leygardagur 10. november 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 87 — 10. november 1979
kring oyggjarnar
Henda myndin er tikin úti við Lærara-
skúlan, har flaggstongin brotnaði í
óveðrinum um vikuskiftið.
Annars hendu
ikki stórvegis
skaðar í tí nógva vindinum, sum var,
serliga sunnunáttina. Á politistødun-
um kring landið vóru ongar fráboð-
komnar um vindskaðar
og
heldur ikki Brunatryggingin hevði
frætt nakað, tá vit spurdu fyrst í vik-
Heim við fesk-
fiski — eftir
30 døgum
å fiskileid
A middegi hósdagin
vóru 22 útlendsk fiski-
før undir Feroyum.
Tað vóru 7 bretskir
línubátar, 2 franskir og
4 týskir trolarar og 9
norskir línubátar.
Tann eini norðmað-
urin fór heim hósdagin
við 70 tonsum, megin-
parturin var brosma og
longa. Hóast teir ísa
fiskin, so vóru teir við
Feroyar í 30 dagar
Havnin fær
jólatræ úr Noregi
Býráðið í Asker, vinar-
býinum hjá Havnini í
Noregi, hevur skrivað
til býráðið í Havn og
boðað frá, at tað sendir
eitt jólatræ hendavegin
síðst í november mán-
að.
Tjaldrið
suðureftir
Tjaldrið fór hósdagin
til Hebridurnar at
hjålpa Leivi Øssursyni,
sum hevdi fingið um
skrúvuna
Aldumåtingarnar
órógvaðar
Tær upplýsingar, sum
teir fýra aldumátarar-
nir í hesum degum
senda til lands, eru ikki
altíð álítandi. Hetta
kemst av, at onkur
annar arbeiðir á sama
frekvensi, sum aldu-
mátararnir brúka. Um
náttina eru ongir
trupulleikar, men tå
tað tekur at lýsa, byrj-
ar órógvanin
Hetta hevur nú
staðið við í nakrar vik-
ur og Vaktar- og bjarg-
ingartænastan arbeiðir
við at finna fram til,
hvat tað er, sum órógv-
ar. Mett verður, at
hetta verður greitt
fyrsta dagin.
Á Vaktar- og bjarg-
ingartænastuni siga
teir, at tað hevur altíð
verið nakað av órógvan
á frekvensinum, men
tað hevur ongantíð
verið so ringt sum nú.
Av tí at upplýsingar-
nar frá aldumátarun-
um ikki eru ålitandi,
verða tær ikki útvarp-
aðar so leingi
Nýggj føroysk framleiðsla, Føroya Linned Design:
Framleiðir vorur sum
higartil bert eru
innfluttar til Foroya
Seingjarklædi, køksgardinur, dúkar, te-hettur, lampu-
skermar og mangt annað
Á Handilsstevnuni í
Havn í september
mánað, sýndi eitt
nýtt føroyskt virki
fram framleiðslu
sína — Feroya Linn-
ed Design.
Ordrarnir, sum komu inn,
vóru so nógvir í tali, at
toygoymslan var uppi
eftir stuttari tíð, men nú
er virkið við at koma upp
undan aftur, so um ikki so
langa tíð kunnu feroyskt
framleidd seingjarklæði,
gardinur o.a. keypast í
krambúðunum.
Vildu royna seg
Tað eru Hasla Olsen og
Hanna Jónsson í Klaks-
vík, sum reka virkið.
Í samreðu við Sosialin
sigur Hanna, at tær fóru
undir framleiðsluna stutt
undan Handilsmessuni
fyri at finna fram til, um
áhugi var fyri framleiðsl-
uni og um meguleiki var
fyri at fara undir eina
sterri framleiðslu.
— Tað vísti seg, at und-
irtøkan var sera góð og
fólki dámdi væl tað, sum
vit hevdu gjert. Ja, vit
fingu so nógvar ordrar, at
vit hava havt nóg mikið
við at fáa teir av vegnum,
sigur Hanna.
Alt í húsar-
haldinum
— Hvat framleiða tit?
— Vit gera seingjar-
klæði, køksgardinur, dúk-
ar, te-hettur, bakkabond
og lampuskermar. Um
virkið fer at ganga og
nakað av peningi kemur
inn, ætla vit at framleiða
alt tað, sum vanliga
verður brúkt inni í einum
húsi.
— Hvussu heldur tú, at
tit fara at klára tykkum
móti teimum innfluttu
verunum?
— Eingin hevur roynt
slíka framleiðslu fyrr í
Feroyum. Alt verður inn-
flutt, so kappingin frá
teimum innfluttu
verunum er stór. Um vit
skulu klára okkum, mugu
vit alla tíðina fylgja við tí,
sum frammi er í tíðini.
Heldur ikki mugu vit vera
aftanfyri, hvat viðvíkur
dygd og prísi.
Byggja nýtt heli
Feroya Linned Design
heldur í letuni til á loftin-
um hjá Haslu, har um-
steðurnar eru heldur
Frá Handilsstevnuni í Havn. Básurin hjá Feroya Linned Design varð væl vitjaður
trongar, men um ikki so
langa tíð verða helisviður-
skiftini betri.
Maður Haslu er í ferð
við at byggja upp í húsini
og í hesum íbygninginum
og í einum parti av teim-
um gomlu húsunum, skal
virkið halda til í.
Tá verður meguligt at
gera alt í sama staði. Sum
nú er, verður sumt av
arbeiðinum gjert aðra-
staðni. Eisini verður
meguleiki at hava fleiri
maskinur og onnur tól.
Umframt Haslu og
Honnu eru fýra aðrar
kvinnur knýttar at virkin-
um. Ein seymar dagliga
saman við Haslu, meðan
tríggjar seyma heima við
hús. Hann sjálv seymar
ikki, men klippur og ger
ymiskt annzð og tekur
sær av rakstrinum.
Spennandi
— Hava tit fingið nakran
peningaligan stuðul?
— Vit hava sekt Menn-
ingargrunnin um stuðul,
men vit hava ikki fingið
nakað endaligt svar enn.
Vistu vit við vissu, um vit
fingu stuðul, kundu vit
gjert fleiri ílegur í maskin-
ur og toygoymslu.
Sum tað skilst, so er
virkið enn á einum byrj-
unarstigi. Hanna greiðir
frá, at ofta verður lagt
nógv fyri og arbeitt verður
til langt út á næturnar.
— Men hetta er ógvu-
liga spennandi, er Hanna
skjót at leggja afturat. Og
fyri at gera arbeiðið upp
aftur meira spennandi,
vilja tær royna at skapa
nakað nýtt alla tíðina.
Í dag kann framleiðslan
frá Foroya Linned Design
keypast í einumstekum
krambúðum kring í land-
inum, men tá framleiðslan
kemur í eina fastari legu,
verður seluliðið eisini út-
bygt. M.a. ætla tær sjálv-
——
ar at hava eina sølubud i
Klaksvík. Hendan letur
meguliga upp fyri jól.