Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 86 — 7. november 1979 sosialurin Síða 3 Politiið klagað fyri Sambært einum anonymum persóni skuldi neundin í p.f. Norðís halda hondina yvir neundarformanninum. Tann anonymi, sum meldaði tvey ára gamalt innbrot til politiið, pástóð, at arbeiðsformaðurin var hin seki. Hesin vil nú reinsast. Ein klaga móti poli- tinum fyri myndug- leika misbrúk varð mánadagin ferd fram i Feroya rætti. Ein maður av Eiði klagar yvir framferðina hjá politinum í eini rannsakan eftir eitt innbrot, sum var gjørt tvey år frammanundan á flakavirkinum Nordis á Eiði. Klagað verður yvir fram- faringarháttin hjá politi- num, sum var so opinlýs- ur, at gitingar og leysa- tíðindi fóru um alla bygd- ina. Avleiðingar av hesum hava verið til ampa og trega fyri mannin, sum klagar, og familju hans- ara. Ikki uppklárað Í rættinum greiddi sak- førarin hjá manninum, sum klagar, Halgir Wint- her-Poulsen, frá innbrotin- um og kanningunum, sum vóru gjørdar í samband við hetta. Brotið var inn á skriv- stovuna á Norðís náttina eftir 5. august 1974. Stoln- ar vóru 4000 kr. frá p.f. Norðís og 4000 kr. frá fiskiskipinum Th. Ny- gaard. Harafturat var her- verk av grovasta slagi gjørt á innbúgvið. Maðurin, sum klagar, var sjálvur arbeiðsformað- ur á Norðís, tá innbrotið hendi. Tá tilburðurin varð uppdagaður morgunin eftir, boðaði hann sjálvur stjóranum frá, sum boð- sendi politinum. Fyri politinum upplýsti arbeiðsformaðurin, sum eisini hevur verið nevndar- formaður í p.f. Norðís síð- an virkið varð stovnað, at hann var tann seinasti, sum fór av virkinum kveldið fyri. Fyra vitni Sambært politifrágreið- ingunum hevdu fýra fólk á Eiði sæð ein avbygdabil í bygdini hesa náttina, inn- brotið var gjørt. Eisini hava hesi vitnini sæð bilin á veg oman móti Norðís og hava greitt frá, at bilurin var burtur í ein „hálvan tíma. ; Tvey av vitnunum segdu í frágreiðingunum, at tey høvdu kent persón- arnar í bilinum aftur, um tey mettu teimum aftur. Eitt av vitnunum visti seg at hava sæð bilin, sum var ógvuliga sjáldsamur, standa uttanfyri eitt ávíst hús í eini ávísari bygd. Men politiið fann ikki fram til, hver hevdi framt innbrotið og málið varð lagt til síðis. Anonymur persón- ur meldar Tvey og eitt hálvt ár seinni — í mars 1977 — fekk politiið fráboðan frá einum persóni, sum segði seg vita, hver tann seki var. Hesin persónurin vildi vera anonymur, men leið- arin av rannsóknini, Súni Vinther, kriminalpolitist- ur, hevur í einum av skjøl- unum, sum vórðu lisin upp í rættinum, skilað til, at hann kendi persónin og at hann skuldi vera álítandi. Nevndin skuldi vera vitandi Tann anonymi persónurin, sum meldaði innbrotið av nýggjum tveir dagar und- an, at ársaðalfundur skuldi haldast í p.f. Norð- ís, greiddi politinum frá, at tann seki var knýttur at Norðís og at gerðin var gjerd í fyllskapi. Eisini upplýsti hesin anonymi persónurin, at hinir nevndarlimirnir í p.f. Norðís vistu, at maðurin, sum nú hevur klagað um politiið, var tann seki. Maðurin skuldi sambært frágreiðingini frá tí anonyma persóninum hava lagt ell kort á borðið yvir fyri nevndini, men nevndin helt hondina yvir honum treytað av, at hann Í august 1974 varð innbro CLUB t gjørt á Nordis. Politiið uppklåradi ikki málið. Tvey