Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 142 - 27. juli 2002 Nr. 142 - 27. juli 2002 11 Góða ólavsøku! Ynskja fólk. Á sama hátt! Svara vit aftur. Ja, vit eru komin til árliga ballið - tjóðarhátíð okkara. Veitrandi Merkið og candyfloss. Føroyskur dansur og heitar pylsur. Kappróður og full fólk. Møti og ballónir, sum fara til himmals. List og Frelsuna- rherurin. Mungát og Jolly. Fittar diddur og fittir beiggjar í føroyskum búna. Fótboltur, samstundis sum eydnuhjólið snarar í KFUM. Og mitt í hesum hásummarmeldri, við siðum og gesta- blídni, ganga prestar og løgtingsmenn skrúðgongu, við løgmanni, løgtingsformanni og bispi á odda. Oman í Havnar kirkju og niðan aftur í nýumvælda Løgtings- húsið. Og eftir hátíðarløtuna á Tinghúsvøllinum við sangi og kantatu skal okkara túsund ára gamla løgting setast. Kanska tað elsta tingið í heiminum! Hetta er ein hátíðarlig løta. Ein tignarlig løta. Tað serliga við hendingini í ár er, at tað eru hálvtannað hundrað ár síðani, at danir aftur lótu føroyingar endur- reisa tað aldargamla løgtingið, tó við sera avmarkaðum valdið. Tá hevði tingið ligið stilt í eini hálvthundrað ár. Føroyingar høvdu ikki havt nakað politiskt umboð. Landið varð stýrt úr Danmark, og stjórnarviðurskiftini vóru alt eftir, hvussu amtmenn og donsku embætis- menninir vóru. So við og við hevur føroyska tjóðin vunnið sær størri vald og víðari frælsi. Tað størsta framstigið kom við heimastýrislógini. Men løgtingið samtykti ífjør uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks. Verður gingið eftir hesum leisti, og annars eftir tí vilja, sum tykist vera í politisku flokkunum og í Føroya fólki, so hava føroyingar vunnið sær fult ella víðgongt tjóðarfrælsi, tá komið verður til næsta hornastein Løgtingsis. Tíverri mugu vit ásanna - hóast tað sær hátíðarligt út - at lítil tign er yvir løgtingi og landsstýri í dag. Ein politisk orrusta tekur seg upp eftir eina aðra. Ósemja er millum samgonguflokkar. Trúvirðið hjá summum politikkarum er ikki høgt í metum. Grovar skuld- setingar eru ikki afturvístar, samstundis sum hóttan um stevning fyri ærumeiðandi skuldseting hvørvur í tóman heim. Føroyar og føroyingar hava uppiborið eitt betri siðalag. Ikki minst eftir at kvinnur og menn, á sjógvi og á landi, hava arbeitt landið upp úr tí djúpu kreppu, sum av álvara tók dik á seg fyri 10 árum síðani. Sum rendi so mangt um koll og sendi mangan landsmann í tvungna útlegd, tí okkara samfelagsliga samhaldsfesti rakk ikki nóg langt. Ólavsøkan broytir neyvan nakað. Men prátið, kenningin, dansurin, veitslulagið til minis um deyða Ólav hin Heilaga fær kanska onkran at rakna við, og ásanna, at nú mugu vit taka okkum saman, arbeiða betri saman, leggja niður garðar og mørk og virka fyri felagsskapinum hjá okkum øllum Føroya landi okkum øllum til sóma. Góða ólavsøku! DAGSINS MEINING Sosialurin Vantandi tign á merkisdegi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Ragnhild Ellingsgaard ragnhild@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktíonin: tel. 220507 tel. 333843 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ólavur Petersen Argir Bergur