Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1979síða 13

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Er gallbleðran læknin skrivar neyðug? Ein lesari hevur sent læknateiginum bræv við ymiskum fyri- spurningum, sum hava við gallið og gallblødruna at gera. Her skal verða roynt at greiða eitt sindur frá tí, sum liggur les- aranum á hjarta, og sum kann hava áhuga fyri eðrum eis- ini. Fyrst leggur brævskrivarin dent á, at alt í llkaminum er neyðugt, og rætt er tað, men spyr so: Hvussu nú tá gall- blødran er tikin? Lat meg her fyrst siga, at gall er ein væta ella sevja, sum verður gjerd í livrini og hevur týdning fyri sodningina. Frá livrini er ein gallrás, sum endar í bug- gernini (tólvfingra- tarmurin), har gallið kemur í samband við matin, vit nýliga hava etið. Gallblød- ran er ein úttamban ella víðkan av einum parti av gallrásini til at goyma gall í, inn- til brúk er fyri tí. Gallblødåran temir seg serliga aftaná sterri máltíð við feit- um mati, og tá egg verður etið. Hetta kann framkalla pínu hjá einum, 'sum hevur gallstein. Við sjúku í gallblødruni sum til demis við gallsteini, sum ikki er óvanlig sjúka, er ofta neyðugt at taka gallbloðruna burtur. Gall kemur framveg- is frá livrini gjøgnum gallråsina í einum javnum spakuligum streymi. Bruk er ikki fyri galli alla tidina, men tad er so har til stedar, tå bruk er fyri ti, og eisini i þpassandi nøgd. Brævskrivarin spyr nu, um hann er verri fyri ella hevur minni métstødumegi aftaná skurð, har gallblødran er tikin. So er ikki. Livimátin verður á ongan hátt ávirkaður til tað verra, og heldur ikki er vandin fyri livra- sjúku ektur, um gall- blødran er burtur. Gallsteinar evna seg til í gallblødruni og kunnu haðani frá seta seg fastar í gall- rásini, og tá meguliga geva gulsótt umframt pínu. Hetta. hendir ikki, tå gallblødran er burtur. Brævskrivarin sigur seg ongar trupulleikar hava av mati, aftaná at gall- blødran er tikin, og tað er rætt. Kosturin ávirkar ikki gall nøgdina, og er ikki annað í vegin, sodn- ast maturin væl. Brævskrivarin er kortini nú aftaná skurðin eitt sindur varin við at drekka eitt glas av víni, sum hann við hvert plagdi at gera í veitslum framman- undan. Spiritus hev- ur somu ávirkan á livrina áðrenn sum aftaná gallbleðru- skurð, og eitt glas av víni av og á bilar als ikki. Tað er tann javna nýtslan av spiritus — eisini í smáum negdum — sum kann ávirka livrina — bæði vid og uttan gallblødru. Sambandið mill- um livrina og tarm- arnar er neyðugt. Gallblødran er bert ein partur av hesum sambandi, og kann tí takast burtur, um sjúka ger tað neyðugt, uttan at nakar skaði hendir Sigvald Kristiansen hopa | sosialurin Nr. 85 — 3. november 1979 COWBOYBUKSUR | Í OLLUM STODDUM happa Tlf. 56544, Klaksvík