år BI seinni varð innbrotið meldað av nýggjum tók seg úr nevndini á aðal- fundinum. Politistar til Eiðis Eftir hesa fráboðanina tók politiið málið upp av nýggjum. Tveir politistar fóru til Eiðis. Nevndin í p.f. Norð- ís varð yvirhoyrd eins og fyrrverandi og táverandi stjórar. Somuleiðis vórðu aðrir persónar yvirhoyrdir og tann mistonkti maður- in, sum klagar, varð yvir- hoyrdur í egnu krambúð síni. Politiið kom tó ikki til nakað úrslit. Tann mistonkti fekk seinni í einum skrivi at vita, at hann var ósekur og at málið var lagt burtur. Meira varisliga Í rættinum førdi sakfør- arin, Halgir Winther-Poul- sen, fram, at meldingin til politiið tvey og eitt hálvt ár eftir innbrotið bert var gjerd fyri at skaða persón- in. Hann helt, at politiið átti at havt farið meira varisliga fram. T.d. kundi politiið havt boð- sent manninum at komið til Havnar. Halgir Winther Poulsen greiddi eisini frá, at hann hevði biðið um at fáa navnið á tí anonyma per- sóninum at vita, men hetta varð honum noktað. Ynskið um at fáa navnið at vita, stendur framvegis við, soleiðis at hesin kann stevnast fyri rættinum, soleiðis at mað- urin, sum klagar, kann fáa veruliga uppreisn. Grundleys ákæra Almenni ákærin, Klyver, sum metti í rættinum fyri politivaldið, segði ákær- una vera grundleysa. Klyver helt ikki, at politiið hevði framt GR myndugleika misbruk! 1 myndugleika misbrúk. Tí átti klagan eftir hansara meting ikki at fáa rættar- viðgerð og vildi hann skjóta málið inn fyri Eyst- ara landsrætt. Seinri fundur Dómarin útsetti málið ein góðan mánað. Dómarin gav sakferaranum hjá manninum, sum klagar, loyvi at fera tvey vitni fram — tveir av stjórun- um, sum hava verið á Nordis, Petur Reinert og J.P. Petersen — og ikki ell 12 vitnini, sum sakferarin ynskti. Annars varð eisini upp- lýst í rættinum, at 4000 kr. vóru afturkomnar. Men hvussu, visti nevndin ikki. Hetta var komið fram á einum fundi, sum Halgir Winther Poulsen hevði havt við nevndina i p.f. Norðís. Hetta helt dómarin vera ógvuliga áhugavert. CERES Heimskend listaverk til sølu í Gundadali Í morgin og komandi dag- ar hava feroyingar hevi at ogna sær verk eftir heims- kendar listamenn, eitt nú Picasso, Dali og Chagall. Og tað er ikki neyðugt at leita útum landsoddarnar fyri at keypa hesi verk. Tí í morgin kl. 15 letur upp tann stóra, altjóða grafikkframsýningin í Listaskálanum í Gunda- dali. Listaverkini, 60 í tali, komu við flogfarinum i gjár. Tað er Gallery Inter- nationale í Ribe í Dan- mark, sum hevur savnað listaverkini fyri Listafelag Feroya og sent tey henda- vegin. Summi av teimum koma heilt úr Ameriku. Hini koma úr Danmark og Sveits. Verkini eru fingin til vegar frá lista- verkseljarum í hesum londunum Opin til 20. november Á framsýningini, sum Listafelagið metir er eitt vágiligt — men eisini sera spennandi tiltak, eru verk eftir Alechiensky, Appel, Corneille, Coignard, Asger Jorn, Rikard Mortensen, Egill Jacobsen, Hundert- wasser, Picasso, Chagall, Roosken, Wunderlich, Miro og Moore. Tad er ikki talan um eftirgeråir (reproduktiónir). Oli verk ini eru upprunalig og tey eru til selu Altjóða grafikkfram- sýningin í Listaskálanum er opin tann 11., 12., 13., 16., 17. og 18. november kl. 15-20. Tann 14., 15., 19 og 20 er opið millum kl. 18 og 21