Debes Joensen sigur seg ikki fara at leypa á nakran í ólavsøkuprædik- uni. So far endliga ekka- leysur í kirkju á ólavsøku. Tú hevur jú prestsins orð fyri at koma snikkaleysur úr aftur kirkjuni. Tað er lygn, tá prestur sigur ólavsøkugudstænast- una vera serstaka gudstæn- astu. Tí hann skal mæla tað, sum sannleikans andi í og við orðinum gevur honum at mæla, og vera trúgvur móti tí og ongum øðrum. Annars er tað trongligt í røðini av prestum, sum eru bangnir fyri at fáa eitt sind- ur av sverti undir neglina á lítlafingri. Teir skulu jú skikka sær væl, bæði fyri fyri bispi, dómprósti – og ikki minst yvir fyri menta- málastýrinum. Smørið á breyðið skal jú helst vera tjúkkari sum árini ganga. Jesus, kirkjunnar Harri, sum altartalvan í Dóm- kirkjuni so rámandi sym- boliserar, er júst ikki kendur fyri ikki at lata seg sverta fyri øll forbrydilsir manna- ættarinnar. Bergur prestur proklamerar succes fyri seg sjálvan í Dómkirkjuni á ólavsøku Bjørn á Heygum Ringar royndir Nýggja stýrisskipanarlóg- in, sum heimilar løgmanni einsamøllum at útskriva val uttan at spyrja nakran ann- an eftir, stóð sína roynd á fyrsta sinni undir valskeið- inum 1994 - 1998, tá Ed- mund Joensen sat sum løg- maður. Ásannast má, at hesar royndir vóru út av lagi vánaligar. Táverandi løg- maður dugdi sær ikki hógv og skilti als ikki endamálið við hesi víttgangandi heim- ild. Øll minnast vit hvussu hann tók løgtingið sum gísla og av sínum einting- um í tíð og úrtíð hótti við at útskriva nýval gjøgnum alt valskeiðið, um hann ikki fekk trumfa sín persónliga vilja ígjøgnum. Persónliga nalvaskoðanin og vanvirð- ingin fyri løgmansembæt- inum gav seg eisini týðu- liga til kennar, tá Edmund Joensen ein sunnumorgum tók øll á bóli við at útskriva nýval, fyri sama dag at krúpa aftur til krossin og avlýsa valið, bukaður uppá pláss av sínum egnu. Áhaldandi hóttanirnar frá táverandi løgmanni hildu ikki uppat av hesi grund, men vóru ein áhaldandi kleppur hjá samgonguni, sum ongantíð fekk arbeiðs- frið og ongantíð visti um henni framhaldandi var lív lagað. Tað var bara ein spurn- ingur um tíð til her fór at enda gali og so var! Persónligt maktamboð Okkara løgmaður, sum hevði fingið litið uppí hendur at nýta hetta amboð við at útskriva nýval í úrtíð fyri politiskt at varðveita eina natúrliga javnvág mill- um lóggevandi og útinn- andi vald gjørdi nú heim- ildina til eitt persónligt maktamboð, sum kundi misnýtast til at bert at tæna egnum politisku áhuga- málum. Ikki óvæntað gjørdi hann so knappliga bart í apríl 1998. Ein lokal persónlig ósemja við valfelagið í Eysturoynni hevði gjørt løgmann firtnan. Sum ein annar fornermaður smá- drongur fór hann brótandi upp á tingsins røðarapall og boðaði frá, at nýval varð útskrivað við tí úrsliti, at alt politiskt virksemi helt uppat frá einumdegi til annan. Øll eru samd um at hesin atburður var fullkomuliga skilaleysur og til lítlan ógvuliga lítlan sóma fyri løgmansembæti. Eisini var henda valdsmisnýtsla ein dyggur smeitur fyri nýggju skipanina, sum setti sítt álit til sakligheit og dømikraft hjá persóninum í landsins hægsta embæti. Løgmaður umboðar landsstýrið Politiska