Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 27. juli 2002 13 Á Vestmenninginum meta teir møguleikan fyri FM heitinum vera burtur, men teir ætla sær við sigri á ólavsøku at hálv- bjarga róðrarárinum 10–MANNAFØRINI Jóannes Hansen Seinastu árini hevur tað oft- ast verið avgjørt undan ólav- søkuróðrinum, hvør hevur vunnið FM heitið í kapp- ingini millum 10–manna- førini. Í fjør vann Havnar- báturin allar róðrarnar, og bæði í 1998 og í 1999 var tað Eysturoyingurin, sum vann allar róðrarnar. Vestmenningurin var meistari í 2000, og tað er millum hesar tríggjar bátar- nar, at kappingin um FM heitið stendur hesa ferð. Vestmenningurin er eitt sindur aftanfyri hinar báð- ar, og sambært formanni- num á Vestmenningi, Jan Johannesen, so rokna teir ikki við møguleikanum at vinna FM: – So skulu báðir kapp- ingarneytarnir hjá okkum standa seg væl verri, enn teir hava gjørt. Men hesin veruleikin hevur ikki tikið mótið frá okkum. Undan vestanstevnuni lógu fleiri av manningini við spýggju- sjúku. Teir komu so frætt fyri seg, at teir fingu róð, men orkan var ikki, sum hon plagar at vera. Nú eru allir væl fyri, og vit ætla okkum at gera ein ordulig- an vørr á ólavsøku. Eydnast tað, fer tað at kennast sum eitt hálvt FM heiti. Men tað verður ikki sum at siga tað. Vit vita, at mótstøðan verð- ur stór, og eg rokni við, at tað verður sera tætt, sigur Jan Johannesen. Hann og bátsfelagarnir hava hildið frí síðani mikukvøldið. Eins og undanfarnu árini, so hevur Vestmenningur ikki verið í Havnini og vant til ólavsøkuna. Venja seg til stutta teinin Á stigatalvuni er Eysturoy- ingur best fyri at vinna FM heitið. Treytin er, at teir í hvussu so er skulu halda Havnarbátin aftanfyri seg. – Vit mugu ásanna, at tað ikki hevur hilnast so væl hjá okkum á stutta teini- num, sum tað gjørdi, tá vit fyrr í summar róðu longru teinarnar. Nú hava vit vant nógv startin og spurtin, og vit hava fleiri ferðir verið í Havnini og vant, bæði í hesi og í síðstu viku, so vit trúgva uppá tað, sigur Rúni Lamhauge, sum er bátsfor- maður á Eysturoyinginum. Hóast Eysturoyingurin og Tjaldrið hava vunnið nógv seinnu árini, so er tað bara ein av teimum, ið nú eru við Eysturoyinginum, sum áður hevur roynt at vinna FM. Hann var við, tá Eysturoyingurin í 1999 vann FM. Tað vil við øðr- um orðum siga, at teir eru allir rættuliga FM svangir. Eysturoyingurin legði síð- stu hond á ólavsøkufyri- reikingarnar týskvøldið. Eyka dámur á ólavsøkuna Hóast fleiri royndir, so eydnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á formanninum umborð á Havnarbátinum. Men tá vit í øðrum sam- bandi tosaðu við formannin og næstformannin í Havnar Róðrarfelag, so var eingin ivi hjá teimum í týdningi- num av, at Havnarbáturin vinnur á ólavsøku og har- við vinnur FM heitið. – 10–mannafarið er flagg- skipið hjá okkum. Tær seinastu ferðirnar hevur gingið fínt, men marginal- irnir eru smáir. Um Havn- arbáturin vinnur á ólavsøku og harvið vinnur FM, so setur tað serligan dám á ólavsøkuna hjá teimum mongu í høvuðsstaðnum, sum fylgja væl við. Tað verður sera spennandi, men vit hava álit á okkara monn- um, søgdu Heðin Hansen og Paul Kragesteen. Umframt teir tríggjar omanfyri nevndu bátarnar eru Nólsoyingurin og Klaksvíkingurin við í ólav- søkuróðrinum. Nólsoyingar venja ofta í Havnini. Tað hava klaksvíkingar ongan- tíð áður gjørt. Men