Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 27. juli 2002 15 Símun Eliasen møguliga við HB og NSÍ hava eina- ferð áður leikt steypa- finalu, hetta var í 1988, og tá dróg HB longra stráðið STEYPAFINALAN, MENN Páll Holm Johannesen Fyrrverandi landsliðsleik- arin úr Fuglafirði, Símun Eliasen, verður møguliga at síggja á HB-liðnum ólav- søkudag. Hann er heima í summarfríð, og hevur hann vant dúgliga við havnar- monnum. Hóskvøldið var HB í Gøtu og spældi venjingar- dyst, og Símun Eliasen var at finna á vøllinum í Gøtu. Endaligi hópurin til final- una um Løgmanssteypið varð úttikin í gjárkvøldið, og tá blaðið fór til prenting- ar, var ikki greitt, um Sím- un var við í endaliga hópi- num. HB flest steypasigrar Síðan farið varð undir steypakappingarnar í 1955, hevur HB verið einaráðandi í kappingini. Av 47 møgu- ligum steypasigrum hevur HB vunnið 25, og er hetta fleiri enn øll hini feløgini tilsamans. Bert einaferð áður hava HB og NSÍ møtst í steypa- finaluni. Hetta var í 1988, tá kappast var um Ísafjarð- arsúluna, og tá vann HB dystin. Í tí dystinum var Jan C. Dam á liðnum hjá HB, og nú 14 ár seinni verður hann eisini við, tá liðini fara tørna saman fyri aðru ferð. Seinast HB vann steypa- finaluna var í 1998, tá fel- agið umframt steypakapp- ingina eisini vann lands- kappingina. Finaludysturin endaði við 2-0 til HB ímóti KÍ. Í 2000 var HB aftur í finaluni, men tá máttu teir lúta fyri gøtumonnum. Allir tøkir Úr HB siga tey, at allir mans eru tøkir undan steypafinaluni. Eftir sein- asta leikumfarð undan steðginum í landskapping- ini, fingu HB-leikararnir eina viku í feriu, og so varð herjað á aftur við venjing- ini. Vant hevur verið so at siga hvønn dag, og menn eru væl fyri, verður sagt úr Havn. Síðstu vikurnar hava fleiri av leikararnum tikið sær frí frá arbeiði, so at møguleiki hevur verið at vant tvær ferðir um dagin. Hesa síðstu vikuna hava næstan allir spælarnir vant tvær ferðir um dagin, so ikki kann sigast annað enn, at havnarmennirnir taka uppgávuna í álvara. Spælt tveir venjingardystir Sum liður í fyrireikingun- um til finaluna um Løg- manssteypið, hevur HB leikt tveir venjingardystir. Sunnudagin vóru tofta- menn á vitjan á Tórsvølli, og havnarmennirnir vunnu ein tryggan 3-0 sigur. HB var nógv betri enn B68 sunnudagin, og sigurin var sannførandi. Málini skutu Nicu Dogaru, Rúni Nolsøe og Bjarni Jørgensen Hóskvøldið var HB í Gøtu, og tann dysturin end- aði við javnleiki 1-1. Bæði liðini sýndu gott fótbólts- spæl, hóast veðrið ikki var av tí besta. Ímillum áskoð- ararnar í Gøtu var lands- liðsvenjarin, Henrik Lar- sen, ið eisini verður at síggja á Tórsvølli ólavsøku- dag. Verða í Havn á ólavsøku Havnarfelagið hevur ongar ætlanir at fara úr Havnini á ólavsøku. Eitt nú í fjør fór B36 inn á Svangaskarð at binda frið undan steypafin- aluni, men tað hevur