Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| t | Nr. 87 — 10. november 1 979 sosialurin Býráðið skógfriðar ókið sunnanfyri Viðarlundina Økid sunnan fyri Viðar- lundina í Havn skal nú skógfriðast. Á býráðsfundinum hós- kveldið bleiv ein tilráðing frá mentamálanevndini um, at býráðið lýsir skóg- friðing á økinum, samtykt við 7-5 atkveðum. Áðrenn tilráðingin bleiv gjerd, hevði mentamålanevndin fund við skógfriðingar- nevndina um málið. Hon tók undir við uppskotin- um um at skógfriða økid. Broytingaruppskot Avgerðin bleiv ikki tikin uttan orðaskifti. Essa Arge vildi hava málið til við- gerðar í byggi- og býar- skipanarnevndini. For- maðurin i mentamála- nevndini, Finnur Johan- sen, vildi ikki hoyra talað um hetta. Hann segði, at byggi- og býarskipanar- neyndin hevur havt málið til viðgerðar og tað var nú at finna í arkivinum hjá býráðnum við uttanå- skriftini „lagt uppá plåss«, tað vil siga endaliga avgreitt. Essa Arge segði, at tað er eitt annað mál, sum er »lagt uppá pláss“ nevniliga uppskotið hjá honum um at byggja eitt hvíldarheim sunnanfyri Viðarlundina. Á fundinum løgdu Heð- in Mortensen, Ingi Mohr, Petur í Gong og Jákup S. Jacobsen fram eitt broyt- ingaruppskot: — Mælt verður til, at ekið sunnan- fyri Viðarlundina verður útlagt sum friøki. Broytingaruppskotið fekk 5-6 atkveður og fall. Síðani varð atkvett um uppskotið hjá Essa Arge um at beina málið í byggi- og býarskipanarnevndina. Atkvett varð við navna- kalli og fall uppskotið við 5—8 atkvødum. Veiðirættindi í donskum sjógvi: Fyrst EEC so donsku ríkis- borgararnir foroyingar — Føroyingar hava ilt við at skilja, at teir fáa so ringar sømdir í donskum sjógvi, segði Jákup Lindenskov m.a. í fyrstu rødu sínari á fólkatingi — Feroyskir fiskimenn, og føroyingar yvirhøvur hava ilt við at noyðast at skilja, at teir fáa so ringar semdir á teimum fiskileiðum, sum eru innanfyri danska ríkis- markið, bæði í Grenlandi og Norðsjónum. Steðan er nú tann, at tyskarar, fransar, bretar, hálending- ar og belgiarar hava framí- hjá rætt framum vanligar danskar ríkisborgarar, framum føroyingar. Hetta segði Jákup Lindenskov í fyrstu reðu sínari í fólkatinginum mikudagin. Jákup Linden- skov hevði orðið í umreð- uni av trúntaluni hjá for- sætisráðharranum, Anker Jergensen. Jákup Lindenskov segði, at síðani Danmark fór uppí Felagsmarknaðin, eru meguleikarnir hjá fer- oyingum at fiska á teim- um traditionellu leiðunum nógv skerdir. — Føroyingar vita, hvat tað vil siga, altíð at skula royna nýggjar meguleikar, nýggj fiskasløg og nýggjar veiði- hættir. Hesar treytir kosta, hesar stødugu av- bjóðingarnar krevja ov stórar ílegur til tað, segði Jákup Lindenskov. Hann segði at hóast steðutakan- in hjá teimum stóru lond- unum ella teirra vantandi Jákup Lindenskov: — Eg eri fegin um, at forsætis- ráðharrin undirstrikaði samarbeiðið millum ríkis- stjórnina og heimastýrið. fatan um, hvussu fiskartid eigur at skipast í framtíð- ini, vilja feroyingar fram- vegis gera sítt besta fyri at vinna skilning fyri teirri lítlu tjóðini og rætti henn- ara at laga sína egnu framtíð. Yvirtekur stóran týdning Í reðu sínari takkaði Jákup Lindenskov forsætisráðharranum fyri tað sera positiva ummælið hann gav samstarvinum millum ríkisstjórnina og heimastýrið. — Eg eri fegin um, at samstarvið verður undir- strikað. Tær fjelbroyttu uppgávur av fíggjarligum og eðrum slag, sum ríkis- myndugleikarnir og heimastýrið í felag hava umsitið og loyst í foroyska samfelagnum eru sjálv- andi av allarstersta.týdn- ingi fyri framhaldandi menning