
chilenskir laksaalarar og út-
flytarar hava skatt alararnar
í ES við dumpingprísum.
Skotskir og írskir alarar
siga, at tað, teir vilja, er, at
øll triðjalond verða viðfarin
eins í ES.
Noreg hevur eisini í fleiri
ár ligið undir hóttanini hjá
ES um, at felagsskapurin
fer at leggja eyka toll á
norskan laks.
Skotar og írar halda seg hava prógv
fyri, at Føroyar dumpa laks inn í ES
Russar vilja byggja upp ein skipaflota til
fiskiskap eftir makrelstyrju, sum skal føra
teimum 185.000 tons til lands í ár 2010.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Russar fyrireika seg nú til at byggja upp ein skipa-
flota, sum skal fiska makrelstyrju við nót og línu.
Sambært Fishing News International er í fyrsta lagi
ætlanin at byggja fimm skip til hesa veiði. Av hesum
skulu trý fiska við ringnót og tvey við línu.
Russar hava áður havt ein hampiligan skipaflota,
sum fiskaði makrelstyrju í russiskum sjógvi og í al-
tjóða sjógvi í Atlantshavinum og Kyrrahavinum.
Framtíðarvónir
Sum skilst, vórðu hesi skip rikin við munandi halli. Tí
vórðu tey antin umbygd til aðra veiði ella høgd upp,
tá ið fiskivinnan í landinum varð privatiserað eftir, at
Sovjetsamveldið datt sundur.
Nú vóna russar, at teir kunnu byggja upp ein skipa-
flota, sum kann geva teimum 185.000 tons av makrel-
styrju í ár 2010.
Russar á gomlum gøtum
Hetlendsku reiðaríini hava stóran íløgu-
hug í løtuni. Stóru skipini, "Altaire",
"Adenia" og "Antarctic", verða í næstum
skift út við nýggj skip.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Hugurin hjá hetlendskum reiðaríum at gera íløgur í
skip er stórur í løtuni.
Sambært hetlendskum bløðum, verður skipið
"Altaire", sum ikki er ókent í føroyskari fiskivinnu,
skift út við ein 76 metur langan nýbygning, sum skal
lasta 2600 tons av fiski.
Skipið verður projekterað av felagnum, Skipsteknik
í Ålesund. Skrokkur og yvirbygningur verða sveisað
saman í Turkalandi, og síðan verður skipið bygt liðugt
á Solstrand Skipasmiðjuni.
Nýggi "Altaire" skal latast eigarunum um eitt ár.
Eitt annað skip í Hetlandi, "Adenia", skal eisini
skiftast út við eitt nýtt skip, sum verður 61 metrar
langt. Hetta skipið verður eisini sveisað saman í
Turkalandi og verður latið eigarunum í endanum av
komandi ári.
Triðja skipið, sum skal skiftast út í Hetlandi, er
"Antarctic".
Við hesum verður meginparturin av hetlendska
flotanum, sum fiskar sild, makrel og svartkjaft, skift-
ur út innan ár 2004.
Hetlendingar skifta
pelagiska flotan út
C
M
Y
K
5
4