HB so ikki valt at gera í ár. Ætlanin er at venja í dag, og í annaðkvøld samlast HB-leikararnir til eina hugnaløtu. Andrew av Fløtum væntar, at HB-áskoð- ararnir verða í minni- luta í finaluni um Løgmanssteypið STEYPAFINALAN, MENN Páll Holm Johannesen Ein av stóru profilinum í landskappingini í ár, An- drew av Fløtum, er ikki í iva um úrslitið á Ólavsøku, - Sjálvandi vinna vit final- una, sigur HB-framherjin við Sosialin. Andrew hevur áður verið í tveimum steypafinalum, og hevur vunnið tí einu. Hetta var í 1998, tá HB vann 2-0 á KÍ, og tá skeyt Andrew annað málið fyri havnarliðið. - Eg vænti ein tætt- an og spennandi dyst, og um veðrið heldur sær, so vænti eg eisini heilt fitt av áskoðarumj til dystin, for- telur Andrew av Fløtum. Andrew roknar við, at HB-áskoðararnir verða í minniluta í steypafinaluni, tí væntandi verður øll Eyst- uroyggin aftan fyri runa- víkingar, og tey, ið ikki stuðla HB í Havn, fara eisini at stuðla NSÍ. Andrew greiðir frá, at HB-spælararnir hava verið rættiliga upptiknir av final- uni allan juli-mánaðin, og fyri at vera so væl fyri sum gjørligt, hava fleiri spælarar tikið sær feriu til at venja tvær reisur um dagin. - Vit vinna HB-framherjin, Andrew av Fløtum, er ikki í iva um úrslitið á ólavsøku Mynd: savnsmynd -Skuldu heldur spælt á graslíki HB eru eyka uppsett- ir til finaluna, nú runavíkingar hava ognað sær forkunn- ugan áleypara úr Danmark, sigur Rógvi Jacobsen und- an finaluni um Løg- manssteypið STEYPAFINALAN, MENN Páll Holm Johannesen Klaksvíkingurin í HB, Rógvi Jacobsen, er ikki samdur í teirri áskoðan, at finalan um Løgmanssteyp- ið skal leikast á Tórsvølli. - Vit spæla alt ov lítið á grasi, til at ein so týdningarmikil dystur skal leikast á tí undirlagnum, og tí átti dysturin heldur verð- ið á ovara vølli. Dysturin verður av tí sama sjáldan líka góður, tí leikferðin á grasi er væl lægrið, og sami stemningur er heldur ikki á Torsvølli, sum á ovara vølli, sigur miðvallarin við Sosialin Annars væntar Rógvi Jacobsen ein harðan dyst, tí bæði lið fara geva seg fult út, og vónar sjálvsagt, at HB vinnur finaluna. Vit eru sera uppsettir, og kanska eyka uppsettir nú teir hava fingið sær ein danskara og hava verið á venjingarlegu. Rógvi Jacobsen hevur einaferð áður verið í final- uni um Løgmanssteypið, tað var í 1999, tá KÍ vann á B36, og nú verður spenn- andi um Rógvi eisini vinn- ur sína seinnu finalu. 15 14 Nr. 142 - 27. juli 2002 ÓLAVSØKUKAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Eitt róðrarár, sum higartil ikki hevur verið serliga væl eydnað, kann bjargast við góðum úrsliti og serliga sigri á ólavsøku. Tí er spenningur í øllum FM róðrunum ólavsøkuaftan. Men tað er bara í kappingini millum dreingirnar og 10–mannaførini, at tað er spenningur um FM heitið. Sílið við gentum og Jarnbardur við kvinnum hava vunnið allar fimm