týs- kvøldið í hesi vikuni sást Klaksvíkingurin á Havnar- vág, har teir ítaðu málið av. Teir hava vónað at vinna ein róður í ár. Nú er bara ein møguleiki eftir! Tað stendur til at bresta millum Eysturoyingin og Havnarbátin Fípan Fagra var týs- kvøldið í Havnini og vandi í heimasjónum hjá kappingarneyt- unum báðum – Síli- num hjá Havnar Róð- rarfelag og Bliki hjá Argja Róðrarfelag 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Tann FM kappingin, har tað er tættast í oddinum, er tann millum dreingirnar. Klaksvíksdreingir í Fípuni Føgru eru bara eitt stig undan havnardreingjum í Sílinum og argjadreingjum í Bliki. Tann av hesum trimum bátunum, sum verður fyrstur á mál, vinnur FM heitið. Tað hevur ikki hilnast so væl hjá Fípuni Føgru tær seinastu ferðirnar, men teir hava gott mót: – Vit hava tikið í egnan barm. Kanska løgdu vit ikki nóg nógv í venjingina, eftir at tað gekk so væl í heimasjógvi og á Skála- fjørðinum. Tað, sum er meini er, at tað ber væl til at venja nógv, men ikki at fáa so nógv burturúr. Hesum hava vit arbeitt nógv við síðstu tíðina, og vit vóna tað besta. Týskvøldið vóru vit í Havnini og vandu, og vit halda, at vit fingu nógv burturúr, sigur bátsfor- maðurin á Fípuni Føgru, John Mortensen. Hóskvøldið varð Sílið flotað, men teir fingu ikki so nógv burturúr venjingini hetta kvøldið: – Tað var rættuliga sjask- ut, so tað gjørdist ikki so nógv. Men vit hava kanska gott av at hvíla, tí vit hava tikið venjingina í stórum álvara. Eftir teir seinastu róðrarnar er tað ikki undar- ligt, at vit halda okkum hava sera góðar møguleikar at vinna. Tað hevði verið sera hugaligt, tí so hevði nýggja Sílið vunnið FM bæði við gentum og dreingjum, heldur Jóan Pauli Jensen, sum er báts- formaður á Sílinum. Blikur hevur ikki vunnið higartil í ár. Men argja- dreingir hava framvegis góðan møguleika at vinna FM. – Vit vunnu á vestan- stevnu í fjør, og síðani hava vit verið frammarlaga, men vit hava ikki vunnið. Nú er síðsti møguleikin. Fleiri fella fyri aldursmarkinum, so vit høvdu einki havt ímóti at seta teir í Klaksvík og teir á Sílinum uppá pláss, skemtar Bárður Jacobsen, bátsformaðurin á Bliki, sum sigur seg hava gott mót um, at tað fer at eydnast. Tríggir liggja borð um borð FÓTBÓLTSSKÚLI Páll Holm Johannesen Beint eftir ólavsøku, 30 juli, skipar ungdómsdeildin hjá TB fyri fótbóltsskúla fyri tey ungu í felagnum. Tað verður fyrrverandi TB-venjarin, Svend Petersen, ið verður høvuðsvenjari á skúlanum. Fult teknað Pláss er fyri 100 luttakarum, og sagt verður av Tvør- oyri, at longu er fullteknað. Fótbóltsskúlin fer fram á vøllinum á Sevmýri, í báðum skúlagørðunum og í høllini í Trongisvági. Úr TB siga tey, at orsøkin til, at felagið skipar fyri ein- um fótbóltsskúla er, at fótbóltskúlarnir, sum FSF skipar fyri er ikki nóg góðir. Ætlanin er, at bæði fyrrverandi – og núverandi leikar- ar hjá TB skulu hjálpa Svend Petersen við fótbólts- skúlanum. Skúlin fevnir yvir fýra dagar, og er bert fyri børnum, ið eru knýtt at TB. Fótbóltsskúlin byrjar týsdagin kl. 9.30. At enda verður sagt frá fyrireikararnum, at luttakarar- nir skulu bæði hava innandura- og uttandura skógvar við týsdagin. TB skipar fyri fótbóltsskúla Um Havnarbáturin vinnur á ólavsøku og harvið vinnur FM, so setur tað serligan dám á ólavsøkuna hjá teimum mongu í høvuðsstaðnum, sum fylgja væl við. Tað verður sera spennandi, men vit hava álit á okkara monnum, søgdu Heðin Hansen og Paul Kragesteen 13 Nr. 142 • leygardagur • 27. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Áhugin fyri kapp- róðrinum í høvuðs- staðnum er so stórur, sum hann kanska ongantíð hevur verið áður, og í morgin fara knapt hundrað fólk at arbeiða fyri felagið KAPRÓÐRARVERTIR Jóannes Hansen Í gjárkvøldið var samkoma í góðu felags hølunum hjá Havnar Róðrarfelag í Ála- keri. Øll róðrarfólkini hjá Havnar Róðrarfelag vóru bjóðað til hugnaligt borð- hald og til eitt gott kapp- róðrarprát. Hóast síðstu tøkini í hes- um róðrarárinum ikki verða tikin fyrrenn í morgin, so varð samkoman í gjár- kvøldið. Royndirnar vísa, at tað er sera torført at hava sovorna samkomu eftir ólavsøkuróðurin ella aftaná at ólavsøkan er liðug. Ólav- søkuaftan eru ábyrgdarper- sónarnir í Havnar Róðrar- felag upptiknir av at rudda av eftir ólavsøkuróðurin, og beint eftir ólavsøku plaga fleiri teirra, sum síðani heilt tíðliga á árinum hava lagt nógv størsta partin av frí- tíðini í at venja og kappast, at fara í summarfrí. Tí varð samkoman hildin í gjárkvøldið. Og har var nógv at tosa um. Árið hevur higartil roynst væl hjá stør- sta felagnum í landinum, og spurningurin er, um tað í morgin fer at vera settur trumfur á eitt framúr róð- rarár. Sílið við gentumanning er longu meistari, og tað stendur upp til dreingja- manningina á Sílinum og til teir umborð á Havnarbáti- num sjálvar at gera av, um Havnar Róðrarfelag skal vinna helmingin av teimum seks FM heitunum, sum tað verður kappast um. – Tað skal ikki vera nøk- ur loyna, at vit í felagnum eru sera spent, og at vit møta nógvum havnarfólk- um, sum eru serliga spent uppá, hvussu tað fer at ganga hjá Havnarbátinum. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at 10–mannafarið er flaggskipið hjá okkum, og at tað hevur sera stóran týd- ning fyri felagið, at tað gongst honum væl. Men vit eru eisini sera spentir uppá, hvussu tað fer at hilnast hjá Sílinum. Genturnar hava vunnið alt higartil, og hóast dreingirnir vóru kolldømdir á Skálafjørðinum, so eru teir í góðari støðu at vinna FM. Tað er ikki komið fyri síðani í 1974, at Sílið hevur vunnið FM bæði við gentu- manning og dreingjamann- ing. Vit hava sett tveimum umboðsmonnum fyri Havn- ar Róðrarfelag stevnu. Í nevndini eru fimm fólk: Heðin Hansen, Paul Krage- steen, Rúni Persson, Magni Nielsen og Jeanette Daniel- sen. Heðin er formaður og Paul næstsformaður, og tað er teir báðar, sum vit tosa við. Hugsa frameftir Í ár hevur felagið luttikið við fleiri manningum enn nakað annað felag hevur gjørt, og Havnar Róðrar- felag hevur ongantíð áður havt so nógvar manningar: Sílið við dreingjum og gentum, Drekin við dreingjum og gentum, Gongurólvur við kvinnum og monnum, Víkingur við monnum og kvinnum, Ørv- ur og so Havnarbáturin. Bátarnir mugu allir met- ast at vera góðir, og tríggir av teimum eru nýggir. Und- an kappingarbyrjan í ár smíðaði Sámal Hansen Síl- ið og Gongurólv, og á sein- astu stevnunum verður róð í einum nýggjum Ørvi. – Vit hava sera gott róðrarfólk. Kanska hevur ítróttarfólkið hjá okkum ongantíð verið so gott at havt við at gera áður, sum tað er nú. Tey bera seg pro- fessionelt at. Rúsdrekka er púra fremmant millum teirra, og tað sær heilt merkisvert út, um eitt ávirkað róðrarfólk kemur umborð á Smyril, tá kapp- róður