mikudagur 7. november 1979síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Havnará løgd í stál
— Arbeiðið við at inniloka Havnará millum Gundadalsfoss og Heinagøtu liðugt kom-
andi vár. Áin verður ikki longur brúkt sum kloakk.
Ein partur av Havnará
verður nú lagdur í stálrer.
Hetta er uppi í Gundadali,
frá Heinagetu og uml. 230
metrar norðeftir, ella
niðan til Gundadalsfoss.
Við síðuna av stálrerun-
um verða lagdir 1000 m.
av skittvatnsleiðingum úr
plastikki. Hesar skulu
taka tað, sum kemur úr
septikktangunum, sum
standa framvið ánni. Tá
rer og leiðingar eru komin
at liggja, verður mold
koyrd omaná og tyrvt.
Teir sunnastu 50 metrar-
nir verða tó gjerdir til
akbreyt.
Ur septikktangun-
um í ánna
Endamálið við arbeiðinum
er m.a. at fáa Havnarå
reina. Fyrr var tað soleið-
is, at frárenslini úr sep-
tikktangunum lógu beint í
ánna. Nú liggja tey í skitt-
vatnsleiðingarnar, sum
eru gjerdar soleiðis, at tær
eisini kunnu taka frárensl-
ini frá ætlaðu sethúsa-
byggingini uppi í Bug. Ar-
beiðið, sum nú verður
gjørt, er projekterað av
Landsbyggifelagnum. Tað
kostar uml. 2,5 mill. kr.
Áðrenn farið varð undir
arbeiðið, gjerdu íbúgvar-
nir í ovara parti av Gunda-
dali fleiri ferðir vart við
seg hjá býráðnum. Tey
segdu, at áin, umframt at
vera ein vandi fyri bernini,
luktaði illa orsakað av
septikktangafrárenslum.
Stálið í rørunum er 3,4 mm. Botnurin verður styrktur við einum betonglag. Vinstru-
megin sæst onnur kloakkleidingin. Hegrumegin eru rørini, sum áin er beind í, meðan
arbeitt verður
60 metrar eftir
Tað er Leif Berg, sum ger
arbeiðið. Tað byrjaði 1.
apríl í ár, og skal vera
liðugt 1. mars komandi ár.
Tá hesir 230 metrarnir
eru innilokaðir eru fram-
vegis 60 metrar opnir
millum Heinagetu og
stadiongkið. Býráðið hev-
ur viðtikið, at farast skal
undir at inniloka henda
teinin eisini, so skjótt nú-
verandi arbeiðið er liðugt
komandi vár.
KONDI
Føroysk
ítróttarklæðir
Pit SJÓKLÆDNAVIRKIÐ
og hósdag
— um ferðafólk eru
Í vetur verður flogið hvønn leygar-
dag millum Føroyar og Ísland. Mill-
umlent verður á Egilsstøðum, bæði á
vegnum til og úr Føroyum. Tað eru
Flugleiðir, sum rgkja hetta samband-
ið við Fokker Friendship flogførun-
um.
Men tað ber eisini til at sleppa til
Íslands týsdagar og hósdagar. Hesar
dagar verður flogið — um ferðafólk
eru. Tað eru Flugfélag Norðurlands
og Flugfélag Austurlands, sum í sam-
vinnu við Flugleiðir taka sær av hesi
flúgving. Tey brúka minni flogfør, og
flogið verður millum Egilsstaðar og
Føroyar. Samband er við flogrutuna
millum Reykjavik og Egilsstadir.
Henda skipan kom í gildi 1.
november. Men hon er ikki roynd
enn. Ongi ferðafólk vóru, hvorki hós-
dagin ella í gjár.
Brutu 18 rútar
Sunnunáttina blivu 15
rútar knústir i
smiðjuni hjá Vagn
Mortensen á Tveroyri.
Samstundis fóru 3 rút-
ar hjá N.J. Mortensen.
Bensinpumpan har
bleiv eisini brotin og
ein takrenna skredd
niður.
Politiið sigur seg
hava spor at ganga
eftir.
Hetta kann ikki skiljast ødrvisi enn, at tað kann standast
lívsvandi av at velja sambandið...
um hatti!
Nei, her er ongin lítil maður við brillum og svert-
Óli í Áarstovu
2
l- K+ Fyrireikingarnar til
- årligu veitsluna hjá
logregluni í Feroyum
eru nú gjerdar. Sprutt-
ið er fingið til helis.
*