FM kappingarnar higartil í ár og eru tískil longu FM vinnarar. Smyril úr Vági er so at siga FM vinnari í kappingini millum 6–mannafør við monnum, og Kvívíkingur hevur so at siga vunnið FM heitið í kappingini millum 8–mannaførini. Hóast teir ikki hava møguleika at vinna FM, so hava fleiri bátar vant í Havnini teir seinastu dagarnar. Millum aðrar hava verið at sæð Fípan Fagra, Klaksvíkingurin, Tjaldrið og Strálan. Alt er avgjørt í fýra kappingum Bæði í HR og RSF siga teir seg vera vónbrotnar av avgerðini hjá SvF ÓLAVSØKU- KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Einasti møguleikin, sum tað ber til at fyljga bein- leiðis við ólavsøkukapp- róðrinum, er í Útvarpi Føroya. Á vestanstevnu varð ein roynd gjørd at senda endaspurtin yvir internetið. Kristian Eli Zachariasen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, stóð fyri royndini. Hann ásannar, at tað vóru byrjunartrupulleikar, men myndirnar sóust, og áhugin var sera stórur. – Men hetta var ein ein- støk roynd, og vit fara ikki at endurtaka hana á ólav- søku, sigur Kristian Eli Zachariasen. Sjónvarp Føroya bað fyrr í summar um loyvi at senda beinleiðis frá ólavsøku- kappróðrinum. Áheitanin fór til Róðrarsamband Før- oya, sum viðgjørdi áheitan- ina og játtaði undir ávísum treytum. Síðani hevur SvF gjørt av ikki at senda. Ivan Niclasen, programmstjóri í SvF, segði við Dimmalætt- ing fyrr í vikuni, at teir hildu ikki, at tað bar til at gera beinleiðis kappróðrar- sending uppá tveir tímar, har tað bara var møguleiki at senda eitt korter frá bein- leiðis kappróðri. Men teir ætla sær at venda aftur til møguleikan at senda bein- leiðis kappróður komandi árini. Í Havnar Róðrarfelag siga teir seg ikki skilja, at SvF ikki tók av møguleika- num. Heðin Hansen, for- maður, og Paul Kragasteen, næstformaður, vísa á, at eitt korter í beinleiðis sending frá kappróðrunum svarar til meiri enn helmingin av samlaðu tíðini, sum tað tek- ur at avgreiða teir seks FM róðrarnar. Eisini í Róðrarsambandi- num harmast formaðurin Hannis Joensen: – Í fjør fingu vit eina áheitan frá SvF beint undan ólavsøku. Tá søgdu vit nei, tí tað vóru ikki stundir at viðgera áheitanina, sum skuldi ummælast í HR. Vit hava fingið alt fleiri áheit- anir um at arbeiða fyri, at kappróður verður at síggja beinleiðis í sjónvarpinum. Vit hava innanhýsis arbeitt við hesum, og tí vóru vit fegnir, tá SvF setti seg í samband við okkum. Vit tosaðu við HR og SvF, og tað tóktist bera til at mýkja ymsu áhugamálini so mikið nógv, at beinleiðis sending kundi koma uppá tal. Áhugamálið hjá SvF var at senda so nógv, sum tað bar til, og hjá HR hevur tað týdning, at teir ikki missa inntøkur. Hannis Joensen sigur, at teir settu einki metratal á í samráðing- unum við SvF, og hann sig- ur seg undrast á grundgev- ingina hjá sjónvarpinum fyri ikki at senda. – Vit