leygardagur 27. juli 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 142 - 27. juli 2002
Nr. 142 - 27. juli 2002
9
ÓLAVSØKA
Ingrid Bjarnastein
Ólavsøkukabarettin er ikki
bara sjónleikur. Nei, har
eru sanniliga eisini tón-
leikarar, sum gera sítt til, at
kabarettin verður til tað,
sum hon er.
Tónleikararnir í ár eita
Bartal
Højgaard,
Fríði
Øster, Rúni Eysturlíð og
Janus Kampmann. Teir eru
allir útisetar, men fleiri av
teimum hava spælt saman í
kabarettini upp í fimm
ferðir fyrr, og allir fýra
hava spælt til kabarettina
fyrr, so hesir ungu menn-
inir eru gamlir í garði.
– Vit spæla ikki saman
vanligt, men vit eru so væl
fyrireikaðir
í
ár,
sum
ongantíð fyrr, siga teir fýra
tónleikararnir.
Og í ár er nakað nýtt hent
við tónleikarunum. Ístaðin
fyri at standa kroystir í
einum horni niðri á gólv-
inum, eru teir slopnir uppá
pallin at spæla, og tað eru
teir ógvuliga glaðir fyri.
Teir vísa eisini á, at hetta er
tann kabarettin, sum er
tekniskt og praktiskt best
fyri.
– Hjá okkum verður
spælt uppá kommando. Vit
spæla tíðaraktuellan tón-
leik, mest kend løg, men so
eisini okkurt, sum er gjørt
til høvið, so vit eru ógvu-
liga spentir uppá, hvussu
tað fer at ganga.
Spurdir um, hví teir tíma
at spæla til kabarettina var
svarið greitt:
– Hetta er vorðið til ein
part av okkara ólavsøku
eftirhondini.
Teir siga, at tað at spæla
til ólavsøkukabarett er so
nógv av eini avbjóðing,
sum ein sjálvur ger tað til.
– Um tú ger tær ómak við
at fáa tað at ljóða so væl
sum møguligt, og spælir so
væl sum tú kann, so er tað
ein avbjóðing í sær sjálv-
um, siga teir. – Tað er eisini
stuttligari at spæla við
sjónleikarum enn við sang-
arum, siga teir flennandi at
enda.
So leikandi lætt
Teir fýra, Bartal Højgaard, Fríði Øster, Rúni Eysturlíð og Janus Kampmann, eru tónleikararnir til ólavsøkukabarettina
Mynd: Finnur Justinussen
Fólkaflokkurin hevur
biðið Tjóðveldis-
flokkin um at fáa skil
á sínum innanhýsis
leiðslu trupulleika í
sambandi við ákær-
urnar hjá Tórbirni
Jacobsen móti løg-
manni, Anfinn Kalls-
berg, og støðan er nú
aftur fastløst
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Tað er synd at siga, at tað
hevur verið gott veður hjá
samgonguni, síðani hon tók
við broyttari manning, eftir
drúgvar samráðingar eftir
løgtingsvalið. Tingið hevur
líka verið saman fyri at
velja formann og nevndir,
men annars hevur nýggja
tingið enn ikki verið sam-
an, men hevur verið í
summarfrí. Á ólavsøku
byrjar nýggj tingseta, og tá
verður eisini løgmansrøðan
á skránni, sum Anfinn
Kallsberg, løgmaður, fer at
halda. Í salinum verður øll
samgongan – eisini Tór-
bjørn Jacobsen, sum hevur
verið spírin til hetta ný-
komna stríðið, sum hevur
stungið seg upp.
Tey flestu kenna søguna,
so vit endurtaka hana ikki
meira enn neyðugt. Í skriv-
andi stund er støðan tann,
at Fólkaflokkurin hevur
sent Tjóðveldisflokkurin
enn eitt skriv, har funnist
verður at úttalilsunum hjá
Tórbirni
Jacobsen
um
løgmann og Jørgen Nicla-
sen, landsstýrismann.
— Vit samdust um at fara
til Tjóðveldisflokkin, tí vit
kunnu ikki góðtaka hesar
ákærurnar og svarið, vit
fingu. Ákærurnar kunnu
ikki blíva hangandi, sigur
Óli Breckmann, formaður
fyri tingbólk Fólkafloksins.
Halda fram
Óli Breckmann sigur, at teir
eisini hava sent á eina
skrivliga áheitan til Tjóð-
veldisflokkin um at taka fat
um tann – sum hann kallar
tað - leiðslutrupulleiki í
Tjóðveldisflokkin, sum er
vorðin ein trupulleiki fyri
samgonguna.
