leygardagur 27. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 27. juli 2002
17
Hetta er áttanda
steypafinalan hjá NSÍ
málverjanum Jens
Martini Knudsen, og
hann sigur, at NSÍ fer
til Havnar at spæla
sítt spæl og ikki til-
laga seg eftir odda-
liðnum úr Havnini
STEYPAFINALAN,
MENN
Heini í Skorini
- Einki er so keðiligt sum at
tapa eina steypafinalu, men
hinvegin verður eitt fót-
bóltssummar ongantíð heilt
uttan luttøku í steypafinal-
uni, sigur Jens Martin
Knudsen, málmanslegend-
an úr NSÍ, sum ólavsøku-
dag verjir málið fyri átt-
andu ferð í eini steypa-
finalu. Jens Martin sigur, at
NSÍ liðið er væl fyri, m.a.
orsaka av venjingarlegu í
Íslandi við venjing tvær
ferðir um dagin umframt
tveimum venjingardystum.
Skaði og leikbann
Hóast hópurin hjá runavík-
ingum er væl fyri, ásannar
Jens Martin, at torført
verður at avloysa leikbann-
aða álopsparið Óla Hansen
og Sonna L. Petersen.
- Teir báðir hava fingið
eitt gott samarbeiði í lag í
álopinum í ár, og tískil
verður torført at avloysa
teir báðar. Men m.a. hava
vit arbeitt við hesum í
Íslandi, og tað sær bara gott
út, sigur Jens Martin Knud-
sen.
Tað ljóðaði fyrr í vikuni,
at bæði Helgi L. Petersen,
danin Ulrik Balling og Pól
Thorseinsson eru ivasamir
til finaluna, men av hesum
trimum er tað sambært Jens
Martini bert Pól Thor-
steinsson, sum enn er
ivasamur.
- Tillaga okkum ikki
eftir HB
Jens Martin sigur, at NSÍ
fer til Havnar at spæla sítt
egna spæl, og so má HB
gera sum teimum lystir.
- HB hevur víst sera
góðar taktir í ár, men vit
fara til Havnar at spæla
okkara spæl og gera tað,
sum vit eru góðir til. Hóast
HB er oddalið, er munurin
á stigatalvuni ikki størri
enn so, at vit saktans kunnu
vinna við okkara spæli, og
tað trúgvi uppá, at vit gera.
Samanumtikið tykist NSÍ
liðið sambært Jens Martin
Knudsen at vera fult fyri-
reikað til stóru uppgávuna
á Tórsvølli 29. juli.
Landsliðsleikarin og
verjuleikarin hjá NSÍ,
Pól Thorsteinsson, er
bjartskygdur undan
steypafinaluni, og
hann roknar við, at
NSÍ vinnur dystin.
Pól er ivasamur til
finaluna vegna skaða,
men hann væntar og
vónar at kunna spæla
STEYPAFINALAN,
MENN
Heini í Skorini
Pól Thorsteinsson hevur
síðani sítt gjøgnumbrot á
landsliðnum á Malta á sinni
verið
roknaður
millum
bestu verjuleikarar í landin-
um. Tískil verður hann ein
av
lyklaleikarunum
í
finaluni, um hann verður
førur fyri at spæla.
- Í løtuni eri eg ivasamur,
men eg rokni við og vóni
sjálvsagt, at eg verði førur
fyri at spæla, sigur Pól
Thorsteinsson.
HB hevur í ár havt uttan
iva besta álopið í landinum,
har Andrew av Fløtum og
Jón Rói Jacobsen tilsamans
hava skotið 19 mál í lands-
kappingini, og tískil fær
NSÍ harðliga brúk fyri
landsliðsleikaranum í verj-
uni, tá liðini bæði bresta
saman ólavsøkudag.
