Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Fingu stora bot og mistu rættin til helmavoll UEFA hevur nú avgjert, at portu- gisiska liðið Sporting Lissabon, orsak- að av áskoðaratrupulleikum, skal gjalda 120.000 kr. í bót, og harafturat missa rættin til heimavøll Ofta verður millum feroyskar fótbólts- leikarar og -lið klag- að um, at teir dóm- ar, ið Fótbóltssam- bandið (fyrr Fót- bóltsdeildin) demir, eru alt ov strangir, men neyvan kunnu teir roknast at vera nær til so harðir og nyggjasti dómur UEFAs. UEFA nevndin, ið viðger klagur, hevur avgjert at portugisiska fótbóltsfe- lagið Sporting Lissabon skal gjalda eina bót uppá 120.000 kr. og harafturat missa rættin til heimavøll, næstu ferð felagið luttek- ur í onkrari av teimum trimum stóru europeisku fótbóltskappingunum. UEFA hevur avgjert at næsti dysturin í UEFA- cup, Evuropacup fyri OL-áskoðara- plássini tvífaldað Á OL-1980 í Moskva verður pláss fyri tvær ferðir so nógvum á- skoðarum sum í Mon- treal. Tað verður við eðrum orðum pláss fyri SOSÍalurin u.l. seks milliónum á- skoðarum. Tey sterstu ítróttarplássini kunnu taka 700.000 um dagin. Eisini TV-áskoðararnir verða fleiri, og blað- fólkini verða 7.400 í tali. meistaralið ella steypa- vinnarar, har Sporting Lissabon eigur heimavøll. skal leikast á fótbóltsvelli, sum í minsta lagi liggur 100 km frá heimstaði fe- lagsins, Lissabon. Orsakað av vána- ligum áskoðarum Orsekin til henda harða dóm er áskoðaratrupul- leikar í fyrsta dystinum í seinna umfari av UEFA- cup kappingini, har Sport- ing Lissabon á heimavelli metti vesturtýska bundesliga-liðnum Kais- erslautern. Ein av linjuverjunum varð raktur meint í hevdið av einari fløsku, ið varð tveitt eftir honum av Nr. 86 — 7. november 1979 åskodaraplåssunum og harafturat brendu áskoð- ararnir = fyrverkari og sendu rakettir inn á vøllin, men kom tíbetur eingin til skaða av hesum. Leikararnir eisini revsaðir Tað var ikki bert liðið, ið var revsað, men eisini tveir av portugisisku leik- arunum. Paulo Roberto, ið varð rikin av velli, fekk leik- bann fyri tríggjar dystir, og málverjin Antonio Henriques Hidalgo fekk tveir daga leikbann fyri óheviskan og óítróttarlig- an atburð móti dómaran- um. Eisini ítalskt lið Í sama umfari av Europa- cup kappingini sýndi italska liðið, Napoli, í dystinum móti Standard Liege frá Belgiu, sera ljót- an, óheviskan og óítróttar- ligan atburð, og hevur UEFA-nevndin avgjørt at sekta Napoli við eini bót uppá 45.000 kr. Í hesum dystinum vórðu tveir av italsku leik- arunum, Celestini og Capone, riknir av vølli, men enn eru hesar bådar útvísingarnar ikki við- gjørdar av UEFA. TØLIN I TALA SKILLIGA Í Dimmalætting leygar- dagin undrast Pauli Ellef- sen yvir, at javnadarmenn og tjóðveldismenn fegnast um úrslitið av fólkatings- valinum 23. oktober, sum hesir flokkar meta vera eina álitisváttan til tann rikna landsstýrispolitikk- in. Pauli undrast, og fyri at laða upp undir sína undran, ger hann sammet- ingar. Men hann saman- ber ikki hetta valið við undanfarna fólkatingsval. Nei, tað hóvar ikki hans- ara demagogiska og vill- leiðandi framleggingar- hátti. Hann er snildari enn so og vísir á tølini frå løg- tingsvalinum 1974. — Tá var sambands- flokkurin so og so nógv minni enn núverandi landsstýrisflokkar.... Og nú — eftir at hesir flokkar hava »spælt« sær úti í Tinganesi, hava »yvirtikid«, »sosialiserad« og >blakað øll rættindi før- oyinga fyri borå« fyri at brúka nakrar av flosklum hansara — er sambands- flokkurin so og so nógv sterri enn landsstýris- flokkarnir hver sær!!! Hesi tel síggja jú hug- takandi út. Tí hava hesir flokkar einki at reypa av. Enn minni nakað at fegn- ast um! Vanligt er, tá eitt valúr- slit skal sammetast, at samanbera úrslitið við tað undanfarna. Men samanbera vit tey, skilja vit betur, hví Pauli Ellefsen ikki brúkar tey. Í mun til samlaða at- kveðutalið hevði sam- bandið eina afturgongd í prosentum, meðan tveir av landsstyrisflokkunum — javnaðar- og tjóðveldis- flokkurin — hevdu eina framgongd. Hyggja vit at úrslitun- um hjá flokkunum hver sær í mun til 1977-valið, so ekti sambandsflokk- urin sítt atkveðutal við 10 prosentum, javnaðar- flokkurin økti sítt vid 20,5 tjóðveldisflokkurin = økti sítti við 