Tá vit spyrja Óli Breck-
mann, um hann Fólka-
flokkurin nú angrar, at hann
fór í hesa samgonguna,
svarar hann:
— Vit eru farnir í eina
samgongu fyri at kunna
halda fram í einum kon-
struktivum samstarvi á
sjálvstýrisleið. Vil Tjóð-
veldisflokkurin ikki hava
hesa samgonguna, so skulu
teir bara halda fram við at
tíggja sær, sum tær hava
gjørt, so heldur hon skjótt
uppat. Ein sovorðið sam-
starv forbjóðar seg sjálvt,
sigur Óli Breckmann.
Hann sigur, at teir hava
ongan sum helst iva um, at
Tjóðveldisflokkurin
er
sinnaður til hetta sam-
starvið og er til reiðar, at
gera tað, ið skal til fyri at
tryggja samstarvið. Hann
leggur afturat, at løgmaður
og flokkurin ikki kunnu
liva við støðuni, sum hon er
nú.
Ótolandi
Òli Breckmann roynir ikki
at skava útyvir, at hann
heldur ógvuliga lítið, um
atburðin
hjá
Tórbirni
Jacobsen í løtuni.
Óli Breckmann heldur
tað hava stóran týdning, at
samgongan finnur stevið
aftur
beinanvegin,
nú
ólavsøkan eisini nærkast.
— Tað er fullkomiliga
burturvið, at løgmaður skal
fara
at
stevna
einum
vanligum tingmanni. Tað
ber als ikki til, at liva í ein-
ari samgongu, har ein so-
vorðin brølandi løva setur
dagsskránna,
sigur
Òli
Breckmann.
Innanhýsis trupulleiki
— Vit samdust um at fara til Tjóðveldisflokkin, tí vit kunnu ikki góðtaka hesar ákærurnar og
svarið, vit fingu. Ákærurnar kunnu ikki blíva hangandi, sigur Óli Breckmann, formaður fyri
tingbólk Fólkafloksins
Tórbjørn Jacobsen fer
at seta Bjarna Djur-
holm ein skrivligan
fyrispurning um valið
av nevndarlimum í
Framtaksgrunninum
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Tórbjørn Jacobsen heldur,
at landsstýrismaðurin við
vinnumálum hevur skapt so
stóran iva um valið av fólki
í almennar nevndir, at hann
nú fer at seta skrivligan
fyrispurning á løgtingið um
nevndina í Framtaksgrunn-
inum.
Tað, sum fær tingmannin
fyri Tjóðveldisflokkin at
gera hetta, er, at Bjarni
Djurholm hevur sagt al-
ment, at hann hevur næstan
altíð fylgt tilráðingunum
frá embætisfólki, tá hann
hevur manna almennar
nevndir.
At Bjarni Djurholm segði
»næstan«, órógvar Tór-
bjørn Jacobsen.
– Tá landsstýrismaðurin
sigur hetta, vil eg sum um-
boð fyri fólkið hava at vita,
um hann fylgdi tilráðingini
frá embætisverkinum, tá
nevndin
í
Fram-
taksgrunninum varð vald,
ella um tað bara var næstan,
sigur Tórbjørn Jacobsen.
Rotið byrjar við
serligum atlitum
Tórbjørn Jacobsen hevur
størsta áhuga í at fáa at vita
um valið av nevndini til
Framtaksgrunnin.
–
Framtaksgrunnurin
umsitir virði fyri næstan
tvær milliardir, og tí hevur
tað stóran týdning fyri meg
at fáa at vita, um nevndin í
grunninum er vald út frá
eini fakligari meting, ella
um
landsstýrismaðurin
kanska gekk ímóti fakligu
metingini og tók partapo-
litisk atlit.
– Tilráðingar frá em-
bætisfólkum
í
slíkum
málum skulu fylgjast, um
ikki okkurt heilt serligt
kemur uppí, tí tilráðingar-
nar eru væl gjøgnum-
arbeiddar og byggja á
fakligan førleika. Gongur
tú sum landsstýrismaður
ímóti fakliga metingini, so
er tað, at rotið í skipanini
byrjar, sigur Tórbjørn Ja-
cobsen.
Hann ætlar at seta Bjarna
Djurholm skrivligan fyri-
spurning beinan vegin, tá
tingið fer til arbeiðis aftur
eftir ólavsøku.
Tobbi fer at spyrja um nevndarval
Tveir úrmælingar
innan danska films-
framleiðslu koma í
næstu viku til Føroya
á arbeiðsferð. Teir
skulu kanna møgu-
leikan fyri at gera
barnafilm úr Føroy-
um
FILMUR
Eyðun Klakstein
Fyrsta dagin í august lenda
tveir kendir danskir films-
menn í Føroyum. Teir koma
á arbeiðsferð til Føroya, og
endamálið við ferðini er at
kanna møguleikarnar fyri
at gera ein norðurlendskan
barnafilm úr Føroyum.