halda, at tað eru innanhýsis viðurskifti í SvF, sum munnu vera or- søkin, tí tað ber illa til at ímynda sær, at umstøðurnar skulu gerast nógv betur at senda, enn tað varð lagt upp til, at tær skuldu vera. Vit sóu uppleggið hjá SvF fyri kappróðrarsendingini. Tað hildu vit vera gott og spennandi, og SvF hevði fingið nógvar vinir millum kappróðrarhugaðu føroy- ingarnar kring alt landið, um teir høvdu hildið seg til tað, sum teir ætlaðu. Men vit vóna, at tað verður betur eina aðra ferð, heldur Han- nis Joensen, formaður í RSF. Ongar myndir frá kappróðrinum Bátarnir liggja í hesi nummarrøð í kappróðrinum á Ólavsøku tann 28.Juli.2002 5-mannafør, dreingir 6-mannafør, kvinnur 5-mannafør, gentur nr. bátur kort nr. bátur kort nr. bátur kort 1 Junkarin 1 Lómur 1G 1 Junkarin 1G 2 Havfrúgvin 2 Hvessingur 2 Firvaldur 3 Tjaldrið 3 Gongurólvur 3 Royndin Fríða 4 Blikur 4 Riddarin 4 Tekla 5 Sílið 5 Jarnbardur 5 Ørnin 1G 6 Fípan Fagra 6 Páll Fangi 1G 6 Blikur 7 Drekin 7 Víkingur 7 Fípan Fagra 1G 8 Ørnin 8 Snopprikkur 8 Sílið 9 Drekin 10 Havfrúgvin 1G 11 Tjaldrið 12 Frúgvin 1G 13 Broddur 14 Dúgvan 6-mannafør, menn 8-mannafør 10-mannafør nr. bátur kort nr. bátur kort nr. bátur kort 1 Snopprikkur 1 Húsavíkingur 1G 1 Klaksvíkingur 2 Hósvíkingur 2 Nevið Reyða 2 Eysturoyingur 3 Sølmundur 3 Argjabáturin 3 Havnarbáturin 4 Hvessingur 4 Kvívíkingur 4 Vestmenningur 5 Páll Fangi 5 Knørrur 5 Nólsoyingur 6 Smyril 6 Ørvur 7 Gongurólvur 8 Strálan 9 Jarnbardur 1G 10 Víkingur 51 bátsmanningar í alt Úrslit fyri árið eftir Ólavsøku tann 28.Juli.2002 5 mannafør-dreingir: 5 mannafør-gentur: nr. stevnur kort Stig nr stevnur kort stig 1 Fípan Fagra 5 25 1 Sílið 5 35 2 Blikur 5 24 2 Fípan Fagra 5 1G 24 3 Sílið 5 1R 24 3 Blikur 5 16 4 Tjaldrið 5 15 4 Ørnin 5 1G 13 5 Havfrúgvin 5 13 5 Havfrúgvin 5 1G 10 6 Drekin 5 8 6 Drekin 5 8 7 Ørnin 5 1 7 Tjaldrið 5 0 8 Junkarin 5 0 8 Frúgvin 5 1G 0 9 Firvaldur 2 0 9 Junkarin 5 1G 0 10 Tekla 5 0 11 Royndin Fríða 5 0 12 Dúgvan 5 0 13 Firvaldur 4 0 14 Broddur 3 0 6 mannafør-kvinnur: 6 mannafør-menn: nr. stevnur kort stig nr. stevnur kort stig 1 Jarnbardur 5 35 1 Smyril 5 33 2 Riddarin 5 23 2 Páll Fangi 5 26 3 Páll Fangi 5 1G 22 3 Hvessingur 5 15 4 Gongurálvur 5 15 4 Gongurálvur 5 14 5 Víkingur 5 7 5 Strálan 5 9 6 Hvessingur 5 4 6 Sølmundur 5 8 7 Lómur 5 1G 3 7 Snopprikkur 4 0 8 Snopprikkur 4 2 8 Jarnbardur 5 1G 0 9 Sølmundur 1 0 9 Hósvíkingur 5 0 10 Víkingur 4 0 8 mannafør: 10 mannafør: nr. stevnur stig nr. stevnur kort stig 1 Kvívíkingur 5 33 1 Eysturoyingur 5 27 2 Argjabáturin 5 27 2 Havnarbáturin 5 26 3 Knørrur 5 20 3 Vestmenningur 5 23 4 Húsavíkingur 5 1G 11 4 Klaksvíkingur 5 19 5 Nevið Reyða 3 9 5 Nólsoyingur 5 10 6 Ørvur 3 5 7 Kvívíksbáturin 2 3 Nú verður so spennandi, hvørjar bátsmanningar fara avstað við seinastu heiðusmerkinum í kappróðrinum í ár C M Y K 14