støðan í dag er orsaka av persónligum ósemjum heldur ótrygg um ikki heilt lík støðuni í valskeiðinum frá 1994 - 1998. Tað avgerandi má tó vera, at persónlig viður- skifti ongantíð kunnu nýt- ast sum haldgott og for- svarligt grundarlag fyri at útskriva val í úrtíð. Út frá meginregluni um javnvág í politisku skipan- ini og, at tað er landsstýrið, sum útinnandi vald um- boðað av løgmanni, sum í veruleikanum hevur fingið hesa heimild, so má og skal løgmaður ongantíð nýta hesa heimild til bert egna vegna at útskriva nýval. Mótvegis løgtinginum og Føroya fólki umboðar hann nevniliga landsstýrið og ongantíð seg sjálvan. Kemur løgmaður í per- sónligar trupulleikar, so má hann taka avleiðingarnar á annan hátt enn Edmund Joensen, sum í smásinni og hevnisøku valdi at lata hetta ganga út yvir sitandi landsstýri og løgting . Tað er tí at vóna, at virð- ingin fyri løgmansembæt- inum og stýrisskipanini verður varðveitt á ein slíkan hátt, at løgmaður í framtíðini bert útskrivar nýval í úrtíð, tá hetta er sakliga grundað í reint politiskum viðurskiftum og fullkomuliga uttan persón- lig atlit. Val í úrtíð? TÍÐINDASKRIV Føroya Fornminnissavn Leygardagin 27. juli let- ur upp serframsýningin "Úr útlegd" í hølunum hjá Føroya Fornminnis- savni í Brekkutúni í Hoyvík. Á framsýningini verða flest allir teir savnsgripir sýndir, sum danska tjóð- savnið nú letur Føroya Fornminnissavni sam- bært Samstarvsavtalu millum Føroya Forn- minnissavn og National- museet frá 1999. Tó verða nakrir gripir, sum Føroya Fornminnissavn nú eigur, verandi á danska tjóðsavninum enn nøkur ár, m.a. tí teir har eru í brúki í fram- sýningum. Í høvuðsheitum er framsýningin skipað eftir, nær og hvussu gripirnir vórðu savnaðir til tey søvn, sum nú eru danska tjóðsavnið. Fyrstu gripirnir, sum í 1819 vórðu savnaðir til Oldnordisk Museum, eru teir sum standa fyrst- ir í framsýningini, og síðstur stendur gripur, ið varð latin inn á danska tjóðsavnið so seint sum í 1966. Soleiðis skipað fellur framsyningin náturliga í tveir partar. Fyrri partur lýsir tey fólk, ið savnaðu og teir gripir, sum í 19. øld og nakað inn í 20. øld vórðu savnaðir til Old- nordisk Museum, Den Kongelige Danske Møntsamling og síðan 1890 til Nationalmuse- ets 2. Afdeling. Hesin partur verður sýndur fram í tveimum rúmum. Í fyrra rúminum er fyrst sýnd innsavningin í 1819 av føroyskum kirkjugripum hjá Varg- as-Bedemar, greiva, síð- an fjølbroytta innsavn- ingin, sum Plöyen, fúti og amtmaður, framdi frá 1830-1844. Aðrir em- bætismenn, eitt nú Till- isch, amtmaður og Jákup Nolsøe, handilsforvalt- ari og ymsir føroyingar sum Schrøder, prestur og Pól á Látrinum sendu danska savninum nakrar fáar savnsgripir hvør og verða tí lýstir saman í bólki. At enda í hesum rúmi verður sýndur Før- oya einasti skattafundur, sum M.A.Winther, sýslumaður á Sandi varnaðist í molddunga á kirkjugarðinum. Sands- fundurin er viðgitin millum myntgranskarar fyri sínar sjáldsomu og granskingarliga áhuga- verdu myntir. Í øðrum rúmi í fyrra parti (miðrúminum) verður sýnt tað víðagitna og nógv umrødda mið- aldar innbúgvið úr Kirkjubøar kirkju, sum V.U. Hammershaimb, próstur