Annar av monnunum er
Hans Hansen, sum bæði
hevur skrivað bøkur og
leikstjórnað filmum. Hann
er maðurin aftan fyri
kendar danskar filmar sum
»Gummi Tarzan« og »Vil
du se min smukke navle«.
Hans Hansen hevur nú til-
knýti
til
kenda
fram-
leiðslufelagið Zentropa, har
Lars von Trier eisini húsast.
Hin maðurin á ferðini
hevur ikki havt minni
týdning fyri framleiðsluni
av donskum barnafilmum,
tí hann er fyrrverandi
stjórin í Nordisk Film Juni-
or. Ulrik Breuning hevur
verið við til at gjørt eitt ótal
av donskum filmum, og
hann verður mettur sum ein
stórt navn í danska films-
heiminum.
Danskur áhugi
Søgan aftan fyri ferðina hjá
teimum báðum donsku
filmsframleiðarunum er, at
menninir aftan fyri film-
arnar um Trølla Pætur í
eina tíð hava sóknast eftir
donskum
filmsfólki
at
samstarva um ein stóran
nýggjan føroyskan film.
Talan verður tó ikki um ein
nýggjan film um Trølla
Pætur, men ein heilt øðrvísi
barna- og ungdómsfilm,
har trøll, álvar og aðrar
verður verða ein partur av
søgugongdini.
Høvuðsleikari í søguni
skal tó verða ein vanligur
føroyskur drongur, ið hevur
eitt óvanligt tilknýti til tann
heim, sum eingin vanliga
ger sær fat um. Samanspæl
ímillum tað náttúrliga og
tað yvirnáttúrliga, kærleiki
ímillum ung úr ymiskum
londum, tvístøður ímillum
ung og eldri, gott og ónt og
nógvur góður upprunatón-
leikur er bert ein partur av
tí, ið er at finna í hugskotið
um nýggja norðurlendska
barna- og ungdómsfilmin.
Nú er hendan ætlanini
komin so langt ávegis, at
tveir kendir filmsfram-
leiðarar eru sinnaðir at vera
við. Fyrsta útgáva av
handritinum er gjørd, og
verður nú farið undir at
arbeiða meira við ætlanini,
so tað kann eydnast at
sleppa inn um hjá teimum,
ið vilja fíggja slíkar verk-
ætlanir.
– Vit hava verið í sam-
band við nógv ymisk fólk
og feløg innan danska
filmslist, men Hans Hansen
og Ulrik Breuning eru teir,
sum hava sýnt størsta áhuga
fyri hugskotinum, og tað
eru vit sera fegnir um, tí
burtur úr allari rúgvuni av
framleiðarum, høvdu vit
helst viljað havt teir, sigur
Niklas Heri Jákupsson,
sum er ein av føroysku
stigtakarunum til ætlanina.
Afturat Niklasi eru Jógvan
Eliasen og Steintór Ras-
mussen mennirnir aftan
fyri verkætlanina.
– At hesir báðir menninir
eru vorðnir heitir fyri hug-
skotinum, beinir nógvar
forðingar av vegnum, men
enn er langur vegur á,
áðrenn vit vita, um hug-
skotið kann gerast til
veruleika, sigur hann.
Koma at arbeiða
Trølla Pætur og hansara
skyldfólk hava verið við í
tveimum føroyskum film-
um, sum seinastu árini eru
givnir út á sjónbandi. Í
løtuni eru upptøkurnar í
gongd til triðja filmin, sum
fer at koma út seinni í
hesum árinum.
Menninir aftan fyri film-
arnar um Trølla Pætur hava
í eina tíð arbeitt við hug-
skotinum at gera ein størri
føroyskan barnafilm, sum
tó einki hevur við Trølla
Pætur at gera.
Nú er hendan ætlanini
komin so langt ávegis, at
tveir kendir filmsfram-
leiðarar eru sinnaðir at vera
við.
– Eg sendi teimum eina
skrá fyri Føroyaferðina, har
eg hevði lagt onkrar út-
ferðir inn, men tað bóðu
teir meg bara gloyma, tí teir
komu til Føroya at arbeiða
og ikki at halda frí. Teir
vilja heldur hitta fólk, fáa
íblástur og fáa kunnleika til
føroyska samfelagið, søgu
og sagnir, sigur Niklas Heri
Jákupsson.
Donsku filmsframleið-
ararnir koma til Føroya 1.
august, og teir steðga í
Føroyum í fimm dagar.
Kendir filmsframleiðarar til Føroya:
Ætla at gera nýggjan
føroyskan barnafilm
– Gongur tú sum landsstýrismaður ímóti
fakliga metingini, so er tað, at rotið í
skipanini byrjar, sigur Tórbjørn Jacobsen,
tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin
Menninir, sum hava staðið fyri filmunum um Trølla Pætur, arbeiða nú við eini størri ætlan um ein føroyskan spælifilm
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8