Góður íslandstúrur
NSÍ hevur undan steypa-
finaluni verið á venjing-
arlegu í Íslandi, og Pól
Thorsteinsson sigur, at
hetta avgjørt hevur verið
ein góður túrur fyri hópin,
og at liðið nú er væl fyri,
hóast NSÍ hevur bæði leik-
bann og skaðar í hópinum.
Sambært Pól hava teir vant
nógv og spælt tveir venj-
ingardystir, og tí hava fyri-
reikingarnar verið góðar,
- Tískil haldi eg, at vit
vinna dystin móti HB á
ólavsøku, og tað hava vit
alla orsøk til at trúgva upp-
á, endar ein avgjørdur vág-
bingur í útlegd í Runavík,
sum sjálvur er ivasamur
undan steypafinaluni móti
HB vegna skaða.
NSÍ er bara eitt stig
frá fyrstu Euopa
Cup luttøkuni, og
hóast teir eru
skerdir í álopspart-
inum, so fara teir
ikki til Havnar at
grava seg niður
STEYPAFINALAN,
MENN
Jóannes Hansen
Fyri fyrstu ferð í trettan
ára longu søguni hjá
løgmanssteypinum
er
NSÍ annar parturin í
endadystinum. Tí er tað
einki at siga til, at
spenningurin
millum
NSÍ viðhaldsfólkini er
sera stórur. Tey fara til
Havnar ólavsøkuaftan at
fylgja 10–mannafarin-
um Eysturoyingi, og so
fara tey suður aftur
ólavsøkudag at síggja
finaluna millum HB og
NSÍ.
NSÍ er tað einasta av
stóru feløgunum, sum
ongantíð hevur roynt seg
í Europa Cup. Ólav-
søkudag
kunnu
teir
tryggja sær atgongu-
merkini til UEFA Cup
fótbólt komandi kapp-
ingarár. Tí er einki at
siga til, at tað – umframt
kappróðrartos – eisini
verður tosað nógv um
fótbólt í Runavík.
Pól framvegis
skaddur
Í gjáramorgunin kom
NSÍ aftur av venjingar-
legu í Íslandi. Í fyrra-
náttina svóvu teir í
einum skúla á Egilsstøð-
um. Har vandu teir í oys-
andi regni fyrrapartin
hósdagin, og so gekk
leiðin til Seyðisfjarðar,
og eftir eitt sindur av
rulli vóru teir á Havnini
tíðliga gjáramorgunin.
Eftir venjingardystin
ímóti Þór á Akureyri
nevndu vit, at tríggir av
lyklaspælarunum vóru
vøddaskaddir. Nú sigur
venjarin, Jógvan Martin
Olsen, at tað hevur tikið
seg so mikið væl upp hjá
Helga L. Petersen, at
hann heilt víst fer at vera
við í finaluni. Nógv
bendir eisini á, at Ulrik
Balling verður við. Hjá
Pól Thorsteinsson er tað
meiri ivasamt:
– Hann hevur fingið
viðgerð alla tíðina, men
enn er ikki greitt, um
hann verður klárur, sigur
Jógvan Martin Olsen,
sum millum teir, ið ikki
hava verið á liðnum
síðstu
tíðina,
hevur
Djóna N. Joensen, ið er
komin fyri seg eftir
skaða.
Vit hava fleiri ferðir
nevnt, at NSÍ hevur tvey
leikbann í álopspartin-
um. Men venjarin hevur
sagt, at teir fara ikki til
Havnar at grava seg
niður. NSÍ fer at leypa á,
og fyritreytirnar eru ikki
versnaðar eftir at Ulrik
Balling er komin úr
Vejle og til NSÍ.
Klokkan ellivu í dag
venur NSÍ á Svanga-
skarði. So halda teir frí
inntil í annaðkvøld. Tá
hittast teir í hølunum hjá
Tryggingarfelagnum
Føroyar í Runavík, og
har fara teir at halda til,
inntil leiðin ólavsøku-
dag fer at ganga í
Gundadal.
