Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 —11820 box 76, 3800 Torshavn tgevari: p.f. sosialurin Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen í Hogni Djurhuus tuksstrørt: B 105 tror Blaðmenn ;f - 1 »yrgd) Jóhann Mortensen Jan Miller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Týðulig tala Í DIMMALÆTTING seinasta leygar- dag hevur formaðurin í sambands- flokkinum ymiskar løgnar útrokning- ar í sambandi við úrslitið av fólka- tingsvalinum 23. oktober. HANN SAMMETIR úrslitið av hesum fólkatingsvalinum við úrslitið av løg- tingsvalinum í 1974. Hetta passar honum sera væl. Eftir løgtingsvalid í 1974 stóð sambandsflokkurin sum tann stóri taparin. SAMMETA vit nú úrslitið av fólka- tingsvalinum 23. oktober við seinasta fólkatingsval so er ongin ivi. Sam- bandsflokkurin hevur afturgongd meðan samgonguflokkarnir høvdu framgongd. Hóast tað, at júst for- maðurin i sambandsflokkinum, royndi at gera fólkatingsvalið til eina veljarakanning, har fólk høvdu høvi til at siga frá, um tey taka undir við politikkinum hjá landsstýrinum ella ikki, so var hetta úrslitið av valin um. pg N FORMAÐURIN | sambandsflokkin- um er eisini farin undir eina løgna prosentrokning. Hann roknar ut, hvat atkvødutalid hjå sambands- flokkinum er vaksid i prosentum i mum til løgtingsvalid i 1974 og hetta ger hann, uttan at taka valluttøkuna vid i myndina. Um vit nå skulu nyta tann útrokningarháttin, so er tað stutta í tí langa tað, at meðan sam- bandsflokkurin einans økti sítt atkvødutal vid 10 pst. í mun til sein- asta fólkatingsval, so økti javnaðar- flokkurin sítt við 20 pst. SAMANLAGT HØVDU samgongu- flokkarnir eina framgongd uppå 2,4 pst. Munurin imillum sambands- flokkin ødru megin og samgongu- flokkarnar hinu megin er øktu rúr 26,6 pst. uppí 31,1 pst. Hetta er týðu- lig tala. Tað er einans formaðurin í sambandsflokkinum, sum kann finna uppá at tolka hesa talu til fyrimuns fyri sambandsflokkin. HEILT STUTT, var úrslitið tað, at landsstýrisflokkarnir og teirra poli- tikkur hevur eina vaksandi undirtøku millum veljararnar. Harra blaðstjóri! Jóannes Dalsgaard skrivaði herfyri eina grein, tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. sosialurin Nr. 86 — 7. november 1979 TAKK — TVÆR REISUR! har hann peikadi å avleid- ingarnar av, at ein sam- eindur feroyskur Fólka- flokkur tekur undir við, at eitt demokratiskt valt ting í einum fremmandum landi verður frákoyrt, landsins demokratiskt valdi forseti skotin og allir teir politisku flokkarnir forbodnir. Tað, sum tær seinastu óhugnaligu Chile- greinirnar í Dagblaðnum hava avdúkað — og sum Jóannes Dalsgaard so greitt hevur gjørt vart við — er, at Fólkaflokkurin ikki longur kann roknast sum ein demokratiskur flokkur, at tað bara er upp á kvamsvís, hann yvir- heldur tær demokratisku spælireglurnar, og at hann um ein tjansur var til tað — kundi funnið upp á at gjørt tað sama i Føroy- um, sum Pinochet og allir hinir landasvíkjararnir hava gjert í Chile. So leingi menn sum Ossur Dam Jacobsen og Dánjal Pauli Danielsen ikki hava mótmælt, mugu teir finna seg í, at henda meting eisini umfatar teir. At Feroya fólk longu hevur fingið snevilin av ollum hesum, fingu vit prógv fyri nú fólkatings- val var. Jóannes Dalsgaard skal hava takk fyri sína grein. Men Óli Breckmann skal eisini hava takk — hann hevur avdúkað tann inn- asta sannleikan um Fólka- flokkin, og tað má sigast at vera samfelagsgagnligt arbeiði. Hann verður biðin um at halda fram við hes- um arbeiði, men hann má vita, at við tí fylgir tann risiko, at Fólkaflokkurin endar sum eitt ógvuliga pinkulitid neyðaregg. Men tað er kanska meiningin? demokratur VIÐMERKINGAR TIL LESARA- BRÆVIÐ HJA HARRY JOHANSEN 7 I DIMMALÆTTING NR. 123 Oh, hvat er tad ikki gott, at Harry S. Johansen nu endiliga kom fram at for- telja fólki, hvussu sjúk fólk eiga at verða við- gjørd. Hann er júst hin rætti til tess. Harry sigur sjálvur, at hann hevur spurt á hægi stað (er nakað hægri stað enn Havnar sjúkrakassi?) hvenn rætt sjúklingar hava, sum fara til lækna!!! Vit eru nógvir limir í Havnar sjúkrakassa, ið undrast. Hvar er rættur okkara, sum hava verið hjá tannlækna í summar? Harry skal hava rós fyri, so >væl hann dresser- ar ternur< sínar. Herfyri var ein, ið knarraði inn á nakrar almennar stovnar í einum lesarabrævi, men viðkomandi »gloymdi« Havnar sjúkrakassa. Vist blivur ein avgreiddur her, men »blidskapurin« er so sum so. Vit ólukkudýrini vita nevniliga ikki, um vit eru keypt ella seld. Harry sær væl ruskid i eyganum å næsta sinum, men ikki bjålkan i egna eyga sinum. Vit sjúklingar gleða okkum til vend kemur í, og gleða okkum til Havnar sjúkrakassi fær bett um viðurskiftini til bata fyri sjúklingarnar. Vit sjúklingar skulu bera Havnar læknum alt gott. Tey hava ikki tær bestu umsteður at arbeiða undir. Her kundi Havnar sjúkrakassi verið við til at bett um viðurskiftini og ikki bert ligið upp á tvers. ónegdir limir DEYÐANS VÍSIND Viðhvert er markið komið, tá ein ikki kann vera >soli- dariskur< longur. Sum kommunistur — sosialistur — kemur hesin spurningur ofta fram fyri teg. Tekur tú undir við tí sum hendir eystanfyri, ella, rættari sagt, tað EIGUR tú at gera, um tú ert vinstramaður. Flest ofta eru tað slips- klæddir útsendingar við 6- keypis bilettum við DX- eitt ella annað sum siga tær at teir vita alt um heimin bæði eystan og vestan og duga alla prosessina við at rættvís- gera sína krossferðarkapi- talistisku missión eystur og vestur fyri ymiskar fiskasølur. Studentar og fiski- og arbeiðsmenn eru fyri hesar føroysku kapi- talbiddarar bert »arbeids- krafta ella »nassarar«. Hetta eru menn, sum lært hava »human enigineer- ing< í kanska USA ella norskum umboðum fyri kapitalistiskar fiskaselur. Men fordómarnir móti tí, at vit sosialistar og kommunistar eru so egi- liga sameintir við teimum eystanfyri, er ein stór lygn. Vit fordøma teirra kúg- an av kritikarum, t.d. CHARTA 77, og vit for- døma politiveldini i eyst- urtysklandi, tjekkoslovak- ia og USSR. Hetta eru ikki fólksins veldi, men diktatur, fámannaveldi, hetta er ikki í samsvari við samfelagshugsjónum Karls Marx. Har er ONG- IN kommunisma. Vit fordema eystur- europeisku diktatorarnar. Vit eru frælsir sosialistar. Tí eru vit GLAÐIR fyri at danski Sovjet-flokkurin fór út úr fólkatinginum. Heldur eigur vestur- lendska vinstrarerslan at savna seg um flokkar sum VS (Vinstrasosialistarnar) sum umboða frælsi, sosial- ismu, óbundna av puri- tanskari protestanismu í morali (sum í sovjet) og binding til diktatorini og politistatirnar eystanfyri. Vónandi fara føroyskir sosialistar at savnast aft- ur. Um eina føroyska sosialismu, sum hverki eigur »dictatorship« ella dogmatikk ella binding til fasistisk heimsveldi í sær. Hendingin við bakteriu- goymsluni í NOVOSIBIR- ISK sigur okkum nóg mikið um tað sovjetsam- veldið, sum summir naivir idiotar tilbiðja. Gævi tær bakteriur hetta góða »kommunistiska« land framleidir til nytslu móti MÆR OG TÆR, gav ollum helvitis russiskum militervísindamonnum eina so grova smittu, at hetta land aldri kom fyri seg aftur. Synd at ósek fólk doyggja av teirra devilsku vísind. Onkuntíð fara vit at smakka slíkt. Vit eiga at læra av slíkum. Gævi øll sovjetiska stjórnin og »kadrarnir« og alt helvitið har yviri fekk bakteriur- nar. Gævi alt hervaldið har doyði. Men sum altíð eru tað tey óseku, sum svíða. Og USA er ikki betri enn Sovjet, heldur verri, tí teir hava okkum í teirra lumma. Tí eigur einhver komm- unistur og sosialistur at siga: BURTUR VIÐ SOV- JETT, BURTUR VIÐ USA. Einhver føroyingur ella foroyskt felag ella tíðarrit, sum ber í betuflaka fyri Sovjet, eigur at domast av føroyska fólkinum- Kári Petersen NEYÐARDÝRIÐ, ÓLI BRECKMANN Hvat kanst tú gera móti Feroya Javnaðarflokki í dag, tú sum hevur livað av tí almenna og hevur tvey størv? Hvør fødir og klædir teg? Ju, t“* eru javnaðar- menn, sambandsmenn o.a. E.J. SKR 0