og framburði í samfelagnum. Ynskið um at vinna sterri sjálvstýri — sum er gjøgnumgang- andi i heimastýrislógini — soleidis, at føroyska sam- felagið í tann mun, tað er meguligt kann vera sjálv- bjargið, hevur givið góð úrslit. Jákup Lindenskov segåi, at yvirtøkurnar av umsitingini av almanna- málum og skúlamálum eru av stórum týdningi fyri eina framhaldandi góðari menning av hesum samfe- lagsekjum. — Eg umboði fyrst og fremst Føroyar Jákup Lindenskov endaði fyrstu reðu sína á fólkatinginum við hesum orðum: „Hvad skal dog en spurv i tranedans og ugle mellem krager« var et ordsprog, man brugte her til lands i hine dage. Selv um jeg her i tinget tilslutter meg den sosialdemokrat- iske gruppe, har jeg ingen grund til at dølge min rette her- komst. At jeg først og fremmest er valgt som repræsentant for Færøerne. Jeg vil her i tinget tale færinger- nes sag. . Jeg sætter min lid til, at det vil lykkes for det høje ting, for statsministeren og for regeringen at medvirke til en for Færøerne gunstig løsning, således at erhvervsgrundlaget for det færøske sam- fund kan sikres frem- over. Síða 5 Foreldrafelag stovnad i Vågi Lærarar við Vágs kommunuskúla sleppa ikki at vera limir í Foreldrafelagnum Mánakveldið varð eitt foreldrafelag stovnað í Vági. Felagið eitur For- eldrafelagið fyri Vágs kommunu og tað skal virka fyri at skapa børnum og ungum — 18 ár og yngri — betri kor. Foreldur og verjar hjá bernum og ungum kunnu gerast limir í felagnum. Onnur áhugað kunnu eisini gerast limir, men tey fáa ikki atkveðu- rætt og hava ikki val- bæri. Býráðslimir og lærarar = við Vágs kommunuskúla kunnu ikki vera limir. Húsbeðilin í Vági Vágbingar eru farnir undir at venja sjónleik- in Húsbeðilin. Venjing- arnar byrjaðu í seinnu helvt av oktober og fyrstaframferslan verð- ur um ein mánað. Poul Johs. Lindberg týddi Húsbeðilin úr donskum í 1969 og fyrstu ferð varð spældur í Feroy- um, var í 1973, tá næmingar á Studenta- skúlanum í Hoydelum settu hann upp. Tað er Vágs bóltfe- lag, sum stendur fyri sjónleikinum í Vági, og avlopið av framferslun- um fer eisini til VB. 10 fólk taka lut í venjingunum av Hús- beðilinum. Leikstjóri er Andreas Petur Jacobsen. Gáshólmur um- „bygdur fyri hálva millión Línubáturin Gáshólm- ur kom á Vág týsmorg- unin úr Grená, har hann er umbygdur. leikurin Eitt tad fyrsta, For- eldrafelagið fer at arbeiða við, verður saman við Vágs Mat- meðrafelag og eðrum áhugaðum at fáa ein barnagarð í Vági. Á stovnandi fundin- um mánakveldið fekk Foreldrafelagið 26 lim- ir. Eitt uppskot til lóg fyri felagið bleiv sam- tykt og nevnd vald. Í nevndini eru Henny Augustinussen, Ellen Vogensen, Lis Helmer Larsen, Arni Bratta- berg og Heri Hjelm. Tiltakslimir eru Sunnva Petersen og Ebba Kjærbo. At kalla alt oman- deks á Gáshólmi er nýtt. Hann hevur fingið nýtt stýrihús, hvalabak og hann er nú yvirdekkaður í bak- borð. Nýggjur motorur er eisini ísettur, tað er ein 307 hesta Volvo- Penta. Motorurin, sum var í, var av sama slag, men 210 hestar. Umbyggingin er gjerd hjá Brd. Jensen í Grenå. Arbeiðið tók tríggjar mánaðir, og tað kostar uml. 500.000 kr. Gáshólmur fór úr Grená hósmorgunin. Teir fingu ódnarveður á vegnum upp og lógu eina tíð og krokaðu í einari vík í Hetlandi. Ætlanin er, at Gás- hólmur skal byrja fiski- skap aftur í annað- kveld. Hann skal av- reiða til Polarfrost í Vági. Manningin telur seks mans, fýra um- borð og tveir í landi. Skipari er Jógvan E. Krosslág. Tað er eisini hann, sum eigur Gás- hólm. Gáshólmur er bygd- ur úr eik og bók í Bogense í 1947.