NSÍ hevur tríggjar
ferðir áður verið annar
parturin í steypafinal-
uni. Men tað var áðrenn
løgmanssteypið var upp-
funnið. NSÍ var í final-
uni um ísafjarðarsúluna
í 1985, tá teir taptu 4–2
ímóti GÍ. Teir vóru í
finaluni aftur í 1986, og
tá vunnu teir fyri higartil
einastu ferð. Mótstøðu-
liðið var LÍF, og NSÍ
vann 2–1. Seinasta ferð-
in, sum NSÍ hevur verið
í finaluni, var í 1988. Tá
vóru finaluliðini tey
somu, sum skulu spæla
ólavsøkudag. HB vann
1–0, og Jóannes Jakob-
sen skoraði málið uppá
brotsspark.
Á NSÍ liðnum hesa
ferð er ein spælari, sum
var við í áttati árunum.
Tað er Jens Martin
Knudsen, sum eisini
hevur spælt finalu við
GÍ og við Leiftri á
Ólafsfirði. Pól Thor-
steinsson hevur spælt
finalur við VB og B36,
og Helgi L. Petersen var
á GÍ liðnum, sum í
fyrraárið vann 1–0 á
HB.
Hinir spælararnir eru
allir óroyndir í finalu-
høpi. Undan finaluni
mánadagin er tað upp-
gávan hjá Jógvan Mart-
ini Olsen at fáa spælar-
arnar at hvíla og at hava
sjálvsálit, soleiðis at teir
verða førir fyri at geva
alt, tá teir ólavsøkudag
fara at standa andlit til
andlit við HB spælarar-
nar, sum í steypahøpi
hava væl fleiri royndir.
Pól er framvegis
ivasamur
– Spæla okkara spæl
– Vóni eg gerist klárur
Jens Martin Knudsen, sum skal spæla áttandu steypafinaluna ólavsøkudag, fær óivað ein
lyklaleiklut í steypafinaluni móti HB
Pól Thorsteinsson er
ivasamur til steypafinaluna á
ólavsøku, men hann væntar
at kunna spæla. – Vit vinna
dystin, sigur landsliðsleikarin
avgjørdur
17
16
Nr. 142 - 27. juli 2002
HB veteranurin, Jan
C. Dam, heldur, at tað
hevur verið stuttligt
hvørja ferð, men
onkrar finalur standa
fremri í huganum
enn aðrar
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Hann hevur ikki høga
sigarføring. Hann sigur ikki
so nógv, men hann hevur
verið drúgvur, og hann
hevur verið trúgvur gestur í
finalunum um løgmans-
steypið. Tað er 33 ára gamli
Jan C. Dam, annan av
miðverjunum hjá HB, sum
vit tosa um. Ólavsøku dag
skal hann á vøllin fyri at
vera við í stríðnum um
løgmanssteypið.
At Jan C. Dam er við í
finaludystinum er ikki nak-
að nýtt. Seinastu fimtan
árini hevur hann verið við í
átta finalum. Tað vil siga, at
mánadagin fer hann at vera
við í finaluni fyri níggj-
undu ferð. Vit tora ikki at
siga, at talan er um met.
Men tað man ikki vera
langt av leið. Um onkur
annar hevur verið við í so
nógvum finalum, so man
tað vera onkur annar í HB,
sum hevur verið annar
parturin í finaludystinum
nógv fleiri ferðir enn nakað
annað felag.
Jan var við í tveimum
teimum síðstu finalunum
um ísafjarðarsúluna – í
1987 og í 1988. Síðani
hevur verið spælt um løg-
manssteypið, og Jan C.
Dam hevur saman við HB
spælt í finalunum í 1989,
1991, 1992, 1993, 1995 og
í 1998. Tá HB var í finaluni
í 1996 var Jan í KÍ, og tá
HB var í finaluni í 2000,
var Jan í B68.
