Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

É SEE se Nr. 86 — 7. november 1979 sosialurin Veiðan eftir svartkjafti í 1979 umleið 1 mill. tons Føroyskur fiskifrødingur formaður i ICES- arbeiðsbólki — sum skal kanna svartkjaftastovnin Veiðan eftir svart- kjafti í Norðurat- lantshavinum fer í ár at vera um eina millión tons, meta fiskifrødingar. Hetta er nærum tað dupulta av tí, sum varð veitt í fjør. Tá var samlaða veiðan 550.000 tons, meðan hon í 197 var 250.000 tons. Veiðan eftir svartkjafti er rættiliga nýggj. Tað eru bert nekur fá ár síðani, at fleiri fiskivinnutjóðir fóru at veiða svartkjaft ser- stakliga til idna. Kortini hava nøkur lond veitt svartkjaft til matna eisini. Enn hevur ongantíð verið tosað um at regulera veiðuna. Hildið hevur verið, at tað er nóg mikið til at hesum fiskaslag. Tær kanningar, sum hava verið gjerdar av fiskifrødingum visa, at nógv er til av svartkjafti, men enn eru fiskifrødingar ikki komnir åsamt um, hvussu stérur stovnurin av svartkjafti veruliga er. Metingarnar eru ymsar i teimum ymsu londunum. Onkur fiskiireðingur hevur sagt, at stovnurin er 6 mill. tons, meðan onk- ur annar hevur sagt, at rætta talið heldur er 15 mill. tons. Nýggjan arbeiðsbólk Tann munandi ekta veið- Framhald á síðu 11 Hjalti í Jákupsstovu arnaarsnevndin fund mánadagin Tilfar frá undirnevndum og ødrum gerast Komandi mánadag hevur barnaárs- nevndin, te. bæði starvsnevndin, und- irnevndirnar 0.0., fund, har alt tað inn- savnaða tilfarið og úrslit av kanningar- arbeiðunum hjá teimum ymsu und- irnevndunum skai viðgerast. Tað var í mars mánað í ár, at fleiri feløg, stovnar v.fl. samtyktu at heita á lands- stýrið um at seta eina barnaársnevnd við tí endamáli at miðsavna og styðja tiltøk hjá feløgum, stovnum, einstaklingum og eðrum í samband við barnaárið. Landsstýrið setti nakað seinni Barnaársnevndina, sum hevði sín fyrsta fund i Tórshavn í juni mánað í ár. Avgjert varð at seta eina starvsnevnd. Í hana vórðu vald: Elisabeth Thorsteinsson, formaður, Martin Næs, næstformað- ur og Trina Liitzen, skriv- ari. Niggju undirnevndir Starvsnevndin hjå Barna- årsnevndini hevur higartil i år havt 10 fundir. Å hes- um fundum hevur starvs- nevndin m.a. sett undir- nevndir vid sakkønum limum úr Barnaårsnevnd- ini at viðgera spurningar í tí yvirlitinum í 13 punkt- um, sum á sinni varð sent landsstýrinum saman við áheitanini um setan av Barnaársnevndini. Til- samans níggju undir- nevndir eru settar. Harumframt hevur starvsnevndin sent skriv til almennar stovnar, kommunur, feløg 0.0. við áheitan um upplýsingar um steðuna hjá børnum á ymsum økjum og um til- tek í samband við barna- árið. Geneve fundurin Ætlanin er nú at leggja úr- slitið av undirnevndar- arbeiðinum og tað annars innsavnaða tilfarið fyri Barnaársnevndina á 2. fundi hennara, sum verður mánakveldið 12. novemb- er í aulini í Kommunu- skúlanum í Havn. Á hes- um fundinum er eisini ætl- anin at hava frágreiðing um úrslitið av ti barnaárs- fundi, sum varå hildin i Geneve i oktober mánað. Hålvthundrad limir I dag eru fleiri enn hålvt- hundrað feløg, stovnar 0.0. umboðað í Barnaárs- nevndini. Barnaårsnevnd- in er ein opin nevnd, soleiðis at skilja, at feløg, stovnar og tílíkt kunnu boða frá limaskapi í nevndini, um tey hava áhuga fyri at verða umboðað, við at venda sær til nevndina. (Adressan hjá nevndini er: Barnaársnevndin, Landsskrivstovan, Tinga- nes, 3800 Tórshavn, tlf. 11080). Starvsnevndin hjá Barnaårsnevndini. Frá vinstru Trina Lutzen, skrivari, Elisabeth Thorsteinsson, formaður og Martin Næs, næstformadur Síða 5 kring oyggjarnar Tekniska nevnd: Íkki so sjáldan leggur hesin roykur inn yvir hús- ini á Tórgarðstreð og Eysturbýin Brenningin steðgar ikki tað fyrsta árið Tað fer í hvussu so er at ganga eitt ár, áðrenn brenningin úti á Bukkuvaldi heldur uppat. Byrådid hevur ikki nakad annad plåss til hetta og tað er ongin loysn væntandi, fyrr enn tann nýggja rusk- steðin er bygd. Hetta var úrslitið, sum tekniska nevnd býráðsins kom til á ein- um fundi mánadagin. Nevndin viðgjerdi mill- um annað eitt skriv frá 41 íbúgvum á Tór- garðstreð, har tey mót- mæla „tí brenning av burturkasti, sum fer fram á Bukkuvaldi«. Í skrivinum, sum er sent býráðnum og heilsunevndini, stend- ur at »tad hevur víst seg hetta seinasta árið hvenn dag, gott veður hevur verið, so hevur verið brent á Bukku- vald, og hesin óhugna- ligi svarti roykurin er í mongum førum rikin inn yvir hús okkara. Um tey evni, sum brend verða, fáa vit lítið og onki at vita! men metast má, at hes- in svarti roykurin er skaðiligur fyri okkum — bæði bern og vaks- in«. Orðalagið i skrivin- um bleiv samtykt å ein- um fundi i eigarafelag- num á Tórgarðstreð. Jákup S. Jacobsen, formaður í teknisku nevnd, sigur, at býráð- ið, sum er ikki kann flyta brenningina, tí onki annað pláss er tøkt. Men eftirlitið við brenningini = úti á Bukkuvaldi verður nú ekt. Hann sigur, at har eigur ikki at verða brent annað enn spill- olja, men tað er ikki 6 hugsandi, at fólk koyra annað á eldin eisini. Bíða eftir upplýsingum Formaðurin í heilsu- nevndini, Nepper- Christensen, futi, sig- ur, at nevndin við- gjørdi málið á fundi seinasta hóskveld. Hon kom til tað úrslit, at hon í letuni ikki kann gera annað enn at bíða eftir upplýsingum frá býráðnum um, hvat tað er, sum verður brent á Bukkuvaldi. Heilsunevndin bað um hesar upplýsingar, beinanvegin hon fekk brævið frá íbúgvunum á Tórgarðstreð. Nepper Christensen sigur, at heilsunevndin veit, at spillolja verður brend har úti. Men um annað eisini verður brent, er henni ikki kunnugt. — Hvussu leingi fara vit at bíða eftir upplýs- ingunum? — Eg rokni við, at vit fáa tær skjótt. — Hevur heilsu- nevndin heimild til at steðga brenningini? — Eg ivist ikki í, at vit í felag við teknisku deild býráðsins kunnu finna fram til eina loysn.