og Hannes Fin- sen, amtmaður ansaðu eftir at fáa niður á savn- ið, tá brúk ikki longur var fyri tí í kirkjuni eftir umvælingina í 1874. Her finna vit m.a. teir vøkru stólavangarnar, kendir sum kirkjubøstól- arnir. Annar partur lýsir tey, sum frá endanum av 19. øld og til 1966 hava latið savnsgripir inn til Dansk Folkemuseum, síðan 1920 Nationalmuseets 3. Afdeling - og tað, tey hava latið inn. Fyrsti innsavnarin var hin kendi Daniel Bruun, sum hevði alstóran týdn- ing fyri alt savnsvirk- semi í Útnorði, men eis- ini onnur hava latið savninum føroyskar gripir. Mangir danir, sum hava ferðast í Før- oyum, hava arvað ella á annan hátt ognað sær føroyskar gripir, og føroyingar við, eitt nú Jóannes Patursson, Andreas Weihe og Hans Jacob Jacobsen. Tann, sum hevur savnað og latið Dansk Folkemuse- um størsta talið av grip- um og best lýstu, er eiðislæknin R. K. Ras- mussen, sum tí eigur stóran part av hesi framsýning. Serframsýningin end- ar við gripi, sum abba- sonur Høst, sorenskriv- ara lat danska tjóðsavn- inum so seint sum í 1966. Hetta er borð- bátur, fult útgjørdur og við øllum fiski- og grindareiðskapi. Høst var sorenskrivari í 1870 árunum, og gevur borð- báturin tí eina eina- standandi tíðarmynd av báti, útgerð og reiðskapi. Um ólavsøkuna er ser- framsýningin opin leyg- ardagin, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag og týsdagin 30. juli, allar dagar millum kl. 14 og 20. Kristina Háfoss Løgtingskvinna Tjóðveldisfloksins Vinnupolitikkur hevur staðið á dagsskránni und- anfarnu vikurnar og er tað serstakliga einskiljingin av Føroya Fiskavirking, ið hevur verið umrødd. Með- an samgonguflokkarnir hava gjørt greitt, at teir taka undir við einari varligari og gjøgnumskygdari einskilj- ing av Føroya Fiskavirking, so hava stóru andstøðu- flokkarnir havt eina aðra støðu til málið. Formaður Javnaðarfloksins hevur boða frá, at hann metir tað verða "óðamannaverk" at einskilja Føroya Fiskavirk- ing og at hann ynskir at varðveita fyritøkuna á al- mennum hondum. Sam- bandsflokkurin hevur sagt seg ikki vilja einskilja enn. Eg taki als ikki undir við støðutakanini hjá ser- stakliga Javnaðarflokkinum og skal eg hervið í stuttum greiða frá, hví tað er skila- gott at fara undir varliga einskiljing av eitt nú Før- oya Fiskavirking. Hvat ? Framtaksgrunnurin eigur í dag vegna Føroya Lands- stýri eitt nú Føroya Fiska- virking og Føroya Fiska- sølu. Hetta eru fyritøkur, ið vórðu fíggjarliga bjargaðar av tí almenna undir kreppu- árunum og harvið gjørdust almenn ogn. Tjóðveldis- flokkurin og hinir sam- gonguflokkarnir vilja virka fyri, at hesar fyritøkur gerast privat vinnuvirksemi aftur. Hvussu ? Einskiljingin av almennu ognunum, ið fyrr hava verið privat virksemi, skal fara fram á varligan og gjøgnumskygdan hátt so- leiðis, at øll fáa høvi at bjóða uppá hesar ognir og selt verður til hægsta prís. Tí verður nýggi føroyski virðisbrævamarknaðurin eitt gott amboð til at fremja einskiljingarnar. Um eitt nú Føroya Fiska- virking ynskir ein sokall- aðan "strategiskan partn- ara", hevur hesin møgu- leika at keypa ein stóran partabrævapart á jøvnum føti við