Seks ferðir hevur Jan C.
Dam verið á vinnandi
liðnum, og tvær ferðir
hevur HB tapt finaluna, tá
Jan C. Dam hevur verið á
liðnum. Fyrra ferðin var í
1991, tá B36 vann, og
seinna ferðin var í 1993. Ta
ferðina var neyðugt við
tveimum dystum ímóti
B71, men Jan spældi bara
við í fyrra dystinum, sum
endaði við javnleiki.
Fremstar í huganum
Jan C. Dam sigur seg minn-
ast væl til allar finalurnar.
Tá vit spyrja, um tað ikki er
onkur dystur, sum hann
minnist serliga væl, so
nevnir hann trý árstøl:
– Í 1987 var eg nítjan ára
gamal. Vit spældu ímóti ÍF,
og tað var nakað serligt.
Bæði tí talan var um fyrstu
finaluna, og tí tað var neyð-
ugt at spæla tveir dystir.
Hetta árið høvdu vit eitt fínt
lið, sum kortini ikki vann
FM. Tað var so spennandi,
sum tað ongantíð hevur
verið fyri ella síðani. GÍ og
HB kappaðust við TB, sum
vann FM.
– Finalan í 1989 ímóti
B71 verður av fleiri søgd at
vera tann besta, sum nak-
rantíð er spæld. Tað var
neyðugt at spæla tveir
dystir, og serliga í fyrra
dystinum, sum endaði við
javnleiki, var spælið gott.
Og so var tað finalan í
1995. Vit vunnu 3–1 á B68,
og eg var sera fegin. Árið
fyri mistu vit FM á
stokkinum. GÍ skoraði til
2–1 í yvirtíðini í Klaksvík.
Vit vóru á Tvøroyri, og tað
kendist sum størsta vón-
brotið í mínum langa fót-
bótslívið, tá tað var okkum
greitt, at vit høvdu mist FM
heitið, sum vit henda dagin
lógu til at vinna.
Jan C. Dam nevnir ikki
finaluna í 1998. Men hon
man hava verið serlig fyri
hann, tí henda dagin var
Rúni Nolsøe ikki við, og
Jan loysti av sum liðfor-
maður.
Øðrvísi spenningur
Hóast hann átta ferðir áður
hevur verið í steypafinal-
uni, so gleðir Jan C. Dam
seg og er spentur til ólav-
søkudag. Men hann ásann-
ar, at tað ikki kennist
akkurát upp á sama máta,
sum tað gjørdi fyri fimtan
árum síðani:
– Í vikuni hava vit tosað
um
finaluna,
sum
nú
stendur fyri. Tá søgdu
onkrir av teimum yngru
spælarunum, at teir vóru so
spentir, at teir næstan ikki
fingu sovið. Tað kendi eg
aftur frá fyrstu finalunum,
sum eg var við í. Nú er tað
øðrvísi. Eg hugni mær við
spenninginum, men hann
tekur ikki burtur av svøvn-
inum. Eg eri altíð spentur,
tá eg skal spæla, og soleiðis
verður tað eisini, tá vit
skulu á vøllin at spæla
finaluna.
Hvør fer at vinna?
– Eg haldi, at talan verður
um heilt opna uppgerð. Teir
í NSÍ eru svangir, tí teir
ongantíð hava vunnið FM
og steypafinaluna. Teir
hava ikki so nógvar royndir
sum vit, men teir eru sera
væl skipaðir, og teir fara
neyvan at vera so læstir,
sum tað viðhvørt sæst, at
lið eru, sum fyrstu ferð
royna seg í finaluni. Hóast
HB hevur verið í nógvum
finalum og vunnið nógv
FM heiti, so tykist liðið í ár
at vera sera uppsett at vinna
hvørja ferð, og vit fara í
hvussu so er at gera okkara
fyri at vera við til at lyfta
finaluna upp, og vit vóna
sjálvandi at vinna. Men tað
verður ivaleyst sera spenn-
andi.