27,1 meðan fólka- flokkurin ekti sítt við 8,4 prosentum. Hver hevði so sterru framgongdina? Taka vit landsstýrissamgonguna sum heild, so fekk hon 60,6 pst. av samlaða at- kveðutalinum. Talan er um ein vekstur upp á 2,4 pst. Vøksturin er ikki stór- ur, men hann er har. Sambandsflokkurin legði undan valinum upp til eina styrkiroynd mill- um seg og landsstýrissam- gonguna. Myndin er skill- ig. Í mun til undanfarna val styrkti samgongan um stødu sína, meðan sam- bandsflokkurin hevði eina afturgongd! Hetta prógvar eisini munurin. Munurin í pro- sentum millum samgong- una og sambandið vaks úr 26,6 pst. upp í 30,1 pst. Hvussu so gomul og hvørji valtøl Pauli Ellef- sen brúkar í síni dema- gogisku herferð, so svitast ikki, at valúrslitið á fólka- tingsvalinum 23. oktober greitt og skilliga vísti, at landsstýrissamgongan — og serliga tann sosialist- iski parturin — hevur vaksandi álit og undirteku millum fólkið! j.m. STAVING OG GRAMMATIK Í Útvarpsummæli av »Barnaår 1979« varð sagt, at bókin ýður av stavi- og prentvillum. Tad, sum sipað verður til, man yvir- hevur vera orð sum »hesu, hasu, hinu« o.t., tey koma ju ofta fyri. Av ti at slikt kann skyldast uppå prent- smidjuna, vil eg gjarna upplýsa, at tann nýtti staviháttur var ynsktur og umbiðin. Havi sjálv lisið korrektur, og prent- smiðjan gjørdi so væl at lata tey nevndu orð verða bend eins og lýsingarorð og orð sum „somu og summu«. Hesi orð eru ikki ell til á íslendskum og donskum, so ikki ber til at fara har at leita bólki við- víkjandi. »Hesu — those« er tó á enskum, men ikki i samband við iljóð sum »hasi«, ið ljóðar so legið í Norðinga oyrum. Í nyføroyskum er til nakað ein I-móti. Summi siga: >Tey hvíti, sum reyði, blái o.s.fr. um hús og annað, og nekur stava tað eisini soleiðis í staðin fyri „hvítu, reydu« o.t Tykist sum ein daniser- ingsleið fyri foroysk enda- ljóð a, o og u (hesu eitur jú heso í úttalu). Tey donsku eru næstan bara e og i. Orð sum »mig, dig, sig« enda jú eisini uppá i i uttalu. Mær dettur i hug hes- um viðv. gamla bladgrein, og loyvi mær at taka brot úr henni. Tað var i 1962 ella 63, og illa gekst hjá útvarpsspeakarum at skilja millum i, a og u. Grein nevnd I-mótin. Í Útvarpi hoyrist: »Um ella í tríggir mánaðir, um morgnarnir, kveldarnir, og eg sá dreingirnir, menn- irnir 0.t.« Hvat kann gerast? Ja, ein má spyrja, um tey ikki læra at benda orð- ið »hin« í skúlanum. Varð kravt av skúlabernum, at tey kundu kenniorðið, hitt bundnað, perfekt, skuldi einki verið at blanda við hjá teimum. Tey kunnu tá benda øll orð bundin, um tey annars hava nakað skil á óbundnum føllum, sum jú eru grundarlag og mugu dugast fyrst. Ann- ars verður vónandi fram- yvir sum minst gjert av bundnum føllum, tí tey gera av við ta upprunaligu fallbending. Tað sýntist sum speak- arar veruliga lærdu seg kenniorðið. Alt bleiv tolu- liga greitt eina tíð, men nú er aftur galið. Einki rekir seg sjálvt uttan at verða rekt. Grammatikk heldur ikki. Kritik: Ja, nú kann eg ikki kritisera útvarps- ummælaran í líka máta, tá tað ikki hoyrist í út- varpi, um fólk hava stavi- villur. Men loyvi mær at nevna, at hann sum segu- umsetari nýtur fittliga nógv av danismum. Skal tó ikki nevna nakrar uttan bara eina, av tí at hon kemur so ofta fyri, og stundum uppísaman, so tað ljóðar propaganda- kent, líkasum til onnur at taka eftir. Tað er orðið >halda av«, á fer. tað sama sum víkja ella fara frá. Fráhaldsfelog og avhaldsfeløg eru tað sama. Tað verður nýtt fyri „at dáma, hava tokka til, vera hugtikin, ásttikin at líka ella líkast á. Ein hugs- ar um, hvussu tað man hava itið á upprunamáli, sum her ikki er danskt, men enskt, (like?). Kanska kemur orðið halda av fyri onkursvegna á fer. sum »avhidin« fyri »umhildin«, men tad man eisini vera danisma. At »afholde et eller andet«, er ju danskt orð, men man bara eita halda, ikki avhalda å før. Vit eru øll lika innvavd i danismur, og kunnu lítið skylda uppå hvønn annan. Okkara vidurskifti gera, at tað bara vindur uppá seg, men fáa danismur propaganda í okkara egna útvarpi, má tað tó átalast. Vóni við hesu frágreið- ing, at nevnda Prent- smiðja verður ikki lastað, tí hon var so frílynt at hýsa einum dømi um avvíkjandi hugsun í stav- seting. F.Z.