onnur. Viðvíkjandi útlendskum kapitali, so kann hesin avmarkast um hetta verður ynskt. Eisini kann verða selt í stigum yvir eitt áramál. Undir øllum umstøðum skal tryggjast, at føroyski skattgjaldarin, sum í dag m.a. eigur Føroya Fiska- virking - umvegis Føroya Landsstýri og Framtaks- grunnin - fær sum mest fyri hesa og aðrar fyritøkur. Hví ? Hví eigur at verða farið undir einskiljing av eitt nú Føroya Fiskavirking ? • Greiðar linjur millum privat og alment Tað er av alstórum týdn- ingi, at vit fáa greiðar linjur millum alment og privat virksemið soleiðis, at vanligt vinnuvirksemi er privat meðan vanligar almennar tænastur eru almenn uppgáva. Neyð- ugt er, at tað er klárt hvør hevur ábyrgd og átekur sær vágan á ymisku økjunum. • Leggjast kann afturat tænastur sum postverkið, telekervið og strand- ferðslan í Føroyum helst egna seg betur á al- mennum hondum, hóast hesar tænastur eru privat- ar í nógvum størri lond- um. Orsøkin er tann, at Føroyar eru eitt lítið land við lítlum íbúgvatalið sum ikki gevur grund- arlag fyri umfatandi kapping á økjunum og tískil kann einskiljing av ymiskum tænastuvirk- semi enda við privatum monopoli - tá heldur hava alment monopol. • Minni vági fyri tað almenna Hóast Føroya Fiskavirk- ing í dag er ein fyritøka, ið gevur yvirskot, so er als ongin vissa fyri, at soleiðis verður í fram- tíðini. Av tí, at fyritøkan er almenn ogn, liggur vágin hjá tí almenna - hjá landskassanum. Hetta kann gerast sera óheppið og dýrt í ringum tíðum. Hesin vági verður fluttur yvir á privatar hendur við einskiljing av fyritøkuni. • Minni kappingarav- lagandi virksemi Tá ið almennur peningur verður nýttur at at stuðla og keypa fyritøkur uttan at nakað avlop krevst afturfyri, hevur hetta eina kappingaravlagandi ávirkan. Stórtsæð allar privatar fyritøkur geva eigarum sínum fíggjar- ligt avlop, men hetta er ikki eitt krav fyri før- oyskar almennar fyritøk- ur - Føroya Banki undan- tikin. • Frígeva bundin almenn virðir Eisini hevur tað almenna stórar peningarligar upp- hæddir bundnar í stóru almennu fyritøkunum. Landsstýrið hevur uml. 3,5 mia. (pr. 31. des. 2000) í eginkapitali í fyritøkum og av hesum er tað bert Føroya Banki (uml. 1,5 mia.), ið hevur goldið part av yvirskoti sínum til landskassan. Harvið hevur Lands- stýrið bundið góðar 2 mia. í fyritøkum uttan at hesar íløgur geva nakað beinleiðis avkast av sær til landskassan. Hetta er peningur hjá føroyska skattgjaldaranum, ið kundi verið nýttur øðrvísi og meira gevandi. Við einskiljing av eitt nú Føroya Fiskavirking fær tað almenna sostatt møguleika at umsita henda pening á annan hátt. "Skilaverk" at fremja varliga einskiljing Ikki er neyðugt hjá tí al- menna at reka privat vinnu- virksemi og harvið minka um privata virksemið í landinum, binda almenna fíggjarorku og átaka sær óneyðugan vága. Tí kann eg als ikki taka undir við Javnaðarflokkinum, ið met- ir tað verða "óðamanna- verk" at einskilja eitt nú Føroya Fiskavirking. Hetta er hinvegin "skilaverk" um farið verður fram á varligan og gjøgnumskygdan hátt. VIÐMERKINGAR Hví ikki einskilja Fiskavirking ? Serframsýningin »Úr útlegd« letur upp C M Y K 11 10