Jan skal spæla finalu fyri
níggjundu ferð í fimtan ár
Gamli klassikarin
millum Kyndil og
føroyameistararnar
VÍF verður spældur
ólavsøkuaftan kl. 20 í
høllini á Hálsi
HONBÓLTUR, MENN
Heini í Skorini
Tá Kyndil og VÍF brustu
saman fyri nøkrum árum
síðani, varð tað mett at vera
einki minni enn ein klass-
iskur stórdystur. Seinastu
árini er spenningurin og
áhugin undan hesum dysti
minkaður, m.a. tí Kyndil
reint ítróttarliga hevur verið
í einum aldudali
- Kyndil skal
endurbyggjast
Men nú eru ætlanirnar at
fáa lív í aftur gamla ólav-
søkuklassikaran
millum
Kyndil og VÍF. Finnur
Helmsdal
er
virkandi
formaður í Kyndli, og hann
sigur við Sosialin, at hesin
dysturin skal vera byrjanin
uppá eina endurbygging og
endurnýggjan av Kyndli.
- Í Kyndli verður hesin
steypadysturin
tikin
í
størsta álvara, og er hetta
byrjanin at byggja Kyndil
uppaftur,
sigur
Finnur
Helmsdal. Við tí leikara-
tilgongd, Kyndil hevur havt
í summar, er sera sjónligt,
at Kyndil hevur ætlanir um
aftur at gera seg galdandi
millum tey fremstu, og
leikarar sum Hans Áki
Dahl Christiansen, Finnur
Hansson og leikandi venj-
arin Jacob Jónsson verða
allir at síggja í grønu
troyggjuni á ólavsøku og
næsta kappingarár.
Finnur Helmsdal sigur
eisini, at ólavsøkudysturin
móti vestmenningum skal
vera byrjanin at røkka
nýggjum málum, og hann
leggur afturat, at vestmenn-
ingar fáa brúk fyri so
mongum viðhaldsfólkum
sum gjørligt í høllini á
Nabb 28. juli.
- Vit leggja nógv í
dystin
Ein av lyklaleikarunum hjá
VÍF gjøgnum mong ár,
landsliðsleikarin
Ingi
Olsen, sigur við Sosialin, at
hóast VÍF er uttan nakrar av
týdningarmiklu leikarun-
um, koma teir við sterkastu
mannning sum tilber eftir
umstøðunum.
- Tíverri mangla vit
onkrar leikarar, men vit
koma við sterkastu mann-
ing, sum í løtuni er tøk,
sigur Ingi Olsen. Bróðurin
Áki Olsen er skaddur, með-
an Daniel Rapa og Ragnar
Zachariassen báðir eru
uttanlanda. Ingi sigur, at
teir leggja nógv í dystin,
ikki minst orsaka av mongu
VÍF
viðhaldsfólkunum,
sum á hvørjum ári leita sær
niðan í høllina.
- Vit hava altíð tikið
ólavsøkudystin í álvara, og
í veruleikanum hava vit
verið nógv seriøsari enn
Kyndil til henda dystin
undanfarin ár, vísir Ingi
Olsen á.
Ingi leggur afturat, at VÍF
hevur vant í ein mánað nú,
og at hesin dysturin er ein
ábending um, hvussu liðini
eru fyri, og at teir tískil ætla
at vinna dystin eins og teir
sera sannførandi hava gjørt
undanfarin ár.
Ingi Olsen og hinir úr VÍF
ætla sær eins og undanfarin
ár at leggja nógv í
ólavsøkudystin móti Kyndli,
sum er farið undir
endurbygging av felagnum
Lív í aftur ólavsøkuklassikaran
Jan Dam fer ólavsøkudag at
spæla sína níggjunda
steypafinalu.
Mynd Savnsmynd
C
M
Y
K
16