Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

DSE Prent Dimmalætting , 0 og vit senda Poulsen &Co Telefon 12000 - 12001 blaðið, sum viðkemur ollum — eisini tær sosialurin Nr. 87 — 10. november 1979 A—H————T————w—" HEIMARØKT OG RØKTARHEIM Aftanå at hava lisid Sosi- alin 13. okt. 1979, fari eg at taka undir vid jan. um at fåa eitt gott tjak um HEIMARØKT. Fyri at koma til eitt tjak um tad veruliga evnid, mugu vit koma burtur frå at tjakast um, hvør skal koma fyrst i heimid, heimahjålp ella heimasjúkrasystir, tað vísir seg sum, at summir bólkar halda tað vera alt avgerandi. Eg havi, síðan eg byrj- aði innan heimahjálpina, gjørt vart við tervin á heimasjúkrasystrum, hvar málið so liggur á láni, veit eg ikki. Royndirnar, vit innan heimahjálpina hava havt hesi 4 1/2 árini, eg havi sitið sum leiðari, er at tey gomlu og brekaðu ikki ynskja at koma heimaní- frá. Eg haldi tí, tað má vera okkara uppgáva, so gott sum gjørligt at royna at fyribyrgja ella útseta hetta longst møguligt. Sjálvsagt vil tað vera tørvur á røktarheimum, men lat okkum kanna tann veruliga tervin, áðrenn bygt verður. Tað hevur eisini verið tosað um vardar íbúðir, men hjá okkum, sum helst eru einasta tjóð, hvar 90% av fólkinum býr í egnum húsum, má uppgávan vera at gera teirra egnu íbúð til varda íbúð, og ikki at flyta tey út. Og her kann kalli- anleggið geva teimum somu trygd, sum tey fáa í teimum vardu íbúðunum, vit hava sæð. Hetta má vera tann rætti vegurin at ganga, hví altíð vera eftir- bátar? Hví ikki einaferð vera eitt fyridømi? Um allir bólkar, ið vilja okkara gomlu tað besta, taka undir við at loysa hesa uppgávuna, kunnu vit fáa eina fyrimyndar- liga HEIMARØKT. Til tess er tørvur å øllum bólkum, bæði læknum, heimasjúkrasystrum og heimahjálparum, og fremst av øllum i einúm góðum samstarvi, hvar okkara gomlu og brekaðu eru í »FOKUS«. Sonja á Argjaboða Angmagssalik tjak og meiningar Vit gera Ilesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. TILLUKKU VØGG! Eftir eina púra objektiva blaðsamreðu í blaðnum »Kolon« nú seinast, hevur tú fingið tann stóra heiður at verða útspiltur av Óla Breckmann sjálvum. Hesum manni,, sum hevur verið mentur at toga blað sítt niður í eitt ótespiligt dýki. Eitt skalt tú vita, Vøgg, sterri heiður kann ikki hugsast tær í fer- oyska blaðheiminum. Sjálvur havi eg fleiri ferðir verið útspiltur í Dimmu vegna kommun- istisku hugsjónir mínar, og av tí, at eg vágaði mær at siga sannleikan um eitt av kommunistisku lond- unum, av næststersta »eiturorminum« í føroyska bladheiminum, Crayon. Í navni feroyska pressufrælsisins loyvdi hesin »ormur« ikki, at svar mítt upp á lygnir og út- spillingar hansara, fekk innivist í Dimmu. Hetta er tað, sum her á landi nevn- ist pressufrælsi. Men, Vegg, enn eina- ferð vil eg ynskja tær til- lukku. Tú ert útspiltur av stersta og mest slímuta »ormi« í føroyska blað- heimsins »ormagardi«. Eg ætlaði eisini at seta hesar reglur í >14. Sep- tember«, men av tí at hetta blað er við at oyði- leggja seg sjálvt, við ikki at loyva brevum undir dulnevni, noyðist eg vegna vandan fyri »be- rufsverbot« bert at skriva í einum blaði. Hav altíð orð Mao for- manns, sála, í huga: Tess enskriligari ýlini, tess beinari kósin! ART-Eystanroði HAA—KTTLRLA—A—MTTTA{A——mmMMP1—L—— ÁSANNAN — ÁVARING — ÁHEITAN!!! Norðoya Framburðs- og Fiskivinnufelag hevur á fundi 3. november 1979 samtykt at senda út so- ljóðandi áheitan á all vinnufeløg í landinum: Felagið ásannar at hó- ast tað hevur verið og er hverjum mansbarni í Før- oyum greitt at grund- stuðlarnir undir okkara samfelag, veiðuflotin, við miklari ferð siglir gjøgn- um eina fíggjarliga trong- tíð, verður einki munagott gjørt fyri at umgangast at alt endar í reinum ruðu- leika. Ásannast má, at skip og manningar hava ikki ráð at landa fong teirra heima á landi, at stórt tal av teimum nú bert sigla av góðvild og at henda góðvild ikki kem- ur at halda áfram leingi afturat uttan álvarsligar fylgjur, ti at spyrjast må, hvussu leingi vilja og/ella orka smiðjur, oljufelog, virkir, handlar og heilsel- ur at geva sterri og sterri og alt meira langfreistaðar kredittir, hvat hendir í næstu fram- tíð nú sterri og sterri part- ar av okkara veiðuflota (skip og manning) av neyð og armóð eru tvungin at selja veiðuna uttanlanda, og Hvat hendir nú partar av okkara bestu fiski- og útróðrarmonnum við pertum av okkara bestu skipum av neyð og armóð, eins og í fimtiárunum, fara at veiða fyri aðrar tjóðir og harvið hjálpa teimum at kappast á marknaðin- um við okkara, av somu orsek, „minkandi fram- leidslu«. Felagid åsannar at før- oysku vinnufeløgini megu standa saman skal vón vera fyri bjarging. Tað eru ikki bert vinnufelegini á sjónum sum megu standa saman. Limirnir í eðrum vinnufelogum verða eins hart raktir, um ikki harð- ari enn fiski- og útróðrar- menn um tað hendir at steðgur kemur í fram- leiðsluna. Standið saman meðan tíð er. Tann dagur tað er ov seint kann koma og nærkast skjótt. Reiðarafelagið hevur uppsagt sáttmálarnar til at fara úr gildi 1. desemb- er, men vit megu gera okk- um heilt greitt, at skipini verða ikki fíggjarliga bjargað av at manningin fær minni í sín part. Heldur tað mótsatta. Her má annað og meira munagott til, skulu ikki manningar og skip antin rýma ella bukka undir, og harvið hvert heim í Feroy- um verða rakt av fylgjun- um sum í báðum forum verður manglandi tilflutningur av ráveru til tey grundleggjandi arbeiðsplássini á landi (flakavirkini). NEI, gerið ikki lock-out 1. desember, men standið saman og gerið 1. desemb- er til dagin har øll vinnu- feløgini í felag kunngera landsins leiðslu hverji tað eru sum halda samfelags- hjólini gangandi. Brótið upp um armar og sláið í borðið nú. Næsta ár kann vera ov seint. Eingin hjálpir teimum ríku við at útarma tey fátæku. Norðoya framburðs- og fiskivinnufelag K. Jacobsen, fm. Sendið lesarabrøvini til SOSTALIN!