hevur verið. Um tað skuldi komið fyri, so eru vit sera medvitandi um at steðga sovornum beinan- vegin. – Hetta er hugaligt, men tað setur eisini krøv til okk- ara. Rógvararnir rokna við góðum umstøðum. Tað vil eitt nú siga, at teir vilja hava bestu bátarnar. Tí kenna vit okkum noydd støðugt at umhugsa, um onkrir bátar skulu skiftast út. Vit hava ikki tikið av- gerð um at skifta nakran bát út, men tað er møguleiki fyri tí, siga Heðin Hansen og Paul Kragesteen Nógvir stuðlar Fyrireikingarnar til ólav- søkuróðurin hevur Havnar Róðrarfelag ábyrgdina av. Magni Nielsen hevur ábyrgdina av at leggja fasta startin og røkja hann. Fleiri fremmandir bátar hava ver- ið at sæð á Havnarvág í hesi vikuni. Í morgin fara 90 fólk at vera í sving fyri felagið. Talan er eitt nú um 40 inn- krevjarar og onnur hjálpar- fólk á Molanum, á økinum við Bursatanga, har bátar- nir standa, á startmálinum og endamálinum og í bát- um, sum liggja á og kring róðrarøkið, har Tórshavnar Sløkkilið tekur sær av trygdini. Og tað skulu eis- ini hjálparfólk til í sam- bandi við steypahandina. Torfinn Smith býráðslimur skal handa steyp og heiðurskrónur fyri ólav- søkuróðurin. Tað fer hann at gera á sama staði, sum løgmaður fer at handa út- varpssteypið og lands- stýrismaðurin í mentamál- um, Annlis Bjarkhamar fer at handa FM steypini. – Vit plaga at tosa um Guttafelagið. Tað er nevnd- in í felagnum, og øll vin- fólkini og gomlu rógvarar- nir, sum hjálpa til undan ólavsøkuni. Vit kenna eis- ini, at felagið eigur nógvar stuðlar millum virki og feløg í býnum. Tað er altíð torført at nevna nakran. Men Skipafelagið hjálpir okkum væl. Bæði við høl- um og við at læna okkum plattar til áskoðararnar at standa á. Og bæði hjá teim- um og Skipasmiðjuni stendur ikki á at læna okk- um trukkar og flakar. Poul Mohr kann onkuntíð vera eitt sindur grummur, tá lær- lingarnir ikki hava tíð at ar- beiða yvir, tí teir skulu í bátarnar at venja, men tað stingur ikki djúpt, tí tað er eingin endi á hjálpsemi- num, tá vit heita á Skipa- smiðjuna um at læna am- boð og tilfar, vita for- maðurin og næstformaður- in í Havnar Róðrarfelag at siga. Hvussu nógvir áskoðarar fara at hyggja at kappróðri í morgin? – Tað valdast sera nógv um veðrið. Metið sigst vera 5.500 áskoðarar, men vit høvdu verið nøgdir, um tað møttu yvir fýra túsund. Í fjør var veðrið vánaligt, og tað kendist á inntøkunum hjá okkum. Í summum kappingum kunnu við- haldsfólkini koma fyri at fegnast um FM heitið, og í øðrum kappingum koma tey, tí tað er so framúr spennandi. Áskoðarainn- tøkurnar hava stóran týd- ning fyri felagið. Fyri at fáa inntøkurnar til veja fara út- reiðslur burturav. Eitt nú er tann tíðin farin, tá tú í høvuðsstaðnum fært fólk at arbeiða á ólavsøku uttan at veita teimum samsýning. Men vit vóna, at inntøkur- nar fara at roynast so mikið væl, at eitt sindur verður eftir til felagið og harvið framtíðar rakstur og kanska íløgur, er ynski hjá Heðini Hansen og Paul Krage- steen. Hervið komu vit á mál í hesum prátinum um kapp- róður og tað, sum hevur við kappróður at gera. Tað síð- sta í ár, og vónandi verður endin á róðrarárinum eins góður, sum róðrarárið higartil hevur verið. Havnar Róðrarfelag eigur nógvar vinir Áhugin fyri kappróðrinum í Havn er so stórur sum nakrantíð, verður sagt úr Havnar Róðrarfelag undan Ólavsøkuni Mynd: Savnsmynd C M Y K 12